Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Bókadagar í Forum A Bokadøgunum í Forum verður mangt forvitnisligt og forkunnugt at hoyra og síggja. Sum heild er stórur áhugi fyri barnabókini. Fyrsta kjakevnið á pallinum er bórn og klassikarar. Kjakast verður við og um børn, og hvussu tey handfara bókmentir TURIÐ KJØLBRO Næsta vikuskiftid 19.-21 november verða bókadagar í Forum. Hetta eru gomul og stevnuhøli, »6-dages i øb« plagdi at verða har og í 1986 varð skipað fyri »Fær- » i Fokus< í hølunum Bókadagarnir byrja friggjamorgunin, tá ið virð- islonin >Forums Debutant pris< verður latin einum rit- høvunda, sum fyrstu ferð er frammi við bókmentaverki. Hetta er ikki einasta virðis- lønin, sum verður handað í Keypmannahavn komandi vikuskiftið. Eisini >Klods Hans Prisen< og >Skriver- prisen 1999< verða latnar skrivandi fólki í Danmark Fyrru 6 virðisloønina letur IBBY Danmark. meðan Margrethe Vestager, kenslu- málaráðharri. handar hina semnu, sum danska Kenslu- málaráðið letur ein nthow unda, sum nýtir lætt og skil hgt mál, »læsevenligt« sum tey siga. Danska Skúlabóka- varðafelagið er eisini við á stevnum og fer at siga frá øerne um Danmarks Skolebiblio- tekarforenings Børnebogs- prismodtager i år Sum heild er stórur áhugi fyri = barnabókini. Fyrsta kjakevnið á pallinum í For- um ber heitið »børn og klassikere«. Kjakast verður 1/ex Frank Larsen hevur skrivað um Anker Jørgensen. Teir báðir. Alex og Anker, vera á Tranepallinum sunnudagin fyrra- partin við og um børn, og hvussu tey handfara bókmentir. Flemming Quist Møller les- ur og styrir ordaskiftinum. Eftir hetta kjakevnid å palli- num, heldur Beth Junker, lektari, fyrilestur, hon rópar, »Når barndom bliver kult- ur…«. Seinnapartin sama dag fer Torben Weinreich, professari, rithøvundur og leiðari, at greiða frá um Center for Børnelitteratur, sum hevur virkað í eitt år. Kend nøvn Høvudsnavnid á bókastevn- uni í Forum í ár man tó vera 82 ára gamla Doris Lessing. Hon er fødd í Iran og fimm ára gomul flutti hon við húskinum til Sudurrodesia, ella Zimbabwe, sum vit nú siga. I 1950 flutti hon til Onglands og búsettist í London. Fyrsta bókin >The Grass is Singing< varð stór- liga fagnað og bleiv í 1981 til væl eydnadan bretskt- svenskan film við sama navni. Trý ár seinni varð filmurin tó sýndur í USA við heitinum >„Killing Heat<. Á tílíkum bókastevn- um er siður, at rithøvundar verða bodnir upp á ein pall, har køn fólk tosað við teir og áhoyrarar síðani fáa høvi at seta spurningar. Soleiðis verður eisini í førinum Dor- is Lessing. Politiskar endurminning- Nr. 219 - 17. november 1999 ar hava altíð havt stóran áhuga millum fólk. Á bóka- stevnuni í Forum í ár verða tveir fyrrverandi danskir forsætismálaráðharrar at hitta. Báðir eru aktuellir í bókabúðunum, annar sum rithøvundi og hin sum evni í nýggjari bók. Poul Schliiter fer sunnudagin 21. novem- ber at siga frá um bók sína »Sikken et liv«, har hann minnist aftur á farin ár. >Anker. Mennesket. Magt- en. Meningerne< rópast bók. sum Alex Frank Larsen hevur skrivað um Anker Jørgensen. Teir báðir, Alex og Anker, vera á Tranepalli- num sunnudagin fyrrapart- in. Ein hópur av kendum og minni kendum donskum rit- høvundum hava sambært Politiken boðað frá luttøku. Klaus Rifbjerg. Jane Aamund, Carsten Jensen, sum altíð draga nógv fólk afturat sær, og so meiri eyð- mjúk men ikki minni áhuga- verd fólk sum eitt nú Søren Ulrik Thomsen. Hann er føddur í 1956 og gav fyrsta yrkingasavnið út í 1981. Nýggjasta yrkingasavn hansara rópast »Det skabtes vaklen«. Fyrr í år varð film- ur, sum Jørgen Leth hevur gjørt, frumsyndur i donsk- um biografum. Filmurin, sum ber heitid »Jeg er lev- ende«, kann lænast å video å donsku boøkasøvnunum. Poul Schliiter fer sunnudagin 21. november at siga frå um bók sína »Sikken et liv«, Tveir = danskir popparar verða eisini við sum rithøv- undar, teir eru Anne Linnet og Elisabeth Gjerulft Niel- sen. Millum nordurlendsku rithøvundarnar, sum vitja í Forum í Keypmannahavn í ár, eru Jan Guillou og Erik Fosnes Hansen. Men skemt í ramasta álv- ara er eisini við. Mikael Witte verður við á stevnuni, tí hann nýliga hevur givið út bókina >Nazisme<. Tað var Witte, sum á sinni førdi fram, hvussu heilsugóð donsku svínini vóru. >De strutter af penecillin«, segði hann á prýðiligum uppslog- um. Kirkjubgar sókn nýtt andlit búmerkjakapping DØur SOKn TURIÐ KJØLBRO Flestu kommunur í landi- num hava eitt búmerki, sum er andlit kommunurnar út- eftir. Í hesum døgum skrivar Kirkjubøar sóknar komm- una út eina kapping um at gera eitt skikkað búmerki til a fegin gera vart við okkum sum kommuna og sum sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í sum í hesum døgum skrivar út hesa søguligu sókn. Virðis- lønir verða latnar trimum teimum best uppskotunum. Fyrsta virdisløn fær 4.000 krónur, næsta 3.000 krónur og triðja 1.500 krónur. Væl skikkað fólk sita í nevndini, sum skal geva bygdarráð- num viðmæli um bestu bú- merki. Tey eru Gunnar Hoydal, Jákup Zachariassen og Hannis Egholm, allir úr Havn, og Oluvu Zachariassen av Velbastad. Hon situr eisini í bygdarráð- num í sóknini. - Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men vit vilja fegin gera vart við okkum sum kommuna og sum ferðamál hjá nógvu ferðafólkunum, Umleið góðir 2/3 av ferðafólkunum ið vitja í Føroyum koma til Kirkjubøar rr På. = F SE ið vitja hendavegin, sigur Annfinn Brekkstein, bygda- ráðsformaður. Uppskot til búmerki skal verða bygdarráðnum í hendi áðrenn 20. januar 2000. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja og vraka millum tey innkomnu uppskotini, men tað stendur einum og hvørjum púra frítt, hvussu búmerkið verður gjørt. Bert hugflogið setur markið. - Búmerkið skal helst mynda báðar bygdirnar, Kirkjubø og Velbastað. Felags hava bygdirnar verið saman um nógv viðurskifti, og báðar eru landbúnaðar- bygdir burturav. Tað kann væl vera, at fólk, ið ikki hava tilknýti til bygdirnar, meta, at vit súmbolisera ym- iskt, ið vit á staðnum ikki Velbastaður er landbúnaðarbygdir burturav hugsa um til dagligt. Vit seta okkara álit á, at bólkurin, sum vit hava sett og sum vit meta er sera skikkaður at velja út, dugir at taka dagar ímillum uppskotini. Fortreytir fyri ferðavinnu Tað er ikki minst við ferða- vinnuni fyri eyga, at bú- merkjakapping verður út- skrivað. Ætlanin er at seta skelti upp við búmerkinum á, ið ynskir fólki vælkomn- um til sóknina. Hagtøl vísa, at ógvuliga stórur partur av ferðafólkunum, ið koma til Føroya á hvørjum ári, eini 70 prosent, vitja í Kirkjubo. Hetta myndar sjálvsagt lívið á einum so lítlum plássi. Kommunan hevur saman við Landsverkfrødinginum gjørt eitt stórt oki við sjóvar- málan til parkeringsøki. Vit- jandi í Kirkjubø kunnu nú koyra eftir niðara vegi og seta bilin frá sær har, meðan bygdafólkið hevur gamla bygdavegin. Í summar verð- ur ikki loyvt bussum at koyra eftir ovara vegnum. - Ferðavinnan nervar ikki bygdalívið, men tað hevur verið ógvuliga trongligt um summarið við so nógvum bilum og bussum. Skulu vit gera okkum galdandi innan ferðavinnu, mugu vit skapa fortreytir, og vit eru hugað at gera alt, ið vit eru før fyri. Fyrsta stigið er at siga, hvørji vit eru, og tað vóna vit búmerkið ger, sigur Annfinn Brekkstein.