mikudagur 17. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 17. november 1999
Viðmerking:
tíðindablaðið
| Volapykk ella hugsjónir
NO
LIE
Ikki óvæntað, so herja i løt-
uni pástandirnir um, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
lagt seg á høgraveingin í
føroyskum politikki. På
standir um, at hugsjónarliga
eru vit á veg móti einum
minni samhaldsføstum
samfelag, har tann veiki
verdur sleptur uppå fjall
Orsøkin er, at tað hevur
eydnast at semjast um i
samgonguni, at fiskivinnan
skal ikki hava studning. I
staðin skal vinnan hava
greiðar politiskar karmar til
at endurnýggja seg sjálva.
Tað er sjálvsagt heilt natúr-
ligt, at hinir størru flokkar-
nir royna at gykla fólki fyri,
at hetta er neoliberalistiskt,
og at hetta fer at savna fisk-
vinnuna á fáar hendur.
Hetta eru jú útleggingar,
sum passa væl til partapol-
itiskan vinning hjá júst hes-
um flokkum. Og uttan mun
til, hvat varð gjørt, høvdu
hesir flokkar helst sagt júst
tað sama.
Men hetta er tíbetur pol-
itiskt volapykk. Øll munnu
vita, at tað er beint øvugt.
Eitt tógvið politiskt stríð er
vunnið um ikki at brúka al-
mennar pengar til nakrar fá-
ar einstaklingar. Vit skulu
ikki brúka almennar pengar
til at oyðileggja vinnulívið
og til at oyða okkara náttú-
rutilfeingi. Vinnan skal
kasta av sær til pensiónir,
barnagarðar, = sjúkrahús,
skúlar, vegir og alt annað,
sum øllum skal tryggjast í
einum føroyskum vælferð
arsamfelag.
Studningur er ikki
samhaldsfastur
Tað minst samhaldsfasta vit
kunnu gera, er at halda fram
við vinnupolitikkinum frá
70'unum og 80' unum. Tað
gav nøkrum fáum einstak
lingum pengar í lumman,
meðan allir aðrir føroyingar
fingu rokningina. Ein rokn
ing uppá helst einar 13 mill-
tardir krónur, sum vit oll
gjalda fyri enn og í fram-
tíðini. Studningur hevur al-
tíð elvt til, at bert tann sterk-
asti vinnur, og vit hava fing-
ið sjón fyri søgn um, at í
studningspolitikkinum er
eins deyð annans breyð.
Tí hevði verið áhugavert
at hoyrt nakað um, hverjar
hugsjónir eitt nú javnaðar-
og sambandsflokkurin hava
um føroyskan vinnupolitikk
og hvussu teir ætla at
tryggja eitt samhaldsfast
samfelag.
Skipaði viðurskifti
Rópt verður nú um ”is-
lendskar tilstandir við kvot-
ubarénum” og um frían
fiskiskap. Hetta hevur onki
hald í veruleikanum:
* Okisfriðingarnar = verða
fasthildnar
* Eitt skott skal setast mill-
um tann stóra flotan og út-
roðrarflotan.
* At fiskidagar gerast um-
setiligir fyri tann stóra part-
in av heimaflotanum merkir
ikki, at vit kunnu hava kvot-
ubarónar, sum bara liva av
at keypa og selja kvotur
Her skal gerast ein skipan
við einum ”kvotubanka”
ella ”fiskidagabanka”, so-
leiðis at fiskidagar verða
umsettir eftir skipaðum og
gjógnumskygdum viður-
skiftum
* Tilfeingið er ogn Føroya
fólks, og um tann, sum hev
ur veiðiloyvi og fiskidagar
ikki brúkar henda møgu-
leikan, so missir hann veið-
irættin, sum fellur aftur til
tað almenna og kann bjóð-
ast onkrum øðrum.
. Harafturat kunnu vit
at forða fyri, at fiskidagar
savnast á fáar hendur við at
gera eina lóggávu móti
miðsavning av fiskidøgum
og ødrum rætti til vinnu-
virksemi.
Sostatt fåa vit skipadi vid-
urskifti fyri vinnuna. Vit
tryggja alment gjøgnum-
skygni. Og vit tryggja, at
vinnan skal kasta av sær til
samfelagid og okkum øll.
Grundarlagið
fyri vælferð
Hetta er kjarnin fyri eitt
samhaldsfast og trygt før-
oyskt samfelag: At tey, sum
fåa loyvi at troyta okkara
felags tilfeingi skulu kasta
av sær til samfelagið og
fylgja nøkrum almennum
reglum. Hetta fer at geva
okkum eina vinnu, sum
sjálv kann endurnýggja seg
og uppfylla
krøvini um
góða løn/hyru, gott arbeiðs-
umhvørvi og trivnað fyri
tey, sum starvast har. Hetta
fer at geva okkum eina
vinnu, sum fylgir umhvørv-
iskrøvum og fær mest burt-
urúr tilfeinginum, og sum
kastar av sær til tað al-
menna. Og hetta fer at geva
okkum grundarlagið fyri
einum føroyskum vælferð-
arsamfelag.
Tað er ein verulig hugsjón
og politikkur í verki. Og
ikki politiskt volapykk.
Høgni Hoydal
landsstyrismadur
Hugleidingar um fullveldi
Herfyri hoyrdu vit gløgga
havfrødingin Boga Hansen
greiða okkum frå, at havið
kring Føroyar gerst kaldari,
og at vit helst fåa eina litla
istid um eini 100 ár ella so.
Fiskurin rýmir. Kanska
onkur uvakkur og ulka
verða eftir. Og Oljan er tá
fyri langt síðani uppi. Ikki
nógv hjá okkara eftirkom-
arum at liva av! Hvor skal
tá betala frálíku umsiting-
ina, sum vit við bit og slit
hava fingið á fótur?
Við slíkum framtíðarván-
um tosa vit í fullum álvara
um fullveldi. Hvaðani skulu
pispur og prestarnir fáa sína
øn? Helst flyta teir atlir av
andinum og føroyingar ger-
ast svartastu heidningar.
Glæsiliga nyggja løgtings-
úsið stendur og fellur í
Orøkt, ti at vit hava ikki ráð
at halda tað viðlíka. Og
wórjum skulu okkara
dugnaligu politikarar liva
av? Av at bíta negl kanska?
Nei, lat okkum koma okk-
um burturúr fullveldisrúsin-
um og ikki koma okkum út
í djúpasta Oføri. Danir hava
nú klætt og føtt okkum í
øldir og hví ikki tað? Tað
hevur jú riggað væl og teir
vilja jú sjálvir so gjarna.
Hvat skulu vit brúka full
veldi til? Kann tað kanska
etast? Sum ein danskur
ministari á vitjan so klókt
segði tað í útvarpinum:
„Fullveldi, tað sigur ikki
mær nakað<.
Danski statsministarin
segði í somu sending, at vit
skuldu bert siga frá, hvat,
ið vit vóru ónggdir við, so
skuldi hann nokk laga við-
urskiftini eftir okkara ynski.
Ja, sjálvt um tað vóru fleiri
pengar úr Danmark vit vildu
hava, so var tað ikki
óhugsandi. Og at spæla við
skuldu vit sleppa so galið
vit vildu. Tað skuldi nú bara
mangla. Grønland fær heilar
3, meðan vit bert fáa I milj-
ard um árið. Vit mugu vera
eitt ótakksamt og stórsnútað
fólk. um vit ikki vilja taka
av einum slíkum stórsinn-
aðum tilboði.
Øllum hesum vilja vit
sleppa fyri eitt innantømt
fullveldi. Tað endar sum í
Íslandi. Okkara børn fara
ikki at suga danskt. Og
hvussu skulu tey tá koma
sær fram í verðini? Og hvat
við okkara listamonnum,
sum eru á donsku finanslóg-
ini? Skulu teir bara slepp-
ast upp á fjall fyri lút og
kalt vatn? Og hvaðani skulu
vit fáa medaljur frå, tá vit
ikki longur hava kongs-
húsið? Frá viðoyinginum
Anfinni Kallsberg kanska?
Nei takk!
Góðu landsmenn, sleppið
hasum fullveldismøsninum
Tá nú ístíðin kemur, verður
tað gott at fáa eina vermandi
hond úr Danmark. Eru vit
so fullir av undirlutakensl-
um mótvegis dønum, at vit
vilja nokta at taka ímóti eini
heilari miljard um árið frá
teimum fyri einki? Frá
bróðurfólkinum, sum hevur
verið okkum so hollur stuð-
ul. Sum hevur hjálpt okkum
at fáa umstødur at kunna
loysa okkum buksirnar í
Sandagerði, okkara næst
mest halgað stað, á sømu-
ligan hátt. Verri er statt í
Kirkjubø, okkara mest halg
að stað, har mugu vit enn
sum fyrr fara inn í halgi-
dómin at pissa. Men ikki
tvist eg í, at danir eisini her
høvdu viljað hjálp okkum
við einum nátthúsi, um vit
sendi eina umbøn.
Aðrenn vit høvdu lært
okkum at skriva vóru
danskir embætismenn so
beinasamir at skriva bønar-
brøvini um veitingar fyri
okkum. Frá >de fattige Folk
udi Færø«. So hetta at fáa
veitingar úr Danmark er
ikki nakað nýtt, men ein
hevdvunnin rættur. Kann
tað vera nøkur skomm at
halda fast um rættindi sum
okkara forfedrar við mikið
knoss og strev hava vunnið
okkum?
Sjálvt um vit hava verið
danir nú í brátt tveyhundrað
ár, hevur eingin so frægt
sum kannað eftir, hvørjar
møguleikar vit hava sum
danskarar. Nú ein dagin datt
endiliga fimmoyrað hjá
samfelagsfrødinginum
Jógvan Mørkøre og mælir
hann til, at ein slík kanning
verður gjørd og tað ongan-
tíð ov skjótt. Gott at tað
glógvar í onkrum! Lat okk-
um fáa gjørt eina kanning,
sum greitt vísir, hvussu gott
vit hava tað saman við Dan-
mark og lat okkum so
sleppa øllum fullveldisør-
skapinum. Tí øll vita vit
innast inni at ikki formáa
vit okkum nógv uttan stuðul
bæði so og so úr Danmark.
A. Guttormur Djurhuus
21
Minningarorð ænað
Eyðun Stróm
f. 21. apríl 1981 - d. 18. sept. 1999
Alvur Mortensen
f. 8. mai 1980 - d. 18. sept. 1999
Hávardur F. Lisberg
f. 27. mai 1980 - d. 20. sept. 1999
Seinur verður tann dagur,
at vit gloyma tey tungu boð
Tey boð, vit fingu leygardagin,
at Eyðun og Alvur vóru farnir umborð
Umborð á stóra skipið,
ið siglir úr hesi verð.
Yvir salta havid, upp um skýggja,
til eina betri verð
Hávardur tann triðji
fór eisini umborð,
umborð á stóra skipið,
og burt úr hesi verð.
Nú sita vit øll eftir
við hesi stóru sorg,
má Harrin okkum styrkja
og turka tár so mong.
Ei fall tað okkum so í lut
at vita tíð og stað,
nær Harrin okkum taka man
og fara við oss avstað
Tó, eitt smil kemur gjøgnum tårini, tá eg hugsi um
teir dagar, vit høvdu saman. Allar tær løtur vit hava
diskutera, og allar tær skemtiligu stundir. Alt kemur
so smátt fram aftur nú.
Foreldur, systkin, ommur og abbar og annars øll
tit avvardandi, eg sendi tykkum mína djúpastu
samkenslu.
Eyðun, Alvur og Hávardur, takk fyri, at tit vóru
teir, tit vóru.
Vinkona tykkara Linda
Útjaðara-
samgongan
Tað er alt annað enn hug-
aligt at hoyra um, at ting-
menn sum rokna seg at
hoyra til útjaðararnar í
Føroyum, hava tikið seg
saman um at broyta stød-
una sum smáplássini eru
komin í. Fyrst er at
spyrja, hvørjar eru útjað-
arabygdirnar? Eru tað so
stór pláss sum Tvøroyri
og Klaksvík, kunnu hesi
byir samanberast við
Skarvanes ella å Kirkju?
Ein broyting ið gerast
skal, er, at nakað av um-
sitingini, ið er í høvuds-
staðnum, skal flytast til
onkra aðra bygd úti um
landi, so er spurningurin
Almannastovuni fer vest-
ur í Vágar. Jú, onkur klók-
ur skalli, hevur funnið út
av, at fyri at tólma fólk -
aflytingini av teim smáu
plássunum til høvudsstad-
in, er frægasta loysnin at
gera høvudsstadin tann-
leysan, so fólk heldur fara
at ræðast hann
Sum ikki einaferð, eru
vit fleiri. ið taka parti við
ella ímóti hesari ætlan. Ja,
onkur gongur ógvuliga
høgt uppí, hendan spurn
ing, so høgt at fullveldis-
málið er við at fara í
gloymskuna. Um so hevði
verið, so eru vit fleiri mót
stødufolk av fullveldinum |
hvørja? Hvat bati verður = sum heldur hava hug at
tað fyri Klaksvík um ein = hella útjaðaravegin |
partur av Gjaldstovuni fer |
suður til Vágs. Ella fyri Palli Dalsgaard |
Sandsbygd um nakað av |
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo