mikudagur 17. november 1999síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 17. november 1999
Viðmerking:
tíðindablaðið
29
Javnaðarflokkurin í
pubertetstrupulleikum
har kaktus veksur kanst tú
stinga teg,
á henda hátt ein kaktus
vísir seg,
hann livir lívið sítt í
sjálvum sær...
jógvan andrias
Hvørja ferð eg siggi sjón-
varpsrødina Fint skal tað
vera, hugsi eg um Javnað-
arflokkin, og umvent.-
hvørja ferð. Myndin er
hendan = sjålvshåtidarliga
frúan, ið líkasum ikki hevur
somu tyngd sum korpusið
gevur ábending um. Lítið
flog og nógv hóvasták
Trupulleikarnir eru nógv-
ir. Ein av teimun stóru er
nokk, at hon dugir ikki at
venda eyguni móti sær
sjålvari, kaga innum, og har
fáa eyga á „ at tann ómetaligi
reinleiki hon er fongd við,
eisini hevur skeinur
Og so hevur hon gud
hjálpi mær eisini næstan
sama navn sum blómutyss
ið, glansmyndin hjá flokki
num, hevur.
Kanska hevði tað verið
eitt hugskot at skift rósuna
út við ein kaktus: tað vildi
glett allar rósur
Javnarflokkurin
i pubertetinum
Hesin fyrr so stolti flokkur,
sum byrjaði sítt lív sum ein
flokkur við trúvirði, og
nøkrum stórum greiðum
málsetningum er við áru
num vorðin alt meiri tódn-
aður í sær sjålvum, destruk-
tivur við nøkrum krampa-
kendun óskipaðum málum,
til í dag at tykjast heilt frá
sær sjálvum.
Hví? Hvat er tað, ið eyð-
kennir slíkt huglag?
Svarini kunnu ivaleyst
verða mong. Her er eitt boð.
Flokkurin, - also hin før-
oyska deildin, manglar heilt
greitt dagførdan samleika.
Hann er framvegis í puber-
tetinum, og livir soleiðis á
ein hátt í eini farnari tíð, við
einum stórum fåtøkum ar-
beiðaraskara og einari lít!
ari feitari yvirstætt. Kapital
istar og arbeiðarar. Svart og
hvítt. Gott og so øll hini.
Deildin verður umboðað
av nøkrun fólkum. ið ikki
tykjast vita, hvat rørir seg í
heiminum í dag, hvussu
rákið er. og ikki minst.
hvørji krøv eru til okkum
sjålvi í hesum råki. Teir
tykjast mest av ollum, at
halda at tíðin er statisk. Og
at tað skal hon verða. „Nei.
her skal einki broytast, ana
lyserast og rationalioserast,
korta nei, onki.“
Skilagott hevdi verið hjá
javnaðarmonnum at farið á
skúlabonk hjá andaligu
brødrunum í hinum Nord
anlondunum, har tosað
verður um at skerja, broyta,
rationalisera og supervisera,
til frama fyri heildina.
Hetta er jú eisini spurning-
urin um í seinasta enda at
veita okkum og okkara eft-
irkomarum avbjóðingar og
tænastur av slíkum slagi, so
vit øll trívast her, -ikki bert
sova her, eisini tá saman-
borið verður við onnur. Og
hetta verður ikki gjørt við
almenna sektorinum og
vinnubygnaðinum í Grøn-
landi sum fyrimynd. Spurn
ingurin er tí: Skulu vit fylgja
rákinum í hinum Norðan-
londum (socialdemokratisk
meir og minni flest øll), við
privatiseringum, útlisiter
ingum, nýhugsan og rati
onaliseringum til frama fyri
fjøldina, ella skulu vit sita
fast í dovna Grønlendska
modellinum, til stóran
skaða fyri OLL - eisini ar
beiðsfólkið.
Fíðin bíðar ikki eftir okk
um, og stór frambrot hava
altíð kostað.
* Tá vit fóru frá bóndasam-
felagnum til fiskivinnusam-
felagið kostaði hetta fyri
bóndasamfelagið. Men tað
tænti heildini.
* Tá vit fóru frá snørisfisk-
iskapi til línu og trol, kost-
aði hetta fyri snørisfiskis-
kapin. Men tað tænti heild-
ini
* Tá vit fóru frá alivinnu
við stuðuli og nógvum eind-
um, ið ikki kundi kappast,
til alivinnu við fáum eind-
um og ongum stuðli, kost-
aði hetta fyri fleiri økir í
landinum. Men tað tænti
heildini.
* Og nú vit standa við
næsta stóra frambroti, at fáa
eina fiskivinnu sum fær
møguleikar at mennast,
geva avkast, og gjalda hægri
lønir, fekk Javnaðarflokk-
urin aftur ilt í glorifiseraðu
samvitskuna. „Tað fer at at
kosta“, siga teir. Jú víst ferð
tað at kosta, tíðin stendur
framvegis ikki í stað, og
frambrot hava altíð kostað,
men tað fer ivaleyst eisini
at tæna heildini hesaferð
Gjalda vit ikki prísin
verður kreppan, sum vit eru
um at leggja afturum okkun,
fyri einki at roknað. Og er
tað tað vit vilja?
Hetta krevur sjálvsagt á
byrgd. Og vit hava altíð
møguleikar at læra av mis
tókum hjá øðrum
Mad hevði verið stuttligt
og nýskapandi einaferð,
bert einaferð at sæð Javn
aðarflokkin komið kon
struktivt inn í eitt kjak sum
hetta, og sagt hvat er teirra
boð, til ein bygna í fiski
vinnuni, sum skal kappast
við stóru,-risastóru reiðarí
ini kring okkum
Mad finst óivað eisini ein
gongd rás millum Caragata
og Grønland/Føroyar mo
dellið
Flestu flokkar, men ikki
Javnarflokkurin tykjast vilja
gera nakað munagott við
henda stóra trupulleika, sum
í seinasta enda er størstur,
ja nógv størstur fyri tey låg-
løntu. Men eingin megnar
sum Javnarflokkurin at
neyðtaka tey lågløntu, og i
seyðaskinnið skuldseta onn-
ur fyri brotsverkið
Ikki talingur um at veita
okkum føroyingum eitt dag-
ført samfelag, kortanei.
Tryggast man verða at
sita sum heimfødingar á aft-
asta bonki hjá okkum sjálv
um,.og síggja heilt niður á
nalvan, tykist verða aðalmál
Javnaðarfloksins. Og hvørj
um tænir tað, kundu vit
spurt
Klárir til stóra fýrverkið
Rætt skal verða rætt, onkur
stórmál hava teir kortini sett
sær: Yvirskotið á fíggjarlóg-
int er skammuliga høgt, og
skal fyri ein og hvønn pris
nytast til okkurt,-bara okk
urt, bara ikki langtíðarætl
anir, konsolidering o.a. Her
eru sanniliga nógv, sum
kundu hugsa sær ein bita
PensiOnistar, brekað , ar
beiðsleys, heilsuverkid,
skúlaverkið, mentan o.a. Og
so marsipangrisarnir í vinn
unu, ikki at gloyma.
Stóð tað til Javnaðar
flokkin bleiv alt yvirskotið
skotið av beint nú, so vit
kunnu fáa ein feitan rús, við
tilsvarandi stórum timbur-
monnum sum skjótast, so
Javnaðarflokkurin = aftur
sleppur at gráta krokudillu-
tár yvir tey veikastu, sum
aftur, aftur og aftur skulu
gjalda gildið. Gildið, sum
Javnaðarflokkurin stendur
klárur at seta í senu !!! -
aftur.
Her eru ongar visiónir um
at skapa karmar fyri einum
burðardyggum vinnulívið,
sum skal fáa øktar inntøkur
til eina størri vælferå-ann-
ad enn tann mikro geniala
postsøsialisman, at lands-
kassin skal verða vinnulivs
madur. Puhaa!!
Teir ræðast ljós. avlop,
framburð, stabilitet, og
planlegging. Øll orka,-og
hon er øgilig í dag, verður
nytt til at kíla, lúra, spjæða
og ræða. Er hetta Javnar
flokkurin, sum vit kendu
hann? Ella er hetta bert
skuggin av onkrum øðrum?
Nær kemur sleikisneisin??
Nýggir dagførdir blóð
pengar
Skjúrturullanin
ikki liðug
Nú var Javnarflokkurin í
ferð við at bróta uppum
arm(ar?). saman við Det
Danske Socialdemokrati
undan seinasta vali. Onki er
komið av skafti síðani tá. Í
huganum kann eg bert
koma á eina grein hjá
Strómminum um. -eg haldi
tað var at fáa optimera okk
ara fiskatilfeingi saman við
fiskivinnuútbúgvingini,
samdur ella ósamdur, tað
var eitt positivt íkast, frálígt.
Annars hevur tað bert verði
svartasta mjarr og grenj.
Ongar visiónir, als ongar.
Fólk sita eftirhondini við
eini kenslu av, at alt sum
kann savnast saman av
grenji, mjarri og snigfund-
igheit, verður miðsavnað í
Hinum Føroyska Javnar
flokkinum (ikki vanliga
veljarunum)-kanska er hetta
ikki heilt nytt, men tað er
spell.
Og tá tað til allar tíðir,
hevur verið lættari at vísa á
skeivleikar hjá øðrum. held
ur enn gongdar leiðir, tykist
hetta at verða ein leiklutur,
sum er sum stoyptur til før
oysku deildina hjå flokki
num,-i dag
Gongdar leidir i hesum
samanhangt, er ikki bert at
krevja og ynskja, og so við
ongum hugflogi krevja
hetta endurspegla á fíggj-
arlógini = (javnaðarspesi
ali??). Onki er so lætt og
ábyrgdarleyst sum tað. Av-
bjóðingin er sjálvsagt at fáa
sum mest fyri minst. Alt
annað eru óneyðugar byrar
á tey lågløntu.
Kaktussyndromið
Eins og Miss Bucet, so tykj-
ast teir í dag, eisini at sita
við eini so óransakiliga til-
gjørdari = sjálvshátíðarlig
heit, sum bert tilkemur
teimum allar reinastu fari-
searunum. Og sum vit vita,
skuldu stórar broytingar og
stór orð til, at fáa teir at
venda eyguni móti sær
sjálvum. Og er tað ikki júst
hetta,-at hyggja ransakandi
eftir sær sjålvum, ið er ein
megintreyt fyri øllum fram-
burði.?
Kroystir hava teir konse
kvent ongantíð annað at
bjóða uppá, enn útslitin
postulåt,- úr verjustødu
sjálvsagt, sum: „Vit hava
eisini rætt at hava okkara
meining“, „tit siga bara vit
eru so ósaklig“ júmen
danskir politikkarir siga
vit vilja hava eitt hug
sjónarligt orðaskiftið (svart
hvítt kapttalistar/arbeið
arar anno 60 ini ??)
Aso álvaratos: her verður
hungrað eftir bíligari med
lidinheit meðan spælt verð
ur við niðastu kanalirnar í
menniskjanum. Hetta hava
fólk sæd, tí tað er ov primi
tivt at verða ósjónligt
Sjálvshátíðarligheitin
heldur eisini fram. Púra
sannførdir ivast teir heldur
ikki í,-ikki eina lotu, at alt
stendur og fellur við, hvat
teir -vælpoleraða opinber
ingin, messa á sannleikans
degi, um broytingarnar, sum
nú skulu fara fram, tað verð
ur gjørt. Teir svinga diri
gentstavin, so syngur kórið
samfelt. Soleiðis!
Úrslitið av samráðingu-
num hevur ongan týdning,
ríkisfelagsskapurin er og
verður eitt heilagt mál í sær
sjálvum, og tað er tæu!!
(fyri íngmanningina)
So nógv, ja so nógv halda
teir um seg sjálvar, og so
lítið halda teir um føroying
ar
Men tá flogið er lítið og
sjálvshátíðarligheitin stór
Sama ger, fínt skal tað
verða, -tí tað var tað eisini
ígjár
Eitt skulu tit kortini vita
tit eru altíð vælkomnir inn í
nútíðina, sum her um okk
ara leiðir, í stóran mun er
slóða av norðurlendsku SOX
1aldemokratunum
Ella vilja tit heldur búra
Við gildi frá hósdegnum
18. november 1999,
hækkar Føroya Spari-
kassi rentuna å innlånum
við uppsøgn og á útlánum
við 1/2 prosentstigi. p. a.
Sparikassin sigur or-
søkina til hækkingina
vera, at Tjóðbankin
hækkaði rentuna pr. 5.
november 1999, aftan á at
num aftur
Tey sum fáast við at fram-
leiða og selja fisk og ali
laks eru í einum sera um-
skiftiligum umhvørvi
Marknaðurin broytist alla
tíðina, og tí kunnu álít-
andi og fesk hagtøl vera
gull verd, tí tey gera tað
lættari at taka rættar av-
gerðir.
Asannandi hetta, og at
almennu hagtøluni ikki
koma fyrr enn mánaðar
aftaná, hevur Havbúnað-
arfelagið skipa egna inn-
savnan av nøkrum lykla-
tølum hvørja viku. Tølini
verða vidgjørd í Vinnu-
húsinum og verða send út
Sparikassin
hækkar rentuna
Álítandi og
fesk hagtøl
hvørja viku
Tað er Havbúnaðarfelagið sum
savnar inn hagtólini viðvíkjandi
laksinum og Vinnuhúsið viðgerð
tey, áðrenn tey verða send limu-
okkum inni við stirvnum
skipanum, so sigi tað greitt,
so Vit vita at vit hava við
ein gamlan reaktioneran
flokk at gera, sum framveg
is er í 60 unum, nú restin
av heiminum ferð inn í ár
2000
..hann livir lívið sítt í sjálv
um sær,
men tú kanst finna tær tín
egna veg
já
Jógvan Óli á
Fríðriksmerk
N.B. Vónandi var hetta ikki
Ov stingandi. Men verða
kaktusnálirnar trektar naka
inn, og verður lurtað og
hugt ikring, og rósan gerst
meiri sjónlig aftur, so er
nógv vunni
Men tað kostar!!
JO át
rentan í EURO-londunum
og í USA varð hækkað
Rentuhækkingin merk-
ir, at eitt nú rentan á 12
mánaðar uppsøkn hækkar
í mun til innistandandi, til
millum 2,5% og 3,5% p.
a. og at rentan á 1. ved-
rættarannuitetslånum i
sethúsum hækkar til
5,75% p. a.
aftur til limirnar
Góð 26 tons |
Innsavnað verða tel fyri
framleiðslu nøgdir frá
slátur- og framleiðslu
virkjunum, støddarbyti
góðsku v.m |
Tað er nú ein mánað |
síðan byrja var at savna
tølini inn, og hyggja vit
aftur á hesar 4 vikurnar,
sær tað soleiðis út
Innkomnu telini vísa
eisini eina samlaða nøgd
uppá 26.670 tons. (kruvd
vekt) pr. 7. november
1999
I