Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TE AA— R LI Nr. 220 - 18. november 1999 ein månad, er farid at klintra upp eftir stigatalvuni. Aftur i fjølmidlunum At tað nú gongst liðnum betur, merkir eisini, at skriv- ingin í bløðunum er snarað tann positiva vegin, og í vikuskiftinum vórðu heili tvær samrødur við Toda at lesa í donsku fjølmiðlunum. Tá danska fótbóltsblaðið, Tips Bladet, kom á getuna fríggjadagin, var sjón fyri søgn, at Todi nú er um at koma rættuliga fyri seg. Blaðið hevur hverja viku eina samrødu við ein av profilunum í donsku kapp- ingini, og hesa vikuna var valið so fallið á føroyska áleyparan, sum nú stórtrív- ist í nýggja leiklutinum á vinstra miðvallarborði. Sum um hetta ikki var nóg mikið, so var Todi aftur at síggja í bløðunum leyg- ardagin við tað at Jyllands Posten tá hevdi gjørt eina samrødu við hann. Luttekur eisini í verjupartinum Fyrrakvøldid hittu vit Toda á máli, og spurdu vit hann, hvussu tað kennist, nú hann aftur verður taldur millum bestu leikararnar í Dan- mark. Todi dylur ikki fyri, at tað er ein góð kensla, at tað nú aftur gongur framá hjá liðn- um, og ikki minst hjá sær sjálvum. At Kim Brink valdi at flyta hann aftur á midvøllin var mest at kalla ein neyðloysn, men sum tað Lívið sum føroyskur fótbóltsleikari í Keypmannahavn er aftur vorðið stuttligt hjá Toda Jónssyni, sum hevur reist seg gongur í løtuni er rættuliga sannlíkt, at talan verður um eina varandi stóðu. Sjålvur hevur Todi einki ímóti at spæla á midvøllinum. Meðan hann leikti her a KØEN nådesløs kriti eftir ein ordans niðurtúr. Nú standa donsku miðlarnir í rød fyri at fáa orð á landsliðsmannin tíðindablaðið Soleiðis dámar okkum best at síggja hann á tí føroyska landsliðnum, men veruleikin er, at Todi hevur havt tað trupult í FCK seinastu tíðina m. a. tí at hann einki mál skjeyt í nógvar mánaðir. Men ein dagin í Lyngby fann hann lykilin yil gátuna, og við eitt sá ljósari út ... heima, og fyrstu tíðina í Lyngby, var hann vanliga á midvøllinum, so hetta er sum so ikki nøkur nygg støda. Tad løgna vid hesum er kortini, at størsti trupul- leikin hjá FCK nú tykist at vera í álopinum. Einasti áleyparin, sum er í álopin- um í løtuni er Clement Clif- ford, vid tad at David Niel- sen er skaddur i løtuni og Thomas Thorninger, eins og Todi fluttur oman á mið- vøllin. Todi væntar tó ikki, at hann verður fluttur niðan aftur í álopið í bræði, tí tað tykist honum at bæði venj- ari liðfelagar eru væl nøgdir við avrikid hjá honum á midvøllinum. Sjålvur held- ur hann eisini, at hansara styrki, tey skjótu rykkini, koma betur til sín rætt á midvøllinum. Harumframt er heldur ikki talan um sama trýstið, við tað at krøvini til málskjóting ikki eru so stór, nú hann er á midvøllinum Móti fyrrverandi lidfeløg unum úr Lyngby seinasta næst seinasta sunnudag var Todi tó aftur at síggja á mál talvuni, við tað at hann fyri fyrstu ferð síðani apríl mán aða, megnaði at senda bólt in í málið hjá mótstóðuliðn um. Todi varð í sínari tíð flutt ur niðan í álopið, tí Scháfer ikki helt hann orka nóg væl, til at leika á midvøllinum Tå hann leikti her heima, var hann heldur ikki kendur fyri síni defensivu evni, men kortini hevur tað ging ið hampuliga væl í verju partinum, nú hann aftur er at síggja á midvøllinum Sum hann sjálvur sigur, so er man noyddur at taka tann sed ber" súra partin av arbeiðinum vid, tå spælt verdur å mid- vøllinum, og tad vid orkuni er ikki nakar trupulleiki longur „Sjálvandi eru tað nakrir av lidfeløgunum, sm orka betur enn eg, men mín styrki hevur heldur ongan- tíð verið konditiónin< stað festir Todi Tiltrongd hvíld Spurdur um tað ikki kann tykjast eitt sindur hugtungt at skula í vetrarfrí, nú tað er farið at ganga somikið væl, heldur Todi, at hóast pos: tivu gongdina seinastu tíð- ina, so er tað gott hjá leik arunum at fáa ein steðg nú Summarfrítíð var lítil og eingin, einans einar 14 dag ar, so talan er um tiltrongda hvíld, sum leikararnir nú táa Ivey umfør eru eftir áðr enn vetrarsteðgin, og megn ar FCK at vinna móti AGF og Viborg, byrjar tað rættu liga at líkjast nókrum hjá stóra felagnum, sum í løtuni liggur 10 aftan fyri oddalið ið við Herfølge, sum hevur landsliðsfelagan og vin mannin, Jákup Mikkelsen, í málinum. Hinvegin ásann ar Todi, at teir eisini eru noyddir at hyggja niðureftir, ti enn eru teir ikki slopnir heilt úr botninum Komandi ár fer kappingin í gongd um hálvan marts, men leikararnir byrja at venja beint eftir jól. Eins og vanligt hevur verið seinastu 19 árini, fer FCK á ferð suður eftir áðrenn kappingin fer í gongd aftur, og hesu ferð verður helst talan um at fara til Sudurafrika, har FCK fyri stuttum hevur sett á stovn ein fótbóltsskúla, sum teir í framtíðini vóna at fáa stóra nyttu burturúr Trivist væl Sáttmálin, sum Todi hevur við hevuðsstaðarfelagið gongur út komandi summar, og fram til seinastu viku var einki tos um at leingja sátt málan, men eftir góða spæl- ið seinastu tíðina, er leiðslan í felagnum nú farin í sam ráðingar vid føroyingin, sum við tidini er vorðin 27 ára gamal Todi hevur tó ikki tikið stóðu til nýggja sáttmála uppskotið enn, men leggur í sama viðfangi afturat, at hann trívist sera væl í FCK Hann leggur dent á, at tað er ein sera góð kensla at vera við til at byggja nakað nýtt upp. og hann heldur at tað eru stórir møguleikar í liðnum hjá FCK. Flein ung ir leikarar eru í hópinum, og tað er púra greitt. at nógvir av hesum koma at mennast nógv komandi tíðina. Hetta skal tó ikki tulast soleiðis, at hann ikki eru áhugaður, um so er at tilboð koma aðr astaðni frá, tí hann hevur ongar ætlanir um at seg sjálvan fyri lítið og lætt Enn hevur hann einki hoyrt um, at onnur feløg hava sýnt honum áhuga Onnur feløg hava heldur ikki loyvi til at seta seg í samband við leikaran, fyrr enn seinasta hálva árið av sáttmálanum, men sjálvur heldur Todi, at skulu onnur feløg verða áhugað í hon- um, er neyðugt at sýnir gott spæl yvir eitt longri tíðar- skeið. selja Framtíðin ógreið At enda spurdu vit Toda, um hann hevði tíkið støðu til, hvat hann ætlar sær at gera eftir at yrkisleið hansara sum fótbóltsleikari er av Hetta hevur hann als ikki stóðu til, men i løtuni er hann so byrjaður at lesa fyr ireiking til støddfrødi, so- leiðis at hann komandi ár kann byrja at lesa HD. Hvat skal henda aftan á hetta er als ikki fastlagt enn, men hann og unnustan, Tórun, hava tó havt á munni, at tey ætla sær at flyta aftur til Foroya Spurdur um honum kanska leingist heim aftur sigur hann, talan sum so ikki er um tann stóra longs ulin, men hinvegin er tað sum føroyingur lættast at vera í Føroyum. Serliga tá tað gekst illa í hond hjá liðn um, saknaði hann vinir og familju rættuliga nógv, við tað at trýstið uttan ífrá var somikið stórt. Hinvegin er FCK eitt felag, sum gjarna vil teljast millum tey stóru. og eru teir heldur ikki bangnir fyri at siga frá hes- um, so hetta visti eg av, áðr enn eg skrivaði undir av fyrstan tíð Fyri fyrst verður Todi tó noyddur at geva sítt ítarsta fram til komandi summar og síðani má tíðin ví hvussu alt fer at laga seg