Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Muller Internet: www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: | Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: | Aki Bertholdsen, Turid Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Sp/f Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720 | | Bústaður: ; Argjavegur 26, Argir Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo Prent: Sosialurin Neyðugt við savinnu Oddagrein Aftur eitt álit er gjørt um útbúgving, skúla og gransking. Tilsamans eru nógv álit og nógvar frågreidingar gjørdar, men vónandi fær hetta nýggj álitið betri byr enn fleiri av teimum undanfarnu álitunum. Bæði um skúla og onnur evni. Tey hava neyvan elvt til tað ætlaða orðaskiftið, og ofta er ov lítið ítokiligt komið burturúr. Og tað er spell, tí nógv orka verður løgd í slík arbeiði, og harafturat kosta tey eisini nógv. Alt fleiri og fleiri foroyingar ásannað, at tað er tvingandi neyðugt við einum góðum skúla, góðum útbúgvingarmeguleikum og samskipan millum útbúgvingarstovnar og foroyska vinnulívið. Hetta hevur í alt ov stóran mun skortað, og tíverri hevur hug- urin fyri tí útbúgving, sum hevur beinleiðis samband við hovuðsvinnu okkara, verið ov lítil. Hugsað verður Fiskivinnuskúlan, sum partvíst ikki hevur havt nóg stóra tilgongd, og sum partvíst ikki hevur fingið serligar umstoður frá politiska myndug- leikanum Tað nýggja álitið leggur dent á spurningin um útbúgving, vinnulív og gransking. Granskingin í Føroyum er ikki rættiliga umfevnandi, og tað almenna rindar ta gransking, sum er í dag. I oðrum londum fíggjar vinnulívið stóran part av gransk- ingini. Í Íslandi - sum er ein fyrimynd hjá nógvum av okkum - rindar vinnulívið heili 35 prosent av tí peningamongd, sum verð- ur brúkt til gransking. | Føroyum hevur størsti parturin ikiå á knøunum í mong ár, so neyvan er nógvur peningur at heinta har, men vónandi verður føroyska vinnu- lívið meiri kapitalterkt, so tað fær ráð til at figgja gransking, eins og vinnulívið sær tað neyðuga í, at tað verður granskað. Á summum okjum hava vit verið framm- arliga. T.d. útfluttu vit elektroniskar skipanir, sum vóru ætlaðar til stýringina á fiska- virkjum, fyri skjótt fleiri árum síðani, men so kom stígur í. KT-vinna og fiskivinna eru júst oki, har vit áttu at lagt alla orku í, bæði viðvíkjandi útbúgving og gransking. Men tá hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at so er eisini neyðugt at fáa útbúgvingar- og skúlaverkið at "koyra betri". Allar trætirnar og allir trupulleikarnar innan hetta okið tað seinasta okið, fremur ikki júst álit á foroyska skúla- og útbúgv- ingarverkið, ella teir politikkarar, sum hava ábyrgdina á hesum oki. Hesin trupulleikar hava brotið meiri niður, enn teir hava eggjað til nýhugsan. Vend má koma í, og vónandi verður orðaskiftið á tingi og í fjølmidlunum fruktagott. Sosialurin Tórshavnar Býráð bryggjar sjálvt Tað er eitt undantak, at Tórshavnar Býráð fylgir galdandi lóg. Hetta við- gongur tekniski stjórin á bý- ráðnum, Marius Miller. Samstundis bendir einki á at mannagongdin skal broytast. Boðini koma í sambandi vid, at eg hevdi biðið um innlit í eitt mál, sum býráðið hevur vidgjørt. Ein og hvor hevur rætt til innlit í fyrisitingina, og har- við eisini virksemið hjá kommununum. Hetta er á- sett í løgtingslåg nr. 133, frå 10.06.1993. Tað var henda rættin eg vísti til, tá eg tíð- liga í vár bað um innlit í eitt byggimál, sum graml hevur verið um, ikki var sum tað átti. Eg trúgvi ikki leysasøg- um, og tí vildi eg hava sjón fyri søgn. Eg frætti einki frá býráð- num í longri tíð, men í summar fekk eg tó við tógvi stríð útflýggja eitt skjal. Hetta eina skjalið kundi tó hvorki vátta ella avsanna nakra leysasøgu, og eg bað tí beinanvegin um at fáa øll skjól í málinum send, so- leiðis sum lógin um innlit heimilar. Rúm tíð gekk og eg hoyrdi einki aftur. Fyri uml. einum mánaði síðani sendi eg so enn eitt bræv til býráðið og hótti nú við at fara til Landsstýrið við mál- inum, um eg ikki fekk tær sømdir eg havi rætt til. Í dag fekk eg so bræv frá Tórshavnar Býráð. Í brævi- num var, saman við skjølum í ólukku byggimálinum, skrivið frá Mariusi Miller, har tað stendur, at býráðið hesa ferð, sum eitt undantak, hevur valt at fylgja lógini um innlit, og tískil útflýggj- ar mær umbidnu skjølini. Eg veit ikki, hvussu onnur hava tað, men eg verið altíð illgrunasamur, tá fólk ikki vilja svara mær uppá okkurt eg spyrji tey um. Men hes- um er helst einki logi í. Tá pápin spyr sonin hvar hann hevur verið, og sonurin ant- in als ikki svarar, ella svarar illa aftur: "Tað rakar ikki teg" ella "Tað sigi eg ikki fyri tær", ja so er gitin gáta. Drongurin hevur verið onk- ustaðni, sum hann ikki skal. Hví skuldi hann annars dult fyri hvar hann hevur verið? Tað er eyðsæð, at um samskiftið ímillum feðgar- nar verður merkt av, at son- urin hevur loyndarmál fyri pápanum, so verður so sum so við opinleikanum ímill- um teir báðar. Sonurin royn- ir at krógva sannleikan fyri pápanum, og pápin roynir kanska at lumpa sonin til at fortala seg. Tá teir báðir nú ikki kunnu líta á hvønn ann- an, so verður trupult hjá teimum at vera felags um nakað. Opinleiki er fortreytin fyri áliti ímillum fólk. Og álit er fortreytin fyri sam- starvi. Tað átti at verið rætt- iliga sjálvsagt at almennir myndugleikar samstarvaðu við borgarnar. Men soleiðis er tíverri ikki í Føroyum. Royndir vísa, at almennu myndugleikarnir hava tað best, tá teir sleppa at virka í loyndum. Eingin má vita hví hasin fekk byggiloyvi og hasin ikki. Eingin má vita, hví hasin slapp at festa garðin og hasin ikki. Eingin má vita, hví hasin bleiv stjóri og hasin ikki. Dømini eru frá so ymiskum stovn- um sum Tórshavnar Býráð, Føroya Jarðarráð og Ar- beiðsloysisskipanini. Og spyrt tú so, hví tú einki kanst fáa at vita, so fært tú heldur einki svar. Hvat skal ein tá annað enn illgita?! Tað skal sigast, at oman- fyri nevndu stovnarnir eftir drúgva togan, og í tveimum fórum kærur til Føroya Landsstýrið, útflýggjaðu hvor sín dunga av skjólum. Men tað tyktist mest vera fyri at siga: "Og halt so kjaft!”. Tí felags fyri skjøl- ini er, at tey ikki geva svar uppá teir tveir avgerandi spurningarnar: 1) Hvat ei farið fram? 2) Hvi er av gerðin tikin? Tað ber við øðrum orðum ikki til at gera sær eina mynd av tí ein støku málsviðgerðini út frá teimum útflýggjaðu skjól unum. Í staðin liva leysa søgurnar sítt fríska lív, og undirgrava møguleikarnar hjá myndugleikunum at virkað effektivt. Hví skulu tú og eg vera trúgv ímóti tí, sum almenna fyrisitingin á- leggur okkum, tá vit ikki kunnu fáa trygd fyri um nakað skil er á arbeiðslag- num hjá fyrisitingini? Stødan má broytast, tí hon er ódemokratisk. Embætis- fólkini mugu fáast at skilja, at tey eru til fyri borgaran og ikki ødvugt. Ein máti er at seta ein løgtingsins um- boðsmann, sum kann hava eftirlit við fyrisitingini. Um- boðsmaðurin er eitt bolverk ímillum borgaran og fyri- sitingina, og hann hevði við teimum røttu heimildunum kunna tryggja borgarunum eina rættvísa og rímiliga viðferð. Síðst men ikki minst kundi umboðsmaðurin ver- ið við til at tryggja, at heim- agjørdu lógirnar hjá Tórs- havnar Býráð blivu skiftar út við tær, sum Føroya Løg- ting hevur samtykt. 18.11.1999 Jóanes N. Dalsgaard Sjónleikurin eitt dukkuheim Mikkjal Helmsdal, sum er stjóri fyri Nordens Institut á Alandi, er projektleiðari fyri Alendska/Norðurlendska Royndarteatrið. Hetta teatrið kemur nú í november á Fóroyafer fyri at framføra kenda sjónleikin hjá Henrik Ibsen: »Eitt dukku- heim«. I hesum leiki eru allir sjón- leikararnir álendskir, meðan instruktórur, scenografur og onnur fakfólk eru úr øðrum Norðanlondum. Hesi hava stuðlað álendska sjónleikinum >Eitt dukku- heim<: Nordisk Kulturfond, Teater og Dans í Norden, A- lands Kulturdelegation, Kult- urfonden Ísland/Finland og Letterstedska Føreningen. Hesi spæla við í »Einum dukkuheimi«: Torvald Helmar, sakførari - Pekka Sonck Nora, kona Helmer - Gun Sjøroos Rank, lækni - Ulf Weman Frú Linde - Annelie Aker- blom Krogstad, sakførari - Matts Stenlund Anne-Marie, barnagenta + Ålendska/Nordurlendska Royndarteatrid kemur til Føroya at framføra leikin >Eitt dukkuheim< hjá Henrik Ibsen hjá Helmer húskinum - Inga- Britt Wiktorsson. Leikstjóri er Thórhallur Sigurðsson, Ísland. Leikurin varir í u mleið 2 tímar. Ein stuttur steðgur er eftir 2. akt. Tað verða 2 sýningar í Før- oyum. Tann fyrra verður í Atlantic Bio í Klaksvík mánadagin 22. november 1999 kl. 19.30 og hin seinna í Norðurlandahúsinum miku- dagin 24. november 1999 kl. 19.30.