týsdagur 30. november 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 30. november 1999
tíðindablaðið
Richard Hardmann, Amerada Hess:
Treytirmar eru
ikki rædandi
Møguleiki er fyri, at onkur feløg taka seg úr Føroyaøki-
num, nú treytirnar eru kunngjórdar, men tað kann eisini
henda, at nýggj feløg leita henda vegin ístaðin. Amerada
will go for it sigur stjórin í Amerda Hess.
JAN MÚLLER
Sum heild tykjast treytirnar,
sum vórðu kunngjørdar á
oljuráðstevnu í Aberdeen
herfyri, ikki at koma illa við
hjá flestu av oljufeløgunum.
Sjálvandi hava verið giting-
ar, og sum Sosialurin skil-
ur, liva treytirnar til 1. út-
bjóðing upp til hesar git-
ingar - at talan verða um
treytir, sum eru linari enn
tær norsku men harðari enn
tær bretsku.
Oll oljufeløgini, sum hig
artil hava fylgt gongdini á
Føroyaøkinum, vóru við á
oljuráðstevnuni í Aberdeen.
Eitt teirra er Amerada Hess,
sum hevur verið í Fóroyum
síðani 1994. Eftir ráðstevn-
una tosaðu vit tveir av stjór-
unum í felagnum, Richard
Hardmann, stjóri fyri al-
tjóða leiting og Jan Even-
sen, sum stendur á odda fyri
virkseminum á Atlantsmót-
inum.
Blaðið skilur á teimum
báðum, at treytirnar eru ikki
ræðandi, tó at teir aftur og
aftur undirstrika álvaran í,
at umstødurnar vid Føroyar
eru Ometaliga vådiligar, og
at møguleikarnir fyri at gera
stór fund, sum eru neyðug
fyri at viga upp ímóti stóru
fløgunum, enn eru í Oviss-
uni. Hetta samanlagt ger, at
tað er einki minni enn gam-
bling at fara undir leiting á
djúpum vatni við Føroyar.
Men Amerada Hess, sum
longu hevur brúkt nógvar
pengar uppá Føroyaøkid og
harvið hevur sagt Á vil eis-
ini siga B.
Praktiskt uppskot
Richard Hardmann ásannar,
at treytirnar eru ikki eins
attraktivar sum fyri bretska
økid. Hann ásannar eisini,
at her er talan um eitt sera
torført øki. -Oljumálastýrið
hevur gjørt eitt uppskot,
sum er rættiliga praktiskt
Eg rokni ikki við, at treyt-
irnar fara at ræða nógv olju-
feløg burtur, men møguliga
nøkur. Tað hevur eisini nak-
að við tað at gera, um tú
roknar við, at oljuprísirnar
framhaldandi fara at vera
høgir og hvat so hendir, um
teir lækka aftur!
Richard Hardmann sigur,
at teir ætla sær ikki at rýma
úr Føroyum, hóast treytirnar
kanska ikki gjørdust heilt
tað teir høvdu vónað.
Veruligi = spurningurin
fyri okkum er, um vit fara
at finna hesi oljufeltini. Og
tú nýtist at finna veruliga
stór felt fyri at tað skal lóna
seg. |
Jan Evensen, sum hevur
staðið á odda fyri fyrireik-
ingunum til oljuleiting við
Føroyar, heldur talan verða
um eina praktiska skatta-
loysn. Hann er ikki serliga
ovfarin, men undirstrikar
eins og arbeiðsfelagin, at
talan er um fleiri torførari
treytir enn tær tú hevur í
Bretlandi.
Hann heldur, at tað verða
nøkur feløg, sum sleppa
takinum og fara út á síðu-
linjuna, men tað vilja eisini
vera feløg, sum halda fram,
tí tey síggja møguleikar.
-Men vit hava enn ikki í
forkanningunum funnið
Fyrilesturin hjá Klaus
Rasmussen, grannskoðara
vakti stóran ans
áoljuráðstevnuni, sum
varð í Aberdeen nú um
dagarnar
nøkur av teimum stóru felt-
unum, sum vit høvdu vón-
að, so talan er um gambling,
og talan er um sera stóran
váða. Men vit halda, at har
eru møguleikar og mugu so
bora nakrar brunnar fyri at
fáa meira at vita um hesar
møguleikar og at síggja,
hvat vit so gera.
-Amerada will go for it
leggur Jan Evensen aftrat
Læra av
Falklandsoyggjunum
-Vit mugu hyggja at Før-
oyaøkinum sum eitt jom
frúuligt oki. Tú kanst koma
út fyri bæði góðum og
minni góðum yvirraskils-
um. Um eitt felag ikki vil
váða nakað, so hoyrir tað
ikki heima við Føroyar
sigur Richard Hardmann.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á, Shell hevur tikið
seg úr økinum m.a. av teirri
orsøk. Shell tykist vilja læra
av ringu royndunum aðra-
staðni, men heldur halda
seg til tað trygga. Richard
Hardmann vísir á, at Shell
var saman við Amerada á
Falklandsoyggjunum. Allir
vóru sera vónsviknir a
royndunum har, tí har var
einki.
- Tekur tú ein váða á teg,
so roknar tú eisini við at fáa
eina munandi samsyning,
ella sum hann málber seg
„high risk should equal high
reward“. Hann vísir á, at
landsstýrið ætlar at taka góð
57% í skatti, um talan er um
eitt sera lónandi felt.
Kanska er tað í lagi, men so
má tað vera eitt sera sera
lønandi felt, undirstrikar
Richard Hardmann.
Í byrjan vóru eini 24
oljufeløg, sum høvdu áhuga
í Føroyaøkinum. Við sam-
anleggingum og yvirtøkum
er hetta talið vorðið til eini
17. -Eg rokni við, at eini 3-
4 feløg fara at taka seg úr
økinum, og kanska nøkur
onnur fara at koma inn í
økid sigur Jan Evensen. Tá
avtornar verður kanska tal-
an um einar 4-5 bólkar við
millum 15-18 feløgum, sum
fara at søkja.
Amerada vónar at kunna
bora ein ella tveir brunnar i
2001, sjålvandi alt eftir
hvørjar lisensir teir fåa sigur
Jan Evensen.
Teir eru annars nøgdir vid
valid av blokkum, ti teir
umboda tey mest åhuga
verdu økini. So hetta er eitt
skilagott val í eini fyrstu
útbjóðing.
Jan Evensen viðgongur
eisini, at hann er sera væl
nøgdur við karmarnar kring
sjálvan lisensin eitt nú lis
enstreytir fyri, hvussu nógv
ar brunnar tú skal bora og
onnur praktisk viðurskifti
Hann kallar skattakrøvini
sera pragmatisk og er nøgd
ur við tað. Tvs. at verða
stórar oljukeldur funnar, so
fáa báðir partar ágóðan
-Men eru nokk av góð
um teigum til allar bólkar
Hatta er ein sera góður
spurningur, sum er 6møgu-
ligur at svara, tí tað vit vita
frá bretskum øki er, at fel
øgini hava sera ymiskar
metingar um økini.
vactlttgar Doringar
Richard Hardmann, stjór
imerada Hess sigur. a
treytirnar
sum fOroymmea
ara at seta oljufeløgunun
ri at leita eftir olju, ikk
ræða teir. Kortini leggu
hann alstóran dent á, á
lalan er um sera ser
Í ti talar
er um dJupt og torfør
hava let
nakra ssu fyri al Anm
rou KI? Drik
SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP
* SJÓNVARP * SJÓNVARP
* SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP
SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP
SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓ
United Gettoblastari
SABA 28"
Sjónvarp
6.450,-
J.S. Radio
Fartelefonir - Sjónvarp - Radio - Video - Parabolar
I Handilskjarnanum + Tlf. 353333 * Fax. 353330
NVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP
LG 20" Sjónvarp
990,-
dHVANOFS + dHVANOFS + dHVANOFS + dHVANOFS + dHVANONS: