Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 30. november 1999 tíðindablaðið - 15 Tað var um reppið,at ÍF koppaði TB á Tvøroyri um vikuskiftið. Dysturin teirra millum var javnur, spennandi og til tíðir vælleiktur frætta vit, og spenningurin vardi heilt til síðsta bólt savnsmynd TB var omaná móti ÍF Flogbóltur: Enn einaferð mátti >tie-breakari< til í báðum hálvleikum og til endans fyri at avgera dystin millum TB og ÍF. Hesaferð var tað kortini TB sum dróg longra stráið í sera spennandi dysti SVEINUR TRÓNDARSON TB-iF 2-1 Tað var upp á eitt hangandi hår, at IF vann dystin í høll- ini i Trongisvågi leygardag- in. Liðini hava fyrr í år spælt javnan og spennandi dyst, men at tað skuldi fara at endurtaka seg tá liðini hitt- ust aftur á Tvøroyri var kanska ikki væntandi. Men tað var so tað sum hendi, og júst sum seinast mátti >tie-breakari< til í báðum hálvleikunum, eins og dysturin mátti avgerast við tí langa >tie-breakaran- um«, tí liðini vunnu hver sín hálvleik. Liðini vunnu hvor sítt sett í hvørjum hálvleiki, og júst sum seinast tá liðini hittust var sera javnt í lítlu >tie- breakaranum<. Tann fyrri endaði 7-5 til TB, meðan tann seinni, aftaná annan hálvleik endaði 7-4 til IF. So var neyðugt vid ti sein- asta avgerandi »tie-breakar- anum«, og her var tað at TB drég ta longra stråid og vann 15-13. Annars sá einu løtuna út til at tað skuldi fara at eydn- ast IF at håla sigurin við sær norðuraftur um fjørdin, men so var kortini ikki, tí í síðstu løtu vaknaðu TB-ararnir aft- ur og fingu vent dystinum til egnan fyrimun. Jøvn lið Ikki kann sigast annað enn, at liðini eru jøvn, sum úrsl- itini eisini vísa. Í báðum førum hevur ver- ið neyðugt at toyggja flog- bóltsreglarnar út í ytstu lykkju fyri at finna eina av- gerð, og tað boðar í hvussu er frá tveimum jøvnum lið- um. Í Fuglafirði eru dámurnar keddar av at tær taptu dyst- in, tí tær vóru so nær við at vinna. Randi Larsen sigur, at hetta vísir, at FBF var á rætt- ari kós tá IF varð biðið um at flyta beinleiðis úr 2. deild upp í meistaradeildina. — Leikararnir hjá okkum hava víst góðan dystaranda, og vit ætla okkum ikki at gevast at berjast, sigur hon. Og at tær hava barst sæst aftur við tí veruleika, at tær hava vunnið tveir sigrar hig- artil í år, og tað er ikki so galið. Týdningarmikil sigur Hjá TB er eingin ivi um, at talan var um tydningarmikl- an sigur. Tær hava verið nær við fleiri ferðir, men eru snáv- aðar í seinastu lotu, og tí var neyðugt at vinna hesaferð fyri at finna aftur á beint. Tað eydnaðist, og tí kunnu tvørågentur við still- ari sinni gleða seg til næstu uppgávuna. Útiliðið møtti men ikki heimaliðiað Flogbóltur: FBF lýsti undan vikuskiftinum við, at ÍF og Fram í meistaradeild- ini hjá monnum skuldu leika, men tá Framleikararnir møttu á Kambsdali vóru teir einsamallir SVEINUR TRÓNDARSON Tá FBF sendi kappingaryv- irlitið út undan vikuskift- inum varð sagt frá, at IF og Fram í meistaradeildini hjá monnum skuldu leika á Kambsdali friggjakvøldid, og tað hildu Framleikararnir seg eisini til. Men tað vóru teir einsa- mallir um. Tá teir møttu á Kambsdali var einki heima- lið. Orsøkin til at IF ikki møtti til dystin var, at teir hava ikki høllina ta tíðina friggjakvøld, sum FBF hevði sett teir at spæla. Úr Flogbóltssambandin- um frætta vit, at talan má vera um eina misskiljing, tí dysturin var fluttur, og IF hevði fingið boð um at dyst- urin var fluttur eins og Fram hevdiu fingið boðini. Hvussu verður við dyst- inum nú er eingin greiður yvir, men FBF skal viðgera støðuna ein av døgunum hava vit skilt. Tað er tó einki yvir at dylja, at talan er um eina sera óhepna stóðu sum er íkomin. Vit hoyra meiri frá málinum tá avgerð er fallin. | Í I | | | } | | i | | | | | } | AaB-venjaranum dámar Jákup Fótbóltur: Svenski venjarin hjá meistaraliðnum heldur Jákup Mikk- elsen verða besta spælaran í fyrru hálvu av superliguni Venjarin hjá Aab, Hans Backe, heldur, at Jákup Mikkelsen hevur verið mest spennandi leikarin í donsku superliguni í ár (KEYPMANNAHAYN) Danska Tipsblaðið hevur spurt venjararnar hjá teimum 12 superligaspæl- arunum um, hver teir halda hava verið størstu profilarnir í superliguni í heyst. Venjararnir hava nevnt fimm spælarar í part, og teir hava gjørt ein lista frá eitt til fimm. Viborg-spælarin Mort- en Poulsen var suverenur vinnari av atkvoðu- greiðsluni. Skjóti mið- vallarin hevur spælt fram úr væl í heyst, og hann er ein týðandi orsøk til, at tað hevur gingið so væl hjá Viborg higartil. Næstur á listanum var liðfelagið hjá Jákup Mikkelsen. Kenneth Jen- sen tapti kappingina við Toda Jónsson og hinar ál- opsspælararnar í FCK, og í summar flutti hann til Herfølge. Har hevur hann spælt sum ein brandur, og endaði næstovast á at- kvødulistanum hjá Tips- bladnum. , Todi Jónsson og Óli Jo- hannesen vórðu ikki nevndir av nøkrum venj- ara, men tað var hinvegin Jákup Mikkelsen. Bert ein venjari helt hann verða millum størstu pro- filarnar, og tad var Hans Bache, venjari hjå AaB. Hann heldur, at Jåkup hevur spælt so væl i heyst, at hann hevur Jåkup sum nummar 1 á sínum lista. Men tá Jákup bert hev- ur fingið atkvødur frá eina | venjaranum røkkur tað ikki langt å listanum. Framvegis såttmålapråt Tá sjónvarpsrásin TV3 rundaði fyrru hálvu av superliguni av sunnu- kvøldid, høvdu teir upp- | tøkut6l í Herfølge, har | oddaliðið fór at hava veitslu sunnukveldið. Teir tosaðu við Her- | følge-venjaran John Faxe | Jensen, Henrik Lykke og Jákup Mikkelsen um fyrru hálvu av kappingini, men teir komu eisini inn á støðuna hjá Jákupi Mikk- elsen. John Faxe Jensen segði avgjørdur, at Jákup Mikk- elsen hevði eina framtíð í felagnum, og tí fóru teir at leingja sáttmálan við tveimum árum. Jákup Mikkelsen segði hinvegin, at eingin endalig avtala varð gjørd enn, men at partnarir nærkaðust hvørjum øðrum. Bæði Faxe og Jákup Mikkelsen viðgingu tó, at stóra málið hjá føroyska | málverjanum er at sleppa | til útlandið at royna seg. ek | I | |