týsdagur 30. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 228 - 30. november 1999
Viðmerking:
tíðindablaðið
21
Fullveldi og tann
berandi vinnan
Undir orðaskiftinum á løg-
tingi í seinastu viku um
uppskot Javnaðarfloksins
um ein íløgugrunn til fiski-
vinnuna kom fram eitt ávíst
orðaskifti, sum kortini ikki
bar á mál í samband við tað,
ið lagt varð upp til.
Samgongan innanhýs-
is trupulleikar
Samgongan hevur havt
innanhýsis trupulleikar av
einari jåttan upp á 40 mió.
kr., ætlað sum íløgustuðul
til nýgerð innan ferðavinn-
una, men hesari ætlan hevur
Mjóðveldisflokkurin sett seg
upp ímóti, tí sum ført verður
fram, so skal vinnan klára
seg uttan stuðul á nakran
hátt frá landskassanum, og
sagt verður, at fiskivinnan
má klára seg undir galdandi
marknaðartreytum.
Sagt verður somuleiðis, at
vit mugu ikki koma aftur í
somu stóðu, sum í 80-
unum!
Tað kann vera rættuliga
áhugavert at hyggja nærri
eftir, hvørjar umstødurnar
vóru í 80-unum í mun til,
hvussu tær eru í dag, og
hvussu hetta væntandi fer
at laga seg í mun til full-
veldisætlanina, soleiðis at
Føroyar skulu klára seg utt-
an danska ríkisstuðulin,
men at Føroyar skulu klára
seg við tí, ið í høvudsheiti-
num fiskivinnan megnar at
kasta av sær til samfelagið.
Vinnan ikki rakstrar-
stuðul
Undirritaði vil í hesum sam-
bandi undirstrika, at Fólka-
flokkurin hevur gingið á
odda fyri at avtaka tann so-
kallaða = rakstrarstuðulin,
men tá talan er um møgu-
ligan íløgustuðul, sum er
yeingangsstuðul< fyri at
hjálpa sokalladum igongd-
setarum, so er flokkurin vid,
sjålvandi undir skipadum
vidurskiftum.
Hvør umsat figgjarliga
oførid?
Aðrenn kreppuna var gald-
andi stuðulsskipan, bæði
hvat fiskaprisi viðvíkti, men
í serligan mun tann veð-
haldsskipan, ið var galdandi
í samband við lán til íløgu í
fiskiskip. Hetta bar við sær,
at í flestu fórum einki fyrilit
var fyri kostnaði av gjørd-
um íløgum, at upphæddir-
nar ikki vórðu gjørdar í mun
til, hvat veidimøguleikarnir
kundu bera, fyri ikki at tala
um tann óveruliga eginpen-
ingin, id higartil gjørdar av-
hoyringar hava avdúkað.
I hesum sambandi undrar
tað undirritaða, at løgtings-
menn í tíð og ótíð nýta orð
frá bankamonnum sum ráð-
gevarar fyri, hvussu nógv
løgtingid eigur »blanda«
seg figgjarliga upp i fiski-
vinnuna, ti hver var tað,
sum umsat og »formidladi«
yvirfíggingina, ella sum
fíggjaði tann væntandi eg-
inpeningin, ella hvor visti
best um, at flestu ílóguætl-
anirnar ikki vóru burðar-
diggar, og hver var tað, ið
bar tað samlaðu rokningina
til landskassan og skatta-
borgararnar, vóru tað ikki
júst bankarnir?
Fiskiveiðitreytirnar:
Mugu lagast eftir for-
oyskum fyritreytum!
Fíggjarligu fyritreytirnar hjá
fiskivinnuni í dag eru
lagaðar eftir umstøðunum
íroknað tann danska ríkis-
stuðulin til samlaða búskap-
in. Hetta snýr seg um skatta-
og avgjalddskipan, hýruav-
talur v.m. Fiskivinnan virk-
ar ikki undir fríum viður-
skiftum, tí við fyriskipanum
frá løgtingi er grunnurin
býttur sundur eftir ávísum
mynstri við friðingum og
við fiskirættindum til ym-
iskar veiðihættir, eins og
rættindini hjá ymisku skipa-
bólkunum eru ásett við
fiskidøgum. Her er sjálvsagt
talan um fiskiflotan á nær-
leidunum.
Annað skal til enn eitt
sjálvtskuborð!
Skal føroyska samfelagið
greiða síni viðurskifti uttan
danska stuðulin, so skulu
aðrar umleggingar til í sam
felagnum, enn bert at >hús
ast< betur. Í løtuni sæst best,
at flokkar íkki vilja inn á
hesi viðurskifti, samstundis
sum tað tykist, sum at lands-
kassin er vorðin eitt sjálv-
tókuborð í samband við løn-
arhækkingar v.m.
Kortini er greitt, at tann
neyðugi politikkurin ikki
kann gjøgnumførast, fyrr
enn vit einsamallir ráða i
egnum landi, men í hesi
fyrireikingartíð er neyðugt,
at vit frá høvudsstovninum
undir = sjålvstyrisætlanini
síggja nøkur verulig tekin!
Men hetta er ilt at fáa
eyga á i løtuni!
Eyðun Viderø
So hendi tað aftur
Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum
Osemjan á Innheintingini á
Toll- og Skattstovu Føroya
er enn eitt av mongu døm-
unum um, hvussu illa tann
bólgnandi meginfyrisitingin
virkar aftaná umfatandi
bygnaðarbroytingarnar.
Meginfyrisitingin er nógv
útbygd við nýggjum leið-
arum, sum hvorki hava fyri-
sitingarligar = tíansheldur
leiðsluroyndir. Størsti trup-
ulleikin hjá Starvsmanna-
felagnum er, at vargur er
komin í umsitingina. Ein
sáttmáli er undirskrivaður
av báðum pørtum, men
meginparturin av almennu
leiðslunum kenna ikki inni-
haldið í honum, og bróta
ferð aftaná ferð fleiri reglur.
$ 2 í sáttmálanum sigur,
at tá umfatandi broytingar
henda á einum arbeiðsplássi
skulu starvsfólkini hava boð
um hetta í góðari tíð fyri at
fáa høvi til at vera við í til-
rættaleggingini. Bygnaðar-
broytingarnar hava ført við
sær, at henda regla ferð eftir
ferð verður brotin - eitt
dómi var málið um Lands-
verkfrødingin. Í samband
við umskipan av Fíggjar-
málastýrinum var uppruna-
liga ætlanin, at Innheint-
ingin skuldi flyta saman við
Gjaldstovuni í Albert Hall,
men tá tað kom til stykkis,
var ikki pláss fyri økinum.
Í staðin varð okið lagt undir
Toll og Skattstovuna uttan
at starvsfólkið varð tikið við
upp á ráð ella eftirspurt og
samstundis vórðu fráboð-
aðar aðrar munandi broyt-
ingar. Hetta heyði m.a. við
sær, at fyrrverandi okisstjór-
in gjørdi av at siga seg úr
starvi.
Nýskipanardeildin á Løg-
mansskrivstovuni hevur sett
í gildi ein starvsfólkapoli-
tikk, sum teirra egnu leiðsl-
ur onga virðing hava fyri.
Ta vend sum ósemjan á
Innheintingini hevur fingið
seinastu vikuna, fata vit sum
grundleggjandi álop á allan
organisatiónsrætt hja fak-
feløgum og taka vit hetta í
størsta álvara. Vit fara und-
ir ongum umstødum at góð-
taka at almennar leiðslur
loypa á meginæðrina í fak-
feløgunum og burturvisa
álitisfólkum, sum gera sína
skyldur sambært sáttmála-
num, $ 3 stk. 6 sigur, at
álitisfólk hava rætt og
skyldu til at tingast við
deildar- og stovnsleiðslur
um øll mål, sum hava týdn-
ing fyri starvsfólkið og
stovnin. Er álitisfólkið ikki
nøgt við avgerð leiðslunnar,
skulu tey leggja málið fyri
felagið.
Og tað er hetta, sum er
hent á Innheintingini. Alit-
isfólkini fingu ikki loyst
málið og felagið hevur tikið
yvir. Men leiðslan á inn-
heintingini noktar at tosa
við felagið, og vil bert tosa
við starvsfólkini ein og ein.
Leiðslan á Toll- og Skatt-
stovuni sigur, at álitisfólkini
hava eggjað til ófrið við at
boðsenda starvsfólkunum á
fund í arbeiðstíðini. Alitis-
fólkini hava ikki gjørt annað
enn eftir boðum frá nevnd-
ini í Starvsmannafelagnum,
at biðja starvsfólkini koma
á fakligan fund hjá fel-
agnum, tí stødan á stovni-
num var so álvarsom, at
fólkini fingu ikki arbeitt. Vit
hava sum fakfelag rætt til
at kalla limirnar saman til
fakligan fund, tá ósemjur
eru. Tá ovara leiðslan ikki
tekur um endan og fær
stovnin at virka, hvor skal
so annars gera tað enn
Starvsmannafelagið.
Í brævaskiftinum sum
hevur verið millum Inn-
heintingina og felagið, vísir
leiðslan á Toll- og Skatt-
stovuni á reglur sum eru
galdandi í donskum ar-
beiðsrætti, og vit merkja
dag og dagliga at rættar-
praksis sum er galdandi fyri
danskan arbeiðsrætt verður
spakuliga lirkað inn á okk-
um.
Hvat siga politikkarar og
almennar leiðslur til at ein
stovnur liggur lamin í eina
heila viku? Hetta tí at álitis-
fólk gera sínar skyldur og
vísa á at stovnurin als ikki
virkar, og afturfyri verða
víst burtur úr starvi. Alitis-
fólkini verða løgd undir ikki
at vilja tosa við stjóran Óla
Heinesen. Hetta er bein-
leiðis ósatt. Alitisfólkini
hava sjálvi havt uppskot um
at tosa við stjóran, men hava
frá deildarleiðaranum fingið
at vita, at tað hava tey ikki
heimild til. 11. nov. royndu
trý starvsfólk saman við
einum prosjektleiðara hjá
Toll- og Skattstovuni, at fáa
fund við Ola Heinesen, men
hetta varð blankt avvist, og
vórðu tey víst aftur til deild-
arleiðaran á Innheintingini.
Tá stødan gerst so fast-
læst má felagið traðkað til,
og hjálpa álitisfólkunum og
leiðsluni at loysa trupulleik-
an.
Í skrivi sínum tann 28.
nov. vísa stjórin á Toll- og
Skattstovuni og økisstjørin
til skriv frá Starvsmannafel-
agnum dagfest 25.11.1999,
og siga m.a. har, at starvs-
fólkini á Innheintingini
hava skipað fyri arbeiðs-
Stýrið fyri Arbeiðsloysis-
skipanina hevur samtykt
frá |. jan. 2000 at seta
ALS-gjaldið niður við
0,25 prosentum frá
tveimum til 1,75 prosent.
Harafturat verður ALS-
gjaldið frá 1. juli 2000
lækkað við 0,25
Við
takkar = áhugabólkurin
teimum, ið stuðlaðu mót-
tøkuni á Stórheyggi, tá ið
reiðskapsfimleikararnir
komu aftur frá Ynys Mon
2. aug. 1999.
Stuðlarnir vóru:
P/F Restorffs Bryggjarí
P/F Sveisingahandilin
P/F Thomas Dam á Hálsi
Mylnan
Bakaríið i SMS
Fimleikafelagið Støkk
Havnar Fimleikafelag
Fimleikafelagið Ljósið
Ítróttarsamband Føroya
(ISF)
Takk Havnar Hornor-
kestur fyri tykkara stuðul
og øllum tykkum sum
hjálptu til at gera hátíðar-
haldi hugnaligt.
steðgi tí at tey ikki kunnu
koma á tal við leiðsluna og
at hetta ikki er rætt. Fyri
góðan ordans skuld skal
verða endurgivid at tað, sum
stóð í umrødda skrivi var
hetta:
1. Alitisfólkini á Innheint-
ingini hava roynt, samb.
$ 3, stk. 6, at tingast við
leiðsluna um mál, sum
hava tydning fyri starvs-
fólkini og stovnin. Hetta
hevur ikki eydnast, og
hava tey so lagt málið
fyri felagið.
2. Toll- og Skattstovan kann
ikki krevja, at onnur
starvsfólk skulu veljast
til álitisfólk, enn tey, sum
starvsfólkini hava valt,
samb. $ 3, stk. 1, og er
tað sambært sáttmála-
num bert Starvsmanna-
felagið sum góðkennir
valið av álitisfólkunum.
3. Øll gongdin í málinum,
frá fyrstan tíð, er hvorki
sambært $ 2 í sáttmála-
num, um broyting í ar-
beiðsgongd og um broyt-
ing av starvslysingum,
ella starvsfólkapolitikkin
hjá Løgmansskrivstov-
uni, og tí fer Starvs-
mannafelagið ikki at
góðtaka uppskot tykkara
til loysn av málinum.
4. Starvsmannafelagið kem-
fim-
leikakvødu
ALS-gjaldið
lækkar
prosentum til 1,5 prosent.
Nýggjur stjóri verður
settur á Arbeiðsskipanini
í næstum. Freistin at søkja
var úti týsdagin 23. nov.
Inn vóru tá komnar sjey
umsóknir.
Karin Kjølbro
Høgni Hoydal ið møtti
vega Føroya Landsstyri,
Hedin Mortensen og for-
maður í ISF og Leivur
Hansen ið møtti vegna
Tórshavnar Býráð, eiga
stóra tøkk uppiborna fyri
róður við góðum og
stimbrandi orðum.
Somuleiðis takka vit
fyri blómutyssini frå Før-
oya Fimleikasambandi,
Runavíkar býráð og Tórs-
havnar Býráð. Eisini ein
stór tøkk til Tórshavnar
Býráð fyri heiðursnálir til
allar fimleikararnar.
Við ímleikakveðu å-
hugabólkurin v/ Erla
Leitisstein Hansen,
Jónver Johansen, Erla
Pållson og Jóna Hentze
ur undir ongum umstød-
um at góðtaka burturvís-
ing av álitisfólkunum, og
verður Toll- og Skatt-
stovan tí biðin um treyta-
leyst at taka tær aftur
Vit vilja enn einaferð
heita á Toll- og Skatt-
stovuna um at koma á
fund um málið at tosa um
upprunatrupulleikarnar,
sum ikki eydnaðist álitis-
fólkunum at koma á tal
við tykkum um, og sum
eru orsøkin til verandi
støðu.
In
Aftursvarið hjá Toll- og
Skattstovuni var, at oll
starvsfólkini á Innheinting
ini fingu eitt borið bræv, har
sagt varð, at tey eru at rokna
sum rýmd úr tænastu um tey
ikki koma til arbeiðis, og at
tey kunnu rokna við einum
endurgjaldskravi.
Vit hava fleiri ferðir biðið
um fund um málið, men
hava hverja ferð fingið at
vita, at Toll- og Skattstovan
hevur einki at tosa við fel
agið um. Vit eru framvegis
til reiðar at finna eina loysn,
so at hetta óneyðuga stríð
kann verða loyst sum skjót-
ast, og eru altíð til reiðar at
koma á fund.