Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 3. desember 1999 tíðindablaðið 13 At stytta sær stundir | Hjá teimum flestu man jólamánaðurin kennast eitt sindur strævin, við tað at tíðin ikki rokkur til alt tað, sum ein hevur sett sær fyri, men hjá teimum smærru man tað helst kennast soleiðis, at tíðin gongur alt ov seint JÁKUP MORK Nú jólamánaðurin er komin, munnu tað helst vera fleiri okkara, og kanska eina mest tey smærru, sum av álvara eru farin at gleða seg. Hættirnir at stytta sær stundir hesa tíðina eru nógvir, og ein teirra er sjálv- andi at telja dagarnar til jóla, við at nýta ein jólakalendara. Kalendararnir eru nógvir, bæði í vavi og innihaldi. Nakrir hava pakkar, aðrir sukurlátu, summir hava myndir, og so eru tað eisini onkur, sum hevur eina søgu handan tær 24 lúkurnar. Útvarpið hevur sjálvsagt eisini ein jólakalendara, og hesin er nevnliga so- leiðis skikkaður, at ein soga er innan fyri allar lúkurnar. Søgan verður framførd á tann hátt, at hon ber brá av at vera ein útvarps- leikur, har tey bæði, Asa og Asi eru hovuðspersónar. Tey verða um dag- arnar ansað av abbanum og ommuni, við tað at foreldrini bæði eru til arbeiðis. Just hverjar sogur talan verður um er sjálvandi ikki greitt enn, men tað skuldi verið logið, um omman og abbin ikki vita onkra góða sogu at siga teimum báðum. Tey hava jú livað so leingi og upplivað somikið nógv, sum tey kunnu siga teimum smærri frá. Gismundur er eisini við Tað er Steinbjørn B. Jacobsen, sum hevur skrivað søguna til útvarpskalend- aran, og Torbjørn Olsen, sum hevur gjørt myndirnar, sum hoyra til kalend- aran. Lagt til rættis hevur Hogni Joen- sen. Sendingin er at hoyra fram til sjálvan jólaaftan, og verða søgurnar at hoyra í Barnaútvarpinum, sum er hvønn ger- andismorgun kl. 7.15, umframt at end- Jólini nærkast í hvorjum Nú vit hava sett hol á desember mánað, er ongin vegur uttan um longur. Jólini eru ikki langt burturi, og hetta sæst nú eisini á skránni hjá UF og SVF. Báðir midlarnir hava eina sending fyri børn hvonn dag hetta til jóla, umframt alt tað leysa til okkum vaksnu — tónleik og innsløg um jóla- handil og jólatiltok, og so ikki at gloyma allar lýsingarnar. Eg kundi hugsað mær, at vit í For- oyum samdust um ikki at byrja fyri- reikingarnar til jóla fyrr enn fyrsta sunnudag í advent ella 1. desember. Vit hava longu hoyrt um jélasølu av hesum og hasum slag í fleiri víkur, og tað er alt ov tíðliga. Jólaaftan verði eg helst ør í høvdinum av øllum dósatónleikinum aftan fyri sjónvarps- lýsingarnar. Hovdu tær av illum verið stuttligar ella spennandi á onkran hátt, men nei. Banalar myndir við fyrr og nú prísum, so eg longu nú eri við at kvalast.. SvF byrjaði við jólasendingunum sunnukvoldið. Kristina Videro Olsen eigur nýggja andlitið á skiggjanum. Hon klárar seg sera væl á skíggja- num, hóast hon ikki kann hava tær stóru royndirnar innan hetta yrki. Dóttirin og eg kundu hugsað okkum at sæð Kristinu eitt sindur meira, og eitt sindur minni av filmi í sendingu- num. Tað er ivaleyst ein spurningur um orku, men tíðin vit síggja tað, hon hevur evnað til úr gandadeiggi ella oðrum er so stutt, at tað helst eru foreldrini, sum fáa mest burturúr. Børnini fáa illa tíð at fanga, hvat gongur fyri seg. Tað er spell, tí hon sær út til at hava gott hugflog og handalag. Enn hava vit bert hoyrt ein part av søguni í UF í ár, men hon ljóðar hugnalig. Gott, at hon verður endur- send sama dag, so vit íkki missa tráðin, um tíðin ikki strekkir til um morgunin. Bókajól ; Ein afturvendandi táttur í UF í jóla- mánaðinum er sending um bøkur. Í ár kallast hon >Nýggjar bokur<, og tað er Jógvan Arge, sum leggur til rættis. Hetta er ein góður táttur, og hoyrir í mínari verð líka nógv til jóla- stákanina sum jólaheilsanirnar sein- astu vikuna til jóla. Tíverri koma so nógvar bøkur í senn til jóla, at tað er vónleyst at fylgja við øllum millum alt hitt, sum hendir í desember. Tá er gott, at onkur kann siga mær stutt, hvat er av áhugaverdum tilboðum í bókarúgvuni at ynskja sær til jóla. ursent verður kl. 18.15. Leygar- og sunnudagar er skráin eitt sindur oðrvísi, og verður jólalotan tá send ávíkavist kl. 7.35 og 10.05. Vertirnir í Barnaútvarpinum eru sum vant Jonna og Katrin, og so er tað sjálvandi eisini Gísmundur, sum er Tónleikasendingar | Nógvur tónleikur er í UF, og tað er næstan ov lætt bara at bólka alt undir eitt. Tað er tó sera ymiskt, hvussu sendingarnar eru lagðar til rættis, og í mínum oyrum eisini, hvussu áhuga- verdar tær eru. Summar sendingar hovdu ikki verið stórt oðrvísi, um ein floga varð logd á og spældi út í eitt í ein tíma. Tað prátið, sum er ímillum løgini, hevur onki uppá seg, annað enn at fylla millum løgini. So eru tað hinar tónleikasendingarnar, har vert- imir hava nakað uppá hjarta. Tað hoyrist, at tey hava fyrireikað seg væl og virðiliga, kanska valt eitt evni ella eitt ávíst tónleikaslag til hvorja send- ing. Mær dámar serliga væl send- ingamar hjá Janusi Mohr við foroysk- um sangum sunnudag og >Á sang- anna veingjum< hjá Gunnvør Poul- sen mikukvøld. Og so må eg ikki gloyma sendingarnar hjá Edvardi Ny- holm Debes. Í løtuni er tað >Tvey ættarlið spæla tónleik<, men eisini »Summarjazzur« o.a. Fáir vertir tosa so nógv millum legini sum hann, og tað er kanska gott tað sama, men eg haldi tað vera stak undirhaldandi eina ferð um vikuna. Pizza og pasta Í matsendingini »Okkara kokkar« (ella Ogga Gogga, sum onkur kallar hana) hesa vikuna gjørdu teir m.a. saman vid teimum bådum, hvønn tys- dag og friggjadag. Sum vera man er Gismundur eisini vorðin rættuliga spentur til jóla, og gleðir hann seg altíð til at sleppa at lata lúk- urnar upp. Annika Joensen, setursskrivari, skrivar: pizza og pasta. Sendingin er stuttlig at hyggja at, og matarskráin oðrvísi enn eg hevði væntað í einari for- oyskari matsending. Tað er altíð hugaligt at fáa nýggj hugskot til mat- gerðina, men eg má siga, at eg mitt í viku heldur keypi frískt pasta í Mikla- garði enn geri tað sjálv, sum teir gjørdu mánakvoldið. Tað er ein spurningur um tíð, og í hesum vetr- ardøgum er tað skjótari, lættari og hugaligari at koyra nøkur riv í ovnin, enn at gera pizza. Skal tað vera heilt serligt, kann eg koyra tey í ein steiki- posa við eplum, hvítleyki og víni, sum tað varð gjørt í einari gamlari mat- sending, endursend herfyri. Tey sum ikki hava roynt hesa uppskriftina enn, áttu at skunda sær at gjort tað. Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN