leygardagur 4. desember 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 4. desember 1999
tíðindablaðið
11
I. útbjóðing til 1. viðærð á ting
Orðaskiftið snúði
seg mest um
oljuútgerðarhavn
Uppskotið til 1. útbjóðing varð eftir fýra tíma orðaskifti
beint í Vinnunevndina hjá løgtinginum, har tað verður
viðgjórt komandi vikurnar, áðrenn álit verður skrivað og
lagt fyri tingið
JAN MÚLLER
Føroya Løgting vidgjørdi
hósdagin uppskotið til 1.
útbjóðing til oljuleiting og
framleidslu av kolvetnum.
Orðaskfitið vardi í fýra tim-
ar. Eftir viðgerðina varð
málið beint í Vinnunevnd-
ina hjá løgtinginum. Orða-
skiftið gjørdist ikki so
drúgvt sum kanska onkur
heyði roknað við, og snúði
tað seg ikki heilt óvæntað
eisini í stóran mun um, hvar
ein oljuútgerðarhavn skal
liggja.
Nógvir tingmenn funnust
at landsstyrismanninum i
oljumålum, ti hann longu
undan orðaskiftinum á tingi
gjørdi greitt, at hann ætlar
sær ikki at peika út eitt åvist
pláss í landinum til oljuút-
gerðarhavn.
Nógvir tingmenn róstu
annars uppskotinum til Í
útbjóðingarumfar og hildu,
at umsitingin hevði gjørt eitt
seriøst og gott arbeiði
Formaðurin í javnaðar-
flokkinum, Jóannes Eides
gaard helt, at skotbráðið hjá
tingmonnum at seta seg inn
í lógaruppskotið og tess vid-
merkingar var alt ov stutt.
Hetta helt hann eisini kom
týðuliga fram í orðaskift-
inum, sum heldur enn at
snúgva um skatta- og av-
gjaldpurningar og spurn-
ingin um alment oljufelag
ol. , kom at snúgva seg um
oljuútgerðarhavnina.
Tingið má atkvøda um
oljuútgerðarhavn
Spurningurin um oljuút-
gerdarhavnina fekk m.a.
framsøgumann javnaðar-
floksins, Henrik Old at
skjóta upp, at løgtingið skal
til atkvøda um, hvar olju-
útgerðarhavnin skal liggja.
-Tá landsstýrismaðurin
ikki ger tað, so må løgtingið
gera tað. Henrik Old helt tað
tó vera logið, at útlendingar,
skotar og entá danir skulu
avgera, hvar í Føroyum ein
oljuúterðarhavn skal vera.
Tí tað fór at gerast veru-
leikin, um tað bara skuldi
vera upp til vinnuna at av-
gera hetta metti hann.
Undir orðaskiftinum fýlt-
ist Hergeir Nielsen úr Tjóð-
veldisflokkinum at olju-
málaráðharranum fyri ikki
at hava viljað ásett, hvar í
landinum oljuvinnan skal
vera, og hann helt tað vera
óheppið, at ein atkvødu
greiðsla í tinginum skuldi
til at avgera hetta. Hann
metti tað framvegis mátti
bera til at loysa hetta málið
í landsstýrinum. Hergeir
Nielsen vísti undir orða-
skiftinum á, hvussu lítið stór
oljufeløg oftani virdu fólkið
í einum landi, har tey sluppu
framat. Tingmaðurin helt, at
vit sjálvir eiga at avgera,
hvar vit vilja útbyggja eina
komandi oljuvinnu í Før-
oyum.
Runavík góða
atløgusidu
Umboðið fyri ein annan av
samgonguflokkunum, Kári
Højgaard úr sjálvstýr-
isflokkinum, helt fyri, at tað
er principielt skeivt at geva
einum plássi fyrimunir. Tað
skal vera eitt frælsi í hesum
og serdeilis í hesum fyrsta
leitingarumfarinum. -Vit
hava so mikið góðar havnir,
at tær kunnu mýta teimum
flestu avbjóðingunum at
byrja við segði Kári Høj-
gaard. -Lat tað vera frítt hjá
kommununum at taka ímóti
vinnuni segði hann og vísti
til, at eitt nú Runavíkar
kommuna kundi bjóða fram
2000 metrar av keikanti.
Hóast tær atfinningarnar
um nettupp manglandi
stødutakan til, hvar ein olju-
útgerðarhavn skal vera, helt
landsstýrismaðurin í olju-
málum fast við stóðu sína
um ikki í dag at peika út
eitt ávíst pláss í landinum
til útgerðarstøð. Verður olja
funnin skal politiski mynd-
ugleikin til ta tíð avgera.
hvar oljuvinnan skal vera
slerdi hann fast
Hægri royalty
Nógvar viðmerkingar vóru
annars til einstøku tættirnar
í málinum. Eitt nú spurdu
tingmenn, hví eitt nú
royalty bert skuldi vera 2%,
tá hetta aðrastaðni kundi
vera nógv hægri. Ikki varð
so nógv tosað um skatta-
spurningin annars. Onkur
tingmaður helt tað vera
skeivt at gera mun á oljufel-
øgunum og øðrum feløgum,
nú partafelagsskatturin
skuldi lækka til 20%.
Ætlanin er at oljufeløgini
kortini skulu koma undir
27% partafelagsskattin,
sum kortini er væl lægri enn
í nógvum ødrum londum.
Alment oljufelag ella
optión
Tingmenn tosaðu eisini
nógv um alment oljufelag.
Eitt nú helt javnaðarflokk-
urin tað vera rætt at fáa eina
optión inn í uppskotið, so-
leiðis at samfelagið seinni
kundi taka avgerð um lut-
tóku í møguligum útvinn-
ingum seinni.
Hesir og aðrir spurningar
fara uttan iva at fáa eina
gjølliga viðgerð í Vinnu-
neyndini komandi vikurnar.
(Blaðið fer annars í næstu
viku at endurgeva og við-
gera nærri nakað av tí, sum
kom fram undir orðaskift-
inum. Blaðm.)
Javnaðartingmenn og
formaður
tjodveldisfloksins undir
viðgerðini av
oljuútbjóðingini
Myndir Jens K Vang
Kodak Pictures
á 4
á á
P
10 stk. Eftir egnum negativum 79,-
Myndatøka og 10 stk. jólakort 1 19,-
fotobudin
Handilskjarnin
TLF. 311661 - FAX 310886 - POSTBOKS 1016 - 110 TORSHAVN
e-post: photo-småpost olivant fo - internet: www.handilskjarnin fo