leygardagur 4. desember 1999síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
po
BR
5
Nr. 232 - 4. desember 1999
ein góðan og breiðan hóp
av dreingjum, sum vóru
sera dugnaligir.
Nøkur ár ferðaðist Havn-
ar Fimleikafelag kring land-
ið og tey flestu minnast
uttan iva hvussu nógv fólk
hesar framsýningar savn-
aðu.
So hvørt sum dreingirnir
vuksu til mans og fluttu
uttanlands í lestrarørindum,
tók talið av dreingjum at
fækkast.
Tilgondin var ikki eins
stór og frágongdin, kanska
serliga tí at onnur tilboð
høvdu nú áhugan hjá
dreingjunum heldur enn
fimleikurin.
Soleiðis hevur nú gingið
í nógv harrans ár. Nógvar
gentur og kvinnur, men fáir
dreingir og menn.
A ein hátt kann tí stað-
festast at kvinnurnar hava
yvirtikið felagið.
Oyggjaleikirnir hava
givið vøkstur
Kortini tykist skeiva gongd-
in nú vera steðga.
Alt fleiri dreingir eru
farnir at vísa fimleikinum
áhuga aftur, og tað fegnast
tey sjálvsagt um í Havnar
Fimleikafelag eins og í ødr-
um fimleikafeløgum kring
landið.
Hvorja heldur Elin orsók-
ina vera til henda vøkstur í
áhuganum fyri fimleiki mill
um dreingir?
Mín meting er, at
dreingirnir leita alt meira
burtur frá hørðu og Ogvusl-
igu ítróttargreinunum, har
teir alla tíðina eru nær knýtt-
ir at øðrum - í liðítrótti. Í
fimleikinum finna teir møg-
uleikan til at gera nakað
sjálvir, og t. d. í reiðskaps-
fimleiki hava teir ongan
annan enn seg sjálvan at líta
á. Men tað, sum eg rokni
við hevur havt størstu åvirk-
anina eru Oyggjaleikirnir.
Síðani fimleikurin fekk
innivist å Oyggjaleikunum
hava vit merkt ein nógv
stórri áhuga. og tað fegnast
vit sjálvsagt um, sigur Elin,
sum kortini er eins kedd og
øll onnur, at fimieikurin í
fyrsta umfari tykist hava
mist fótafesti á Oyggjaleik-
unum. Vónandi kemur hetta
skjótt >upp á pláss< aftur.
Høllin eigur
lívið í felagnum
Hóast umstødurnar í høv-
uðsstaðnum at íðka ítrótt av
ymsum slag ikki eru av
teimum ringastu, so eru tær
kortini langt frá nøktandi tá
hugsað verður um talið á
feløgum og íðkandi.
Eins og onnur feløg um
tað mundi var Havnar Fim-
leikafelag heimleyst og hús-
vilt, og tí varð gjørt av at
fara undir at byggja felag-
num eina hóll.
Tað var í 1974, at dupult-
fimleikahøllin á Stórheyggi
varð tikin í nýtslu, og hana
átti felagið sjálvt frá grund
til møn.
Térshavnar Byråd visti
felagnum tad vælvild, at
geva teimum grundøkid
hollin varð sett á, men rest-
ina, so sum fígging og ann-
að mátti felagið sjálvt syrgja
fyri.
Hesin parturin var ikki so
lítil, og fór við alt meiri tíð
frá nevnd og leiðslu felags-
ins. Nógvur peningur skuldi
útvegast til at halda høllina
við lika og ikki minst fyri
at halda felagnum, sum nú
var vaksið so nógv, gang-
andi.
Hetta fekk ein enda, tá
felagið og býráðið í 1995
komu ásamt um at komm-
unan skuldi yvirtaka høll-
ina, men at felagið so skuldi
leiga seg inn ístaðin, og tað
er tann skipanin, sum koyrir
í dag.
Hesa skipan er formað-
urin í felagnum sera væl
nøgdur við, og hon vísir á,
at einasti dagur felagið ikki
nýtir høllina er sunnudag.
Hinir dagarnir vera
brúktir úr enda í annan, sig-
ur hon og vísir við hesum
til tað stóra virksemi, sum
er í felagnum.
Hon leggur afturat, at
hevði felagið ikki havt høll-
ina, so hevði verið illa statt.
Venjararnir
»heimagjørdir«
Við fleiri enn 100 limum,
og fleiri enn 30 liðum, so er
neyðugt við góðum hallar-
viðurskiftum, sigur Elin.
Og til hesi um 30 liðini
eru knýttir millum 35 og 40
venjarar.
Men hvussu ber tað til, at
Havnar Fimleikafelag t. d.
ongantíð hevur havt útl-
endskan venjara?
Vit hava ongantíð hildið
tað verið neyðugt við útl-
endskum venjara av teirri
orsøk, at tað er ov nógv til
ov lítið. Í veruleikanum er
bert tann eina kappingin her
tíðindablaðið
á landi, og tað hevði kostað
alt ov nógv, at havt ein útl-
endskan venjara til ta einu
kappingina, sigur Elin.
Hon sigur, at felagið
ístaðin hevur lagt seg eftir
at brúka egnar venjarar, og
hóast talan í fægstu fórum
er um fult útbúnar venjarar,
so er talan um fólk, sum
hava tikið skeið og sum á
tann hátt hava útbúgvið seg.
Og vit hava verið ser
stakliga væl nøgd við teirra
arbeidi, sigur Elin Hedins-
dóttir Joensen.
Vit eru å livi!
Hósdagin eru so liðin niti
ár, síðani felagið sá dagsins
ljós, men tey, sum hava hug
hava í morgin
møguleikan at leita sær nið-
an í Norðurlandahúsið har
Gallaframsýningin verður.
Orsøkin til at henda fram-
sýningin verður í Norður-
landahúsinum er, at felagið
vildi gera nakað serstakt
burtur úr degnum, og karm-
arnir í Norðurlandahúsinum
eru so framúr góðir til tað,
vil Elin vera við
Framsýning í morgin
verður fyri breiddina, og
ikki færri enn 300 íðkandi
vera við, so tað er ikki eiti
á.
at siggja,
SS
Sjålvandi verdur fram-
syningin i morgin merkt av
degnum, og ti lata vit alt
flætta meiri og minni sam-
an, so tað verður eitt sindur
av hátíðardámi yvir fram-
sýningini. Men hóast tað so
eru fólk úr øllum liðum við
til sýningina, sigur Elin.
Men hvørji ynski hevur
formaðurin so til framtíð-
ma?
At vit klára at halda
stand við tað góðu gongd
felagið hevur í løtuni. I fel-
agnum fara vit at gera meira
vart við okkum, soleiðis at
fólk veit, at vit eru til - at
vit eru á lívi, og at oll eru
vælkomin at vera við í fel-
agnum og tí vit havast at,
sigur Elin Heðinsdóttir Jo-
ensen.
Fødingardagurin felags-
ins verður, sum hjá kongi,
hildin yvir eitt longri skeið.
Nógv tiltók eru, og m. a.
er skipað fyri Fimleikadegi
í høllini á Stórheyggi. Børn-
ini vórðu boðin innar til at
síggja og royna útgerðina,
og tað tiltakið verður roynt
aftur, um ikki í hesum mán-
aðinum, so fyrst í komandi
ári.
Men stóra takið verður í
morgin, tá Gallaframsýn-
ingarnar í Norðurlandahús-
inum fara av barkastokki.
Tær verða tvær í tali. Onnur
byrjar kl. 16.30 og hin
klokkan 19.30.
Sosialurin ynskir Havnar
27
Fimleikafelag hjartaliga til-
lukku við tí runda degnum,
og øll góð ynskir á leiðini
fram.
Stjørnan skal aftur á beint
Hóndbóltur: Størsti spurningurin undan vikuskiftinum man helst vera, um talan var um eitt einstakt fyribrigdi, tå
Stjórnan seinasta vikuskifti mátti lúta fyri VIF
JÁKUP MORK
Fer Stjørnan aftur í gongd
| Hjá kvinnunum er iva-
| leyst størst spenningur
| um, hvussu leikur fer at
ganga, tá Stjórnan sunn-
| udagin skal royna seg
| móti Neistanum uppi á
| Nabb.
Neistin hevur seinastu
vikurnar fingið glið aftur
á spælið, og tær ætla sær
——
í hvussu so er ikki at leggja
rygg til eitt stórtap, eins og
tær gjørdu, tá tær vóru gestir
norðuri í Klaksvík.
Stjórnan man framvegis
vera fremsti favorittur til at
vinna FM-heitið, men tapið
á heimavelli seinastu viku-
skifti hevur kanska havt síni
árin. Partvíst tí hetta kann
hava ávirkað sjálvsálitið hjá
leikarunum, eins og hini lið-
ini møguliga hava sæð, at
tað letur seg gera at vinna á
klaksvíksdamunum. Stjórn-
an er tó framvegis at meta
sum favorittur, og einki er
at ivast í, at leikararnir ætla
sær at vaska stórtapið móti
VIF av sær.
Í Runavík verður dystur
millum kvinnuliðini hjá
Tjaldur og Kyndli, og lítið
man vera at ivast i, at Kynd-
il er greidur favorittur at
vinna hesa uppgerð.
Tjaldur hevur enn einki
stig fingið, og hóast tær
hava stríðst sera væl í fleiri
dystum, so er tað neyvan
móti kyndlakvinnunum, at
tær skulu gera sær vónir um
at fáa stig.
Kyndlalidid tykist tó ikki
at vera eins sterkt, sum tað
hevur verið, men skulu tær
fylgja við oddaliðunum, er
einki at ivast í, at tær verða
noyddar at vinna sunnudag-
in.
Toppur móti botni
Hjá monnunum tykist lítil
ivi vera um, hvørji lið fara
avstað við teimum stigum,
sum leikt verður um hetta
vikuskifti.
Tey trý níðastu liðini
skulu oll royna seg móti
sterkari mótstóðuliðum, og
sum kappingin í hevur hátt-
að seg, er lítið at ivast í, at
Neistin, Kyndil og Stlf
vinna sínar dystir móti
ávíkavist KIF, Tjaldur og
H71.
Dystirnir hjá Neistan-
um og StÍF eru á heima-
velli, meðan Kyndil skal
ferðast til Runavíkar, utt-
an at vit vænta, at hetta
fer at hava nakra serliga
ávirkan á úrslitið.