Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Åbyr rblaðstjóri: | Marknadardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jan Miller | Jonhard Hammer John Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Blaðstjóri: Dagbjort S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen Telefon: 311820 aðstjóri: Blaðfólk: Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 Eirikur Lindenskov | Áki Bertholdsen, Høgni Mohr Sp Sosialurin e-mail: post Qsosialurin.fo internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro i Niclas Johannesen Bústaður: Lýsingar: lysing & sosialurin.fo Dánja!l Højgaard Yngd: Jákup Mork Argjavegur 26, Argir rent: Sosialurin Leingi er tað, ið væl skal vera! Oddagrein Í síðstu viku fingu Strandfaraskip Landsins heiðusbræv frá Meginfelag Teirra Brekaðu. Orsøkin er hon, at nú hava Strandfaraskip Landsins gjørt umstoðurnar umborð á Smyrli soelidis, at eisini rorslutarnað - t.d. fólk í hjólstóli - kunnu flyta seg aftur og fram um- borð á storsta skipinum í strandferðsluflota- num. Tey, sum var av rorslutarnaðum ella menn- ingartarnaðum, hava í mong ár strongt á at bota atkomu-umstoðurnar hjá teimum, sum ikki kunnu flyta seg á vanliga hátt. Trappur, hogar gáttir, smalar hurðar, ov lítil toilett 0.s.fr. forða fólki í hjólstóli at sleppa til og frá. Tí skulu tey hava hjálp, skulu berast og flytast, fyri at kunna koma til ella frá einum staði. Øll eru samd um, at hetta líkist ongum. Slíkir Spurningar vórðu nógv vidgjørdir fyrst í átta- tiårunum, tá vit høvdu "Ár teirra brekaðu". Í kjalvørrinum av hesum ári og teimum frá- greiðingum, sum arbeiðsbólkar góvu úr hondum, komu nógv uppskot fram. Ikki so lítið varð fingið av skafti, og fólk gjørdust meiri tilvitandi um hesar spurningar, soleiðis at bæði rorslutarnað og menningartarnað fingu betri umstoður og gjørdust ein meiri natúrligur partur í okkara samfelag. "Eitt samfelag fyri oll" er eitt av åvørpum Javnaðarfloksins. Hetta merkir, at flokkurin í politiska arbeiði sínum virkar fyri at skapa slíkar karmar, at oll hava javnbjóðis møgu- leikar. Eitt er at hava slík mál í síni stevnu, eitt annað er at faa nakað av skafti í dagsins politikki. | hesum anda er mál aftaná mál framt fyri at fylla út karmin, so vit kunnu siga, at vit - ávegis - hava fingið eitt samfelag fyri oll. At koma so langt, sum foroyska samfelagið er komið, hevur tó ikki verið lætt. Í nógvum forum hevur politiski viljin skortað, hóast tey virknu feløgini á hesum oki so mangan hava gjørt vart við stoðuna, eins og tey hava vist á gongdar leiðir. Mangan munnu álitisfólkini í hesum arbeiði hava kent seg vónsvikir. - eisini av sínum politisku viðhaldsfólkum - men tey eru ikki fallin í fåast og hava tikið dystin uppaftur. Men seint hevur gingið. Tað kann hetta blað eisini ásanna. | fyrru helvt av åttatiårunum hevði blaðið eina myndafrásogn, sum táver- andi formaðurin í sjúkrahjálparafelagnum, Meta Johannesen, hevði gjørt saman við ødrum. Hesar myndir vístu, hvussu trupult tað var hjá einum persóni í hjólstóli at sleppa fram. M.a. vísti ein mynd, hvussu ein í hjól- stóli skuldi sleppa umborð á Rituna. Enn er trupult at sleppa umborð á Rituna, men lættari er nú at ferðast við Smyrli, so vit kunnu ásanna, at "leingi er tað, íð væl skal vera". Sosialurin Viðmerking: Rættleiðing til løgtingsformannin I Dimmalætting og i So- sialinum 1. desember svarar løgtingsformadurin Finn- bogi Isakson nøkrum spurn- ingum frå Marjun S. Jo- hannesen Lat meg gera vart við, at eg ætli mær ikki út í blað- kjak um nógv umrødda tos- ið millum politikarar við- víkjandi hart trýsta okinum uttan fyri høvudsstadarøkid. Hinvegin fari eg at koma við onkrari rættleiðing. Løgtingsformadurin sigur m.a. »Longu í fjør fór ein tingmadur úr øðrum val- dómi enn Sudurstreymoy undir at bjóða tingmonnum úr ávísum øðrum valdøm- um til ein betri bita<. Tað er ikki satt, at hetta var í fjør. Vidar sigur løgtingsfor- madurin, »var endamålid at sjóða tingmenn úr ødrum valdømum saman at arbeiða ímóti tingmonnum í Suður- streymoy«. Heldur ikki hetta er satt. - Tingmenn hava verið sam- an og tosað um, hvussu teir hart trýstu tveir triðingarnir uttanfyri høvudsstadarøkid kunnu lívbjarga sær fram- yvir. Eg havi gjørt hetta greitt bæði í útvarpspráti og í sjónvarpspráti krosskast- sending, at vit ætla okkum at virka fyri føroyska sam- felagnum sum heild. Til seinast, tå løgtingsfor- maðurin sigur, at »Tå fjøl- miðlarnir hava spurt meg um hetta umrødda mál, havi eg týðuliga gjørt vart við, at eg úttalaði meg ikki sum løgtingsformaður<. Annars sammetir hann løgtingsfor- manssessin vid ein ella ann- an nevndarformanssess. Her fer løgtingsformad- urin Finnbogi Isaksson skeivur. Hann er valdur i hægsta sess løgtingsins av teirri or- søk, at hann hevur langar livsroyndir innan tinggått og er tignarligur. Hann skal gera sær púra greitt, at hann ikki svara og liva sum løg- tingsformadur ein dag, og sidani svara og liva sum vanligur tingmadur fyri Suðurstreym, og brúka hesi heiti, sum tað hóvar honum best, annan dag. - Finnbogi Isakson, hetta letur seg í roynd og veru bara ikki gera. Annars - sum eg byrjaði við - fari eg ikki undir nú- verandi viðurskiftum út í blaðkjak um hesi álvarsomu viðurskifti. Hetta skal standa sína roynd. Virðingarmest Jógvan við Keldu løgtingsmadur Fyrsta útbjóðingarumfar Fyrst ein stór tøkk til lands- stýrismannin Eyðun Eltør og hansara umsiting. Eftir mínum tykki so er hetta ar- beiðið, ið liggur á tingborði, tað mest professionella, sum tann samlaða fyrisit- ingin hevur gjørt hetta val- skeiðið. Professionelt og fakliga sterkt við øllum hugsandi og óhugsandi fyri- varnum. Ta hetta er sagt, so eru spurningar og mál, sum eg sum javnaðarmaður ikki eri samdur við landsstýris- mannin um. Hetta er sjálvandi hugsjónarligir og ikki fakligir spurningar. Verður olja funnin við Føroyar, sum útlit eru fyri, so stendur okkara samfelag fyri tí størstu avbjóðing nakrantíð. Ein avbjóðing, sum føroysk vinna og multi- nationalar fyritøkur avgjørt ikki skulu verða einsamallir at taka støðu til og taka av- gerðir um. Fer oljan at renna, so fer hetta at ávirka samfelagið so grundleggjandi, at tað er óðamannaverk, at lata vinn- una einsamalla sæta sær. Tann privata vinnan, før- oysk sum útlendsk, hevur ikki skyldu til , og tekur heldur ikki samfelagsfyrilit. Hon hevur ikki heldur sum sítt fremsta endamál at skapa arbeiðspláss. Henn- ara fremsta endamál er at skapa profitt til partaeigar- arnar. Og ofta eru vinnulig áhugamál beinleiðis í stríð við samfelagsmál. Vinnan hevur til dømis onga ábyrgd av okkara bústaðarmynstri. Vinnan hevur heldur onga ábyrgd av okkara samfel- agsstrukturi sum heild. Við einari komandi olju- vinnu hava vit fyri fyrstu ferð eitt veruligt amboð at stýra uppbyggingini av samfelagnum. Og eitt kom- andi virksemi má og skal koma øllum landinum til góðar. Vit megu síggja í eyguni, at eitt samlað virksemi í meginøkinum fer at avtofta útjaðaran. Tað er ikki vinn- uligur, men ein politiskur spurningur, um fólk skal stødast uttan fyri høvuds- staðin ella ikki. Tað skal eisini nágreini- Viðmerking til pensjónsuppsparing Nú haldi eg, at tað er alt ov galið. Fyrst gjalda vit uml. 50% í skatti. Har er jú í- roknað pentiónsupphæddin, ið vit fáa útgoldna, tá vit eru 67 ára gomul. Hettar sær bara út til at vera ein umbering fyri at kunna leggja meira skatt uppá borgaran. 50% er jú heilt fitt av peningi, og eg haldi tað vera ov galið, at landið ikki klárar seg við tí. Kanska royna tingmenn v. m. at skaffa pening til vega at loysa frå Danmark gjøgn- um hesar bakdyr??? Ein annar trupulleiki er, at Jørn Astrup Hansen ikki nevndi i Degi og Viku, hvat ið kann henda, um nú pen- ingastovnurin, eins og i 60'unum og 90'unum, eina ferð enn fer av knóranum. Halda tit, at føroyingurin er so lítið umhugsin, at vit hoppa uppá sovorðið nak- að....??? Eg verði skjótt 30 ára gamal, og um peninga- stovnarnir halda somu kós nú, eins og teir hava gjørt tey seinastu árini, missi eg allan mín uppsparda pening, tá eg verið 60. Bert 7 ár áðrenn eg verið pensjóner- aður. Er hettar rætt? Nei. Elvi Joensen Runavík liga stýrast, hvussu nógv virksemi skal vera í landi- num. Í dag er lítið og onki arbeiðsloysi. Lítil og ongin tók arbeiðsmegi. Ein nýggj gevandi vinna kemur , um vit vilja tað ella ei, at raka okkara traditionellu primer- vinnu Tað kann blíva neyðugt at innflyta fremmanda ar- beiðsmegi. Heldur ikki her skal vinnan taka stóðu eins- amøll. Okkurt ræðandi dómi er um onkran lítlan oljustat við Persaraflógvan, har fólkatalið er økt frå 45 túsund til eina hålva million í hálvthundrað ár. Her má stýrast eftir øðrum kúl enn bara profitti fyri eyga. Verður ikki neyv politisk styring av støddini á virk- seminum kunnu føroyingar skjótt enda sum ein minni- lutid i sinum egna landi. Tað er og verður ein pol- itiskur spurningur hvussu vit leggja okkara samfelag til rættis. I hesum máli eru vit í javnaðarflokkinum grund- leggjandi ósamdir við sam- gonguna. Eisini eru vit grundleggj- andi ósamdir við samgong- una um eitt alment oljufel- ag. Argumentini hjá olju- málastýrinum móti einum slíkum oljufelag sannføra ikki javnaðarflokkin. Gongdin í Onglandi og Norra er ein fylgja av eini politiskum ráki heldur enn av samfelagsnyttugum á- hugamálum. Av Thatch- erskum og Bondevigskum privatiseringsherindum. Dan Petersen, løgtingsmadur + Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi JÁKUP OLUF Á LAKJUNI andaðist 4. desember, 82 ára gamal. Farið verður úr heiminum týsdagin 7. des- ember kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Siloa mikudagin 8. desember kl. 13.00. Familjunnar vegna Mia, Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun