týsdagur 7. desember 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 7. desember 1999
tidindabladid
Flakavirkið í
Sorvagi latið upp
I dag verða maskinurnar royndarkoyrdar og eini 20 fólk
fáa arbeiði at byrja við á Flakavirkinum í Sørvågi
ÓLAVUR Í BEITI
Tað hevur tikid sina tíð at
fáa flakahjólini aftur at mala
í Sørvågi, sum var undan-
gongubygd í so máta, men
í dag verður fyrsti dagur á
nýggja og snotuliga flaka-
virkinum í Sørvågi. Heils-
ufrødiliga Starvsstovan var
å virkinum friggjadagin og
gav ti endaligu góðkenning-
ina og longu i dag er klårt
at fara til arbeiðis.
Leiðarin á virkinum
Sjúrður Joensen tókst við at
fáa virkinum fisk mána-
morgunin og roknaði hann
við, at fyrsta nøgdin av rå-
voru fór at vera upsi, ið væl
er til av í løtuni. Talan
verður kortini ikki um stóru
nøgdina av fiski fyrsta
dagin, tí ætlanin er at roynd-
arkoyra maskinur og fólk,
sigur Sjúrður Joensen við
blaðið.
Spurdur hvussu mong
fólk fara at fáa arbeiði nú
virkið letur upp, sigur
Sjúrður Joensen, at í fyrstu
atløgu verður ikki brúk fyri
tí stóra talinum, men sum
frálíður verður helst arbeiði
fyri um 20-25 fólkum.
Fleki- og flakalinju
Tað er felagið 20. september
1999 sum rekur flakavirkið
í Sørvågi í bygninginum hjá
Pf. Vesturvón, tí Bláa bygn-
inginum sum hann verður
nevndur lokalt.
Bygningurin er gjørdur
klårur til flakavirksemi fyri
fleiri milliónir krónur og
stendur nú oll tey nýggjastu
krøv, sum sett verða frá
myndugleikunum til hesa
vinnu. Fleki- og flakalinja
eru á Flakavirkinum í Sør-
vági, og eisini verður hugs-
að um einaferð í framtíðini
at fara undir nýggjar fram-
leiðslur.
Drúgv løgtingsskrå
JOHN JOHANNESSEN
Sjey mál eru á skránni fyri
tingfundin, ið verður settur
í dag klokkan hålvgum tvey
seinnapartin. Talan er um
seks fyrstu viðgerðir og síð-
ant framløgu.
Fyrsta málið á dags-
skránni er fyrsta viðgerð av
tingmáli nummar 1-6/1999,
sum er uppskot til eyka-
fíggjarlóg fyri 1999.
Næst á skránni er fyrsta
viðgerð av tingmáli numm-
ar 18/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um fast sam-
band um Vestmannasund.
Triðja málið á dagsskrá
løgtingsins fyri tingfundin
í dag er |. viðgerð av ting-
máli nummar 25/1999, sum
er uppskot til løgtingslóg
um uppihald á stovni og
líknandi.
Síðani er verður fyrsta
viðgerð av tingmáli numm-
ar 21/1999, sum er uppskot
til løgtingslóg um broyting
í lógtingslóg um evnisskráir
hjá almennum myndugleik-
um.
Fimta málið og dags-
skránni og næstseinasta
fyrsta viðgerðin á tingfund-
inum er fyrsta viðgerð av
tingmáli nummar 22/1999,
sum er uppskot til løgtings-
lóg um skipa- og vørugjøld.
Seinasta fyrsta viðgerðin
er av tingmáli nummar 26/
1999, sum er uppskot til
løgtingslóg um flyting av
vedhaldi fyri lånum hjå Tel-
efonverki Føroya Løgtings.
Tingfundurin endar við
framløgu.
Jolagås stolin
JOHN JOHANNESSEN
Sambært løgregluni er tað
ein afturvendandi trupul-
leiki, at livandi gæs og
dunnur verða stolnar móti
jólum. Soleiðis tykist eisini
vera í ár. Sunnudagin fekk
løgreglan boð um, at ein jól-
agás var stolin við Markn-
agilsvegin.
Suni Vinther sigur, at
rættuliga herviligt var við
stuldri av jólagæsum og
jóladunnum í fjør, og heldur
hann tað vera ógvuliga keð-
iligt, at jóladógurðin verður
stolin frá fólkum, ið hava
gingið og hjúkla um hann í
mánaðir.
Folkatings-
maður talar at
Oli Breckmann, fólkatingsmaður, mælir til at evropeiski
sáttmálin um minniluta- og landspartamál ikki fer at
galda fyri fóroyska málið
DÁNJAL HØJGAARD
Oli Breckmann er samdur
við landsstýrið, sum áður
hevur mælt til, at føroyskt
verður undantikið, tå Fólk-
atingið staðfestir málsátt-
málan í næstum.
Hetta ger hann greitt í
brævi til Niels Helveg Pet-
ersen, uttanríkisráðharra.
Tað fer ikki at gagna
málinum, at ein avgerð
verður tikið, sum ávirkar
Føroyar uttan at orðaskiftið
hevur verið um spurningin
og stóða er tikin til hann í
Føroyum, ger Breckmann
vart við.
Undanfarna landsstýrið
játtaði, at evropeiski sátt-
málin um minniluta- og
landspartamál fær gildi í
Føroyum. Málið hevur ikki
verið vidgjørt í Løgtingi-
num.
Danska stjórnin roynir nú
at finna eina semingsloysn,
sum landsstýrið kann góð-
taka. Loysnin, sum embæt-
isfólkini hava arbeitt vid, er
at fáa staðfest at føroysk er
Oli Breckmann, fólkatingsmaður
høvudsmål í Føroyum
Sambært skrånni hevur
Fólkatingið |. viðgerð av
málinum í morgin
fotobúðin
TLF. 311661 - FAX 310886 - POSTBOKS 1016 - 110 TORSHAVN
e-post: photo-småpost olivant.fo - internet: www.handilskjarnin fo