hósdagur 9. desember 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 9. desember 1999
tíðindablaðið
=)
Fiskaaling fer nú undir at útflyta
rogn til Kili. — Tað er ein spennandi
marknaður, sum vit kunnu royna okk-
um á, nú tað er nóg mikið av rogni í
Fóroyum, sigur stjórin í Fiskaaling,
Símun Joensen
SVEINUR TRÓNDARSON
Um ikki so langa tíð fer
Fiskaaling við Air undir at
flyta út rogn til Miðamer-
ikanska landið Kili.
Fiskavirking, sum annars
bara hevur arbeitt á før-
oyska marknaðinum, er
vorðið góðkent, sum latari,
av kilensku myndugleikun-
um, og í løtuni eru sam-
ráðingar í gongd við fyri-
tøkur um sólu av rognum.
Nýggjar avbjóðingar
Stjórin i P/F Fiskaaling,
Símun Joensen, sigur við
Sosialin, at fyritøkan hevur
fingið henda møguleikan, tí
at tað er nóg mikið til av
rognum á føroyska markn-
aðinum í løtuni, men sol-
eiðis hevur ikki verið altíð.
— Fyri ikki so langari tíð
síðani var ov lítið til av
rogni á føroyska marknaði-
num, og tá var sjálvsagt ikki
at bjóða til at fara uttanlands
at selja. Men nú er broyting
komin i, og eftir at vit »hava
fingið grønt ljós< frá smolt-
støðunum, eru vit farnir út
at kanna marknaðin aðra-
staðni, sigur Símun Joen-
sen.
A Fiskaaling vóru teir
longu frammanundan, at
marknaðurin í Kili var
spennandi, m. a. tí, at inn-
flutningsforboð var sett fyri
rogni úr Noregi og Skot-
landi. Tað var m. a. ti, at
teir valdu at fara at hygga
nærri at tí marknaðinum.
Veterinæravtalan
manglaði
Fyri uttanfyrstandandi kann
tað tykjast heldur enn ikki
langur vegur at fara heilt til
Miðamerikan at selja rogn.
Hevði tað ikki borð til a
selt í Evropa?
— Jú, og vit hava eisini
havt samband við tann
marknaðin. Vit gjørdu fyrst
av at kannað marknaðin í
Evropa og tað vísti seg bein-
anvegin at vera áhugi fyri
rognunum, sigur Símun
Joensen.
Men kortini var alt av
ongum, og orsøkin er, at tað
er eingin veterinæravtala
millum Føroyar og ES.
— Henda avtalan er neyð-
ug fyri at sleppa at útflyta
til ES, og so leingi vit ikki
hava hetta upp á pláss
sleppa vit ikki inn á teirra
marknað.
Samráðast
um internetið
Tí var so farið at arbeiða
víðari við kilenska markn-
aðinum.
Fiskaaling fer nú at útflyta rog
SSA TE ON
n
til Kili. — Tað er nóg mikið av rogni á fór
hyggka uttanum okkum, sigur Símun Joensen, stjóri í Fiskaaling.
Tað vísti seg, at teir eru
sera áhugaðir at fáa rogn úr
Føroyum, tí sum sjikustød-
an er í Noregi og Skotlandi
kunnu teir ikki innflyta rogn
haðani.
ILA er í rognunum í teim-
um báðum londunum, og
øðrum við, men í Føroyum
hava vit ikki ta sjúkuna.
— Vit kunnu vísa á eina
afturlætna skipan, og tað er
ein fyrimunur hjá okkum.
Harafturat gera vit kanning-
ar alla tíðin, og tá vit kunnu
dokumetera allar kanningar
hevur tað hjálpt okkum at
fáa innflutningsloyvið sigur
Símu ; Joensen.
Hann greidir frå, at teir
enn ikki hava gjørt nakra
avtalu um sølu av rognum,
men hann sigur eisini at teir
eru í samráðingum í løtuni.
— Vit hava tikið nýggjastu
tøknina við í arbeiði, og vit
samráðast við kilenar um
internetið, sigur hann.
Umboð ur Kili hava ver-
ið í Føroyum og hugt at
virkseminum hjá Fiskaal-
ing, og teir lótu væl at.
Símun Joensen vil einki
Flat Marea 105 JTD ELX
”
Kom og royn tann ny.
JTD DIESEL motorin h
Bilfríðkan
Velbastaðvegur * 110-Tórshavn
Tel. 31 73 00 - 21 73 00
99)
jå FIAT
e Diesel motorur 105 HK * Sera orkusparandi - 22 km/ltr.
e Galvaniseraður 8 ára rusttrygd
Vælkomin
inn á gólvið
til eitt bilprát
(F/1/AT
Fiskaaling útflytir rogn til Kili
yska marknaðinum, og tí hava vit valt at
siga um hvussu nógv teir
kunnu fáa burturúr at útflyta
rogn, men hann sigur, at tað
er eitt gott íkast hjá Fiska-
aling.