hósdagur 9. desember 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
KÓR
Nr. 235 - 9. desember 1999
tíðindablaðið
19
Heiðraðir fyri ítróttararbeiði
ÍSF: Á samkomu Í ÍSF-húsinum leyg-
ardagin heiðraði ÍSF Jógvani Arge,
Hans Holm, Sverra Midjord og Heð-
ini Mortensen fyri teirra stóra starv
fóroyskum ítrótti at frama
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri ikki so langari tíð síð
ani avgjørdi ISF at heiðra
fýra persónum fyri teirra
stóra arbeiði føroyskari ítr
ott at frama
Tað er ikki hvønn dag, at
slíkt kemur fyri. og tað er
ikki hvors mans føri at gera
tað arbeiði, tað sum hesir
persónar hava útint.
Hvør í sínum lagi, og
hver á sín hátt hava teir strítt
sítt stríð
Á samkomuni, sum ISI
skipaði fyri handaði Petur
Elías Petersen, skrivari
ISF's teimum fýra heiðurs
merkini og John Kjær, sum
er tiltakslimur í starvs-
nevndini hjá ISF, segði nøk-
ur orð um teir fýra.
Hann segði m. a.:
- Tá hugsjónarmenn fyri
meira enn 60 árum síðani
gjørdu av at seta á stovn
ltróttarsamband Foroya,
vístu teir neyvan, hvussu
stóran týdning og hvussu
stóra ávirkan henda rørsla
vildi hava í føroyska ger-
andisdegnum.
Rørslan er vaksin år um
år og røkkur å onkran hått
inn i hvørt føroyskt heim og
vidkemur å einhvønn hått
hvønn einstakan av okkum.
Ikki skal eg her siga nak-
að um tað stóra arbeiði, ið
verður gjørt av øllum teim-
um mongu, sum dag um dag
takast við ítrótt - sum akt-
ivur ella sum fyriskiparar.
Tað vita tit líka nógv - og
kanska meiri - enn eg, men
í staðin vil eg loyva mær at
siga, at um tað ikki hevði
verið fyri teimum fólkum,
ið altíð hava verið til reiðar
at taka á seg ymsar leiðslu-
uppgávur umframt aðrar
fyrisitingarligar uppgávur,
so heyði verið verri statt í
dag. Bæði innan ítróttin og
inn føroyska samfelagið.
Hesi fólk hava virkað
hvønn dag - sum oftast á
óløntum stødi. Mangan hev
ur stríðið Oiva kenst ótakk-
samt, men gleðin man uttan
iva hava verið stórri. tí oll
hava tey hildið fram
Sjáldan ella ongantíð
hava hesi fólk fingið ta við
urkenning, ið tey hava uppi
borið, tí í ítrótti eru tað al-
oftast tey, ið kappast, ið fáa
umrøduna.
Men i heyst avgjørdi
stjornin at heidra nøkrum
monnum, 10 hvør å sin hått
hava sermerkt føroyskan itr-
ótt í nógv ár. Hvor teirra
hevur uppiborið rós, nógv
orð og heidrandi umrødu á
ymsan hátt, men kenni eg
teir rætt, so vilja teir helst
ikki hava at ov nógv verður
gjørt burtur úr. So tí bert
nøkur få orð um hvønn
teirra.
Kenda røddin i UF
Raðfylgjan, ið nýtt verður,
er tilvildarlig, tí allir hava
teir uppiborið sama heiður.
So - tilvild ella ikki - nýta
vit alfabetið sum grund fyri
hvør kemur fyrst, og hvor
kemur síða.
Tann fyrsti er kendur av
hvørjum mansbarni í Føroy-
um. Hóast tað ikki eru so
nógv til aktivu ítróttarkarri-
eru hansara, so hevur hann
havt eina slíka - til dømis
bæði innan fótbólt og borð-
tennis. Eisini hevur hann
eitt nú verið formaður í ÍSF
og har verið við til at leggja
lunnar undir ta skipan, sum
vit virka undir í dag. Hann
er ógvuliga fjølbroyttur, og
seinnu árini er hann vorðin
sera kendur innan aðrar
tættir í føroyska mentanar-
heiminum. Fleiri siddøgulig
verk hava ríkað bókaheimin
og á lættlisnum máli hevur
hann givið føroyingum inn-
lit í vinnutættir, sum nú eru
farnir. Men ongin ivi er um,
at tað tó framvegis er innan
fótbóltin - og kanska serliga
kappróðurin - at hann hevur
Teir fýra, sum stjórn ISF's avgjórdi skuldu heiðrast fyri teirra stóra arbeiði fóroyskari ítrótt at frama. Teir « ru Heðin
Mortensen, Sverre Midjord, Hans Holm og Jógvan Arge
gjørt vart vid seg. Uttan
hann vildu hesar ítróttar-
greinir ikki verið tað, tær
eru. Hansara frásagnir hava
vakt alsk til ítróttin og um
hann so vil tað ella ikki, so
hevur serligi fråsøguhåttur
hansara uttan iva eggja
mongum til at droyma um
at royna seg í ítrótti. Sjálv-
andi er tað Jógvan Arge, ið
vit tosa um. At hann afturat
hesum hevur gjørt hópin av
øðrum, ið hevur við ítrótt at
gera, lata vit fara á hesum
sinni, men kunnu tó íkki
enda uttan at takka honum
fyri hansara farmúr góðu
leiðslu av eitt nú aðalfund-
um ISF's gjøgnum nógv år.
Hondbolturin og landa-
læran eru sermerkini
Tann næsti er eisini kendur
av føroyingum. Eisini út-
varpið hevur gjørt, at hann
er komin inn í nærum
hvørja stovu. Sendingarnar,
sum hann var við í gjøgnum
nøkur ár vóru slíkar, ið fólk
lurtaðu eftir - nøkur við
gleði, onnur við bilsni. Vit-
anarstødi er framúr høgt og
oll, ið hava við hann at gera,
gleða seg yvir lætta lyndi
hansara, ið eisini ger at
hansara háttur at samskifta
gerst sjáldsamur. Og so
málnýtslan. Hon er eitt kap-
ittul fyri seg. Nøkur eru um
at sálast, tá tey hoyra hann
og oyra tá slettis ikki, hvat
hann í veruleikanum sigur,
tí tey eru um at kvalast í
teimum orðum, hann nýtir.
Men fakliga innihaldið
kann ikki setast fremstifing-
ur á. Og tað kann tað heldur
ikki, tá umræður tað, ið
hann hevur gjørt fyri
føroyska ítróttin. Alskur
hansara til hondbólt hevur
altíð verið stórur, og tann
týdningur, ið hann hevur
havt fyri bæði Neistan og
Hondbóltssambandið kann
ikki yvirmetast. Hansara
háttur at leggja til rættis
hondbóltskappingina, við
pappíri og penni, er nakað
fyri seg, og í hansara hond-
um visti ein, at kappingin
var trygg.
»The grand old man«
Tann tridja er i veruleik-
anum ikki neyðugt at siga
nakað um. Hann er ein inst-
itution í føroyskum ítrótti -
bædi sum aktivur og sum
leiðari. Lokalt eins væl og
á landsplani. Sjálvur havi eg
havt ta gleði at kenna hann
alt mítt lív og veit tí, um
hvat býr undir skræðuni
Um hjálpsemi og vinarlag
og um ansin, hann hevur
fyri næstanum. Aktivur ítr-
óttarmaður í meira enn
hálvthundrað ár, stjórnar-
limur í ISF síðani seksti ár-
ini, venjari og ungdóms-
leiðari í fleiri ymsum ítrótt-
argreinum, ja, hann er virk-
in á fleiri økjum. Líka lítið
sum hann kann vera ítróttin
fyri uttan, kann itrOttarrørsl-
an vera hann fyri uttan.
Maðurin er sjálvandi næst-
formaður ISF's - av nøkrum
róptur »the grand old man«
innan bordtennis - aldurs-
forsetin = sjálvur Sverre
Midjord.
Drúgvasti forseti ISF's
Tann seinasti, sum í dag fær
heiðursviðurkenning Ítrótt-
arsambands Føroya er held-
ur ikki neyðugt at siga nak-
að um. Øll vita, hvør hann
er, og øll hava á einhvønn
hátt okkurt við hann at gera.
nSjáldama aktivur er hann,
blandar seg upp í alt millum
7
himmal og jørd, og tykist
ongantíð at vera bangin fyri
at royna nakað nýtt. Eina-
ferð var hann aktivur ítrótt-
armaður og var tað serliga
róðurin, ið hevði alsk hans-
ara. Hann royndi seg eisini
innan fótbólt, men eg haldi,
at æði hann og fótbólturin
skjótt komu ásamt um, at
tað var ikki har, at hansara
framtíðlá. Í staðin kom hann
inn í fyriskipanina. fyrst og
fremst sum felagsformadur,
síðani sum skrivari í starvs
nevndini og seinastu nitjan
árini sum forseti ISF's
Gjøgnum hesi árini, við
nógvum broytingum av øll
um møguligum slag, hevur
eydnast honum at stýra
skútuni gjøgnum vanda-
sjógv. Mangan hevur brotið
í bæði borð og av og á hevur
verið tosað um myttarí mill-
um partar av manningini
Men enn er hann her - mað-
urin, ið hevur stjórnað ÍSF
longri enn nakar annar,
maðurin, sum næstan er
vorðin symbol upp á ISF og
sum stendur við róðrið, nú
skútan stevnir inn i 21. eld
- i eitt nýtt túsundár, Heðin
Mortensen
Sunda Judofelag
á odda
Judo: Annað umfar av liðkappingini í
judo varð leikt á Oyrarbakka sunn-
udagin, ogúrslitini vóru hesi:
Unglingar:
> fo
SJF - HJF 20-10
Dreingir:
SJFa - HJFa 40-10
SJFb - HJFa 10-40
SJFa - HJFb 41-1
SJFb - HJFb 3-20
SJFa - KJF 20-30
SJFa - SJFb 50-0
SJFb - KJF 10-40
HJFa - KJF 30-20
HJFa - HJFb
HJFb - KJF
35-0
10-40
Stødan i dreingjadeildini er
nu hendan:
1. SJFa 14 stig
2. HJFa 12 stig
3. KJF 8 stig
4. HJFb 6 stig
5. SIFb 0 stig