Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyr internet: www.sosialurin.fo rblaðstjóri: | Jan Miller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjert S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dånjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein | Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jåkup Mørk Loksins kom ut- oyggjaverkætlanin Oddagrein Loksins hevur logmaður tikid stig til at velja eina nevnd at viðgera stoðuna hjá útoyggjum og fjarskotnari bygd. Í hesum sambandi skal eisini ein samskipari setast í avmarkaða tíð. Nevndin fær í prinsippinum ein stóran ar- beiðssetning. Nógv skal kannast og greinast. A fólkafundi í Fugloy í juli mánað um fram- tíðina hjá útoyggjunum tók Anfinn Kalsberg, løgmaåur, undir við einum uppskoti at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at koma við ítok- iligum uppskotum um, hvussu vit kunnu bjarga útoyggjunum og skapa livimøguleikar í út- oyggjunum. Tað er at fegnast um, at nevndin verður sett nú, hóast heilir fimm mánaðir eru gingnir, síðani logmaður gav hetta lyftið á tí regnváta summardegnum á Kirkju. Men nú er ikki bara talan um eina nevnd. Nú er talan um eina verkætlan, sum skal hava ein samskipara við hægri útbúgving, og harafturat skal ein ser- frødingur í okismenning knýtast at verkæti- anini, sum skal taka stoðu í okismenning. Onkur hugsar kanska, at "fínt skal tað vera". Men á hesum stað, her vit ofta hava víst á vantandi útjaðarapolitikk, ynskja vit tiltakinum vælkomnum, hóast eitt minni átak óivað hevði kunnað gjørt líka stóra nyttu. Men nú fáa vit at Siggja, hvat álitið, sum skal vera liðugt um eitt ár, fer at mæla til. Nú er henda verkætlanin serliga vend ímóti útoyggjunum og Gåsadali. Men spurningurin er, um hetta er nóg mikið? Seinastu tíðini eru fólk vorðin alt meiri tilvitandi um, at stoðan í útjaðaranum í Foroyum - t.d. í Suðuroynni - er alt annað enn góð. Í Suðuroynni er fólkatalið lækkað við 800 fólkum, síðani búskaparkrepp- an tók seg upp fyri 10 árum síðani. Tað hevði kanska tí verið rætt, at víðka arbeiðssetningin, so hann eisini vidgjørdi stoðuna í Suðuroynni. Flestu foroyingar taka óivað undir við. at almennu Føroyar taka eitt tak og royna at menna útoyggjar og nøkur smápláss, hóast alt fleiri seta spurnartekin við, um tað íkki longu er ov seint. So nógv eru flutt burtur, at tað verður bara onkur hissini, sum aftur fer at flyta í útoyggjar ella til okkurt smápláss. Nú bíða vit eftir álitinum, men her skal bara einaferð afturat sláast fast, at fær fólkið á smáplássunum ikki brúksrættin til jørðina, og verður eggjað til at vinna nakað burtur úr tí. sum jøréin kann ala og geva, verður torført at fáa fólk at stoðast í útoyggjum og smápláss- um. Tá vit vita, hvussu ognarvidursktitini eru, og at jørðin er ein heilag kúgv í Føroyum, verður torfort at koma nakað áleiðis, tá tað snýr seg um jørdina, og hetta verður óivað gordiski knúturin hjá verkætlanarnevndini at loysa. ; ; Sosialurin Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn Alvur Haraldsen | Telefon: 311820 ari, uppseting: Telefax. 314720 SA pak | em na post Gsosialurin.fo LR singar: lysing & sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir t: Sosialurin Viðmerking: Sum at loggeva imoti tveytabellini Tað er í minsta lagi eitt, sum sermerkir politiska mynd- ugleikan í Føroyum. Tað er, at lagt verdur politiskt upp i mål, har skilabest var at hildid fingrarnar burtur. Og hinvegin at skåka sær und- an, tá ynskiligt hevdi verið vid neyvari politiskari styr- ing. Seinasta dømid í so máta er stødutakan Javnað- arfloksins í málinum um oljuhavnir. Flokkurin hevur boðað frá, at ein sameindur tingbólkur er sinnaður til at ásetast skal við lóg, hvar útgerðarhavnin skal vera. Hetta uttan mun til, hvat heyði tænt bæði vinnuni og samlaða úrslitinum av, hvat hendan vinnan kundi givið samlaða føroyska samfelag- num. Orsøkin til hesa støðu floksins sigst vera økis- menning. Føroyski politiski myndugleikin hevur roynt seg áður at sameina vinnu- ligan rentabilitet við tað, sum tá æt bygdamenning og sum nú eitur økismenning við einum úrsliti, sum fåur í dag leggur í at breggja sær av. At lóggeva ímóti øllum sunnum skili og grundleggj- andi vinniligum fortreytum tykir mær lítið skilagott. Eg skal viðganga, at mín vitan á oljuøkinum man vera rætt- iliga avmarkað, men eg havi tó sum býráðslimur og for- maður í Havnarnevndini hitt rættiliga mong umboð fyri ymisk oljufeløg sum øll somul hava gjørt púra greitt, at tað hesi leggja størstan dent á í sínum ynski til eina útgerðarhavn, er samlaða útboðið av tænastum. Og tað var eisini við tí í huga, at kommunali mynd- ugleikin í Havn - og íkki minst vinnufólk á staðnum, í longri tíð hava gjørt eitt stórt arbeiði at kanna, hvat skal til fyri best at kunna taka ímóti oljuavbjóðingini Hetta sama hava kommun- alir myndugleikar og vinn- ulívsfólk í øðrum økjum í landinum eisini gjørt í góð- ari trúgv at standa seg best í kappingini har vinnuligt skil skuldi ráða. Men øllum hes- um hevur Javnaðarflokkur- in nú lagt upp til at sláa beinini undan. Hetta úspæl floksins er einki minni enn ein háðan móti teimum, sum hava gjørt eitt stórt ser- løst arbeiði á hesum øki. Tað, sum er enn verri, er 6- hepna signalið til oljufeløg- ini, sum hava vist Føroyum áhuga. Ti er tað nakað, sum fyritøkur, ið hava ætlanir um at virka í Føroyum ynskja, er tað búskaparligan og politiskan stabilitet. Um sakligar grundgev- ingar taladu fyri, havn enn Sund var vald sum at onnur útgerðarhavn, og at hetta varð gjørt uttan uppílegging við lóg, var ikki annað at gera, enn at góðtaka avgerð ina. Men nú við lóg at fara at tvinna oljuídnaðin við øk- ismenning er sum at lóg- geva ímóti tveytabellini. Eg tori neyvan at gloppa fyri útvarpinum aftur av ótta fyri at hoyra, -hvat næsta verður, sum Javnaðarflokkurin kann finna uppá. Tórfinn Smith Suðuroyggin - útjaðari ella vinnudepil Almennur fundur fríggjadagin 10. desember kl. 19.30, í VB-húsinum í Vági Suðuroyggin var helst tað staðið í landinum sum varð harðast rakt av kreppuni. Men nú føroyski búskap- urin er vendur til eina meira positiva gongd er líkt til, at Suduroyggin framvegis hevur trupult við at venda gongdini soleiðis, at oyggin fær eins stóra búskaparliga framgongd, sum serliga midstadarøkid hevur merkt ágóðan av. Spurningurin er tí, hvar ið er galið? Er Suðuroyggin dømd til leiklutin sum ein føroyskur útjaðari í stødug- ari afturgongd, ella kunnu umstødurnar broytast so- leiðis, at oyggin aftur kann gerast ein vinnudepil eins og hon var í byrjanini av hesi øldini? Samfelagsligu fyritreyt- irnar fyri menningini av suðuroynni eru fyrst og fremst heftir at fjarleikanum hjá oynni, frá restini av landinum. Av teim føroysku landslutunum er suðuroygg- in í tí serstødu, at opið Atlantshav er ímillum oynna og megingkið. Tá tað er rættuliga trupult at flyta suðuroynna nærri til meg- inøkid er seyðsæð, at sam- ferðskukervið er ein lykla- spurningur í tosinum um menning av vinnulívinum í Suðuroynni. Hetta er bæði galdandi fyri tær almennu tænasturnar sum Strand- ferðslan bjóðar og tænast- urnar frá privatu farmaflutn- ingsfeløgunum Somuleidis merkir fjar- leikin, at suðuroyingar kunnu seta stórri krøv til útboðið av almennum tæn- astum, enn onnur okið ið liggja tættari við megin- okið. Hinvegin er greitt, at vinnulig menning setur eins stór krøv til fólkið á staðn- um sum til samfelagið. Pol- itikararnir kunnu skapa teir karmarnar sum vinnan kann virka undir, men tað veru- liga áræðið má koma frá fólkinum sjálvum. Fleiri nýggjari virkir eru í suður- oynni sum sýna hvat áræði kann føra til, um umstoð- urnar eru tær røttu. Men hvørjar eru so hesar um- støðurnar ið skulu til fyri at skapa eitt livandi vinnulív? Og hvussu kunnu góð hug- skot umske ipast frí í hug skot- um til arbeiðspláss? Í eini roynd at vísa á nakr- ar loysnir av trupulleikun- um hjá suðuroynni, setir Suðuroyar Tj60veldisfel: 19 spurningin um Suðuroynna og vinnuliga økismenning å de igsskránn: 1, undir hesum høv udsspurningunum: * Hvørjar samfelagsligar fyritreytir eru neyðugar, um suðuroyggin skal mennast eins og restin av landinum? * Hvat mugu suðuroyingar sjálvir gera, fyri at fáa gongd á menningina av oynni? Við pallborðið sita: Mortensen, Einarson, Bogi reidari, Pauli varastjori Saga og påpi okkara orð. takk fyri vitjanir og okkum og umsorg Sangarar og vid ervinum. vit øllum tykkum, seinasta hvíldarstað. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum å ymsan hått sy ndu s amkenslu og hjé ilpsemi, tá góðir maður ODDUR AUGUSTINUSSEN Vágur andaðist og varð jarðaður Hjartans takk til Elsu F unding. prest fyri troystarrík » hjálpsemið. ið sýnt varð Takk til tykkum. brødurnar hjá Odduri. fyri ta hjálp an, 10 tit sýndu okkum gravarar og Takk fyri blémur, kransar og gåvur. Hjartaliga takka sum fylgdu honum til hansara Gud vælsigni tykkum øll. Joan og Eyðgunn Petroleum Føroyar, Torkil Holm Petersen, stjóri For- mula Føroyar, og Dennis Holm, samfelagsfróðingur. Orðstýrari: Torgerð Suð- uroy Møguliga kemur ein per- sónur afturat at sita við pall- borðið. Pakk til berarar. sum hjálptu til tykkum.