fríggjadagur 10. desember 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 10. desember 1999 tíðindablaðið fell 19
—— —— —=—8——Do—————— oo 5 l)lclt8l8t 2
e-mail: sveinuræsosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
netinum
www.sosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Hoyvikingar lættu sær å
Hondbóltur: H71 fekk tvey sera tydningarmikil stig miku-
kvoldið, tá teir bastu kollfirðingum í botnuppgerðini á Hálsi
JÁKUP MORK
H71-KÍF 27-21 (13-12)
Framman undan dystinum
mikukvøldid var greitt, at
vinnarin av uppgerðini
kundi anda eitt sindur rólig-
ari komandi tíðina, við tað
at ein sigur fór at vidføra,
at taparin fór at verða isol-
eraður á niðasta sessinum
handan niðurflytingarstrik-
una.
H71 var betri
Lat tað bara verða sagt bein-
anvegin. Dysturin miku-
kvøldid gjørdist ongantíð
tað stóra hondbóltsuppliv-
ilsi. Talan var um eina botn-
uppgerð, og spælið var eis-
ini har eftir.
Ein rúgva av tekniskum
feilum, hart og til tíðir
ófantaligt verjuspæl, uttan
at leiferðin nakrantíð varð
serliga høg. Hetta var lagið
so at siga allan tíðina, og
tað var sera sjáldan, at fáu
áskoðararnir lótu lógvarnir
bresta saman, orsakað av
vøkrum spæli.
Tá til stykkis kom, so
vórðu tað tó hoyvíkingarnir,
sum drógu longra stráðið,
og var hetta eisini fult upp-
iborið. So at siga allan dyst-
in hildu teir seg framman
fyri KÍF, og hóast munurin
onkuntíð minkaði eitt sind-
ur, so hevði tú alla tíðina
varhugan av, at hoyvíkingar
høvdu tamarhald á støduni,
soleiðis at teir kundu
skrykkja seg eitt sindur
leysan, um tørvur varð á ti.
Tunnur hópur
At breiddin hjá kollfirðing-
unum ikki er nakað serliga
stór, er fleiri ferðir áður bor-
ið fram her í blaðnum. Hetta
kom eisini týðuliga til
sjóndar mikukeldið.
Jákup Dam er í løtuni úti
við skaða, og hetta er nakað,
sum merkist sera væl. Petur
Martin Johansen var so at
siga einsamallur um at hótta
stóru, men tungu, H71 verj-
una. Einsamallur kundi Pet-
ur Martin tó ikki venda
dystinum, og var stríð hans-
ara tí til fánýtis hesu ferðina.
Kollfirðingar skulu tó
eiga, at teir ongantíð góvu
skarvin yvir, men royndu at
stríða til tað allar seinasta.
Størsti trupulleikin tykist tó
at vera, at leikararnir ikki
eru nóg væl fyri tekniskt,
og at teir tískil ofta tveita
bóltin burtur, tá teir skulu
royna at gera skjótt av.
Hetta gjørdist eisini týð-
uligt móti endanum av dyst-
inum, tá hoyvíkingar skutu
4 mál innan seinastu 2 min-
uttirnar, við tað at kollfirð-
ingar tá skuldu royna at gera
skjótt av í eini seinastu
roynd at fáa stig burtur úr
dystinum.
Missa leikarar í vár
Hópurin hjá H71 er tó held-
ur íkki nakað at reypa av,
men hann er so nakað breið-
ari enn tann hjá kollfirðing-
um. Henda breidd verður tó
væntandi nakað minni, tá
vit koma út í februar mánað,
og fótbóltsleikararnir fara
undir uttandura venjingina.
Tað er nevnliga fleiri fót-
bóltsleikarar í hópinum hjá
hoyvíkingunum, og vóru
nakrir av hesum millum
berandi kreftirnar mikudag-
in. Jákup á Borg gjørdi nógv
um seg, inn til hann noydd-
ist við einum lítlum snuddi,
og eisini Allan Mørkøre,
sum annars leikti við KIF
seinasta ár, gjørdi lívið súrt
fyri kollfirðingar.
Stílurin hjá teimum báð-
um er tó ikki hin sami, tí
meðan Jákup ger stóra
nýtslu av sínum skjótleika
og teknikki, so er tað í stórri
mun vøddarnir sum telja, tå
Allan er á vellinum. Besta
dómi um hetta var ivaleyst
í seinna hálvleiki, tá Allan í
kontraálopið hevði tveir
kollfirðingar hangandi uppi
á sær. Urslitid av hesum
varð. at Allan skoraði, með-
an annar kollfirðingurin fór
sendandi eftir gólvinum og
fekk tveir minuttir á beink-
inum.
Niðast fram til jóla
Fyri fyrst munnu hoyvík-
ingar tó ikki hugsa so nógv
um, hvat fólk teir hava at
taka av í vár. Heldur royna
teir at skava sær nóg mikið
av stigum saman beinan-
Halgir D. Olesen sat á beinkinum stóran part av dystinum, men so skjótt hann var
á vellinum sást hvønn tydning hann hevur fyri H71
vegin, og mikukvoldið
fingu teir so lætt sær eitt
sindur á.
Kollfirðingar liggja nú
rættuliga einsamallir á nið-
asta plåssinum, og eftir øll-
um at dóma mugu teir finna
seg í at verða liggjandi har
restina av fyrru hálvu.
Hvat síðani hendir, kann
verða sera torført at spáa
um, so tað bíða vit við til
várið kemur.
Dysturin í tólum:
H71: Allan Morkore 6 (3),
Olaf Vestergaard 5 (2), Ják-
up á Borg 4, Tróndur Vatn-
hamar 4, Halgir D. Olesen
3, Annfinn N. Debess 2,
Rene D. Olesen 2, Bárður
Brimvík
savnsmynd
KIF: Petur Martin Johan-
sen 6 (2), Emil Petersen 4.
Kristjan Madsen 4, Vagnur
Johannesen 3. Jónálvur Jo-
hannesen 3, Per Joensen I
Brotskøst: H71 5, KIF 3
Utvisingar: H71 4, KIF 5
Dómarar: Hanus Kúrberg
og Hans Thomassen
Alt eftir bókini fyrstu umførini
Champions League: Enn røkist ikki fyri nakrari sensatión í meistarakappingini
JÁKUP MORK
Tyskvøldid og mikukvøldid
varð enn eitt umfar leikt í
útvatnaðu kappingini fyri
meistarar og næstan-meist-
arar. Samanumtikið má sig-
ast, at favorittarnir sigraðu,
og støðurnar í ymsu bólk-
unum eru á leið soleiðis,
sum roknað varð við
frammanundan
Bólkur A
Barcelona hevur ikki havt
tað ov lætt í heimligu kapp-
ingini hetta kapingarárið,
men úti í Europa sýna teir
ferð eftir ferð spæl í heims-
flokki. Hesuferð mátti
Sparta Prag leggja rygg til
ein 5-0 ósigur, og Barcelona
má nú metast at vera favo-
rittar til at koma í fjórðings-
finaluna.
Har fáa teir helst fylgi av
Porto, sum við einum málið
seint í dystinum megnaði at
vinna 1-0 á Hertha Berlin.
Hertha Berlin hevur tó ikki
mist allar møguleikar enn,
og fara ivaleyst at gera sitt
itarsta, til tess at røkka teim-
um seinastu 8 plássunum.
Bólkur B
Hjá Manchester United var
tvingandi neyðugt at vinna
mikukvøldid, um teir fram-
haldandi skuldu hava vónir
um at koma í fjórðingsfin-
aluna. Hetta eydnaðist eis-
ini, og 3-0 sigurin á Val-
encia gav eisini åbendingar
um, at United nú er um at
finna stevið frá í vår aftur.
Í hinum dystinum megn-
aði Bordeaux at halda null-
ið, tá teir á heimavelli leikti
móti Fiorentina.
Fiorentina og Manchester
United eru tó framvegis at
meta sum favorittar til pláss-
ini í fjórðingsfinalunum.
Bólkur C
Bayern Miinchen vann 2-1
á heimavelli móti Dynamo
Kiev, men tað var ikki fyrr
enn móti endanum av dyst-
inum, at Paulo Sergio
megnaði at skjóta avgerandi
málið. Við sigrinum megn-
aði Bayern at leggja sjógv
ímillum seg og tey bæði
niðastu liðini, og hóast allar
súður enn ikki eru syftar, so
kann roknast við at finalist-
arnir frá seinastu kapping,
eisini verða millum seinastu
liðini komadi vár.
Soleiðis er eisini við Real
Madrid, sum á heimavelli
vann 3-1 móti norska Ros-
enborg. Í heimligu kapping-
ini gongur av skriðuni hjá
kongaliga felagnum, men í
Europa-Cup hopi tykist alt
at ganga upp á stás.
Bólkur D
Mest óvæntaða úrslitinum
hetta umfarið stóð holl-
endska Feyeenoord fyri, tá
teir á heimavelli vundu
burtur úr Marseille, sum
mátti taka til takkar við ein-
um 3-0 tapi. Talan var tó
helst um tey bæði veikaru
liðini í bólkinum, og úrslitið
inniber, at í hvussu er Mar-
seille er afturúrsiglt, nú tvey
umfør eru farin av hesum
bólkaspæli.
Chelsea megnaði at fáa
javnleik á utivølli móti Laz-
10, og í Onglandi verður nú
hildið fyri vist, at Chelsea
megnar at koma víðari til
næsta umfar. Tað varð tó
eftir tógvið stríð at Chelsea
megnaði at fáa stig við sær
heim aftur, og Lazio prógv-
aði so sanniliga, at teir eisini
eiga at teljast millum sein-
astu liðini, tá farið verður
tað, sum tað heila snýr seg
um, nevnliga cup-systemið.
Best lenti leikarin í
Premier League, Roy
Keane, takkaði fyri
nýggja sáttmálan við at
gera fyrsta málið í 3-0
sigrinum hjá Manchester
United Bú. ”