leygardagur 11. desember 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 11. desember 1999
Viðmerking:
tíðindablaðið I
11
Sernåmsdepilin einaferð enn
Sum stjóri fyri Sernåmsdep-
ilin havi eg ikki lagt meg út
í tað orðaskifti, sum sein-
astu tíðina hevur verið um
stovnin. Men eftir at hava
lisið Sosialin í dag, har
blaðið bæði hevur eina sam-
rødu við mammu at einum
DAMP-barni og eina sam-
rødu við meg, fari eg tó at
gera nakrar viðmerkingar til
tað, sum kemur fram í blað-
num.
Í gjáramorgunin ringdi
Turið Kjølbro, tíðindakona
á Sosialinum, til mín og
greiddi frá samrøduni við
eina mammu og teimum at
finningum, sum hon kom
við, og hon bað um mínar
viðmerkingar. Eg segði,
sum sagt verður í greinini,
at eg helst ikki vildi gera
viðmerkingar, tí ofta endaði
alt í trætu og misskiljing, og
tað er ikki til frama fyri
nakran. Eisini vísti eg á, at
hetta er kenslusamt evni, og
tí trupult at viðgera í blað-
tjaki. Orðinum >eljustríð<
eigi eg einki í.
Hin vegin játtaði eg at
svara upp á beinleiðis
spurningar/útsagnir, og kom
Turið fram við trimum:
1. Serkunnleikin í Føroyum
viðvíkjandi DAMP er sera
avmarkaður.
(DAMP er styttirn gyri De-
ficit (brek) viðvíkjandi Att-
ention (uppmerksemi), Mo-
tor Control (rørslu) og Att-
ention (fatan)).
Sum sagt í greinini, so eru
vit helst ikki á hædd við
onnur lond, tá tað snýr seg
um kunnleika til øll tey
nógvu øki, har børn kunnu
hava trupulleikar. Vit eru fá-
ment, og játtanin til eftirút-
búgving er avmarkadæ. Hin
vegin vísti eg á, at eftir á-
heitan frá Sernámsdepli-
num hevur fólkaskúladeild-
in fyri 14 dógum síðani
skipað fyri eftirútbúgving-
arskeiði um næmingar við
atferðartrupulleikium. Hetta
var skeið, sum allir lærarar
kundu søkja og ikki, sum
tað kann skiljast á greinini,
serligt skeið fyri lærarar í
skúlanum í Sernámsdepli-
num. Stórur áhugi var fyri
at sleppa á skeiðið, og lut-
tóku einir 25 lærarar úr øll-
um landinum.
2. Starvsfólk í Sernámsdep-
linum sleppa ikki á skeið í
útlandinum at kunna seg um
DAMP. Til hetta er stutt at
siga, at tey starvsfólk í Ser-
námsdeplinum, sum hava
søkt um at kOma á skeið í
1999 hava fingið hetta játt-
að. Men vegna sera trongan
fíggjarkarm hevur ikki bor-
ið til at skipa fyri serligum
eftirútbúgingarskeiðum fyri
starvsfólkini i Sernåmsdepl-
inum innan ymsu gkini,
heldur ikki um undirvísing
av børnum við DAMP-trup-
ulleikum. Tað er sera dýrt
hjá føroyingum at fara utt-
anlands á skeið, og tí er
helst betur at skipa fyri
skeiðum her í Føroyum, so
fáa fleiri møguleika at koma
við, og var tað júst orsøkin
til skeiðið um atferðartrup-
ulleikar fyri stuttum.
NB! Sernámskdepilin
setti eisini fram uppskot um
skeið um autismu, men tí-
verri bar heta ikki til. Vit
hava skotið upp eitt slíkt
skeið komandi ár
3. Funnist verður at, at di-
agnosa verður sett og so
hendir einki meira.
Vit í Sernámsdeplinum
diagnostisera ikki børn, og
Landssjúkrahúsið sendi fyrr
børn til barnapsykiatriskar
deildir í Danmark at dia-
gnostiserast. Men síðani
barnapsykiatriska konsul-
entskipanin kom í lag hevur
eisini borið til at diagnosti-
sera børn í Føroyum. Fyri
greidleikan skal verða sagt
frá, at tað er Landssjúkra-
húsið og ikki Sernámsdep-
ilin, sum hevur avtalu við
Odense Universitetssyge-
hus um barnapsykiatrisku
konsulentarnar. Men Ser-
námsdepilin skipar fyri, ger
forkanningarnar og fær til
vega neyðugar upplýsingar,
um næstan øll tey børn, sum
koma framat, og vit taka
okkum eisini av eftirfylgj-
andi ráðgeving og vegleið-
ing. Ráðgeving verður veitt
til foreldur, skúlar og lær-
arar, men eisini dagstovnar,
pedagogar og stuðlar fáa
Verksmiðjan umvæl-
ast fyri 6 mió. kr
I gjár fór rækjutrolarin Høgifossur til Danmarkar, har øll verksmiðjan
skal umvælast. Umvælingin verður liðug síðst í januar í nýggju øldini.
Oilwind í Miðvági skal gera allan hydraulikkin av nýggjum
Høgifossur við bryggju í Havn seinnapartin í gjár
g SS £
ÓLAVUR Í BEITI
Fiskiskapurin hjá rækjutrol-
arunum hevur verið góður
árini 98 og 99, og serliga er
tað heystfiskiskapurin á
Flemmish Kap, sum hevur
roynst góður hesi bæði ár-
ini. Og ein av orsøkunum
til, at verksmiðjan umborð
á Høgafossa nú skal umvæl
ast er júst tann at til henda
fiskiskap á Flemmish Kap
krevst stórri kóki- og skilji-
orka. Verksmiðjan umborð
á Høgafossi er frá 1984, tå
ið trolarin var bygdur, og nú
mátti umfatandi umvæling
gerast.
K. M. Fish
Tað er danska fyritøkan K
M. Fish í Jyllandi, sum skal
standa fyri umvælingini,
men allur hydraulikkurin
verður lagdur av nýggjum
Mynd: Jens Kristian Vang
av føroysku fyritøkuni Oil-
wind í Miðvági, ið hevði
lægsta tilboðið. Men reið-
aríið ynskti eisini, at hetta
arbeiðið varð gjørt av Oil-
wind, tó at donsk tilboð
vóru.
Tann 30. januar 2000 skal
umvælingararbeiðið verða
liðugt og er sjálvt arbeiðið
mett at kosta einar 6 mió.
krónur.
ráðgeving og vegleiðing.
Sum sagt í greinii hevur
eingin, sum hevur verið hjá
barnapsykiatrisku konsu-
lentunum, fingid diagnos-
una DAMP, men er ording-
ini >við DAMP-eyðkenn
um« nýtt nakrar ferðir. Tá
funnist verður at tí, sum
verður gjørt, ella kanska
rætta tí, sum ikki verður
gjørt. eftir at diagnosan er
sett, so er uttan iva nakað
um hetta. Hetta kann vera
tí, at neyðuga arbeiðsorkan,
fíggjasrorka ella serkunn-
leiki ikki er til stað-ar, og
vi høvrt hendir tadl at tey
tilmæli, sum givin verða,
ikki verða fylgd. Tó seinasti
setningurin í samrøduni við
meg er óheppin, tí felstøll
foreldur, sum vit hava havt
samband við, hava verið
sera glað fyri ráðgeving og
vegleiðing og hava fegin
fylgt hesum.
Í sambandi við diagnost-
isering og eftirfylgjandi til-
tókum halda vit sjálvi, at
bøtast eigur um hetta. Vit
hava tosað við barnapsyki-
atrisku konsulentarnar um
spurningin, og er ætlani í
samstarvinum framyvir at
nýta meira orku til hetta
virksemi. Tað vil so hin veg-
in hava við sær, at bíðitíðin
at koma til kanningar verður
longri, tí færri bórn koma
framat hvørja ferð.
Ein seinasta viðmerking
til samrøduna við meg. Rætt
er tað, at trupult er at fáa
psykologar og psykiatarar
til Føroya. Men eg haldi
meg ikki hava sagt nakað
um, hvussu tað er at fáa fat-
ur á psykologum í øðrum
londum, tí tað veit eg einki
um. Hinvegin veit eg, at
barnapsykiatriskar deildir í
Danmark kunnu hava trup-
ult við at fáa teir barnapsyk-
latar, teimum tørvar.
I hesum døgum, tå vidur-
skiftini hjá brekaðum verða
vidgjørd, er tað av týdningi
fyri ein stovn, sum Ser-
námsdepilin, at foreldur og
avvarandi at brekadum
børnum visa å brek og
manglar vid virkseminum
hjå stovninum. Tad er m. a.
vid stødi i hesum, at leidsla
og starvsfólk kunnu menna
virksemi, tí hóast nógv
framstig eru hend á ser-
nåmsfrødiliga og barnasál-
arfrødiliga økinum, so er
langt eftir å mål, til vit i
Føroyum kunnu nøkta allan
tørv å hesum øki.
Og til allarseinast: Eg
havi lagt merki til í nógvu
umrøduni av Sernåmsdepl-
inum i blødunum og å tingi,
at fjølmidlar og politikarar
ikki tykjast heilt greidir yvir
tad sernåmsførdiliga og sål-
arfrødiliga virksemi, sum i
dag fer fram i Sernåms-
deplinum og kring landið.
Fyri at bøta um hetta sendi
eg blaðnum hjálgt tað, sum
Asa Ellefsen, deildarleiðari
í Sernámsdeplinum, segði á
pallborðsfundinum sum
MBF skipaði fyri í novem-
ber mánaði. Eg haldi meg
ikki hava sæð, at fjølmidl-
arnir hava endurgivið tað,
sum hon segði.
Marita S. Petersen
stjóri í Sernámsdepilinum
Classic - tilboðsmyndir
Tann vanliga framkallingin,
við Kodak dygd.
APS - framkalling
Vit framkalla teir nýggju filmarnar.
Ókeypis
Við framkalling av filmum í
Fotobúðini, er eitt ókeypis
yvirlit av ollum myndunum við.
fotobúðin
Handilskjarnin
TLF. 311661 - FAX 310886 - POSTBOKS 1016 - 110 TORSHAVN
e-post: photo-smæpost olivant fo - internet: www handilskjarnin fo