týsdagur 14. desember 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 238 - 14. desember 1999
Viðmerking:
Kraftblokkabátarnir kroystir
Føl frå Foroya Hagstovu
fyn fiskiskapin undir Før-
ovum fyrstu 10 mánaðirnar
í ár vísa at virðið av tí, sum
er veitt undir Foroyum i år
er umleið 53 mió. kr. minni
enn í 1998. Ein afturgongd
frå 808 mió. kr. til 753 mió.
kr. svarandi til 7%
Vit vita oll, at seinastu
árini hava verið avbera góð
ul fiskiskap og prísirnir
hava fyri nærum oll fiska-
slog verið uppgangandi í
sama tíðarskeiði, so tað
liggur neyvan nakað dram
atiskt í eini afturgongd av
hesi stødd
Men hetta er bert fyri
iaflotan. Teir sum fiska
undir Foroyum. Men hvat
við hinum flotanum. Fjar
fiskaflotanum
Eg skal triva i nøkur tøl
fyr! kraftblokkaflotan og
Vísa á. at her er ødrvisi
dramatikkur í luftini. Hesin
flotin heyði 2 hampulig ár í
1996 og 1997 og eitt gott ár
998. men nú er vend
komin í so tað forslær
Kraftblokkaskipini eru 8
í tali. Tey royna eftir sild,
makreli, hestamakreli,
lodnu og svartkjafti við nót
ella troli. I metårinum 1998
veiddu hesi skip tilsamans
fyri 275 mió. kr. ella fyri
uml. 34 mió. kr. í meðal upp
á skipi.
Nú vit nærkast endanum
á 1999 hava hesi somu skip
fiska fyri uml. 152 mió. kr.
ella 19 mió. kr. í medal upp
á skipið. Ein afturgongd
upp á 123 mió. kr. ialt ella
45%
Tað hevur í seinastuni
verið nógv frammi um okk-
ara nýggjaru skip. Tey skulu
í minsta lagi fiska fyri 35
mió. kr. fyri at svara hvørj-
um sítt og allarhelst nakað
meira nú, tí mestsum alt
gongur tann skeiva vegin
Svartkjaftafiskiskapurin var
óvanliga góður í 1998 og er
í minking. Oljuprísirnir eru
farnir upp í meira enn tað
dupulta seinasta ári. Hetta
merkir uml. 3 mió. kr. meira
í útreiðslum fyri ein kraft-
blokkabát. Hartil er rentan
farin upp
Meðalprísirnir fyri allar
nøgdir tilsamans eru falnir
við 33%, men virðini eru
sum sagt fallin við 45%.
Altso er ein afturgongd í
nøgdunum eisini.
Men sum sagt er meðal-
fiskiskapurin fyri 1999 19
mió. kr. upp á skipið, har
fleiri skulu hava 35 mió. kr
ella meira. Onkur má hjálp-
ast við lítið, um hetta skal
hanga saman. Og tað ger tað
ikki. Tað vera nógv reyð tel
at síggja í roknskapinum hjá
pelagiska flotanum 1999.
Tað eru tvey álvarslig as-
pektir í hesi gongdini
Annað er tað samfelags-
búskaparliga. Her er ein
afturgongd upp á 123 mió.
kr. Tað fer at merkjast onku-
staðni mest í teimum
kommunukøssum, sum fáa
stórar inntøkur frá kraft-
blokkabátunum
Hin er tann, at pelagiska
kvotan tykist at skula býtast
út til alsamt fleiri. Og tá ið
gjaldast skal fyri kvotur í
sínámillum samarbeiðinum
við okkara grannatjóðir, so
tykist tað fyri tað mesta at
vera við pelagiskum fiski.
Hetta máar burtur av til-
verugrundarlagnum hjá hes-
um partinum av flotanum
og sum sæst eru útlitini
longu nú álvarslig.
Við hetta lag verður trup-
ult at gera ætlanir. Sum er
rokna vit við, at okkara
kvotir uttan svartkjaft hava
eitt virði upp á 15-20 mió.
kr., so tað skulu koma fyri
15-20 mió. kr. burtur úr
svartkjaftinum fyri at tað
skal hanga saman.
Vit vænta at kvotur verða
settar á svartkjaft innan fyri
2-3 ár og við teimum út-
litum, vit í dag hava, kunnu
vit rokna við í mesta lagi at
fáa 10.000-15.000 tons upp
á skipið um árið. Um prís-
urin er 60 oyru, so gevur
hetta 6-9 mió. kr. afturat
teimum 15-20 mió. kr. fyri
hinar kvoturnar.
Sum tað sær út í dag.
liggur inntøkugrundarlagi
hjá einum kraftblokkabáti
altso undir 30 mió. kr. um
ári fyri eitt gott ár. Og teir
nýggju skulu sum sagt hava
35 mió. kr. ella meira. Her
verður galin endi.
Fyrr í heyst varð nógv
tosað um endurnýggjan av
skipaflotanum. Tá varð
mestsum bert hugt eftir flot-
anum undir Føroyum. Eing-
in tók kraftblokkabátarnar
upp á tunguna ella hinar
fjarfiskabátarnar fyri tann
skuld. Ei dáni í, tí her er
einki grundarlag fyri endur-
nýggjan. Høgustødd og inn-
tøkumøguleikar hanga ikki
saman longur.
Fiskivinnumyndugleikarnir
mugu taka henda veruleika
í ramasta álvara, tí fylgj-
urnar av ov lítlum inntøku-
grundarlagi vísa seg skjótt.
Sjálvt um nøkur hampulig
ár hava verið, so er lítið av
eginpeningi akkumuleraður
í feløgunum. Skipini vóru
illa fyri seg, áðrenn hesi trý
seinastu árini, so holini
vórðu eisini nógv at koyra
í. Væntandi vidlikahald,
gamal og útslitin reiðskapur
og útskifting av tólum fór
við tí mesta av avlopinum.
So tey flestu av feløgunum
eru framvegis ógvuliga við-
brekin og tola bert lítla aft-
urgongd, fyrrenn tað stend-
ur á aftur.
Utlitini fyri 2000 tykjast
ikki at hava stórar broyt-
ingar við sær. Prísirnir eru
komnir nakað uppaftur, so
vónandi verður okkurt at
royna eftir, men tað verður
tungt at fáa endarnar at
røkka saman, um einki
broytist.
Gøtu 8.12.1999
Atli Hansen
Betri at semjan er greið enn at hon er breið
Semjan í sjálvstýrismálinum er bæði breiðari og greiðari enn hon nakrantíð hevur verið áður. Tað er ikki avgerandi at at fáa Javnaðarflokkin við.
Og vil hann ikki sleppa møsninum um eitt sjålvstødugt land undir danskari grundlóg, er einki at tosa um. So er bara at lata hann sita, har hann
sjálvur hevur sett seg: Uttanfyri!
Vit mugu finna
eina breiða semju!
Hetta tykist fyri mong vera
tað mest avgerandi, nú sam-
ráðingarnar við stjórnina
nærkast. Hvorja ferð málið
verður umrett alment, ljóðar
Breið semja,
breið semja. breið semja.
Tað, "breið semja" merkir
í hesum sambandi, er, at
samgongan og Javnaðar-
flokkurin semjast um eitt
samráðingarrit. (Sambands-
flokkurin liggur helst ov
tt
hetta sama
langt frá hinum til, at ein
semja er møgulig)
Tað er sjálvandi ógvuliga
gott at breiðar politiskar
ikki
num so týðandi
Men tann semi-
sum vit longu hava, er í
veruleikanum rættiliga
breið. Fýra av seks flokkum
og 19 av 32 tingmonnum
standa saman um hana
Hetta er ikki so lítið. Tað
hevur ongantíð áður hevur
verið ein so breið semja um
tann ríkisrættarliga spurn-
ingin á tingi.
Innihaldið
má koma fyrst
Men menn vilja altso hava
semjuna at gerast enn breið-
ari við at fáa Javnaðarflokk-
in uppí. Og tað er púra rætt.
Jú breiðari semjan er, jú
sterkari standa vit. Tí eigur
tað sjálvsagt at roynast.
Men at fáa Javnaðar-
flokkin við má ikki gerast
høvudsendamålid í teimum
fyrireikingum, sum nú
standa fyr
Tað, hetta skal snúgva seg
um, má fyrst og fremst vera
innihaldið í teirri semjuni,
sum gjørd verður. Fæst
eingin semja við Javnaðar-
flokkin um eitt skilagott
innihald, so er betri at eing-
in semja verður gjørd við
hann.
Og innihaldið í tí, sum
Javnaðarflokkurin higartil
hevur boðað frá, er tíverri
alt annað enn skilagott.
Flokkurin sigur, at Løg-
tingið skal hava "evsta lóg-
gåvuvald” í Føroyum. At
Føroyar skulu vera eitt
”sjålvstødugt land”, sum
skal samstarva vid Dan-
mark “á jøvnum føti”. Hetta
samsvarar alt við ætlan
samgongunnar
Men samstundis hevur
flokkurin aftur og aftur boð-
að frá, at einhver semja skal
miða ímóti, at Føroyar
verða verandi undir teirri
donsku grundlógini. Tað er
eitt ”Ofråvikiligt krav” at vit
ikki skulu hava egna grund-
lóg og at vit ikki skulu hava
fullveldi yvir okkara landi.
Við hesum í huga er ilt at
síggja, hvar partarnir kunnu
metast. Tí samgongan kann
aldrin ganga við til, at Før-
oyar verða verandi undir
donsku grundlógini. Tað
hevði tikið grundarlagið
undan ollum ti, sum hon
hevur sagt og gjørt líka síð-
ani valið. Tað hevði eisini
gingið beint ímóti teimum
lyftum, samgonguflokkar-
nir vunnu valið uppá.
Fundamentalistisk støda
At Javnaðarflokkurin sigur
seg vilja stovnseta eitt sjálv-
støðugt føroyskt land undir
teirri donsku grundlógini
vísir fyrst og fremst, at
flokkurin ikki arbeiðir á-
byrgdarfult í hesum máli.
Henda ósamanhangandi og
sjálvmótsigandi politiska
agitatión hevur ikki uppi-
borið meiri umtalu. Tí
flokkurin hevur framvegis
ikki greitt frá, hvussu hetta
skal setast í verk. Tað eru
bert innantómir og populist-
iskir pástandir. Teir kunnu
ikki vera grundarlag undir
okkara landi í komandi old.
Og hvørjar grundgeving-
ar hevur flokkurin? Hvi
verdur tad so ræduligt um
Føroyar fáa egna grundlóg?
Fyri mær at siggja er hetta
einki uttan tað gamla svarta
afturhaldið, sum vit hava
upplivað gjøgnum søguna.
Afturhaldið helt tað jú eisini
vera ræðuligt at einahand-
ilin varð avtikin. At føroyskt
mál fekk fremsta rætt í land-
inum. At vit fingu egið
flagg. At Løgtingid fekk
lóggávuvald. Og so fram-
vegis og so framvegis. Aft-
urhaldið hevur altíð ræðst
fyri, at vit fingu nakað, sum
var okkara egna. Nú er tað
so grundlógin, sum er tann
stóra grýlan.
Samanumtikið er at siga,
at stóða Javnaðarfloksins í
hesum máli er bæði ólogisk,
ósamanhangandi, sjálvmót-
sigandi og fullkomiliga
fundamentalistisk. = Hon
kann ikki undir nøkrum um-
stóðum verða grundarlag
undir so týðandi samráðing-
um sum teimum, ið nú
standa fyri.
At geva stjórnini buktina
og báðar endarnar
Hvat hevdi hent um tað
"treytaleysa kravið" hjá
Javnaðarflokkinum varð
gingið á moti?
Fyri tað fyrsta høvdu vit
ikki kunnað fingið evsta
vald í okkara landi. Full-
veldið yvir oyggjunum
heyði framhaldandi verið í
Keypmannahavn.
Fyri tað annað hevði ikki
borið til at fingið eina skip-
an við greiðum løgfrødi-
ligum linjum. Grundlógin
ásetur, at evsta valdið í Dan-
mark er hjá donskum mynd-
ugleikum. Skulu vit hava
okkurt slag av sjálvstýri
undir hesi grundlóg, má tað
— enn einaferð — vera grund-
að á politiska heimildarveit-
ing frá stjórnini.
Og tá tað er stjórnin sum
skal veita okkum hesa
heimild, verður samráðing-
arstødan tann sama sum al-
tíð: Landsstýrið er undir, og
stjórnin er omaná. Stjórnin
situr ødrumegin borið og
tekur avgerðirnar, meðan
landsstýrið situr hinumegin
og vónar. Vónar at fáa rætt-
indi. Vónar at fáa heimildir.
Men landsstýrið kann einki
krevja, tí tað er framvegis
ein danskur myndugleiki í
einum donskum heimastýri.
Undir hesum treytum ber
ikki til at gera annað enn
eina politiska avtalu, sum
hevur stødid í danskari lóg-
gávu. Donsk lóggáva verður
avgerandi fyri, hvat ber til
og hvat ikki ber til. Tí fer
stjórnin at hava buktina og
báðar endarnar. Hennara
vælvild ella illvilji verður
tað avgerandi.
At samráðast undir hes-
um treytum verður sama
mannminkandi = biddara-
gongd sum altíð.
Fullveldi er
greiðar linjur
Verður farið eftir full-
veldinum er stødan ein heilt
onnur. Tá fer sáttmálin ikki
at hava stødid í danskari
lóggávu, men í altjóðarætti.
Tað verður ein sáttmáli mill-
um tvey sjålvstødug lond.
Okkara menn fara at hava
greiðar altjóðarættarligar á-
setingar at halda seg til, og
kunnu leggja fram greiðar
ætlanir og krøv. Ongum
nýtist at spyrja um krøvini
samsvara við grundlógina
og danska lóggávu, tí hetta
verður als ikki inni í mynd-
ini.
Minkingin í blokkstuduli,
samstarv å uttanrikisøki-
num, fyrisitingarligt sam-
starv i skiftistíðini — hetta
verða alt samráðingarspurn-
ingar. Men møguleikarnir at
fáa greiðar linjur fyri sam-
starvinum á øllum hesum
økjum eru munandi stórri,
um grundarlagið er, at Før-
oyar skulu vera eitt sjálv-
støðugt land.
So leingi vit eru undir
donsku grundlógini fáa vit
ikki greiðar linjur, tí tá verð-
ur sjálvt grundarlagið ó-
greitt. Danskt og føroyskt
vald verður vavt saman, og
eingin veit hvor hevur å-
byrgdina av hvørjum. Fylgj-
urnar av slíkari støðu kenna
vit oll.
Tí má málið verða, at vit
fara eftir tí greiða og ruddi-
liga: Eftir fullveldi og egn-
ari grundlóg. Bert tað skap-
ar møguleikar fyri einum
greiðum sáttmála og greið-
um og javnbjóðis samstarvi.
Ein greið semja er betri
enn ein breið semja
Tað er greiður meiriluti fyri
hesum sum er. 60% av ting-
manningini stuðlar eini
greiðari og realistiskari ætl-
an.
Tað hevði sjálvsagt verið
ynskiligt, um semjan varð
enn breiðari. Men skal ein
breið semja gerast á Javn-
aðarfloksins grundarlag, so
má tann greiða ætlanin um
fullveldi og egna grundlóg
sleppast. So standa vit við
eini breiðari semju, men
eisini eini ógreiðari og
órealistiskari semju. Eini
semju sum ger, at vit standa
veikir undir samráðingun-
um. Eini semju sum ger, at
landsstýrið verður ein und-
irskipaður danskur mynd-
ugleiki sum samráðist við
tann danska statin.
Tí er tað týdningarmesta,
at semjan verður greið —
ikki at hon verður breiðari
enn hon longu er. Og um
treytin fyri at fáa eina breið-
ari semju er at offra tað
greiðu semjuna, so er betri
at lata vera. Vil Javnaðar-
flokkurin ikki flyta seg, má
hann standa uttanfyri. Hans-
ara stuðul hevði sjálvandi
verið góður, men hann er
ikki avgerandi. Tey ríkis-
rættarligu vidurskiftini
kunnu fåast f rættlag uttan
hansara hjålp.
Hans Tausen Olsen