Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið S0812/lurir Nr. 238 - 14. desember 1999 Norsku kvinnurnar vunnu HM Hondbóltur: Tær norsku genturnar kláraðu akkurát at trýsta seg fram um Frankaríki í finaluni sunnudagin, men tað var ikki meiri enn so. Í Noregi er <= gleðin stór, men í Danmark eru tey vónbrotin av tapinum í kvartfinaluni SVEINUR TRÓNDARSON Noreg er heimsmeistari í kvinnuhondbólti Men tað skuldu fýra ískoytishálvleikir til áðrenn genturnar hvødu fingið lagt franska liðið aft- urum seg við minst møgu ligu margin Noreg vann NOTSKU nevniliga dystin við bara einum máli, og tað má vera langt síðani. at ein HM-kapping er av- gjørd við einum sovorðnum gysara< Noreg vann dystin 25-24 eftir at hava verið aftanfyri 10-8 við hálvleik. Kortini var tað lítið sum bar á tað borðið, at teir 11.200 áskoðararnir (nýtt heimsmet!), sum vóru i Hákons-hallen í Lille- hammer, skuldu fáa nakað at gleðast um Noreg fekk ikki glid á spælið. og Kjersti Grini og málaverjin Cecilie Legang- er spældu illa í byrjanini I hinum endanum var málverjin hjá fransmonnum ein >sprellimaður< og hon fekk fatur á øllum sum var. Tað var tí ikki fyrr enn eftir steðgin, at norsku gent- urnar fóru at bíta frå sær, og tað var ikki fyrr enn í allarseinasta minutti, at júst Kjersti Grini tryggjaði Nor- eg fyrsta umdystin, Hann var kortini ikki nóg mikið, tí tað stóð enn á jøvnum. Síðani varð enn ein umdystur leiktur, og tá gekk betur. Noreg endaði framm- anfyri, men bara við tí eina málinum, sum kortini var nóg mikið Og so kundu teir himm- alsfegnu norsku leikararnir fegnast um HM-heitið, sum longu var tilskrivað teimum undan HM-kappingini. Danir snávaðu Tað var nevniliga so, at tey allarflestu høvdu mett, at Noreg fór at vinna, men sum kappingin leið, og tær m. a. taptu móti Hålandi, broyttust vónirnar, og tey meira svartskygdu sluppu framat at siga, at Noreg gjørdist ikki heimsmeistari hesaferð. Danir harafturímóti, klár- aðu seg væl í byrjanini av kappingini, men sum við so mongum hevur tað tydning at hava mótstøðuna við tá mett verður um hvussu gongst. Hjá dønum var mót- stødan lítil, og í grundini kom ótryggleikin ikki til sjóndar fyrr enn í fjórða dystinum, tá tær hittu eitt av sterkaru liðunum. Men sum tey flestu okk- ara minnast, so taptu danir fjórðingsfinaludystin móti Fránkaríki, sum annars hev- ur verið eitt meira óskrivað blað í kvinnuhondbóltshopi. Noreg kláraði at finna aft- ur á beint í næsta dystinum, og hóast spælararnir kanska heldur hava barst seg til fin- aluna, so eydnaðist tað teimum - við hepni sjálvsagt - at koma hagar. Og við sigrinum sunnu- dagin kunnu norsku gent- urnar kalla seg bæði evropa- meistarar og heimsmeistar- ar. Nú manglar bara OL, og tað verður sum kunnugt næsta ár, og vinnur Noreg ta kappingina eisini, so hava teir gjørt dønum »kunstin eftir«, og tað hevði dámt norðmonnum! Eysturtíki á triðjaplássi Dysturin um tridjaplåssi gjørdist eisini ein spennandi dystur. Eysturríki og Rumenia dystaðust, og skiftust um at vera frammanfyri, men tá til stykkis kom, var úrslitið at Eysturríki vann og fekk bronsumerki. Í dystinum um fimta og sætta pláss fingu danir enn ein frammaná, tí tær taptu ruddiliga fyri Ungarn, sum vann heili 35-27. Við ósigrinum sunnudag- in kunnu danir fara heim- aftur at sleikja sárini eftir eina HM-kapping, sum ikki gekk eftir ætlan, men, sum kortini gekk, sum ein kundi vænta. Fleiri av royndastu leik- arum dana vóru ikki við í kappingini hesaferð, og serliga væl sást trupulleikin á báðum vongplássunum, har Annette Hoffmann og Janne Kolling vanliga hús- ast. Hetta var eftir øllum at dóma ov dyggur smeitur fyri unga danska liðið, sum sunnudagin gav HM-trún- una yvir til grannalandið Noreg. Frankaríki spennandi Tað er eingin ivi um, at norðmenn eru stakfegnir, og líka lítil ivi er um, at danir eru sera vónbrotnir um, bert at gerast nummar seks. Saman við norðmonnum fegnast fransar, sum móti øllum metingum spældu seg í finaluna. Eingin hevði væntað, i fronsku kvinnurnar skuldu fara at klára seg bara á leið so væl, sum tær gjørdu, sjålvt ikki donsku gentur! ar, sum annars høvdu fingið eina >brasilska ávaring undan fjórðingsfinaluni móti Fraklandi fangaðu boð ini. Frakland er vorðið eitt sterkt lið, og tað vístu tær eisini í finaluni sunnudagin Men tað var bara ikki nóg mikið. Norska liðið var ov sterkt og vann kappignina Kortini eru fransar serstakl iga fegnir um annaðplássi tí sum teir siga, so vísir tað at franskur kvinnuhondbólt ur er á veg at vera á sama altjóða stødi sum mans hondbólturin, og tað er ikk illa, tí manslandslið teirra er gott. Føroysku svimjararnir klárað seg væl Svimjing: Landslidsvenjarin heyði sett nøsina upp eftir betri plaseringum enn føroysku svimjararnir høvdu sein- ast teir svumu NJM og tað eydnaðist. Besta plasering var eitt fimtaplåss til Andrass Thomsen, sum eisini kláraði kravtíðina til HM SVEINUR TRÓNDARSON Seinastu dagarnar hava for- oyskir svimjarar verið við í NJM kappingini, sum hevur verið í Uddevalla í Svoríki. Aðrenn fráferðina hevði nýggi landsliðsvenjarin sett sær sum mål, at úrslitini hesaferð skuldu vera betri enn tey vóru seinast, og ikki kann sigast annað enn, at tað eydnaðist hjá honum og svimjarum hansara. Men, hann er ein krevj- andi maður, franski venjar- Nú fáa vit ein svimjara við til HM.Andrass kláraði kmvið á NJM in, og ti er hann ikki heilt nøgdur kortini. Hansara meting er, at høvdu allir svimjararnir vist rætta hugburdin, so var meira komið burtur úr. Fekk eitt fimtapláss Tað, sum hevur sermerkt hesa kappingina er, at næst- an allir luttakararnir hava betra um bestu persónligu tíðina á onkrum teini Tað er eitt bragd í sær sjálvum, men sum ikki ein- aferð, so hevur tað verið eitt krav frá franska venjaran- um, sum er vanur við onnur og munandi harðari krøv til svimjararnar enn vit eru von við i Føroyum. Besta úrslitið kom tó sunnudagin, tá Andrass Thomsen svam seg inn á fimta pláss í 400 metra frí- SY mjing Hetta gjørdi hann i eini so góðari tíð, sum hann ong- antíð áður hevur svomið, og tað eigur at hava frøtt Alain Hann sigur eisini í tíðinda- skrivinum úr Svøriki, at hann er stak væl nøgdur við avrikid hjá Andrassi. Kláraði HM-kravtíðina Tað er annars líkt til, at før- oyingar fara at hava svimj- ara við til HM-kappingina næstu ferð, tí Andrass Mort- ensen gjørdi ikk: mætari enn at svimja undir tvetr minuttir í 200 metra fr svimjing. Hetta vóru øll í foroyst ferdalagnum væl nógd og serliga Andrass. st kortini ikki hevur tær stc vónirnar til HM kapping! men hann ætlar sær kort at gera sítt besta. Sum sagt er landslið venjarin ikki heilt nog við alt, sum hann hevur så í Uddevalla. Hansara meting er, at tað í ávísum fórum kann bøtasi við meira venjing og í øðr um føri við stórri motivation enn svimjararnir vísa í dag Málini fyri næstu NJM kapping eru sett, men tey stíla ikki eftir heidursmerkj- um, tí sum skilst er ov nógv, sum skal gerast fyri at tað skal vera trúligt. Kortini smæðist venjarin ikki fyri at siga, at vit skulu hava heiðursmerki í 2002