Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiðlnd001056 Abyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jan Múller Jonhard Hammer John Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn í Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Blaðstjóri: laðfólk: Eyðun Klakkstein i ng: Telefax. 314720 Eirikur Lindenskov i Bertholdsen, Høgni Mohr Sosialurin e-mail: post å sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro Niclas Johannesen Bústaður: Lýsingar: lysing &sosialurin.fo Dånjal Højgaard Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir : Soslalurin Kvotukeyp - skyn- semi og åbyrgd Oddagrein TAÐ kunnu ikki sigast at vera annað enn stórtíðindi - onkur vil kalla tað skelkandi tíðindi - tá tað frættist, at heimsins storstu fiskiskip møguliga skulu inn á føroyskt oki at fiska. Talan er um norsk skip, sum stórreiðarin Rokke eigur. Føroyskt felag er í samráðingum við norðmenn um sam- arbeiði av onkrum slag. LYKLAORÐINI í ollum hesum eru svart- kjaftur og fiskiloyvi. Hetta hevur uttan iva fingið onkran at spyrja, hvar býr undir ollum hesum. Sjálvandi er tað í lagi, at vit knýta samstarv við onnur lond og reiðarí, men her má farast fram við skili, og eingi kort eiga at vera fjald. SPURNINGARNIR, sum stinga seg upp í hesum sambandi, eru m.a.: hvussu ber tað til, at somu menn, hvors skip fara á heysin, kortini sleppa at varðveita fiski- loyvini og kunnu selja tey víðari við milli- óna vinningi - um somu tíð - sum somu menn ikki hava ráð at gjalda hvørjum sitt, tá skip teirra fara á heysin? Og hvat siga okkara fiskivinnumyndugleikar til, at risa- trolarar koma inn á foroyskt oki at „dust- súgva“ grunnarnar? Hvorja trygd hava vit fyri, at hesi skip ikki nerva aðrar stovnar.? TAÐ er møguligt, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr einum samarbeiði, har útlendsk skip koma inn á landgrunnin at veiða og viðgera svartkjaft, ið foroyskir nótabátar kunnu avreiða til. Hetta hava vit hoyrt um áður, og tá talan er um at fara undir framleiðslu av surimi, so er hetta eisini nakað, ið vit hava hoyrt um áður. Bæði á landi og á sjónum hava foroyingar roynt seg á surimiøkinum - men máttu gevast. Nú kann verða spurt, hvussu slík framleiðsla kann bera til í dag, tá henni ikki varð lív lagað fyrr? TAÐ er rætt at loyva vinnulivsmonnum og reiðaríum at troyta teir møguleikar, sum eru og sum í dag ikki verða troyttir í nóg stóran mun. Tað er rætt at samstarva við aðrar, um hetta gagnar samfelagnum, men tað er eisini rætt at ansa eftir, at foroyingar ikki bara gerast strámenn hjá útlendskum kapitalkreftum fyri løtuvinning. VIT sum liva í dag hava eina ábyrgd fyri okkum sjálvum og okkara - at síggja, skapa og troyta møguleikar. Men hetta má gerast við storsta skynsemi og ábyrgd- arkenslu mótvegis okkara eftirkomarum. Vit hava skyldu til at virða ta rikidømi, sum Skaparin gav, og lata tað víðari til okkara børn. Vit hava bert fingið hetta til láns frá eftirkomarunum. Sosialurin Viðmerking: Einaferð var tað ein vinnulivsmadur… Tað er vorðið alt meira van- ligt, at politikkarar í dag takka fyri, sum hin skrift- lærdi gjørdi á sinni, at teir ikki eru, sum politikkararnir vóru í 80'unum. Og tá ið so henda tøkkin er send, so kann man annars við sjálvreinsk- aðari samvitsku gera tað, sum ongantíð var borðbart heldur ikki í 80'unum Jørgin Niclasen, landsstýr- ismadur førir fram í Dag- blaðnum mánadagin, at nú eru nakrar áhugaverdar ætl- anir á borðinum um at fiska svartkljaft til matna. Og tað er vissiliga áhugavert. Men so hevur hann peikifingurin á lofti og ávarar ímóti, at vit ikki enda í somu støðu sum við seinasta svartkjaftaævin- týr. Og júst henda ávaring er ætlað til, at vit onnur skulu venda blinda eygað til tað, sum veruliga fer fram innan føroyska fiskivinnu í løtuni. Svartkjaftaævintýrið í 80'unum hevdi nógvar tap- arar, serliga føroyska skatt- gjaldaran, meðan tað ævin- týrið, sum Jørgin Niclasen saman við m.a. tjóðveldis- hetjuni Heina O Heinesen nú í besta jólahugna siga før- oyska fólkinum er eitt ævin- týr, har „the winner takes all“. Ævintýrið byrjar við ein- um loyvi, sum verður út- skrivað í Tinganesi, lagt í ein brævbjálva við einum frí- merki upp á 4, 50 kr, sum sendarin hevur goldið. Síð- an verða onnur líknandi loyvi útskrivað, men hesa ferð til onnur fiskasløg. Fyrst rossa- makrel, síðan vanligan makr- el, men eisini sild og hví so ikki eisini eitt rækjuloyvi. Men tað løgna við øllum hes- um loyvum er, at tey hava øll ein og sama móttakara. Ein móttakara, sum uttan iva fyri síni vinnuligu avreks- verk skjótt verður heiðurs- limur í Fólkaflokkinum, ella kanska Tjóðveldisflokki- num. Og sum gll onnur ævintýr, so skal hetta samgonguæv- intýrið hjá sitandi samgongu eisini enda, sum eitt rætt æv- intyr. Jú móttakarin kann, aftaná at hava gjørt fleiri 6- dugnaligar royndir til at brúka hesi fiskiloyvini, hann soleiðis fekk sendandi í post- inum frá vinunum í Nesi- num, seta seg uppafturá og selja til hægstbjóðandi. Hvussu nógvar pengar, hes- in hepni móttakarin nú kann stinga í lumman, ja tað skal lesarin sjálvur gita, men alt byrjaði, sum sagt við 4,50 kr til eitt frímerki. Tillukku tjóðveldismenn og tillukku fólkafloksmenn. Tað, sum vit her uppliva, er so avleiðingarnar av umseti- ligheitini, har tann hepni fer við øllum, men har ikki øll hava møguleikan fyri at ger- ast heppin, tí tað krevur áv- ísar politiskar kvalifíkasjónir. Umsetiligheit í „en nødde- Og so tosa teir um liberal- istiskan politikk. Sum um hetta hevur nakað sum helst við ein slíkan at gera. Liber- alistiskur politikkur byggir á, at virkisfýsni og dugnaksap- ur vinnur fram, meðan her er talan um tað beint øvugta. Her er tað limakortið til tann rætta flokkin, sum er vegurin fram. Nei, sanniliga kann sigast, at tíðin við ævintýrum er ikki av. Nú meðan foreldrini seta seg við børnunum á knøu- num og siga teimum jólaæv- intýr, so situr føroyska tjóðin og hoyrir um, hvussu ein- staklingar við politiskari hjálp arva bæði prinssessuna og meira enn hálvt konga- ríkið. Kanska onkur nú kemur til — hugs, at fiskirikidømi var fólksins ogn. Jú, tað var tað, og vit vóru nakrir, sum trúðu, at tað skuldi bera til. Men so komu aðrir, sum hilda, at fólksins ogn best verður um- sitin av „dugnaligum“ vinnu- lívsmonnum. Onki at siga til, at Røkke og aðrir nú liggja framvið. Teir tevja pengar. Oførar gávur, sum nøkur fåa fyri einki, og sum sidan kunna innkassera miljóna- upphæddir uppå. Og so kann tað vera eins feitt, um tað eru fiskiloyvi ella aliloyvi. Hvat skulu Caragata og Friedmann læra samgongu- na? Jóannes Eidesgaard Álitiskreppan í býráðnum í Havn — ella rættari, hvussu ein álitiskreppa politiskt kann gerast Dimmalætting hevði grein á síðu 3 í mikudagsblaðnum, um eina álitiskreppu millum Tjóðveldisflokkin og Fólka- flokkin innan býráðsgátt í Havn. Greinin er uttan iva áhugaverd at lesa, og kann geva fólki ta fatan, at Fólka- flokkurin er eitt lusk, og so- statt ikki til at lýta á. Høvuds- boðskapurin er at sáa iva um Fólkaflokkin, so sektin á, um rætt verður endurgivið í blað- num. Eg skal ikki siga, at blaðmaðurin fer lætt um sannleikan, men áhugavert er, hver hevur givið honum søguna, og hvussu søgan er søgd. Tveir býráðslimir verða nevndir, ið kunnu verða keldan til greinina, nevniliga Ronald Poulsen og Heðin Mortensen. Greinin leggur upp til, at Fólkaflokkurin skal hava fríggjað til Sambands- og Sjálvstýrisflokkin í sambandi við fíggjarætlanina fyri kom- andi ár. Hetta er beinleiðis skeivt, vit hava als ikki havt nakrar samráðingar við áður nevndu flokkar, so hví teir siga so, kann ein bara gita sær til. Veruleikin er, at Fólk- aflokkurin boðaði Tjóðveld- isflokkinum frá, at vit ætlaðu at koma við uppskoti um: I. At lækka skattaprosentið við einum %. 2. At hækka barnafrådråttin við 500 kr. 3.At fíggja hetta av inni- standandi. Vit boðaðu frá, at flokk- urin vildi koma við skrivi til figgjarnevndina við grund- gevingum fyri okkara stødu. Hetta fyri at okkara próv- grundir (argument) kundu verða við í seinastu rundu í figgjarnevndini, har vit ikki longur eru umboðað. Tjóð- veldisflokkurin gav til kenn- ar, at hann ikki var samdur við okkum í skattalækking- ini. Tíðin var ógvuliga kngpp. og fyri at spæla við opnum kortum fyri ollum býráðslim- um - eisini meirilutanum í býráðnum - ringdi undirritaði til Ronald Poulsen og segði honum frá, at Fólkaflokkurin Tøkk Øllum tykkum, ið mintust meg á 70 ára fødingardegnum 17. november við telefon- uppringingum, telegrammum, blómum og vitjan, takki eg hjartaliga. Við heilsan um gleðilig jól æ gott nýggjár Cederfeldt | —nc", fór at hava skriv klárt til figgjarnevndarfundin = um stóðu floksins um figgjarø- ætlanina. Eg bað hann bera boðini til restina av meiri- lutanum, og hesum játtaði hann at gera. Hatta er tað, ið verður kallað at fríggja aftan fyri ryggin av okkara sam- gongupartnara, Tjóðveldis- flokkinum. Hví so Heðin Mortensen úttalar seg fyri Dimmalætt- ing um, at Fólkaflokkurin leitaði sær stuðul frá sam- gonguni, skilji eg als íkki. Mær vitandi hevur eingin úr Fólkaflokkinum tosað við hann um fíggjarætlanina, lækkan av skattaprosenti ella líknandi. Eisini sigur Heðin, at Fólkaflokkurin hevur eina trongd at markerað seg. Ja, har tosar hann av royndum! At enda. Eftir at hava lisið Dimma- lætting ringdi undirritaði til Ronald Poulsen fyri at spyrja, um hann hevði fatað telefonsamrøduna okkara í- millum sum samráðingar ella friggjari millum Fólkaflokk- in og meirilutan ella partar av meirilutanum. Svarið var einfalt nei. Samrødan var bert ein orientering um stóðu Fólkafloksins til figgjarætl- anina og ein fråbodan um skrivid til figgjarnevndina. Hvørki meira ella minni. Vinarliga Jan Christiansen, byrådslimur t Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara góða kona, mamma, vermóðir og omma ASTA THULESEN andaðist í heiminum 13. des., 69 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Højdevangskirken, Irlandsvej 45, København S, leygardagin 18. des. kl. 11.30. Svend Randi, Hans Pauli, Bjarki og Hjalti