hósdagur 16. desember 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 16. desember 1999
tíðindablaðið
21
Todi ætlar sær við til Spania
Fótbóltur: Landsliðsferðin til Spania verður mett at vera av stórri týdningi, enn venjingarlegurnar higartil hava verið
I fyrradagin boðaði danski
landsliðsvenjarin, Bo Jo-
hansson, frá, hvørjar átjan
spælarar hann síðst í januar
ætlar sær at hava við niður
til Spania. Har skal Dan-
mark spæla fleiri dystir móti
norðurlendsku grannatjóðu-
num.
Føroyska landsliðið verð-
ur saman við hinum norð-
urlendsku landsliðunum í
Spania síðst í januar og fyrst
í februar, og tað er væl
hugsandi, at fóroyska liðið
fer at vera betri mannað,
enn tað hevur verið, tá Allan
Simonsen og hansara menn
áður hava verið á venjing-
arlegum bæði í Spania og
aðra staðni suðuri við Mið-
alhavið.
— Eg havi hoyrt so lítið
um ætlanirnar enn. Men eg
skilji, at talan verður um
landsdystir móti ødrum
norðurlondum. Tað ber í
sær, at fyri fóroyska lands-
liðið verður talan um stórri
avbjóðingar, enn tað higartil
hevur verið talan um á venj-
ingarlegunum, og tað hevur
ikki minni at týða, at fel-
øgini, sum vit útisetar um-
boðað, fara at síggja við
øðrum eygum upp á ferðina
til Spania, enn tey higartil
hava gjørt. Tá danska lands-
liðið verður millum luttak-
ararnar, so kundi eg ímynda
mær, at teir t.d. í FCK fara
at skatta venjingarleguna
høgt, heldur Todi Jónsson,
sum kortini undirstrikar, at
hetta ikki er nakað, sum
hann higartil hevur hoyrt so
nógv um.
FCK skal beinanvegin
eftir nýggjár til Sudurafrika
at taka lut í einari kapping,
men teir vera gott og væl
afturkomnir til Danmarkar,
áðrenn norðurlendsku lands-
liðini fara at seta hvørjum
øðrum stevnu í Spania.
Fáir vinadystir
Tá Todi Jónsson 15. juli í
1991 spældi tann fyrsta av
higartil 37 landsdystum, so
var talan um ein vinardyst
móti Turkalandi. Síðani tá
hevur landsliðið spælt
níggju vinadystir, men Todi
hevur bara spælt við í trim-
um.
Eftir dystin móti Turka-
landi, har hann skoraði før-
oyska málið, var hann við í
teimum báðu næstu, sum í
1992 vóru í Oslo móti Nor-
egi og á Svangaskarði móti
Israel. Síðani hevur før-
oyska landsliðið spælt vin-
ardystir móti Aserbadjan,
tvær ferðir móti Estlandi,
eina ferð móti Noregi og
tríggjar ferðir móti Íslandi.
Tað var ikki fyrrenn í
dystinum móti Íslandi 18.
august í ár á Tórsvglli, at
fremsti álopsmaðurin aftur
var tøkur í einum vinar-
dysti. Tá vóru liðin gott og
væl sjey ár, síðani Todi síðst
hevði umboðað Føroyar í
einum vinardysti. At hann
ikki hevði gjørt tað komst
av yrkisfótbóltinum í Dan-
Eftirsum at tað eru útlit
til, at danska landsliðið
eisini skal á venjingar-
legu í Spania, væntar
Todi at donsku feløgini
fara at hyggja við mild-
ari eygum at teir før-
oysku landsliðsleikarar-
nir fara við føroyska
landsliðnum á venjing-
arlegu. Tað plagar teir
annars ikki at vera so
fegnir um
savnsmynd
mark.
Nú fella áhugamálini hjá
donskum og føroyskum fót-
bólti saman, og so er tað
rættuliga sannlíkt, at tað fer
at bera til hjá føroyinginum
í FCK at umboða fødiland-
ið, uttan at hetta fer at minka
um møguleikan hjá honum
at halda tørn um fasta pláss-
ið á FCK liðnum.
Eingin av lidfeløgunum
hjá Toda Jónsson í FCK er
millum teir átjan spælarar-
nar, sum Bo Johansson vil
hava við niður til Spania
Tveir av lidfeløgunum
hjå Jåkupi Mikkelsen i odd-
aliðnum i superliguni, Her-
følge, hava fingið landsliðs-
boð. Teir eru álopsmaðurin
Kenneth Jensen, sum fyri
ikki so langari tíð síðani fór
úr FCK, sum ikki metti seg
hava pláss fyri honum á
liðnum, og til Herfølge, og
so verjuspælarin Henrik
Lykke, sum útlendsk feløg
hava synt åhuga hesa sein-
astu tidina.
At hesir báðir fara at fáa
fylgi av Jákupi Mikkelsen
niður til Spania man lítið
vera at ivast í. jh
Jolakapping hjá
Judo: H
fyri årligu jólakappingini um viku-
skiftið
Nú um dagarnar skipaði
Havnar Judofelag fyri árl-
igu jóakappingini fyri limir
felagsins.
Nógvir limir nýttu høvi at
luttaka, bæði nýbyrjaðir og
eisini fleiri, ið hava vant
longri.
Kappast varð í 6 ymisk-
um bólkum, og úrslitini av
teimum ymisku bólkunum
gjørdist:
-35 kg.:
1. Hjalti Gram
2. Olaf Guttesen
3. Tróndur Høgnasson
38 kg.:
Jåkup Andreas Joensen
Steen Rói Lorentsen
. Eiríkur Jákupsson
. Oli Hammer
. Janus Jakobsen
Un ÞIÐ 9 —
-42 kg.:
1. Bjartur Clementsen
2. Torvald Abrahamsen
3. Magnus F. Joensen
4. Kári Damsbo
-54 kg.:
1. Sverri Strøm
2. Karstin Vang
3. Eivind Tausen
Opin bólkur:
1. Tórur Strøm
2. Aki Davidsen
3. David Nilssen
Unglingar:
1. Johan Heini Poulsen
2. Jákup Andreas Thomsen
3. Christoffur Olsen
Vinnararnir fingu heið-
ursmerki frá felagnum, eins
og okkurt góðgæti varð at
fáa, tá kappingin var liðug.
Teir berjast sum fyri lívinum teir
ungu knassarnir, og eingin ivi er um,
at álvara er í
a Havnar Judofelag
avnar Judofelag hevur skipað