Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 17. desember 1999 tíðindablaðið Sendiroðir og klassikarar Hetta eru sendingarnar, sum TV3 í stóran mun fer at senda um jólini. Harumframt verður nýggja øldin markerað, soleiðis at vit síggja, hvussu aldarskiftið verður skotið inn kring heimin JÁKUP MORK A norðurlendsku rásini við heimstaði í Ong- landi, eru tey eisini í ferð við at gera klárt til jóla- og nýggjárshald. Hetta verður tó gjørt nakað ødrvisi enn tað, vit eru von við. Sum so eru ongar serligar jólasendingar, men ístaðin fara flestu filmar og flestu part- arnir av sendiroðum teirra at snúgva seg um jólini. Á FS NON - um loft Vit síggja, hvussu tey í lítla húsinum á præriuni halda jól, eins og vit síggja, hvat hendir, tá Ellen og Sabrina halda jól. Eitt hevur tó verið fast oll árini, sum rás Tórshavn hevur sent, og tað er, at sjálvan jólaaftan er Mary Poppins á skránni. Har kunnu vit so síggja og hoyra, hvussu alt gongur fyri seg, tá mr. Banks hevur gjørt av at seta Mary Poppins at ansa børnum sínum. Jóladag verður stóri musicalurin hjá An- Ummæli av ummæli Vit miðaldrandi minnast teir 6gvusligu orðadráttirnar, sum í 70-árunum plagdu at vera í bløðunum, tå ið rithøvundurin Magnus Dam Jakobsen fór at ummæla tey ummæli, hann fekk frá oðrum. Turris- ligt var tað ikki, og mangan skemtiligt. Bókaummælini í Útvarpi Foroya eru spøk afturímóti. Lurtarin følir, at stigið verður varliga. Tað er als ikki lætt at ummæla í hesum lítla landi. Eplið er ov nær slokkinum, kunnu vit siga, eldur í fjúsinum, hatta hevur hon einki skil á, langabbi hennara var eisini eitt tvorball, idiot! Jógvan Isaksen,lektari skrivar einastaðni: „Ein góður ummælari skrivar fyrst og fremst eitt gerandismål, sum oll skilja. Hoyrt! >Ummælarin må vera konur á sínum øki«, heldur hann fram, og >tað er neyð- ugt, at ein ummælari er vællisin.< Nú fer at knipa hjá hesum ummælara og kanska fleiri við. Kortini vágar undirritaða sær at av- dúka, at hon heldur, at fleiri sendingar í miðlunum eru ringar at skriva um. Or- sekin er, at tað kennist sum at eitthvort er galið. Men við tað at ein kanska er inhabilur ella i oðrum forum ikki er forur fyri at definera, hvat tað er sum er galið, so kann ein ikki fyri tað doma tað niður og norður. Heldur ikki kann man vera negativur, bara tí einum ikki dámar eitt menniskja. Eitt ummæli má og skal vera sakligt, kritikkurin má kunna brúkast til nakað, evt. vera til hjálpar; einki er lættari enn at jarðleggja onkran og sláa hann í hel. 6 des. datt eg inn í eitt ummæli í útvarpsins bókatátti, sum var oðrvísi. Hanus Andreasen breyt gamlar vanar, tá hann ummælti Norðlandslúðurin hjá Petter Dass, sum Aksel Tórgarð umsetti. Ummæli var upp á rim og tað fleyt í sjónum sum ein vælbygdur bátur, púra sóttreinsað fyri patos. Jensia í Búðini Ein gomul endursending frá 1986 (Bestu- bitar) hevur fest seg ógloymandi í minnið hjá hesum ummælaranum. Vit hoyrdu tað tá 93 ára gomlu bónda- konuna Jensiu í Búðini greiða frá, tá Haley-kometin fór tvorturvið Foroyum fyrst í hesi oldini. Í sjálvum sær ljóðar tað ikki serliga »vilt«, at ein gomul kona (ella maður) fortelur um eina hending fyri næstan 100 árum síðani. Men her upplivdu vit fråsøgukynstur á høgum stigi. Eitt kynstur, sum må íðkast dagliga, um vit ikki skulu enda sum 6- mælandi zombiar framman fyri einum ella oðrum skermi. Neyvan hevði hendan konan lært før- oyskt í skúlanum, eg giti, at hon, eins og omma mín bæði skrivaði, roknaði og bað til Várharra á donskum. Og kortini gjørdu hesar konur okkum fyri skommum, tá ið råddi um at siga frá á — ikki á nøkrum hovuðsmáli ella nøkrum minnilutamáli — men á Málinum í Føroyum. Dispositiónin var perfekt; einki himpr ella leiting eftir góðkendum orðum. Vit byrjaðu í eplaveltini, har vit so ger- andisliga settu epli niður saman við pápa- num, og endaðu við at síggja og enntá lukta eitt tað vakrasta náttúrufyribrigdi, sum nakar man hava sæð í Feroyum. Haley- halastjørnuna. Sunnudagin 12 des., eftir at eg hevði skrivað tað, tygum júst hava lisið, hevði Jógvan Arge samrødu í útvarpinum við Súsannu Malenu Poulsen av Eiði. Aftur ein gomul røsk og vitug kona við framúr góðum evnum at siga frá. Eftir fråsøgnini at dama hevur hon livað eitt langt og ríkt drew Lloyd Webber, Jesus Christ Super- star, sýndur. Fyri tey yngru, er tað ivaleyst serliga annar jóladagur, sum er áhugaverdur, við tað at vit tá fáa hovi at síggja klassikaran, Alice in Wonderland, eins og vit síggja, hvussu leikur fer, tá Chevy Chase ger av at fara eina jólaferð við húski sínum. Kring knøttin Tå nyggja årid og øldin fara at nærkast, fer TV3 eisini at rigga seg til nyggju øldina. Mikudagin verður so spakuliga byrjað at hita upp til nýggju øldina, tå Jakob Kjeld- bjerg minnir hyggjararnar á storstu ítróttar- hendingarnar í skjott farna árinum. Nýggjársaftan er so at siga allur settur av til at fylgja við, hvussu nýggja øldin verður móttikin ymsa staðni í heiminum. Sent verður beinleiðis frá yvir 50 londum, soleiðis at síggjast kann, hvussu leikur fer alla staðni. Byrjað verður í Tonga og Kiria- år økkara lív alla møguliga staðni i Føroyum. Vit sóu alt fyri okkum. Suðuroynna, Tjørnu- vík, Havnina og Eiði. Hon fór niður í smá- lutirnar, og kortini var tað ikki trivielt eina einastu lotu. Krosskast Ferð eftir ferð eydnast tað sjónvarps- manninum Tróndi Djurhuus at fáa eina heilskapaða sending burtur úr nokrum, sum viðhvert tykist vera tann totala 6- semjan. Tróndur hevur góð evnir og gott høvd framman fyri ti eirindaleysa upp- tokutólinum, og onkusvegna fær hyggj- arin álit á, at hann nokk fær stýrt tí óróliga farinum í havn. Luttakararnir eru oftast tveir áhuga- bólkar, og mangan eru evnini politisk, t.d. fiskivinnan, pensjónir, ferðsla, sjúkra- røkt, og altíð eru serlig fakfólk boðin við. Tað kunnu vera sjómenn, skiparar, bankafólk, vinnulívsfólk ella embætisfólk. Hesi fólk hava oftast stóra vitan um síni oki, og tað er áhugavert at lurta eftir teirra seriøsu og róligu viðmerkingum. Ødrvisi er við politikarunum. Fyri sjón- varpshyggjaran tykist tað ofta, sum eru hesir farnir í sjálvverju, longu áðrenn sendingin byrjar. Har aftrat hava summir serlig evnir eins og filmstjørnur at spæla fyri gallarínum. (I leikhúsum finnast sum kunnugt gallari ovast uppi, har tey sum ikki eiga nógvar pengar kunnu fáa bílig atgongumerki.) Í seinasta Krosskasti, sum snúði seg um oljuhavnir, var ein dámligur, skemti- ligur og samstundis ålvarssamur stemn- ingur. Hyggjarin fekk gott innlit í, hvussu fram verður farið í hesi spildurnýggju vinnuni, og vit skilja fulvæl, at Suður- oyggin ynskir at liggja framvið. Verri var við stemninginum í næstsein- asta Krosskasti, har talan var um pen- sjónir. Her fall javnaðarmaðurin tíverri í ta freistingina at spæla fyri teimum 5.000 pensjonistunum uppi á gallarínum. Spell, tí sjónarmið javnaðarfloksins eru ógvu- 7 373, bati, har íbúgvarnir kunnu fara inn í nýggju øldini, longu kl. 10.00 okkara tíð, og síðani verður farið runt allan heimin, áðrenn end- að verður í Danmark. Oddvør Johansen rithøvundur ummælir liga áhugaverd at frætta meira um — eisini hjá manninum, sum eitur Helena. Hesin maður skal bara kolast niður, hverjum hann so kemur við. Hann eins og fleiri aðrir ungir politikarar hava eina Ofyrigeviliga synd: Teir arbeiða ov skjótt. Ov effektivt. Sunnukvøld Sunnukveid i Sjónvarpinum plagar at vera so, at har er okkurt fyri oll. Soleiðis var eisini 12 des. Jólareikan er nýggj jólasending, har fleiri ymisk miðlafólk gera smærri sendingar, hvor við sínum serliga dámi Her var nakað fyri bæði Per og Pól. Gott er tað og ynskiligt, at fólk fara út á bygd at taka upp. Vit síggja nakað nógv úr Gongugetuni og S.M.S. í Havn. Za- karis Hammer rakti í plett við at vísa á menniskjað og kenslurnar aftan fyri hov- uðsvinnu okkara. Vitjanin á Bókamiðsoluni var ov yvir- flatisk. Bokur eru vanliga vakrar og litrík- ar, altso dekorativar, og ein vildi ynskt, at meira varð gjørt burtur úr at visa tí vanliga hyggjaranum og almenninginum inn í hetta bókamekka, sum fáur man hava vitjað. Hesin ummælarin takkar fyri seg og ynskir bæði miðlum og lesarunum eini gleðilig jól og gott nýggjár 2000.