leygardagur 18. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 18. desember 1999
tíðindablaðið
N
Smávegis
kursbroytingar
seinastu vikuna
A lánsbrævagkinum hava
verið smávegis kurshækk-
ingar seinastu vikuna, men
er marknaðurin fallin eitt
vet aftur í gjár og í dag.
Marknaðurin er tó merktur
av lítlum virksemi upp und-
ir árskiftið.
Marknaðurin í morgun
hevur verið nógv ávirkaður
av evruni, sum hevur mist
virðið í mun til amerikanska
dollaran. Tyski, og harvið
eisini danski marknaðurin,
fall av hesi orsøk tó so, at
danski marknaðurin hevur
klárað seg betri enn týski.
Vit hava fingið fleiri lyk-
latøl, bæði fyri Evropa og
USA í seinastu viku. Í báð-
um heimspørtum vísa tølini
á vøkstur, tó mest i USA,
uttan at benda å øktan infla-
tionsvanda. Marknadurin
bíðar tí í spenningi, hvussu
vøksturin fer at hátta sær,
og í dag fáa vit tøl fyri prísin
á vanligum húsarhaldsvor-
um í USA, sum vilja geva
okkum eina ábending um
inflatiónin er við at taka dik
á seg, og soleiðis um vit
skulu hava hækkandi rentur.
Hækkandi oljuprísurin
seinastu tíðina hevur stóra
ávirkan á bæði tað privata
húsarhaldið eins og fram-
leiðsluliðið, men av tí at
hesin kann broytast títt og
knapt, verður hesin ikki tik-
in við, tá ið hugt verður at
kjarnuinflatiónini.
Vanliga áskoðanin er, at
tær leiðandi renturnar, bæði
í Evropa og USA, verða í
fyrsta lagi hækkaðar í
øðrum ársfjórðingi 2000,
men gongdin í
lyklatølunum næstu tíðina
er altavgerandi fyri, nær
rentuhækkingin verður.
Annars er marknaðurin
byrjaður at ávirkast av so-
kallaða ár 2000 - trupulleik-
anum. Felagið fyri Market
Makers í Danmark, sum eru
teir sum stilla prísir á mark-
naðinum, avgjørdu í gjár, at
teir bert vilja stilla prísir í
heilt fáum pappírum frá 22.
desember fram til einaferð
fyrst í januar. Vit kunnu tí
rokna við, at virksemið fer
heilt úr marknaðinum í
næstu viku.
Gongdin hesa seinastu
vikuna hevur havt við sær.
at 10-åra danska statsláns-
brævið - 6% st. lán 2009 -
kl. 12 í dag kostaði 104,75
móti 104,51 fyri viku síðan.
2-ára statslánsbrævið - 4%
Stgb 2001 - kostaði 99,73
móti 99,75 fyri viku síðan.
Tað føroyska lánsbrævið -
4,125% FRL 2000 - kostaði
99,75, sum svarar til eina
effektiva rentu á 4,39%.
Á nm »
Gera tað ósjón-
liga sjonligt
Fyri viku síðani gav rúsdrekka- og narkotikaráðið út bók
um rúsdrekkamisnýtslu, trupulleikar av hesum og hjálp í
samband við trupulleikarnar
JÁKUP MORK
Fríggjadagin í farnu viku
varð bókin >Tann ósjonligi
fílurin< givin út. Tað er rús-
drekka- og narkotiakráðið,
sum stendur fyri útgávuni,
og snýr bókin seg um teir
trupulleikar, sum standasta
av ovurnýtslu av rúsdrekka.
Tó so, bókin er ikki bara
ein peikifingur, sum sigur
frá, hvørji tekini kunnu
vera, tá ein starvsfelagið,
familjulimur ella onkur tridi
hevur rúsdrekkatrupulleik-
ar.
Í stóran mun verður eisini
greitt frá, hvørjir møguleik-
arnir eru, til tess at hjálpa
misnýtaranum, soleiðis at
hesin kann fáa hjálp til at
koma burtur úr truplu stød-
uni.
Løgfrødingur
Tað er danin, Jørgen F. Nis-
sen, 10 hevur skrivað bók-
ina. Jørgen er løgfrødingur,
og seinastu mongu árini
hevur hann fingist við ráð-
geving í samband við rús-
drekkamisnýtslu. Ráðgev-
ing hansara fevnir um bæði
húski og arbeiðspláss, og
hevur hann eisini í samband
við starv sítt givið út fleiri
bøkur, harav »Tann ósjón-
ligi filurin« er hin fyrsta.
Bóking greiðir á bersøgn-
an hátt frá, hvussu álvars-
ligir rúsdrekkatrupulleikar-
nir kunnu verða, eins og hon
greiðir frá gongdini, tá ein
persónur verður bundin at
rúsdrekka.
Sera beinrakin
Tað at málburðurin í bókini
er somikið bersøgin, ger
eisini sítt til, at bókin gerst
sera beinrakin. Lítið og
einki uttanumtos er, soleiðis
at í hvørjum parti verður
farið beinleiðis til kjarnuna
í málinum.
Lesarin situr tí ongantíð
við teirri fatan, at talan er
um eina skaldsøgu av ein-
hvørjum slag, soleiðis sum
ofta er, tá farið verður ov
nógv uttan um evnið.
Hetta ger eisini, at bókin
er eitt sera hent amboð hjá
teimum, sum hava trupul-
leikan nær at sær. Partarnir
eru stuttir og greiðir, og er
tí sera lætt at finna runt í
bókini, um so er, at lesarin
skal leita aftur á eitt ávíst
petti í bókini.
Eisini skal týðarin, Júst-
inus L. Eidesgaard, hava rós
fyri, at bókin er týdd á slík-
an hátt, at hon er sera lætt
skiljandi hjá lesaranum.
Samanumtikið ein bók,
sum er sera hjá øllum teim-
um, sum á einhvønn hátt
hava rúsdrekkatrupulleikar
nær at kroppinum í gerand-
isdegnum, eins og hetta er
ein góð bók hjá teimum,
sum bert vilja ogna sær
meira vitan um evnið.
; tf ; øl
Vert at nyta pening til
Pål Weihe, formaður í Rús-
drekka- = narkotaráðnum
(RÆN) sigur, at RÆN hevur
til uppgávu at upplýsa og
geva út hent tilfar um mis-
nýtslu av ymsum slag.
Eftir teirra fatan, er her
talan um eina henta, sum á
ein beinraknan og lætt skilj-
andi hátt viðgerð teir trup-
ulleikar, sum ofta standast
av rúsdrekkamisnýtslu, eins
og hon eisini viðgerð spurn-
ingin um ymsar viðgerðar-
hættir.
Pál Weihe leggur afturat,
at henda bók ikki skal skilj-
ast soleiðis, at RÆN hevur
eina ávísa ideologiska á-
skoðan á rúsdrekkatrpul-
leikar, t.d. um hverjar við-
gerdarhættir høvundurin
nevnir í bókini. Bókin er
stutt sagt givin út, tí RÆN
metti, at hetta var nakað,
sum var vert at nýta pening
til.
Bókin kostar 150 kr., og
er at fáa í bókabúðum kring
landið.
Enska pundið methøgt
Enska pundið setti fyrr í dag
nýtt met mótvegis evruni.
Nýggja metið varð sett, eftir
at nýggjastu tølim úr Eng-
landi vístu, at inflatiónin var
undir hámarkinum hjá Bank
of England, sum er 2,5 %.
Samstundis hevur vøksturin
ikki verið hægri enn tað
sama seinastu 3 árini, og tí
eru útlit fyri, at enska rentan
hækkar komandi ár. Enska
pundið er síðani 4. januar í
ár hækkað 14 % mótvegis
donsku krónuni. Enska
pundið kundi í dag á mid-
degi keypast fyri 1198,21
móti 1178,08 fyri viku síð-
ani.
Japanski yennurin
Tankanfrágreiðingin hjá
Japanska Tjóðbankanum,
sum viðger framtíðarvón-
inirnar hjá størru japonsku
framleiðarunum, var al-
mannakunngjørd í gjár. Frå-
greiðingin visti, at framtíð-
arvónirnar eru bjartari, men
tó ikki heilt so bjartar, sum
marknaðurin hevði vónað.
Serliga er tað heimamarkn-
aðurin, sum ikki veksur eins
skjótt, og ynskiligt hevði
verið. Japanski yennurin
kundi í gjár á middegi keyp-
ast fyri 7,1614 móti 7,0280
fyri viku síðani.
x%
Teir tóku I
- førovingar í Grønlandi
Jógvan Arge hevur givið út enn eina bók í rødini Teir tóku land. Hendan bókin
viðger fimtiårini og umrødur tey nógv vidkadu útróðrarrættindini, sum førovingar
fingu í Grønlandi i 1959
Foroyingar vóru í 1959 tvungnir at finna sær nýggjar inntøkumøguleikar Tað
eydnaðist væl, millum annað ti at tann danski vinnulivspolitikkurin í Grønlandi var
kollsigldur, og onkur skuldi avreiða til tey tómu flakavirkini hjá
Grønlandshandlinum
Bókin sigur eisini frá útróðrar-
monnunum og fiskimonnunum i
Foroyingahavnini og Ravnsoynni
foroyskum landsnámsmonnum í
Suðurgronlandi og bátaskipum á
sjálvum Kappanum
Sjómansheimið í Foroyingahavn-
ini varð flutt inn til Nordafar í
1956, og í 1959 varð sjómans-
heim bygt í Ravnsoynni
Í bókini er yvirlit yvir allar
útróðrarmenn og útróðrarbátar í
Føroyingahavnini og Ravnsoynni
tey slóðbrótandi árini frå 1949
til 1958
Teir tóku land á er stívar 200
síður og prýdd við 150 myndum
og kortum
Jógvan Arge