leygardagur 18. desember 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 18. desember 1999
tíðindablaðið
1000 tons kundu rakt bussin...
Um ein trailari við 18 tonsum av
laksi, sum koyrir við 60 km/t, rennur
frontalt saman við annað akfar, økist
vektin av laksinum upp um 1.000
tons. Tíbetur slapst undan so ógvus-
ligum avleiðingum á Sundi hósdagin
EIRIKUR LINDENSKOV
Seinnapartin hósdagin
hendi eitt ferðsluóhapp á
landsvegnum oman fyri
Sund, sum tíbetur ikki heyði
so ógvusligar avleiðingar
við sær.
Ein bussur hjá Bygdaleið-
um, sum var á veg norð-
ureftir fór á glid í brekkuni
oman móti Sundsverkinum,
samstundis sum ein trailari
við 18 tonsum av laksi kom
niðan brekkuna.
Arvakni førarin á trailar-
anum så, at bussførarin var
illa staddur og royndi tí at
koyra so langt út á vegjað-
aran, sum gjørligt, fyri ikki
stoyta frontalt saman við
bussin.
Kortini rakti bussurin
stýrhúsið á togaranum, sum
fór niðan av vegnum.
Bussurin fekk nakað av
skaða, eitt nú brotnaðu tveir
síðurrútar, og eitt av
ferðafólkunum fekk smærri
snuddir
Í teignum >út at koyra< í
Sosialinum fyrradagin
skrivaðu vit um vandan við
leysum lutum í bilunum -
og um, hvussu nógv vektin
økist á lutunum, um rent
verður frontalt saman við
annan bil.
Sum dómi varð m. a.
nevnt, at vektin á einum
hundi í bilinum, sum vigar
10 kilo, økist upp á 560 kilo,
um rent verður á vid 60 km/
t.
Fyri at finna út av, hvussu
nógv vektin økist, kunnu vit
falda vektina við umleið 56.
Nýta vit hendan umrokn-
ingarháttin - og rokna vit
við, at trailarin í hesum føri
koyrir við 60 km/t, síggja
vit, at tey 18 tonsini av laksi
nú viga 1008 tons, um rent
verður frontalt saman.
Nú skulu vit skunda okk-
um at siga, at vit ikki vita,
hvussu skjótt trailarin
koyrdi. Men mest loyvda
ferð er 60 - og tað var eisini
hetta talið, sum brúkt var í
greinin í hósdagsblaðnum.
Hetta sigur okkum kort-
ini, hvussu ómetaligan
skaða ein slíkur trailarin
Bæði bilur, vognur og laksur fingur stóran skaða, at
trailarin før niðan av vegnum.-Hóskvoóldið var stór kran
in hjá Tórshavnar Skipasmiðju og hjálpti til at fáa trail-
aran upp aftur á vegin
Myndir: Álvur Haraldsen og Jens Kristain Vang
kann gera, um illa vil til.
Hetta er sjálvandi eisini or-
søkin til, at mest loyvda
ferdin å trailarum er lægri
enn fyri persónbilar
kanska hetta dømid fær
onkran at skilja, hví trailarar
og aðrir tungir bilar ikki
skulu koyra so skjótt...
11
Rogva út á Orion
Klaksvíkingar hava altíð róð út. Nú kunnu teir fara á net-
café og rógva út á internetinum
DÁNJAL HØJGAARD
Her eru eingir stampar og
stykkir. Tíansheldur agn-
roykur og fiskimannatos.
Her eitur tað megahertz,
surfing, E-meyl og chat.
Um dagarnar lat upp ein
sokallað internetcafé í hand-
ilsmiðdeplinum í Klaksvík,
har Brandal plagdi at halda
til.
Í teimum ljósu og snoti-
ligu hølunum standa 12
teldur við internetsambandi,
sum norðoyingar og onnur
kunnu leiga fyri 45 krónur
um tíman. Tey, sum eru lim-
ir sleppa 10 krónur bíligari.
Hendan seinnapartin Sos-
ialurin var inni á gólvinum
var fullsett, og sagt verður
frá stórum áhuga.
- Tað hevur verið fult all-
atíðina, sigur eigarin Allan
Joensen, sum hevur møgu-
leika, at víðkað um netcaf-
éina, um tørvur verður á tí.
Seinnapartarnar er tað
skúlaungdómurin, sum situr
við knettaborðini. Um
kvøldarnar eru tað eisini til-
komin fólk, sum rógva út á
digitalan altjóða sjógv,
meðan útróðrarmennirnir
hinumegin fjørdin rigga til
at fara á Norðhavið.
Maskinurnar
við teimum óteljandi møguleikunum
Nýggj snið -serlig dygd
Kann brúkast bæði sum
lessari/krani og gaffiltrukkur
Vit ynskja |
vidskiftafdlki okkara |
eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár
Sosialurin - 311820
0. K. HEILSØLA & MASKINUR
430 Hvalvík - Tlf. 422394