Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 1999síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pr Nr. 242 - 18. desember 1999 tidindabladid Sjá 27 Figgjarkreppa í donskum fótbólti Fótbóltur: Ikki færri enn tíggju av 12 feløgum í donsku superliguni hava undirskot av rakstrinum og hjá summum teirra er trupulleikin so stórur, at tað kann gerast ein spurningur um lív ella deyð. Í hinum endanum skúma Brøndby og FCK róman, og við tí gerst munurin millum stóru og smáu feløgini uppaftur stórri BJARTUR NOLSØE UR ÅRHUS Nu superligain er farin i vetrar- stedg, verður millum áskoðarar tosað um hvor man gerast danskur meistari og hvørji feløg fara at flyta niður tá kappingin endar einaferð komandi vár. Millum persónar sum hava nógv meira við feløgini at gera enn áskoðarar, verður arbeitt hart við einum týdningarmiklum máli - nevniliga fíggjarligu gongdini. Flestu superligafeløgi ganga í móti einari strævnari tíð fíggjar- liga, og onki røkist fyri at gongdin fer at venda í bræði. Inntøkurnar eru stutt sagt ov lítlar til at fíggja núverandi prís- og lønarstødi á spælararunum. 10 av teimum 12 superligafel- øgunum koyra við undirskoti, og mugu útvega eyka inntøkur við at selja út av spælarahópinum. Hetta hjálpir teimum við at fíggja ein part av undirskotinum í ár. Feløg sum OB, AAB, Silkeb- org og Vejle koma øll út vi einum undirskoti uppå uml. 10 mi6. fyri 1999 um tad ikki eydnast teimum at selja nakrar spælarar, og harvið fáa skrásett nakrar inntøkur áðr- enn roknskaparárið gongur út. Lenirnar eru hækkaðar munandi Ein høvudsorsøk til at tað gongst so illa rakstrarliga eru tær hækk- aðu lønariitreidslurnar. Sum øll onnur feløg í Evropa gera superligafeløgini alt fyri at ogna sær góðar spælarar. Fyri at fáa fatur á hesum, mugu tey lokka við góðum kontraktum sum oft- ast vidføra høgar lønir. Av tí at spælarnir nu eru friir at fara hvar teir vilja tå såttmålin gongur úr (Bosman sakin), vilja teir ikki binda seg um hetta ikki er ein g60 kontrakt sum gevur pengar. Sått- målarnir eru ofta uppå fyra år, so endamålid er at tryggja seg væl so man ikki angrar tå eitt år er farið. Feløg sum hava góðar leikarar til rimuligar lønir føla press utt- anifrá. Vilja tey varðveita hesar spælarar, mugu tey fylgja við og geva núverandi spælarum betri treytir soleiðis, at spælarin ikki skal freistast av øðrum feløgum. Lønirnar eru í meðal hækkaðar við 30% síðsta árið. Midallønin er í løtuni uppá 473.000 rokna eftir øllum superligaspælarum sum hava sáttmála. Inntøkurnar fylgja ikki við Samstundis sum útreiðslurnar vaksa munandi klára inntøkurnar ikki at fylgja við. Tey feløgini, sum eru nidarliga á stigatalvuni, hava trupult at samlað áskoðarar tá góð úrslit ikki fåast til høldar. Hetta vidførir eis- ini, at trupult er at finna nýggjar sponsorar, tí hesir vilja helst hava avkast av sínum studli/iløgu. Tað fåa teir bert um feløgini hava ítróttarligt viðrák. Færru áskoðararnar og færri sponsorkrónur gera, at minni pengar eru at fáa nýggjar spælarar fyri. Harafturímóti er sum sagt ofta neyðugt at selja spælarar fyri at útvega inntøkur, sum kunnu bóta um vanliga raksturin. Av tí sama, er ringt at fáa úrslit, sum áskoðarar og sponsorar krevja fyri at stuðla. Altso ein skrúva uttan enda. Eftirspurningurin eftir partabrøvum minkandi Vánaligu úrslitini viðfóra eisini at partaeigarar - nýggir sum gamlir - ikki bjóða seg fram at keypa núverandi ella nýggj partabrøv. Tann óhepna gongdin í flestu børsnoteradu superligafeløgnum - eins og eftirspurningurin eftir nú- verandi partabrøvum - hevur við- ført, at kursurin á partabrøvum í miðal síðsta árið er minkaður við uml. 15 %. Umframt vánaligu gongdina ítróttarliga, meta serfrødingar inn- an fyri partabrøv, at ein onnur orsøk til kursfallið er, at eftir- spurningurin eftir partabrøvum í líttum fyritókum er minkandi. Flestu superligafeløg eru lítlar fyritøkur tá hugt verður eftir øllum fyritókum í Danmark. Haraftrat er sjálv vinnan blivin minni áhuga- verd síðstu tíðina. Væntandi áhugin frá partaeig- arum ger at tað manglar likvidi- tetur til dagliga raksturin, og eg- inpeningur at standa í móti við tá raksturin gevur hall. Hóast flestu feløgini koyra við undirskoti av vanligum rakstri, so eru nøkur sum klára seg. Brønd- by og FCK megna at fáa eitt rakstraravlop uttan at selja spælarar, umframt at hesi feløg eru sterk figgjarliga. Brøndby hevur sum kunnugt fyri stuttum keypt ikki minni enn 4 av bestu spælarunum í Skandinavia, og so- leiðis rættiliga gjørt seg út til kappingin byrjar aftur í vár. Munurin gerst stórri Reint fíggjarliga kann tað henda, at munurin millum tey sterkastu og veikastu feløgini gerst enn størri enn hann er i dag. Tað at nøkur feløg stinga seg burturúr figgjarliga vil eisini føra við sær, at hesi sum frá líður fara at gerast oddafeløg ítróttarliga. Brøndby er sidursvant og við nyggju innkeypunum fara teir utt- an iva at mynda toppin i donskum fótbólti nógv år fram. FCK vil eisini fyrr ella seinni fáa eitt ítrótt- arligt vidråk við ti figgjarliga grundarlagi sum har er til stadar. Um superligain kemur at verða mynda av hesum báðum felggun- um komandi árini ella um onnur megna at fylga við, er ilt at siga. Tað veldst um feløg sum AAB, AB og Silkeborg framvegis fáa útvega neyðugu inntøkurnar til at fíggja ein nøktandi spælarahóp. Í løtuni megna hesi feløg ikki at fáa raksturin at bera seg, og spurn- ingurin er hvussu longi feløgini kunnu halda fram við at satsa uppá sølu av spælarum. Tað krevur, at tað hvort ár er ein ávís tilgongd av spælarum frá egnum felag, ella at møguligt er at fáa fatur á spælarum uttanifrá, sum ikki eru alt ov dýrir. Neyvan fæst tó líka góður spælari í staðin fyri tann í er farin, um pengarnir ikki eru at keypa fyri. Framyvir kann væntast at fel- øgini leggja seg á eitt lønarstødi sum verður kent av hinum feløg- unum. Lønarmunurin sum verður ímillum sterku og veiku feløgini ger, at lættari verður hjá størru feløgum at lokka spælarar frá hin- um, tí spælararnir freistast av góðu lønunum. Gongdin vil ti ivaleyst halda fram, og munurin millum pening- asterku feløgini og restina kann gerast størri. Krav til eginpeningin DBU hevur tad krav, at eginpen- ingurin hjá einum superligafelagið skal verða minst 25% av samlaðu lønunum. Við ti undirskoti sum er vænt- andi fyri 1999, so vilja fleiri feløg nærkast hesum marki. T.d. væntar AGF eitt undirskot uppá 1,25 mió kr., og heldur tað, er eginpeningurin uml. 3 mió krónur. Tá eru teir komnir hartil, at kravið frå DBU ikki er uppfylt, og mugu beinanvegin gera eina ætlan um, hvussu teir skaffa pen- ing til at skjóta inn í felagið. AGF hevur á eykaaðalfundi av- gjørt eina ætlan um at útskriva nýggj B-partabrøv fyrst í komandi ári. Væntandi geva hesi partabrøv felagnum 20-30 mio. kr. at ar- beiða við, sum betrar likviditetin og ikki minst eginpeningin. Útreiðslurnar mugu tillagast inntøkunum Spurningurin er hvat kann gerast hjå einstøku feløgnum tå inntøk- urnar ikki eru til staðar til at varð- veita verandi stødi. Ein møguleiki er at spælararnir i felag fara nidur i løn. Hetta kann gerast trupult um ikki allir spæl- ararnir føla nakað fyri felagnum. Bestu spælararnir vilja alla tíðina hyggja seg um eftir betri umstød- um, og klárar felagið ikki at gjalda eina nøktandi løn, kann spælarin bert geva sína Onøgd til kennar. So standa onnur feløg á rað fyri at fáa fatur í spælaranum. Og tá er ringt at halda uppá henda um eitt gott tilboð kemur, tí pengun- um hevur seljandi felagið brúk fyri. Formaðurin í OB hevu stutt síð- an sagt, at hvorki spælarar ella feløgini eru áhuga i, at feløgini fara av knóranam ella mugu koyra við minimalum blussi. Hann rokn- ar tí við, at spælararnir fara at semjast um at halda aftur vi løn- arkróvum, ella beinleiðis fara nið- ur í løn fyri at steðga gongdini í lønunum. Men sum sagt kann hetta gerast trupult at fåa framt. Spælararnir mugu fara nidur i løn I Herfølge hava spælararnir tosa um júst hetta evni at fara niður í løn í felag. Ein annar møguleiki er, at ein høvudspartaeigari kann koma og spræna pengar inn. Men fyri at ein slikur partaeigar skal hava å- hugað, má grundarlag verða fyri at fyritøkan kann klára seg í fram- tíðini. Ofta kunnu trupulleikar tó Leikararn úr Brøndby fegnast um eitt mál. Uttanfyri vellin hava teir eisini orsek til at fegnast, tí saman við felagnum hjá Toda, FCK, er Brøndby einasta felag í donsku Sup- erliguni, sum gevur yvirskot, og, ikki minni, sum hevur ein líkinda eginpening. Hjá summum av hinum feløgunum í donsku fótbóltskappingini er stødan beinleiðis hættislig. AGF må og skal hava nyggjan kapital, annars sleppa teir ikki at halda fram i Superliguni standast av hesum. Partaeigarin fær nevndarsess og krevur at fel- agið verður styrt kommercielt, meðan aðrir i nevndini hugsa meir um tað ítróttarliga. Uppaftur ein møguleiki, sum havdur hevur verið á lofti, er, at skerja lønirnar hjá >minnu góðu< spælarunum. Samstundis skal løn- in setast upp hjá "teimum betru", og vónin er hervið at loysa fleiri trupulleikar samstundis. Teir týdn- ingarmestu spælararnar verða ver- andi, meðan teir »vanligu« ikki ríma, tí hesir ikki kunnu vænta betri kontrakt frá øðrum feløgum. Haraftrat verður hildið, at løn- arútreiðslur kunnu sparast við at fleiri fara niður í løn enn talið av teimum sum fáa lønarhækkan. Samanleggingar er ein møgu- leiki sum uttan iva fer at verða brúktur í framtíðini. Vit hava dómi sum FCK og FC Midjylland sum mugu sigast at hava eydnast væl. Vejle hevði fyri stuttum eisini tikið stig til eina samanlegging, men henda ætlan bleiv av ongum. Ein slík ætlan vidførir, at eitt stórri spælaragrundarlag er at byrja eitt nýtt felag við. Haraftrat verða útreiðslur spardar í umsit- ing, eins og lættari verður at fáa høvudssponsor og nýggjar parta- eigarar, tá ein slík ætlan ofta verð- ur hildin at vísa ein vilja frá lut- takandi pørtunum. Hvussu er og ikki so má okkurt gerast fyri at feløgini í framtíðini kunnu rekast sum fyritøkur við einum sunnum rakstri, og einum spætarahópi sum er nóg góður til at fáa úrslit. Tað kann hugsast at feløgini mugu lækka stødi fyri at fáa vent gongdini. Tí fáa feløgini uppbygt ein positivan rakstur, er grundar- lagið til staðar at útbyggja ein spælarahóp so hvort sum inntøk- urnar gerast stórri. Eitt felag sum vil nakað, fær lættari við at skaffa sponsorar og nýggjar partaeigarar tå partabrøv verða bjóða út. Hetta gevur størri inntøkur sum eru treytin fyri at fáa ítróttarligt viðrák. Og so koma áskoðararnar eisini við.