Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 21. desember 1999 Bókaummæli: Sára Tummasardóttir — ein tragisk og óhugnalig kvinnulagna Søgulig skaldsøga um kærleikans trongu karmar. Vit kunnu saman við rithøvundanum seta spurningin, hvór tað í grundini er, sum fremur brotsgerð í fórum sum hesum Kirsten Brix ummælir: Millum bekurnar, sum Mentunargrunnur Student- afelagsins gav út nú undan jólum er Suðar dýpið eyða, sum er næsta skaldsøgan hjá Bergtóru Hanusardóttur. Eftir permutekstinum at dóma hevur høvundurin sett sær fyri at geva einum av teimum mongu lagnunum, sum tingbøkurnar bara nevna við navni, hold og sál. Talan er um Sáru Tummasardóttur, sum á baksíðuni verður lýst sum ein „ung, vekur og lívshug- að kvinna“, víðari verður sagt: „Dramatiska livssøga hennara fer fram tíðliga í átjandu old og er hugvekj- andi eisini á okkara dog- um“. Søgugongdin Søgugongdin er i stuttum henda: tann unga Såra Tummasard6ttir verður gift við tí nakað eldra Jåkupi Niðri í Stovu, sum hon hittir á Glavsøku. Tey fáa fýra børn, tveir dreingir og tvi- burðargentur. Lívið í bygd- ini er strævið, fellisår eru, og Jákup noyðist at taka pant í jørdini fyri at koma undan. Men samanumtikið klára tey seg, tey eru ung og røsk, og tann ósjálv- søkni, hjartagóði hegnis- maðurin, smiðurin Sámal, mammubeiggi Jákup, er um tey bæði við ráð og dáð. Sára dupult revsad Men knappliga hendir van- lukkan. Jåkup gongur burtur á útróðri og Såra stendur einsamøll eftir við fýra smá- um børnum. Hon má lata sær lynda at geva tvíburð- argenturnar frá sær til fost- urs, vil hon ikki missa garð- in, og tað er sera ivinga- samt, um hon fer at klára sínar skyldur. Siðamisbrot á la 18. old Umleið eitt ár seinni kemur Andras, beiggi Jákup, sum hevur siglt úti, heim. Og tað vísir seg, at tey bæði, Sára og Andras, vóru blivin góð, longu tá ið hann var heima seinast, tað var, meðan Sára gekk við tí fyrsta barninum. Sum lógin var tå, søgan fer fram i fyrru helvt av 1700- talinum, var tad mett sum sidamisbrot, um tey bæði skuldu farið at liva saman. Hóast hon er einkja, kann hon ikki uttan víðari giftast við sváginum hjá sær. Sára og Andras — enn eitt svik? Hóast tey eru vitandi um vandan, liva tey undir somu lon, og tað gongur, sum tað má. Tey verða stevnd á vár- tingið fyri siðamisbrot, men verða í fyrsta umfari frí- kend, tí tey nokta seg sek i at vera annað enn sera góð vinfólk, og tí vitnini ikki eru nóg sannførandi. Men Såra er aftur við barn, og tá ið ikki ber til at dylja hetta longur, er eingin vegur aft- ur. Tey verða stevnd á Olav- søkutingid. Men náttina áðrenn øvrigheitin kemur eftir teimum, er Andras rýmdur. Hann skuldi fyri- reika burturferðina hjá teimum øllum, men einki frættist frá honum aftur, áðr- enn Sára verður tikin og førd til Havnar. Hon og vitni verða avhoyrd, men dóm- urin verður ikki feldur og Sára doyr sambært eftir mælinum í bókini í barn- ferð. Í eftirmælinum stendur eisini, at einki spurdist aftur til Andras Dánjalsson í Niðristovu, men í søguni verður róð uppundir, at hann hevur syrgt fyri at bjarga sær sjålvum, á blað- síðu 167 hugsar Sára undir dómsviðgerðini: ...Andras var ikki har, hann var rýmdur, og hvussu hon so royndi, slapst ikki undan tí sannleikanum heldur. Tað gongur sum ein reyð- ur tráður igjøgnum skald- søguna, EINS og I søgusavn- inum Loynigongir frå 1993, at høvudspers6nurin hevur alla verðina ímóti sær. Góðsku og kærleika finnur hon í ættini, heila og fría kennir hon seg tó onga- staðni sum í haganum. Forvitnisskapandi bygnaður Hvat bygnaðinum viðvíkur er skaldsøgan formad sum ein rammusøga. Í fyrsta kapitli hitta vit Såru, leidda av Skansanum å veg til sak- armálsviðgerðina í løgting- inum 6lavsøkumorgun. Síð- ani fara hendingarnar fram, ikki kronologiskt men aftur og fram í tíð, við nógvum afturlítandi brotum ella flash backs, til seinasta kapittulin, nr. 26, har vit venda aftur til løgtingsstov- una. Lesarin er sostatt frá byrjanini greiður yvir, hvørja lagnu Sára fær. At fråsøgan leypir aftur og fram er við til at skapa spenning, sum t.d. tá ið Sára longu tíðliga í bókini, í 4. kapitli, í sínum tonkum tíðindablaðið kemur við eini ábending um, at okkurt gongur fyri seg, sum Jákup einki veit um, og sum hevur við Andr as at gera. Lesarin verður eitt sindur ørkymladur, og forvitnið er vakt. Persónslýsing Persónarnir í skaldsøguni eru býttir sundur í tveir bólkar: tey, sum eru góð við Sáru og hennara, og tey sum eru ímóti. Lýsingin er rætt- iliga svørt-hvit. Høvuds- figgindin hjå Såru og Andr- asi er Annelena Joensdatter. Hon og Jákup vóru hálva- vegna trúlovað, áðrenn Sára kom inn í myndina. Men henni dámdi best at vera í embætismannaumhvørvinum í Havn, og Jákup var ektað- ur bygdamaður, so sam bandið teirra millum varð ongantíð vorðið veruleiki. Men hon ger Sáru til synd- abukk fyri sítt eftir øllum at dóma miseydnaða liv, og hon steðgar ikki. fyrr enn Sára stendur ákærd á tingi- num í vanda fyri at verða dømd til deyða. At tað er Sáru, hon vil hevna seg inn á og ikki siðamisbrotið sum so, sæst av, at hon roynir at fáa Andras at flýggja, áðr- enn ov seint er. Frásogufólkið í søguni er alvitandi og lýsir sostatt per- sónar og hendingar innan- og uttanífrá úr skiftandi sjónarhornum. Vandin við at brúka henda fråsøguhått- in er, at frásógufólkið lætt- liga kann koma at umboda eina åvisa åskodan heldur enn at vera uttanveltad. Og tad er eftir minum tykki hent í hesari søguni. Fråsøg- ufólkið er indignerad Sár- usa vegna. Uppgåvan hjå frásógufólkinum er at gera lesaran indigneraðan Sár- usa vegna. Annelena er tann negativa speglmyndin av Sáru. Men skal lesarin sannførast um, at Annelena rúmar kenslum so sterkum og oyðandi, at tær fáa hana at fara so vítt, má lýsingin hava meira tyngd. Søgan sum spegl Ein søgulig skaldsøga kann annadhvørt lýsa lív og lagnu hjå einum søguligum per- sóni við tí fyri eyga at siga nakað um tíðina og tær treytir, sum vóru galdandi, tá ið viðkomandi livdi. Ella hon kann vera ein viðmerk- ing til viðurskifti í nútíðini, men brúka tað søguliga per- spektivið sum eitt slag av masku. Sum nevnt vidger søgan sidamisbrot, soleidis sum hetta fyribrigdi varð tolkað tá á døgum. Avleiðingarnar fyri tey seku vóru ræðuligar, í nngasta fóri deyðarevsing Tó kennir lesarin skjótt á sær, at ætlanin við søguni ikki hevur verið at lýsa trup ulleikarnar rundan um hetta fyribrigdi tíðliga í 18. old sum so, tað hevði kravt stórri neyvleika í viðgerðini av bæði persónum og við- urskiftum annars. Kjarnan í skaldsøguni er harafturi- móti eitt evni, sum er tíðar- leyst, nevniliga sexualitetur Uttan samanbering mest vidgjørda evnid i heims- békmentunum, haldi eg, eg tor at siga. Kærleiki og sexualitetur Samfelagið í fyrru helvt av 1700-talinum var eitt stat- iskt, patriarkalskt bónda samfelag. Ættin var kjarnan, tann einstaki heyði sítt fasta. avmarkaða pláss. har var lit- ið rúm fyri individuellum ætlanum. Men menniskjan er ikki egnað at liva undir so trongum korum, hvorki tá ella idag. Vit kunnu td bara hugsa um vísur sum Ebbe Skammelsøn, Flóvin Bænadiktsson og nógv eldri tekstir bæði verðsligar og religiøsar við fyri at stað festa, at sexualiteturin, henda irrationella, anarkist- iska megin, til allar tíðir hevur bjóðað tí reglubundnu skipanini av Í skaldsøguni skilir Berg tóra millum kærleika og sexualitet, hóast hon ikki brúkar tað seinna orðið, og tað hevði helst eisini verið ein anakronisma. Såra livir í kærleika við Jákupi og við børnum sínum serliga, men tað er Andras, sum festir í tann sexuella neistan Aðalútsognin í søguni, sum hon letur tann trúgva og eygagóða Sámal siga, er eftir mínum tykki hendan * Eingin er rættiliga lika hugsi eg, men fleiri munnu innast inni vita, hvønn týdn- ing tað hevur fyri sálina at elska aðmr vegir, enn har tey eru noydd at liva Søgunnar mis- kunnarloysi Tað man vera ivasamt, um 11 hetta er ein tåtidar hugsun- arhåttur, heldur er tad ein roynd úr nútíðarperspektivi at skilja, hvat tað er, sum fær menniskjuna at vága sostala stigmatisering, ja sjálvt lívið fyri at fylgja sín- ari trá. Máttmiklari fólk enn neyðars Sára hava noyðst at lúta, tí tey elskaðu aðrar vegir, enn lýst varð fyri teimum. Eitt nú kunnu vit nevna Caroline Mathilde, drottning tann sinnisjúka Christian VII, sum fjórð- ingsøld seinni, í 1770'åru- num, varð fongslad, skild frá konginum og send í út- legd, tí hon hevði eitt intimt samband við Struensee, sum hon átti eina dóttur við Skaldsøgan hjá Bergtóru er ein roynd at vísa á, hvussu ómenniskjanslig og kryplandi ein samfelags skipan er, tå ið hon ikki tolir, at menniskjan fylgir sínum djúpastu, mest ektaðu kenslum (Ummælið varð lisið upp í Utvarpi Føroya 13.12.1999) THE DUBLINERS Aldarinnar konsert 8. januar 2000 Sølustødini eru hesi: Norðoyggjar: í høllini á Hálsi. Statoilstoðin í Klaksvík Kioskin hjá Ann Eysturoy Shellstoðin í Gotudali Statoilstoðin í Skálabotni Streymoy: Shellstødin i Vestmanna Kunningarstovan i Havn 3'arin i SMS Shellstødin å Sandi Shellstoðin á Tvøroyri Sandoy: Suðuroy: Shellstoðin á Bakka í Vagi Nólsoy: Matvorubúðin Alive Music Stuðla tiltakinum hava: Hestprent * Atlantic Airways * Foroya Bjór