Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 21. desember 1999 tíðindablaðið 13 e-mail: sveinurQsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Jákup verður í Herfølge Landsliðsmálverjin, sum neyvan hevur umstødur at fara til Spania við landsliðnum, skal verja málið hjá oddaliðnum í superliguni fram til á sumri í 2001 Herfølge eigur rættin til besta málverjan í superligu ni fram til á sumri í 2001. Hetta varð greitt mikudagin í síðstu viku, tá Jákup Mikk- elsen og Herfølge skrivaðu undir ein nyggjan såttmåla. Tíðarskeiðið, sum såttmålin fevnir um, er til å sumri i 2001. Tað vil við øðrum orðum siga, at eitt ár verður lagt aftur at sáttmálatíðar- skeiðnum, sum Jákup og Herfølge nú hava. Sambært ta avtaluna varð føroyski landsliðsmálverjin — leysur komandi summar. Treytirnar í samstarvinum millum Herfølge og Jákup Mikkelsen verða broyttar nú beinanvegin. Tað er eingin loyna, at upphæddirnar, sum Her følge rindar sínum spælar- um eru væl lægri, enn tær, sum bestu spælararnir í stóru feløgunum fáa, og tað hevur heldur ikki verið nøk- ur loyna, at Jákup Mikkel- sen hevur ikki verið serliga væl løntur. Jákup Mikkelsen, sum hósdagin í síðstu viku kom heim til Klaksvíkar í jólafrí, er væl nøgdur vid, at sátt- málaviðurskiftini komu upp á pláss nú, og hann dylur ikki, at hann er væl nøgdur vid sjålvan såttmålan. Hann vil ikki nakað um, siga hvørjar upphæddir talan er um, men hann váttar, at tá sammett verður við tað, ið higartil hevur verið gald- andi, so er talan um stóra øking í inntøkunum Eg eri væl nøgdur við, at tad eydnadist at gera ein eitt åra såttmåla. I fyrstu atløgu vildu teir i Herfølge ikki hoyra talan um bara at leingja såttmålan vid einum åri. Vit samråddust i fleiri vikur, og at enda góvu teir seg í hesum, og tað passar mær sera væl, sigur Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Jákup gongur í lærara- skúla samstundis, sum hann er yrkisspælari í Herfølge, og hann fer at royna at fáa útbúgvingina frá hondini, samstundis sum hann spælir fótbólt. Dreymurin er har Fyrr í heyst var Jákup Mikk- elsen í Leeds og royndar- vandi. Eingin sáttmáli kom burturúr, og tá Jákup kom aftur til Danmarkar duldi hann ikki, at víkan i Leeds hevði lagað seg ødrvisi, enn hann hevði roknað við Venjarin hjá oddaliðnum í eingilsku liguni hevði ikki stundir at fylgja venjingini hjá føroyska målverjanum, og Jåkup fekk heldur ikki høvi at visa sinar dygdir i nøkrum dysti. Royndirnar frå ti ferðini eru gagnligar. Nú veit eg, hvussu = avtalurnar skulu vera og hvussu tær íkki skulu vera, um eg skal av- stað aftur, og tað er í sær sjálvum gott. At Jákup Mikkelsen hev- ur bundið seg til Herfølge í eitt ár afturat ger, at útlendsk feløg skulu rinda meiri fyri hann, um talan skal verða um annan sáttmála komandi hálvt annað árið Jákup hevur bæði beini á jørdini. Nú snýr tað seg um arbeiðið i Herfølge og út- búgvingina í Haslev, men málverjin hevði ikki havt nakað ímóti at farið aðra staðni at spælt fótbólt Eg haldi ikki, at sáttmál in við Herfølge avmarkar møguleikarnar so nógv John Faxe Jensen hevur g60 sambond í altjóða fótbólts heiminum, og um tað eydn ast honum at finna fram til ein góðan keypara, so verð ur tað bæði Herfølge og mær at gagni, men hetta er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um dag og dagliga, sigur Jákup Mikkelsen, sum er 29 ára gamal, og tískil framvegis eigur fleiri góð ár á sum málverji Gevur avboð Jákup Mikkelsen hevur ikki tikið nakra endaliga avgerð men nógv bendir á, at hann verður noyddur at geva an boð til venjingarleguna hjá landsliðnum í Spania um mánaðarskiftið januar/februar Eg skal í praktikk á lær araskúlanum júst um sama mundið, sum landsliðið verður í Spania. Talan er um eitt sera týdningarmikið praktikktíðarskeið, og eg dugi illa at ímynda mær, at tað fer at bera til at flyta praktikkina, sigur Jákup Mikkelsen, sum kortini ikki enn hevur givið avboð ih Jåkup Mikkelsen hevur longt sær såttmålan vid Herfølge B71 hevur fingið danskan venjara Sandoyingar rokna við, at manningin verður umleið tann sama, sum hon var fram móti endanum á farna kappingarári Tá B71 1. februar fer undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár verður tað við 4 á F| á sg | Ivan Hristov år Rumenia, sum hevur verið venjari tey bæði seinastu árini, kemur nýggjum manni við róðrið. ikki aftur. Í staðin hava 28= sandoyingar gjørt avtalu við ein dana um at taka sær av venjingini. Talan er um 43 ára gamla Per Langvad úr Varde. Tað eru neyvan nógvir føroying- ar, sum hava hoyrt um henda mannin, og tað er ikki so undarligt. Hann hevur verið venjari í 13 ár, men talan hevur ikki verið um størv í fremstu rød. Hann B71 hevur gjørt nýggjan venjarasáttmála. Talan er um 43 ára gamla Per Langvad úr Varde hevur seriulið i landi. vant Jyl- Kennir umstødurnar Tad er eingin loyna, at um- støðurnar, sum fótbólturin hjá sandoyingum verður ríkin undir, eru serligar. Í undanfarna kappingarári royndu teir at venja fýra ferðir um vikuna. Tvær ferðir vandu teir á vellinum har suðuri, og tvær ferðir vandu teir á vellinum á Argjum. Helvtin av spælar- unum vandu á Sandoynni, og hinhelvtin vandi í høv- uðsstaðnum. Tá tað bar til, vandu allir saman, men tað var ikki so ofta. Umstødurnar eru so mikið serligar, at vit hava ikki hildið tað vera ráðiligt at fara undir samstarv við ein nýggjan venjara, uttan at hann bæði hevði hoyrt um og sæð umstødurnar. Ti bjóðaðu vit nýggja venjara- num at koma ein túr henda vegin, áðrenn avtalan varð undirskrivað. Per Langvard var í Føroyum fyrst í no- vember, og tað var eftir ta vitjanina, at vit gjørdu eina samstarvsavtalu fyri kom- andi ár, sigur Eli Hentze, sum umframt at vera álitið á vellinum eisini hevur yvir- skot til at vera skrivari i nevndini hjá B71. B71 fekk samband við nýggja venjaran fyrr í heyst Tá Eli Hentze saman við øðrum mitt í oktober var í Danmark á síðsta skeiðnum í elituvenjara útbúgvingini, hitti hann nýggja venjaran, og nú er sáttmálin undir skrivaður. Miðja hægri Sandoyingar megnaðu væl og virðiliga at varðveita plássið í bestu deildini fyrsta árið eftir at teir vóru fluttir upp aftur, og Eli Hentze heldur, at teir hava so mikið gott fólk. at teir eiga at miðja hægri enn bara at halda seg í bestu deildini At spæla fyri at yvirliva er í sær sjálvum einki mál Vit hava ikki gjørst skrivlig- ar avtalur, men tað sær út til, at vit fara at hava sama fólk- 10, sum vit høvdu i ár, og um tað eydnast at leggja venj- ingina væl til rættis, og um spælararnir eru sinnaðir at ofra tað, sum skal til, so hevði eg roknað við, at vit áttu at havt møguleikar at rokkið longri upp. enn vit gjørdu síðsta kappingarår, heldur veteranurin hjå B71 Sama manning Valdemar Nowisci er saman við familjuni í Póllandi og heldur jólafrí. Tað er av- gjørt, at málverjin saman við familjuni, sum nú rokna seg sjálvi og av sandoying- um verða roknaði sum oyggjafólk, koma aftur til Sands eftir ársskiftið. Venj- arin, Ivan Hristov, hevði síð- sta kappingarår landsmann- in Julian Florescu vid til Føroya. Venjarin kemur ikki aftur til Føroya, men avtala er gjørd vid stútta miðvall aran, at hann skal koma aft- ur Síðsta kappingarár royndu fleiri fremmandir spælarar, sum ikki høvdu fingið møguleikan í 1. deild, seg í B71, og tað eydnaðist væl Hans Jørgen Djurhuus fór í summarsteðginum aftur til barndómsfelagið, HB. með- an Jón Brekku. Peter Ritter og Bjørn Thorsteinsson spæla alt kappingarårid við B71 Bædi fremmandu spæl- ararnir og vit vóru sera væl nøgdir við samstarvid, og vit rokna vid og vóna, at tað fer at halda fram. Royndir visti, at tað eru spæl Aar, sum ikki sleppa framat aðra staðni, men sum væl kunnu standa um teir fáa møguleikan í 1. deild, og tað kundi kanska givið onkrum øðrum blóð upp á tonna heldur Eli Hentze. sum kort ini ikki vil koma meiri inn á. um teir arbeiða við øðrum møguleikum fyri styrki. ih seg,