týsdagur 21. desember 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 21. desember 1999
tíðindablaðið
1
5
4
ÍF var eingin fording fyri meistarabodid ur Klaksvik, sum vann ein greidan sigur.
Mynd: Simun å Høvdanum
Einki at gera hjá ÍF
Flogbóltur: Mjølnir vísir ferð eftir ferð, at tær eru einasta veruliga boðið upp
á eitt meistaralið. Um vikuskiftið fekk ÍF tað at kenna
SVEINUR TRÓNDARSON
Mjølnir-ÍF 2-0
Mjølnir hevði leygardagin
vitjan av IF úr Fuglafirði,
og ikki kann sigast annað
enn, at dysturin endaði við
tí úrslitið sum væntað var
frammanundan.
Mjølnir vann nevniliga
ein greiðan 2-0 sigur, og
setti enn einferð eina tjúkka
striku undir teirra málsetn-
ing um at gerast meistari
triðja árið á rað.
At tær meina tað er eingin
sum helst ivi um, og í
grundini kunnu tey flestu
skriva undir upp á, at tær
eru einasta veruliga boðið
upp á ein >nýggjan< meist-
ara.
Spælid, sum Mijølnir,
leggur fyri dagin er å einum
heilt ødrum stigi enn tad,
megnad, og ssum oftast sær
út til at vera ov lætt.
ÍF kemur spakuliga
Hóast IF tapti móti Mjølnir
er eingin orsøk at siga, at
tað gongur illa.
Tær hava verið væl við í
nógvum dystum í ár, og hó-
ast byrjanin var tung, so
hevur hilnast rættuliga væl.
Spælið hjá IF er merkt av
at nógvir spælarar mangla
royndirnar í hægru deild-
unum, og tá er gott av hava
leikarar, sum Helen á Lakj-
uni og Randi Larsen at dúva
upp á.
Hinvegin er tað trupult at
sammeta við Marjuna Kal-
sø, sum stórt sæð hevur
spælt flogbólt, alt tað fólk
vita um at siga í Klaksvík.
Hon er ein ófatuligur
stuðul hjá teimum yngru,
har Tina Jacobsen til tíðir
klárar seg serliga væl.
Nú kappingin fer í jólafrí,
og stigini vera býtt í helvt
er Mjølnir trý stig framm-
anfyri hini tá farið verður
undir kappingina aftur eftir
jól,
IF fær aftur samband við
hini liðini nú stigini verða
býtt í helvt, men um tað er
nóg mikið til at tær skulu
enda hægri á stigatalvuni er
ilt at siga.
Dráttur vann á Fleyr
Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Drátti hava seinastu vikurnar bitið rættuliga frá
sær. Sunnudagin vunnu tær á Fleyr
SVEINUR TRÓNDARSON
Dráttur-Fleyr 2-0
Tvey av feløgunum i
kvinnudeildini, sum ikki
rættuliga hava fingið fótin
fastan í oddinum eru Dráttur
og Fleyr. Tey skiftast um at
vinna og tapa, og tað ger, at
tað ikki er møguligt at savna
nóg nógv stig til veruliga at
blanda seg í oddastríðið í
kappingini.
Um vikuskiftið hittust lið-
ini bæði í Vágum, og tann
dysturin endaði við, at
Dráttur dróg longra stráðið.
Við sigrinum hava vága-
genturnar lagt Fleyr aftur
um seg í kappingini, og hó-
ast stigini vera býtt í helvt
nú, er tað ein góð byrjan av
hava eitt stig við sær meiri
enn tað liðið ein kappast
mest við.
Tað er serliga seinastu
tvær vikurnar, at tað hevur
hilnast serliga væl hjá
Drátti.
Tær hava fingið sigrar til
høldar móti IF og móti
Fleyr, og tað hevur givið
teimum eina góða útgangs-
stóðu til seinnu hálvu.
Hjá Fleyr gongur enn ov
nógv upp og niður.
Vit hava fyrr víst á onkran
leikaramiss, sum eina av
høvudsorsøkunum, men við
tað at annar leikari er komin
aftur skuldi hetta verið javn-
að, men sum vera mann
tekur tað tíð, at fáa spælt
liðið saman av nýggjum.
Hvussu tað fer at hilnast
tá til stykkis kemur er tó ilt
at siga, men vit kunnu tó
trygt staðfesta, at hvorki
Dráttur ella Fleyr vera
meistarar í ár.
Til tað er spælið ov Ostød-
ugt hjá báðum liðum!
SI PFSKIPAFELAGIÐ
14
Líka mikið hvussu nógv Fleyr togdi seg, var Dráttur
ro ROYA R
sv SE
omaná, eins og Mjølnr var tað á hesi myndini
Alt er við tað
gamla
Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Mjølni
hava teknað hald upp á meistara-
heitið, sum tær hava vunnið tvey
tey seinastu árini
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað hevur stórt sæð verið
líka lítil spenningur í
kappingini hjá kvinnun-
um, sum hjá monnunum.
Mjølnir hevur vunnið
allar dystirnar uttan tann
fyrsta móti TB, meðan
hini liðini hava vunnið og
tapt hvørt um annað.
Tey hava á tann hátt
gjórt munin upp til
Mjølnir uppaftur stórri
enn neyðugt, um vit
kunnu siga tað so.
Mjeinir er best fyri
Tað er eingin loyna, at
Mjølnir er tað liðið í
deildini, sum er best fyri.
Tær hava varðveitt meg-
inpartin av fólkinum, sum
spældi við í fjør, og tað
er ein av høvudsorsøkun-
um til støðuga spæli.
Harafturat tykist eisini
sum Mjølnir er einasta
liðið, sum hevur neyðuga
dirvi, tá tað kemur til at
satsa í spælinum.
Einki er at ivast i, at
frágreiðingin er, at tað
júst er tí, at spælararnir
hava spælt leingi saman.
Tá kappingarárið byrjaði
var tað TB, sum skuldi
taka tyngsta takið.
TB hevði í fjør trý lið í
teimum báðum ovastu
deildunum, men nú er
bert tað eina.
Tíbetru fyri tvoráfólk,
hevur tað eydnast teim-
um, at finna aftur á beint,
og so løgið tað ljóðar, eru
TB á øðrum plássi nú far-
ið verður í jólafrí.
Kortini er tað heilt burt-
urvið at væntað at tvørå-
gentur fara at gera nakað
sum helst við Mjølnir,
sum tískil stevnir trygt og
beint ímóti meistara-
heitinum.
Dráttur
skinklar minni
Tað hevur ongantíð eydn-
ast vágakvinnum at vinna |
nakað stórvegis.
Spælið hevur verið ov
svingandi til at kunna hála
meistaraheitið til Vág-
oynna, men onkuntíð hev-
ur eydnast at gera okkurt
gott úrslit.
Spælið er ikki stórt
ødrvisi enn tað var í fjør,
og tað merkir, at tað er ov
óvist við úrslitunum til at
fáa tað stóra burturúr.
Hinvegin kann liðið,
um tað tekur seg saman
fáa nógv av skafti, men
tað krevur eisini dirvið,
sum vit enn ikki hava sæð
frá Vágaliðnum.
Fleyr fánaði burtur
Hjá Fleyr fánaði spælið
heilt burtur sammett við
tað, sum ætlanin fyri árið
segði.
Illa hevur hilnast og tað
er keðiligt, men serliga
keðiligt er tað, tá spæl-
ararnir ikki vísa neyðuga
andan.
Hetta kann rættast upp
á og tað er at vóna fyri
tær at so verður.
ÍF er aftast, men tær
skulu í hvussu er hava við
sær, at tær berjast um bólt- |
arnar. Urslitini eru ikki |
altíð komin teirra veg, |
men tað kann fara at
koma.
Enn ein ósigur
til Fleyr b
Flogbóltur: ÍF fekk tey bæði stig-
ini teir áttur frá Fleyr b
SVEINUR TRÓNDARSON
Fleyr b-ÍF 2-0
Tað hevur, milt sagt, verið
eitt stak vánaligt ár fyri
Fleyr b.
Ikki nóg mikið við, at
teir hava tapt allar dystir-
nar, men meginparturin
av manningini er farin av
Um vikuskiftið heyði
Fleyr b vitjan av ÍF og
skuldu ungu havnar-
hóming um stig, so var
hetta dysturin.
Men tað var av ongum.
IF vann ruddiligan sig-
ur, og tað hevur eftir øll-
um at dóma tað við sær, |
at ÍF verður verandi í |
bestu deildini tá árið kem- |
ur at enda. Og tað er ikki |
atgrátaum. —
Greiðir sigur IF's vísir
eisini at FBF, sum nevnt
um tvey lid år sama felag
i somu deild upp til vid-
gerå, ti hetta ber ikki til.