Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 22. desember 1999 tíðindablaðið 11 2065 parta- eigarar i At- lants Kol- vetni Føroyska oljufelagið fyrireikar seg nú til 1. útbjóðping á landsgrunninum saman við hinum fýra felógunum í samtakinum. JAN MÚLLER Nú endaliga er gjørt upp eftir nýtekning av parta- bróvum í føroyska oljufel- agnum Atlants Kolvetni er úrslitið, at 2065 partaeigarar eru í felagnum. Tað vísti seg at vera stórur áhugi fyri seinastu partafelagstekning- ini í heyst. Tá teknaðu 1230 partaeigarar tilsamans 17,4 mill. kr. í nýggjum parta- peningi, soleiðis at samlaði partapeningurin í dag er uppá 46.2 mill. kr. Vilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur, at teir eru væl nøgdir við úrslitið. Ikki minst tí at tað eru rættiliga mong fólk umframt smærri og stórri virki, sum hava sett pengar í felagið. Eisini er tað at fegnast um, at talan er um fólk alla staðni í Føroyum. Atlants Kolvetni er partur av oljusamtakinum The Faroese Partnership saman vid Amerada Hess, Norsk Hyrdo, Dong og Lasmo. Felagið luttekur virkið i teimum fyrireikingum, sum verða gjørdar undan 1. útbjóðing. Stjórin í felagn- um luttekur á fundum í teimum ymsu arbeiðsbólk- unum, sum hava við Før- oyaøkid at gera - á jøvnum føti við umboðini úr hinum feløgunum. Vilhelm Petersen sigur annars, at teirra íkast til bólkin eru serstøku før- oysku viðurskiftini, sum greinarnar 10 og 11 í Kol- vetnislógini fevna um. Her er talan um, at vørur og tænastur skulu um føroysk- an keikant og annars um luttøkuna hjå føroyingum i arbeidinum, tå oljuvirksemi tekur seg upp. Frá fundinum í The Faroese Partnership fyri eini tíð síðani, tá tað varð kunngjørt, at Atlants Kolvetni varð vorðin partur av samtakinum. Tað var Poul Mohr. nevndarlimur í Atlants Kolvetni, sum á altjóða oljumessuni í Aberdeen í heyst boðaði frá, at felagið fór undir nýggja partafelagstekning. á FØROYAR Kenneth Nadolny, stjøri i Anadarko fyri altjøda leiting her saman vid Richard Hook, sum stendur á odda fyri leitingini á Atlantsmótinum á skrivstovuni hjá Saga í Havn Ræða ikki JAN MÚLLER Nú um dagarnar vitjaði ein av ovastu stjórunum hjá amerikanska oljufelagnum Anadarko i Føroyum i sam- bandi við, at tað nærkast komandi útbjóðing. Ana- darko, sum er í bólki saman við Total Fina og Saga, telist ikki millum tey heilt stóru oljufeløgini. Kortini er fe- lagið rættiliga virkið nógva staðni og er kent fyri høga tøkniliga stødi sitt í leiting. Kenneth Nadolny er stjóri fyri altjóða leiting hjá fel- agnum og heldur dagliga til í Houston í Texas, har høv- uðsskrivstovan hjá Ana- darko finst. Anadarko er eitt av teim- um størstu sjålvstødugu oljufeløgunum í USA við 1500 starvsfólkum. Felagið hevur funnið nógvar olju- keldur og er í dag sera virkið í Algeria, har tað er operatørur og hevur funnið nógva olju. Styrkin hjá felagnum er leiting, og tí sær felagið júst eitt nú økid sum Føroyar sum eina stóra avbjóðing. Hetta er fyrstu ferð, at Kenneth Nadolny vitjar i Føroyum. Nú tað nærkast 1. lisensrundu heldur hann eisini, at tað er rætt at vísa andlit og greiða føroyskum myndugleikum frá, hvat Anadarko stendur fyri og er ført fyri. -Vit halda, at før- oyska gkið er sera áhuga- vert og eitt heilt náttúrligt framhald av tí arbeiði, sum vit gera vestan fyri Hetland. Við okkara royndum aðra- staðni í heiminum halda vit, at tað finnast góðir møgu- leikar vid Føroyar. Kenneth Nadolny vil enn einki siga um, hvussu bólk- urin fer at síggja út í fram- tíðini, nú Norsk Hydro hevur keypt Saga, ið fram- vegis er operatørur í bólk- inum. Hann heldur tað enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu bólkurin fer at síggja út, sum fer at søkja um leitiloyvi. Leitingarstjórin í Ana- darko hevur sæð treytirnar fyri 1. útbjóðing og sigur, at tær ræða hann íkki. Vit spurdu hann, hverja viðmerking hann hevur til tosið um eitt alment før- oyskt oljufelag. Hann sigur, at hetta er nakað, sum før- oyingar sjálvir mugu taka eina avgerð um, men vísir samtíðis á, at eitt oljufelag, líka mikið hvat slag, hevur brúk fyri nógvum kapitali. -Tað eru annars nógvir mátar hjá einum oljulandi at fáa lut í inntøkunum. Eitt alment oljufelag er ein máti, royalty og serskattur er ein annar men hetta er nakað føroyingar mugu gera av. Kenneth Nadolny dylur ikki fyri, at hann sjálvur er sera bjartskygdur viðvíkj- andi ti føroyska økinum. Teir hava arbeitt vestan fyri Hetland i fleiri år og eru fegnir um tad teir siggja har. - Vit eru eisini sera glaðir fyri at arbeiða saman við Saga og Total á øllum At- ltantsmótinum. Men hann vidgongur, at hetta er eitt frontierøki, sum vågiligt. Kenneth Nadolny sigur, at teir ætla at fara undir boring å føroyskum øki so skjótt teir hava gjørt tær írestandi kanningarnar. Hann roknar við, at teir hava ein boripall kláran til ár er sera 2001. Teir ætla annars at fara undir at bora ein brunn í bretskum øki í næsta ár. - Vit eru sera fegnir um at hava Saga við í bólkinum og vóna, at Saga framhald- andi verður við. Vit halda. at vit eru sera væl umboð- aðir í Føroyum við Saga sum operatøri og gjøgnum skrivstovuna å Bryggju- bakka. Leitingastjóri hjá Ana- darko á Atlantsmótinum er Richard Hook. Hann er jardfrødingur og dylur ikki fyri, at hann er spentur um komandi leitingina vid Før- oyar. Hann visir å, at Ana- darko metir Føroyaøkid sum eina nýggja rok, sum er verd at vága nakað í. Teir leita eftir rókum av slíkum slag ymsa staðni í verðini -We are small, but we are strong - og eru sera væl fyri tøkniliga. Og vit síggja Før- oyaøkid sum sera vælegnað og hóskandi til at brúka júst okkara ekspertisu Setið dám á nygøjårs- haldið í grannalagnum, * "| býlinginum ella bygdini við stórum fýrverkaríi. | Vit hava fýrverkari- loysnir á goymslu úr | kr. 1.000,- og uppeftir. | þ/ Thomas Dam | á Hálsi <IOholesale |(Avmarkað nogd á goymslu) |