Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 22. desember 1999 tíðindablaðið Slå 15 Tad ber væl til at gera sangir å føroyskum -Málið er øgiliga ríkt, ti vit eiga so nógv ymisk orð fyri tað bert verða undanførslur hjá teimum; sum siga, at t foroyskum. Jákup Mørk Hetta heldur Signar í Homrum, sum flestu okkara munnu kenna frá bólk inum, Kjølum, har hann hevur sungið og spælt guitar í fleiri ár. I løtuni býr Signar i Svøriki, har hann just hevur fingid starv sum kassaleidari a B&W Stormarknad i Gøteborg. Yngd hevur hitt Signar í telefon- ini, og úrslitið av samrøduni sæst nidanfyri. Hvat gjørdi tú, áðrenn tú fórt at fáast við tónleik, ella hevur tú altíð fingist við hetta? »Tå eg gekk í barnaskúlanum spældi eg hond- bolt, men tað vardi ikki so leingi, og harumframt var eg ongantid serliga dugnaligur i hesum. Guitarspæli byrjaði so, meðan eg dekk í øðrum ella triðja flokki, tá bæði Jens Marner og eg byrjaðu at ganga til quitarund- irvísing. Síðani hev- ur hetta so útviklað seg harfrå.« Nær byrjadu tit i Kjølum fyrstu ferð at spæla saman? > Tað vit vóru eini 14-15 gamlir. Tað var soleiðis, at Jens Marner og nakrir aðrir kollfirð- ingar høvdu ein bOlk saman, og eg slapp so eisini at vera við teimum. Síðani hevur so nakað av útskifting verið, men seinastu 3 árini hevur mann- ingin alla tíðina ver- ið hin sama.« var tá um ára Tú hevur skrivað rættuliga nógv sjálvur, metir tú hetta sum eitt ta- lent, ella er talan meira um hart ar- beiði? „Ja, vit hava alla tíðina lagt okkum eftir at gera okkara egna tilfar, og higartil hev- ur hetta so eydnast. Talan er ivaleyst um eina blanding av ta- lenti og arbeiði, men tú kanst á ong- an hátt tvinga nakað fram, um lagið ikki er hitt rætta. Vihvørt sita vit so og klimpra, og so tekur tað kanska 5- 10 minuttir, so er melodiurin heima. Eftir hetta skal lagið tó arrangerast, og hetta kann gott taka nakað av tíð. Sjálvur skrivi eg meginpart- in av tekstunum, og síðani eru vit felags um at fáa alt at rigga sum eina heild. Hetta er eisini tann størsti parturin av arbeidinum, og hev- ur tú sitið eitt heilt kvold við einum sangi, kemur man deyðatroyttur til hús, tá lagið er lið- ugt, men tað er ein góð kensla, um man er nøgdur við ar- beidi.« Fyrstu sangir tykk- ara vóru allir á før- oyskum, men á fløguni er alt á enskum, hví? „Hetta er eina mest av handilsligum áv- um. Vit eru allir sannførdir um, at tað er ein handils- vøra, sum vit fram- leida, men tå fara vit ongantíð somikið langt, at vit gera eitt lag, sum vit ikki tíma at spæla sjálvir. Tað verður ongantíð so- leiðis, at vit koma at spæla t.d. Barbie Girl, tí gott nokk vinna tey nógvan pening, men musi- kalska gleðin man vera so sum so. Føroyskt er annars eitt gott mál at skriva sangir á. Mál- ið er øgiliga ríkt, tí vit eiga so nógv ym- isk orð fyri somu ting, so eg haldi tað bert verða undanførslur hjá teimum, sum siga, at tað ikki ber til at yrkja á føroysk- um. Kanska er tað heldur soleiðis, at vit eru ov smæð- in, og tískil hava lættari við at syngja »I love you: ístaðin fyri >Eg elski teg«. Sjálvur haldi eg eitt nú útgávuna hjá Tangz vera av- bera góða, men tað besta, sum er skrivað á føroysk- um er ivaleyst fløg- an hjá fostufress- um, har Anker Eli hevur gjørt eitt fantastiskt ar- beidi. « i gerandisdegn- um hevur tå ann- ars lært til kram- bakall, er tad ein útbúgving. sum tú ert glaður fyri? "Ja, eg meti meg hava lært nógvar góðar eginleikar, sum eg eisini kann nýta aðrastaðni, og í hesum sam- bandi haldi eg meg hava lært ser- liga nógv frá læru- meistara mínum, Jaspuri Johanne- sen, og úti á Hand- ilsskúlanum, har Annfinnur Zachari- assen undirvísti okkum. Mær dámar eisini væl sjálvt yrkið, tí man kemur í sam- band við rættuliga nógv fólk, og í nýggja starvi mín- um eru eisini stór- ar avbjóingar. T.d. um ein kassi gong- ur fyri, tá eini átta fólk standa í bíði- rød. Tá eru góð ráð dýr, tí kapping- in millum handlar- nar her yviri er øgi- liga hørd, og hvør minuttir hevur tyd- ning fyri samlaða úrslitið. Hvussu ber tað til, at tú valdi at fara til Svørikis? >Tað var tí at Eydna fór at lesa, og harumframt hevði eg eisini sjálvur hug til at fara uttanlands. - Gert tú nakað við tónleikin, nú tú ert har yviri? »Eg havi ikki spælt við nøkrum orkestri, men hinvegin havi eg hugnad mær rættu- liga nógv. T.d. er ein svenskur quitarspæl- ari, sum eg havi vant eitt sindur saman við, men fyri tað mesta havi eg sitið heima og spælt. Tá eg sit- ið soleiðis, verður alt tikið upp, tí tað kundi jú hent seg, at okkurt lag ella onkur strofa kann nýtast onkra aðra tid.« Verða Kjølarnir aft- ur teir somu og eru fleiri útgávur á veg? , >Í løtuni royna vit at skapa okkum kontaktir utt- anlands, og eru vit allir samdir um at leita úteftir í framtíð- ini. Vit vóna eisini at kunna geva meira fløgur út, men hesar verða so ikki gjørdar við sólu í Føroyum fyri eyga, tí markn- aðurin er somikið lít- il. Tað er tó altíð stuttligt at spæla heima í Føroyum, men eftir hondini hava vit roynt tað mesta, og tískil hava vit onga gqularót at stremba eftir í fram- tíðini. Eg má tó eisini siga, at føroyskar úgávur verða stuðlaðar alt ov lítið. Tað kemur ikki upp á tal at lata einar 500.000 kr. í stuðli til eina útgávu uttanlands, men skal onkur langt burtur at lesa eitthvort, er eingin trupulleiki at lata viðkomandi 150.000 kr. í stuðli. Í Svøriki hava polit- ikarar valt at raðfesta ødrvisi, og i dag er tónleikur jú millum størstu utflutnings- vørurnar hjå svi- um. T.d. var Abba i sínari tíð fimta- størsta fyritøkan i landinum, og hetta sigur ikki so lítið. Annars er hug- burðurin hjá svium eitt sindur ødrvisi. Her hava oll loyvi til at vera nakað, og hetta sæst eisini aftur í altjóða avrik- um teirra. Teir eru frammalaga í so at siga ollum ítrótta- greinum, hava stór- ar bilverksmiðjur, framleiða flúgvarar, eiga eina av heims- ins størstu telefon- framleiðslum o.s.fr. Hevði hesin hug- burður eisini vald- að í Føroyum, høvdu vit ivaleyst komið longri, men her skal eingin sleppa at royna nakað nýtt. T.d. vóru tað mong, sum ilskaðust, tá fótbóltslandslið okkara fór at royna seg, tí hetta var óðamannaverk. Í dag munnu flestu føroyingar fegnast um hetta, tí tað var kanska ikki so galið kortini.- Hevur tú nøkur góð ráð til teirra, sum í dag royna at slåa ígjógnum við tónleikinum her heima? »Mimmm ja, tað tydningar- mesta er at fara igjøgnum alla myll- una, Soleidis at tit spæla so nógva staðni sum gjórligt. Hetta ger, at bólk- urin er betri saman- spældur, umframt at samanhaldið gerst nógv betri. Eisini hevur tað við sær, at fólk koma at kenna bólkin, og at tað tískil gerst eitt sindur lættari at marknadarføra eina fløgu.« somu ting, so eg haldi ad ikki ber til at yrkja å Navn: Signar i Homrum Føddur: 13/1-74 Giftur: Nei, men bugvid saman við Eydnu Poulsen og soni- num Fyrimynd: John Lennon Besti persónligi eginleiki: Øh, eg havi lært at kontrollera temparamentið Stórsti leiki: Mær dámar óluk- sáliga væl at fáa mær eina øl, og tað er ikki gott, tá man hevur tru- pulleikar við vekt- ini Besti matur: Ræst kjøt Besti Øl Best i sjónvarp- inum: Frazier Fritidaritriv: Tónleikur Størsta uppliv- ing: At siggja sonin koma til verðina Størsta brot: Alt sum man ætl- ar sær, men sum ikki eydnastt, er eitt vónbrot Størsta ynski: At kunna liva rím- uliga væl av tón- leiki veik- vón-