Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 1999síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 22. desember 1999 tíðindablaðið 31 Tær settu Føroyar á ln eee, heimskortið Tvær føroyskar svimjigentu skulu í eldin komandi heyst, tá farið verður undir paraolympiskur leikirnir í Sydney JÁKUP MORK ISB hevur fyri stuttum sent út tíðindaskriv, har greitt verður frá føroysku luttøkuni å paraolympisku leikunum í komandi ári. Síðani 1960 hava paraolym pisku leikirnir verið hildnir sama ár, sum olympisku leikirnir, og eru kapping arnar her eisini skornar eftir sama leisti, og byrjað verð ur beint eftir at seinasta skotið er latið fyri olymp isku leikunum. Føroyar luttóku á fyrsta sinni í 1984, tá leikirnir vórðu hildnir í Los Angeles, og síðani hetta, hava vit ver ið umboðað á hvørjum ári Hava gjørt vart við seg Ikki kann sigast annað enn, at føroyska luttakararnir hava verið sera góð umboð fyri Føroyar á teimum leik- Ester Gaard Hansen um, har tey hava luttikid. Flestu føroyingar munnu ivaleyst minnast tey avrik, sum Christina Næs, Katrin Johansen og Tóra við Keldu framdu, tá tær luttóku í svimjikappingunum á leik unum Heiðursmerkini nærum floymdu inn yvir okkum, og tað er neyvan at taka munn in ov fullan, tá sagt verður at avrik teirra munnu teljast millum størstu avrik, sum eru framd av ítróttarfólkum her á landi. Eisini gjørdu tær vart við seg uttan fyri paraolymp- isku leikirnar, og m.a. í HM hava tær eisini vunnið fleiri heiðursmerki, og m.a. eigur Katrin Johansen, sum er venjari hjá ISB, framvegis trý heimsmet, sum vórðu sett í 1995 Tvær svimjigentur Síðani Christina, Katrin og Téra gjørdu vart við seg í Vatninum, er eitt ættarliðs skifti farið fram á føroyska svimjilandsliðnum. Hetta hevur so eisini viðfort, at úr slitini seinnu árini ikki hava verið tey somu, sum vit næstan vóru vorðin von við, men nú kann av sonnum sigast, at ein glotti er fyri framman Heidi Andreasen av Eiði og Ester Gaard Hansen úr Havn, fara báðar at umboða Føroyar í Sydney, og hóast tær báðar bert eru 14 ára gamlar, so hava tær longu nú megnað at svomið undir kravtíðirnar, sum eru treytin fyri luttøku á leikunum Harumframt er eisini ein onnur treyt fyri luttøku, og er hon, at svimjararnir skulu vera millum 20 teir ovastu á styrkislistanum hjá ICP, og eisini hesum krøvum hava tær báðar rokkið. Nú skulu vit ivaleyst vera Heidi Andreasen varin við at leggja ov stórar vónir á ungu herðarnar hjá teimum báðum, men tað er ikki frítt, at vónirnar fyri framtíðina eru góðar Tær eru sum einans 14 ára gamlar, og hóast tær kanska ikki fara at standa ovast á sigursskamlinum í Sydney, so hava tær enn fleiri góð ár eftir í sær, og við miðvísari venjing er als ikki óhugsandi, at tær kunn u vera við til at seta sín dám á komandi kappingar. Líka mikið um hetta verður í OL . HM-, ella EM hopi Sum tey siga i ISB, so eru kanska líkindi fyri, at vit nú aftur hava nakrar gullfiskar í stoypiskeiðini Afturhvarv á Hálsi 2. jóladag verður hondbóltsdystur leiktur í Ítróttarhóllini á Hálsi, tå núverandi og fyrrverandi kyndilsleikarar fara at dystast JÁKUP MORK Seinni árini hevur veirð vanligt, at ein lítil kapping millum bestu mansliðini í Føroyum hevur veirð leikt um jóltíðir. Soleiðis verður tó ikki í år, og fyri at besta mansliðið skal fáa eitt sind ur av dystarvenjing, hevur Kyndil gjørt av at skipa fyri inum nýggjum tiltakið Gomlu kempurnar Falan verður nevnliga um ein dyst, har núverandi Kyndilsliðið skal leika móti fyrrverandi 1. liðsleikarum. Millum leikararnar á hes- um gamla liðið fara áskoð- ararnir m.a. at síggja nú- verandi venjarnarnar hjá Kyndli og StIF, Sophus Dahl Christiansen og Jónleif Sólsker. Harumfr- amt verður sjálvandi eisini høvi at síggja aðrar gamlar kempur so sum Hannis Wardum, Dia Midjord, Regin Jacobsen, Birgir Hansen, Kára Nielsen og aðrar Sum vera man, so eru fleiri av hesum leikarum helst farnir framvið tí, sum verður rópt besti hondbólts aldurin, men hinvegin er lít- ið at ivast i, at teknikkurin framvegis man vera f lagi, og sum kunnugt, so hava royndir altíð nógv at siga í itrótti. Kropsliga skuldi liðið eis- ini verið hampuliga væl fyr- i, og nakrir av leikarunum eru eisini framvegis virknir i fremstu rød innan føroy- skan manshondbólt, so teir ungu leikararnir skulu so avgjórt ikki vænta sær nakran lættan dyst verður yf pre gå Sjon fyri søgn Er tað soleiðis, at tú ikki veitst, hvat tú skalt gera 2 Jóladag, er bara at fara nið- an í høllina. Verður farið til gongu, er samstundis møg- uleiki fyri at fáa eitt sindur av yvirvektini burtur aftur. Dysturin verður leiktur sum vanligur dystur, t.v.s 2X30 minuttir, og byrjað verður klokkan 16.30. Klárt til Á Hondbóltur: Fyrradagin var lutur kastaður um, hvussu leikast skal í hålvfinalunum í steypakappingini hjá monnum og kvinnum JÁKUP MORK Lutur er nú kastaður um. hvussu leikast skal, tá fi- naluluttakararnir skulu finnast Stjórnan aftur til Havnar Hjá kvinnunum fall lut- akastið soleiðis: Neis- tin-VB og Kyndil- Stjórnan Dystirnir verða leiktir soleiðis, at fyrst nevnda liðið hevur heimavøll fyrst, og skal fyrra hålvfinalan leikast í seinasta lagi hin 16. januar, ímeðan seinna hålvfinalan skal leikast f seinasta lagi 30. januar Størsti spenningurin man helst vera um upp- gerðirnar millum Neistan og VB. Liðini hava leikt móti hvørjum øðrum tvær ferðir hig- artil í ár, og vann Neistin suðuri í Vági, meðan dysturin í Havn endaði við javnleiki. Sostatt er líkt til, at talan her verð ur um tvær javnar og spennandi uppgerðir. har einki er avgjort frammanundan Í hinum dystinum má Stjórnan metast at vera greiður favorittur. Leyg ardagin vundu tær burt ur úr tvífaldu føroya meistarunum úr Kyndli, og vid stødi i ti dyst inum må sigast, at Stjør- nan er greiður favorittur Litid er tå at ivast i, at kyndilskvinnurnar ætla sær at leikur skal fara ødrvisi hesu ferðina, so kanska verður eisini tal- an um tveir spennandi dystir í hesum báðum hålvfinalum. Klassikarin Hjá monnunum verða dystirnir hesir: StlF- Neistin og VIF-Kyndil Dagfesting v.m. er tann sama, sum er galdandi fyri kvinnudystirnar Talan er her um tey fýra ovastu liðini í bestu mansdeildini, og lítið er at ivast í, at talan her kann gerast um tvær ser a spennandi uppgerðir StIF og Neistin leiktu javnt í seinasta dystin- um sínamillum. og tað í sjálvum sær boðar frá. at Neistin nú er um at fáa liðið at rigga sum eina eind. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at basa føroya meistarunum av Strond- um Seinasti dysturin i klassikaranum millum Kyndil og VIF endaði somuleiðis við javnleik- i, so eisini her er líkt til. at dysturin er púrasta opin At talan har umframt er um stóra klassik ) í føroyskum hondbålti, har risarnir báðir hittast Tað er nevnliga stórri soleiðis, at líkamikið hvussu hesi lið eru fyri so geva leikararnir seg altíð 115%, tá hesin ne dystur stendur å skrånni Vit verda klokari Sum nevnt omanfyri, so kann tað í øllum fýra uppgerðunum gerast tal an um sera spennandi og tættar dystir, so eg fari ikki á nakran hátt at meta um, hvort av lið- unum fer at leika seg fram til sjálva finaluna. Latum okkum heldur bíða til januar mánaður er runnin, tí tá kunnu vit siga tykkum, hvørji lið verða fyrstu steypavinn- ararnir í nýggju øldini. Spennandi verður, tá risarnir i føroyskum hondbólti, Kyndil og VIF enn einaferð bresta saman Mynd: Álvur Haraldsen