hósdagur 23. desember 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 23. desember 1999
tíðindablaðið
Rúgvusmikið
verk um Føroyar
The New Millennium Series er heitið á båkaverkinum, sum
túsundáraskiftið verður givin út um øll limalond i ST
JOHN JOHANNESSEN
Neyvan man nakrantíð so
snotuligt og rúgvusmikið
verk um Føroyar vera kom
ið ut áður. Bókin, sum
World 2000 HP júst hevur
givið út um Føroyar, er part-
ur av einari verkætlan, ið er
stuðlað av ST. Verkætlanin
snýr seg um at geva út í bók
neyvar lýsingar av øllum
limalondunum í ST.
Bókin um Føroyar, ið er
prentað bæði á Føroyskum
og enskum, lýsir hvønn
krók í landinum. Tað er ikki
ein einasta bygd, ið ikki
verður nevnd. Harafturat
lýsir bókin føroyska søgu,
sidsøgu, mentan og vinnu-
lív.
Bundin uppgáva
Ola Jákup Rólantson hevur
staðið fyri ritstjórnini av
bókini um Føroyar. Hann
sigur, at talan hevur verið
eina rættuliga bundna upp-
gávu. Allar bøkurnar um
ymisku londini skulu nevni-
liga vera eins. Tær skulu
líkjast so nógv, at um sligið
verður upp á síðu 35 í bók-
ini um Rumenia, skat tú
kenna teg aftur å sidu 35 i
øroysku útgávuni.
Ritstjórin á bókini um
Føroyar vísir á, at munurin
á bókini um Føroyar og
»okunum um onnur stórri
ond er tann, at utgavan um
Føroyar lysir hvørja einastu
bygd í landinum, meðan
tetta ikki ber til í útgávun-
um um størru londini, tí har
er so nógv at fara um. Tí
eru tað ikki ávísar bygdir,
men ávísir landslutir, ið
verða lýstir í teimum bók-
unum.
Køn á økinum
Høvudsuppgåvan hjå Ola
Jåkupi Rólantssyni, sum rit-
stjóra, var at finna høvundar
til bókina. Ikki vóru nógvir
at velja í í hesum lítla landi-
num, men Ola Jákup royndi
at finna fólk við serkunn-
leika til ymisku evnini, ið
vidgjørd verða í bókini, og
eydnaðíst hetta honum av-
bera væl.
Søguliga partin hevur
Hans Jacob Debes, profess-
ari skrivað, kirkjusøguliga
partin hevur Hans Jacob
Joensen, bispur, skrivað,
partin um békmentasøgu
hevur Vår í Olastovu skriv-
að, Sigurd Poulsen, lands
bankastjóri, hevur skrivað
búskaparligu lýsingina,
Klæmint Veihe, SEV stjóri,
hevur skrivað um orkuveit-
ing og Olaf Olsen, reiðari,
hevur skrivað um vinnulív.
Harafturat eru handilsskúla-
næmingar eisini slopnir
framat at skriva part av bók-
ini. Tað er Kári Olsen, ið
hevur tikið sær av at savna
inn tilfar um bygdirnar.
Føroysk í odd og egg
Snotuliga og rúgvusmikla
verkið um Føroyar er før-
oyskt í odd og egg, hóast
bókin er prentað bæði á
Q Honda str. generatorar
í sambandi við
enskum og føroyskum.
Høvundarnir eru allir før-
oyskir somuleiðis, sum tær
mongu myndirnar, ið prýða
bókina eru tiknar av før-
oyskum myndamonnum -
og so eru tær harafturat eis-
ini nýggjar.
Lay out og repro er gjørt
hjá Repro Z í Havn.
Upplagið á bókini telur
10.000 bøkur. Tær verða
ikki seldar í bókabúðunum.
Aðrenn bókin kom út varð
gjørt av, at tey, ið ætladu sær
at keypa hana, skuldu
bíleggja hana frammanund-
an. Og tað eru tað nógv, ið
hava gjørt. Fleiri virki og
stovnar hava keypt bókina,
og er hon júst send teimum
Eisini hava nakrar av teim-
um smærru kommununum
valt at keypa bókina til allar
íbúgvar sínar, og verða tær
givnar í jóla- og nýggjárs-
gávu.
Snotuliga og rúgvusmikla bókin um Føroyar lýsir ger-
andisdagin hjá vanliga førovinginum eins væl, sum hon
eisini lýsir sógu, vinnu, mentan og búskap
Q Vognar til allar flutningsuppgå ri
Q Blandimaskinur
: Vit útvega allar antrepenarmaskinur“ > Trygdarútg er
2008 Pt Sn 8 a
Kaj Andreasen 8 Co
Sandvíkarhjalli « Tel. 315600 * Fax 318008
i