Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Friður á jorð, góður tokki og handlanna hátíð Oddagrein Fríður á jørå og i menniskjum góður tokki<. Hendan var heilsanin frá himalsku herskarunum, tå einglarnir fyri 2000 árum síðani boðaðu hirðunum frá, at heimsins frelsari var foddur. Gleðiboðskapurin og friðarheilsanin hava ljóðað kring kristna partin av heiminum síðani — og gerst hesin partur alsamt storri og storri. Jólini, við tí stóra friðarboðskapinum um góðan tokka millum menniskju, eru vorðin kend sum tann stóra, kristna friðarhátíðin. Men hava vit í Føroyum í veruleikanum jólafrið? Jú, í Feroyum er friðarligt. Vit hava eitt fólkaræðisligt samfelag, ið ikki er merkt av kriggi. Men friður er ikki bara friður frå kriggi og klandri. Friður er ró í sál og sinni, og hvor hevur tað, tá 24. desember er vorðin veru- leiki, og handlarnir steingja? Hvor einstakur kann í hesum føri svara fyri seg sjálvan, men staðfestast kann á hesum stað, at jólini í nútíðarinnar hand- ilsliga samfelag eru merkt av strongd. Krovini frá heystarslaktinam eru ikki meira enn komin at hanga í hjallinum, tá jólaligu handilslýsingarnar floyma yvir okkum. Børnini eru just farin í skúla aftur eftir heystfritidina, og eitt av tí fyrsta, tey takast við, er at klippa jólapynt. Nú skulu jólagávurnar keypast til børnini, hjúnarfelagan, familju og vinir. Men ein jolagava i 1999 er ikki bert ein jólagáva. Jólagávan má hóska til tíðarinnar rák. Er talan um klæði, mást tú minnast til at fylgja við, hvat merki er tað rætta løtuni, og tað sama er galdandi fyri aðrar gávur. Jólapríslistarnir skulu nærlesast, jólagáv- urnar skulu keypast, ovurstórar mongdir av mati skulu keypast, og húsini skulu sópast. Samstundis skulu bernini ansast og sjálvsagt skal arbeiðast fyri fødi og klæði. Hetta stríð heldur fram, til oll sita kring dogurðaborðið jólaaftan, og tá kemur meðin. Tí kunnu vit av røttum seta spurningin, um jólini framvegis verða hildin fyri boð- skapins skuld - ella um jólahátíðin er handlanna hátíð...? Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: ; Eirikur Lindenskov fara Prix Før- Marknaðardeild: Jan Muller Jonhard Hammer j .H Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dånjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hegni Mohr Niclas Johannesen Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn Álvur Haraldsen | Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720. — Sp/t Sosialurin | e-mail: post sosialurin.fo Bústaður: | Lýsingar: lysing &sosialurin fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Viðmerkingar: Jólahátíðin = stendur fyri framman, seenda vit hjúnini tey bestu ynski um eini gleð ilig jól og signin Guds yvir komandi ár. Arið, ið farið er. hevur víðkað um vinarskar an, so tað er ómøguligt at nåa til oll Bókin >Gatefolk og Fyr lysmennesker< kom út fyri síðstu jól, og mong vóru tey, ið keyptu. Her í Noreg er onnur útvgávan útseld. so nú er tíðin komin hjá okkum at takka ollum. Bókin er skriv að av bladkvinnuni, Hilde Dagfinrud Valen. Hon fylgdi við okkum í flieiri mánaðir, sum stravið var, tá ið åst60, men vit halda, at hon fekk væl burturúr. Her í Noreg hevur tað ført við sær, at fleiri hava sagt við okkum, at tey hava víðkað sjónarring teirra, og nú betur skilja trup ulleikarnar hjá teimum, ið falla vegna rúsandi evni Bókin hevur eisini ført við sær, at vit hava havt betri møguleikar at koma í sam band og havt ávirkan á myndugleikarnar og ymiskar samfelagsbólkar Vit takka eisini hjartaliga øllum, ið hava stuðlað ar beiðinum peningaliga. Tað, ið inn kom, varð fyribils sett á konto í Sparikassanum. Jólaheilsan úr Oslo Hesum stóð Sverri Djur t wwus fyri, so hjartans tøkk til tín, Sverri! Peningurin varð i summar sendur víðari Sum árini ganga, verður alskurin til fólkið og fødi- landið størri og stórri. Dag- liga biða vit góða Gud at signa okkara fødil: Føroyar. Njål og Erna Djurhuus Taxi å Kambsdali 2. jólakvóld oyar vinnara- rnir Taxi full- mannaðir aftur á pall eftir at hava ligið hálv- avegna í dvala síðani í heyst Kambsdalur verður staðurin, har ungdómurin og dansi- fróð fólk annars fara at leita sær 2. jolakvøld. Sum skilst so verður tað har, at einasta stóra dansitiltakið í oynni verður. Og til høvid hava fyrireik- ararnir fingið Prix Føroyar vinnararnar Taxi at spæla. Haraftrat fer Lena Anderssen at upptraðka sum gestur við nøkrum løgum. Hetta er eisini fyrstu fer í longri tíð, at Taxi vera full- mannaðir. Jón McBirnie hevur verið uttanlands í ar- beidsørindum síðani í heyst og Magnus Johann- essen hevur eisini verið í Danmark og spælt seinasta mánaðin. Kaj Johannesen og front- maðurin Kim Hansen hava spælt nakað til smærri til- tók við skiftandi manning seinastu tíðina. Skyldfólki, vinum og kenningum og øllum tykkum, ið á ymsan hátt gjørdu okkum silvurbrúdleypsdagin ógloymandi, takka vit hjartaliga. Gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Súsanna og Sigfríður