Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Ng SO SE Ætlanin hjå Fredrik og mær er at fara til Thailand og Hongkong komandi mánað, so tå fáa vit endiliga horisontin aftur at siggja. Allir utisetar her i Bhutan siga, at tað er vigtigt at koma vekk fra Bhutan vidhvørt, ti tað er eitt so litið samfelag. Allir bhutanesar ganga ílætnir í tjóðarbúna hvønn dag, og tað er sera flott at síggja. Eg ætli mær eisini at keypa ein, kanska fleiri. tílíkar búnar, tí fólkið her setir stóran prís upp á, at útlendingar ganga í teirra tjóðarbúna. = Katrin sigur, at kvinnubúnin er eisini sera heitur at ganga í um veturin, tí kjólin er lag oman á lag, og hann røkkur heilt niður til jørðina. Tað er verri hja monnunum, ti teir noyðast at hava ber knø. Buddistar Flestu bhutanesar eru buddhistar, uml. 70%, sum eisini er landsins religion. Tað er trúarfrælsi i Bhutan, men tað er tó ikki loyvt at sýna aðrar relegiónir fram. Haraftrat eru umleið 25% hinduistar, okkurt um fimm prosent eru muslimar og minni enn eitt prosent av íbúgvunum eru kristin. Eg havi í roynd og veru funnið eina lítla kristna sam- komu her i Thimphu, ið telur umleið fimtan fólk. Og hesi eru eitt bland av bhutanesum, bretum og ein- um føroyingi! Katrin sigur, at mentanin er sterkt ávirkað av buddhism- uni, bæði hvat viðvíkur fólki- num og fullveldinum hjá landinum Serliga torført er at fáa nakran at slakta ein oksa. Men tað er sum oftast ind- arar ella tibetanar sum taka sær av slaktinum. Katrin metir annars, at hetta er júst rætta tíðin at koma til áður so innilæsta landið. Men seinastu tíðina er hetta broyt. 2. juni í ár fingu bhuta- nesar atgongd til internetið og sjónvarp. Fyri 3 mánaðuum síðani opnaði fyrsta super- marknaðurin í Thimpu. So jú, her hendir nakað, sigur Katrin. Heitt úti — kalt inni Veðrið er gott her í Bhutan. Tá vit komu í september og inntil fyri einum mánaði sið- ani var tað gott veður við bak andi sól hvønn dag. Nú er vorðið nakað kaldari, serliga inni í húsinum og á kontór- inum, tí alt er so illa isolerad. Vit hava el-radiatorar stand- andi allastaðni. Heima við tíðindablaðið hús og á skrivstovuni hava vit tibetur eisini eina peis. Tað er so flott tá fjalla- topparnir verða hvítir, men just nu er ongin av teimum nærmastu kavaklæddir. Tað vera teir serliga aftan á at tað hevur regnað. Og tað er nakað síðani nu. I roynd og veru er luftin í r Á v Norðurbhutan sera turr, og skógareldur á hávetri er ikki óvanligt, sigur Katrin Fólkið í Bhutan er sera fitt og fyrikomandi, og tey hava lyndi til at hava sama humor sum vit. Men jólini sigur teimum altso onki. Men hetta steðg ar so ikki Katrini og Frede- 11 rikki at halda jól saman við norðurlendsku vinunum Og so vil eg sjálvsagt eisini ynskja ollum heima í Føroyum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár Eg gleði meg at síggja alla mína familju, vinir og kenn ingar aftur. Katrin sigur, at tey koma væntandi til Danmark og Svørikis komandi summar Og hvor veit, tað kann væl vera, at eg ikki klári at halda mær burturi frá For- ovum, tá vit eru so nær á leið