Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. desember 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 24. desember 1999 „Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sin, føddan av kvinnu, føddan undir lóg. « (Gal. 4,4) Adventstíðin er komin væl áleiðis, og vit fara nú í jólafrí. Sunnudagurin var hin fjóðri í rødini, og jólini koma sum eitt vikuskifti. Sum altíð fevnir jólafrítíðin um ársskiftið. Eitt gamalt ár fer, og í durunum stendur eitt nytt. 20 øldin er næstan runnin, og við spenn- ingi verður hugt inn í 21. old. Vit fara í jólafríð í 2. ártús- undi, og tá vit eftir nýggjár aftur fara til verka, ja, tá er triðja ártúsund byrjað. Nógv er gjørt burturúr hesum árskiftinum, og fólk hava fyri- reikað seg væl. Ymiskar hugs- jónir, krøv og áhugi. Tað er nakað serstakt at uppliva eitt túsundáraskifti, og eyðvitað er, at fá ættarlið fáa hendan møgu- leikan. Hjá teim flestu er tað so, at árskiftið kemur at líkjast und- anfarnu. Nýggjársveitslan verð- ur kanska nakað størri og dýr- ari, - men eisini hesa gleði lekir tíðin. Tá vit 3. januar koma aftur í skúla, fer ivaleyst alt at líkjast sær sjálvum. Tím- arnir i støddfrødi og latínskum máli telja við sama lag 45 min. Og tíðin fer at ganga líkaso skjótt ella seint, alt eftir hvussu væl vit eru uppløgd. Læru- greinarnar líkjast sær sjálvum, og vit hava torført við at fáa yga á nakra broyting. Sjálv- andi, um nú teldurnar brenna saman, ja so verða vit eftir eini løtu sett um ikki túsund år so eina old aftur í tíðina. Í hesum áhugaverda árs- skiftinum kundu vit hugleitt eitt sindur um, hvat tíðin í roynd og veru er. Bæði heims- spekingar, gudfrødingar, rit- høvundar og so mong onnur hava grundað yvir hendan spurning: Hvat er tíðin og hvussu sær hon út. A hesum sinni valdi eg at fara fram við gørðunum og nevna Barnabókaklubban hjá Føroya Lærarafelag. Í 1987 kom út bókin við einum nútíð- arævintýri: >Hvar man tíðin búgva<. Tað er Bjørg Matras Jensen, ið føroyskar úr tyskum måli: »Who die Zeit wohnt«. Bókin er um lítlu Karin, ið setti fær fyri at finna útav, hvar tíðin býr. Hon gjørdi ta sann- roynd, at hvorki foreldur ella systkin høvdu stundir at fáast við hana. Tað gjørdi ikki stød- una betri, tá mamman eyk- . nevndi tíðina »eitt skrímsl<, ið ikki kann teknast ella festast á blað. »Karin fór gjøgnum køkin út í gangin. Eingin sá hana. Hon lat seg í og fór út. Tann stóra lýsandi klokkan í torninum var tíggju minuttir i hålvgum seks. »Har man tíðin búgva<, teskaði Karin og gjørdi av at fara at leita. Karin gekk yvir til tornið og tók varisliga í hurðina. Fjáltur var á henni, men hon mentist spakuliga og vandist við tað e tíðindablaðið 13 ylling tidarinnar I jólaprædiku síni staðfestir Jógvan Fríðriksson, prestur; at tíðin sum innihald er Jesus Kristus óunniliga myrkrið. Her í hesum torni búði tíðin, sum var eitt skrímsl. Okkurt ljóð hoyrdist, og hon hvakk við. Og mitt í øllum slerdi okkum hålvgum seks. Tornið skalv, tá hitt stóra urverkið fór at sláa. Uppi á einum svala oman fyri klokkuverkið, sást ein lítil, fittur, gamal maður. Hin gamli maðurin fór oman trappurnar, og Karin dittaði sær at spyrja: >Býr tíðin her hjá tær gamli maður? Ansar tú eftir henni? Tú ert ikki fittur við menn- iskjuni, gamli maður. Tú gevur teimum ov lítla tíð, so tey hava ikki tíð at fáast við børnini. Børnini eru so einsamøll, og alt er so dapurt..< Karin greiddi nú hinum gamla manninum frá, at hon var troytt av at hoyra svarið: >Ég havi ikki tíð<. Tá eingin hevði tíð at fáast við hana, var hon farin at leita eftir tíðini. Beiggin heyði sagt henni at tíðini búði í urinum hjá pápa- num. Tað tók hon sundur, men fann ikki tíðina. Dagin eftir tók hon hina stóru stovuklokkuna við geykinum sundur, men heldur ikki har var tíðin. Og nú loksins var hon komin inn í tað stóra tornið, og hesaferð vænt- aði hon, at tað fór at heppnast. I øllum prátinum spurdi Kar- in so í hissini: >Hvat ger tíðin allan dagin, gamli maður?< >Tíðin má allan dagin syrgja fyri, at hjólini í ollum klokku- num mala«, flenti tann lítli, gamli maðurin, >at tey snara og renna, so menniskjuni eisini snara og renna«. Eftir drúgt prát aftur og fram skylti Karin, at tíðin sum so ongastaðni búði. Hon skilti eisini, at tað bar til at nýta tíð- ina og skapa nakað virðismikið og leggja verk úr hondum. Hin gamli maðurin og Karin settu seg á ein kubba, og gjøgnum eitt lítið vindeyga sá Karin allan býin. >Alt ber til. Hygg, alt hatta hava menn- iskjuni gjørt; tey bygdu hús, bygdu gøtur og allan býin, tey funnu uppá ljós, bilar skip - alt. Tíð skuldi til. Tey nýttu tíðina, tíðin hjálpir menniskjum, hóast hon ofta er gírig. Fara vit nú frá barnasøguni inn í kristna prædikuheimin, kunnu vit byrja við byrjanini. Hin fjórða dagin í skapan heimsins setti Gud hini stóru ljósini á himmalhválvið. Sólin ber ljósan dag. og mánin lýsir upp á myrkari nátt. Hesi bæði ljósini áseta hátíðir, dagar og ár. Mong stød i skriftini vísa á, at tíðin alt frá upphavi hevur havt eina gudgivna ætlan. Sum so er tíðin eitt flótandi hugtak. - hon er ein karmur, ið fevnir um eitt innihald. Tíðin er sum so ikki mál í sjálvum sær, men er eitt tól, ið skipar skiftið vøku og søvn, arbeiði og hvíld. Tíðin er karmur um Guds egnu opinbering av sær sjálv- um. Hin ævigi Gud, ið sjálvur er uttan fyri tíðina, sum verður ásett og skipað av sól og mána, kemur til jarðar í fylling tíðar- innar. Ahugavert er at síggja, at Gud, ið er ævigur frá upphavi og hvers ár ongan enda fáa, kemur til jarðar. Gud kom við føding sonar síns inn i ta jarð- isku tíðina og gjørdist sum ein av okkum. Tann ljósskipan, sum í fleiri hundrað ár hevði stýrt skiftinum millum ljós og myrkur, kom í fylling tíðarinn- ar at áseta arbeiðskrá og verk- 181 Kristi æviga lívið í Tá tosað y C vit oftast I Jest er meira enn tíðarskeið. Ta eitt innihald, og inniha kunnleikin um Guð og Jesus. Tað er júst innihaldið. ið ger taluna um tað ævig ríka og dýrabæra Soleiðis sæð varpar hitt æv- iga lívið eina vónríka glan inn yvir jørðina. Vit hava fin eina vón, og hendan vónin er lívgevandi og stimbrandi. Vit fáa í trúnni á Kristus mót uppá lívið, verða uggaði í deyðans tíma. Vit syrgja ikki eins og í vónloysi, men eiga friðin, ið er størri enn bæði liv og deyði Daprari er myndin av lívi- num uttan Kristus. Í Jólaboð 1946 lesa vit áhugaverda grein undir heitinum >heiðin og kristin jól<. Har sigur ein írsk- ur víkingur um mannalívið Her sita vit í høllini við lang- eldin og tey vælbúnu borðini Inn gjøgnum gluggan í øðrum hallargavlinum flýgur ein lítil fuglur og útaftur igjøgnum hin Meðan hann flýgur igjøgnum høllina hevur hann ljósið og hitan, men hann kemur frá myrkrinum, og hann fer aftur í myrkrið og kuldan. So er lín manna« Kristnin syngur saman vid Pæturi lovsangin, at vit vegna uppreisn Jesu Krist eru end urfødd til eina livandi vón. Vit eiga friðin i ævigum lívi. Og í hesum friði ynskja vit hverjum øðrum: Gleðilig jól! son IVIð