leygardagur 22. januar 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
53
Gudstænastur
Septuagesima sunnudagur
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Niels Pauli Danielsen
Christianskirkjan: kl. 11,
Hans Eiler Hammer
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur
D. Joensen
Argir: kl. 11, Heri Joensen
Leirvík: kl. 12, altarg., Uni
Næs
Vágur: kl. 11 dópur,
Leiti: kl. 13, altarg., Patrick
de Neergaard
Havnar kirkja: kl. 11, Sonja
Klein
Hvítanes: kl. 11, Jóannis
Fonsdal
Hvannasund: kl. 12, altarg.,
Elsa Funding
Skála: kl. 11,
Sjóvar kirkja: kl. 12.10,
Jógvan Fríðriksson
Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl.
12 messa, Emil Olsen
Sørvágur: kl. 12, altarg.,
David Johannesen
Glyvrar: kl. 11, Meinhard
Bjartalíð, altarg., (Talvan
gongur fyri hjálpararbeiði í
Fjareystri)
Hvalba: kl. 18, Ólavur
Rasmussen
Tvøroyri: kl. 11, altarg.,
Jónsvein Bech
Hvalvík: kl. 12, altarg.,
Mogens T. Christensen
Kvívík: kl. 12, Marjun Bæk
Sandavágur: altarg., Inga
Poulsen Dam
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 Møti, kl.
14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30
Bøn og kl. 18 Møti. Øll eru
vælkomin.
Mánadag kl. 17 og 19 Skóta-
møtir.
Samkoman við Marknagil
Skúlaheimið, Marknagilsv. 75
Møti sunnumorgunin kl.
10.30 Breyðbróting, barna-
ansing verður eisini.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin á familju-
møtinum kl. 10.30 talar Elsa í
Skorini um evnið »Góðir
vanar í familjuni«. Á tilbiðj-
anarmøtinum kl. 12 talar Ról-
ant í Skorini um »Er Gud?«.
Barnaansing er fyri børn
undir skúlaaldur á báðum
møtunum. Drekkamunnur
verður millum møtini.
Sunnudagsskúlin er kl. 12.
Týskvøldið kl. 20 Møti.
www.livdin.fo
Missiónshúsið við
Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli á Norðasta Horni,
kl. 18 Møti í Missiónshúsin-
um v/ Johan Henriksen.
Fríkirkjan Oasan,
Uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
víkafólki.
Mánakvøldið kl. 20 Kirkju-
fundur.
Mikumorgun kl. 7 Bøn.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsins tænasta v/
kommunión í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Torsten Jortzick prestur, í
Mariukirkjuni, kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. www.katolsk.fo
Meinigheitshúsið
Missiónsvika verður í døg-
unum 23.-30. jan.:
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, Barnakórið á
Argjum syngur. Kl. 18 Møti
v/ Snorra Brend, Thaborkórið
av Toftum syngur.
Mánadagin kl. 20 Møti v/
Regin Høgnesen, Kristiliga
Sangkórið syngur.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
Morgunmøti og samstundis
barnaansing, kl. 11.30 Sam-
vera við drekkamunni,
kl. 12 Sunnudagsskúli og
kl. 12 verður eisini Møti, har
Virgar Hvidbro talar.
Kl. 18 verður Evangel. møti,
har Páll Poulsen talar.
www.hebron.fo
KFUM og KFUK í Havn
Mándagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Pól á
Kletti.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Týsdagin kl. 19.30 í KFUM:
Kristiliga sangkórið venur.
Nýggir sangarar eru væl-
komnir við.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Jóni Johannesen, kl. 11.50
Sunnudagsskúli og ABC.
Evnið: »At liva í kærleika«.
2. partur v/ Liljan Jacobsen,
kl. 18 Møti v/ Ólavur Gutte-
sen.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067.
www.filadelfia.fo
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. møti.
Mánadag kl. 17 Kvinnur
koma saman við bøn í Sloans
húsi. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Vestmanna missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 19 Møti v/
Jóhannes Danielsen.
Saron, Vestmanna
Leygarmorgunin verður
Bíbliuseminar við David
Bech. Byrjað verður við
morgundrekka kl. 9.00.
Sunnudagin Evangel. møti
kl. 18. Nátturði verður aftaná.
Verið hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið,
Sandavágur
Missiónsvikan heldur fram í
kvøld kl. 20 Møti har Pól
Johannesen talar og
Ungdómskórið úr Vágum
syngur. Kl. 22 verður Sang-
og vitniløta við ungum úr
Libanon í Sørvági.
Í morgin kl. 15 Familjusunnu-
dagsskúli við Annelisu
Rasmussen og Barnakórinum.
Møti verður kl. 18 har Vagn
Foldbo talar og Manskórið úr
Vágum syngur. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Sørvági
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli. Onki møti vegna
missiónsviku í Sandavági.
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli kl. 18 Møti. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 20 Stuðuls-
konsert fyri neyðstødd á
SriLanka. Luttakandi bólkar
verða: Jens og Kristen
Lisberg, Magni Christiansen,
Ecclesia og bólkur úr Lívdini.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Martin Olsen. Barnamøti kl.
17. Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Hvalvíkar missiónshús
Missiónsvikan heldur áfram í
kvøld kl. 20 Møti við
Sólbjørg Símunarson, Argir,
Teir úr Kollafirði syngja.
Innsavnan til húsið.
Sunnudagin kl. 15 Familju-
møti við Marjon Poulsen,
barnaráðg., kl. 18 Møti við
Niels Jacob Nielsen, trúb.
Torbjørn og Steintór syngja.
Vit bjóða øllum at vera
hjartaliga vælkomin til møtini
við Filippibrævið 4,4.
Avhaldshúsið í Haldórsvík
Leygardagin kl. 19 Evangel.
møti í Avhaldshúsinum.
Sunnudagin kl. 18 Evangel.
møti við luttøku av Jórun og
Kalla, sum greiða frá ferð í
Serbia. Verið hjartaliga
vælkomin.
Nerija á Skála
Møtirøð verður hetta viku-
skiftið. Talarar John í Skemm-
uni og aðrir. Møtini verða
fríggjakvøldið og leygar-
kvødið kl. 20 og sunnudagin
kl. 17. Øll eru vælkomin.
Samkoman Lívsins Orð
Saltangará
Sunnudagin kl. 10.30 Møti.
Mánadagin kl. 20 Ungdóms-
møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gøta
Ungdómsmøti verður í kirkju-
kjallaranum leygarkvøldið kl.
20. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Tabor, Toftir
Ungdómsmøti verður í kvøld
kl. 20 við sangi og vitniløtu.
Opið hús verður til umleið kl.
24. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Sjómanskvinnuringurin
kemur saman týskvøldið kl.
20. Allar kvinnur eru væl-
komnar. Innsavnan til sjó-
mansmissiónina. Árliga festin
verður lýst seinni.
Blákrossfelagið Lamba,
Skipanes, Søldarfjørður
Sunnudagin kl. 18 verður
Blákrossveitsla í Bønhúsinum
í Søldarfirði. Talari verður
Sverri Steinhólm, kórið í
Søldarfirði kemur at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Thabor, Fuglafjørður
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21.
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli og barnakórið venur
kl. 15.15. Einki møti verður
sunnukvøldið, men ístaðin
verður skipað fyri felags
koyring til møti á missións-
vikuni í Leirvík. Koyrt verður
við bilum frá Thabor kl.
18.40.
Missiónsvika í Leirvík
Leygardag kl. 10 Bíbliutími
við Frants Jensen, kl. 20 Møti
við Bergur D. Joensen, ung-
dómskórið av Glyvrum
syngur.
Sunnudagin kl. 12 Gudstæn-
asta við altarg., v/ Una Næs,
presti, kl. 14.30 Sunnudags-
skúli, kl. 19 Møti við Regin
Høgnesen, Húsakórið syngur.
Innsavnan til húsið. Drekka
verður hvørt kvøld eftir
møtini. Øll eru vælkomin.
KFUM & K, Klaksvík
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
løta, kl. 18 Møti v/ Reimund
Langaard, kl. 21 Ungdóms-
møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin. www.kuff.fo
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Preben Hansen.
Leygardagin 26. februar kl. 10.00 giftast í Rituvíkar kirkju
Hanna Olsen, Rituvík og Ásmundur Hansen, Søldarfjørð-
ur. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16.00.
Tey, ið vilja gleða brúðarparið, verða biðin um at ringja á
tlf. 442036, 254250, 504970 ella 441396, 447774. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 5. mars 2005 kl. 16.00 giftast í Hvalbiar
kirkju, Bettina Cjouanita Tummasardóttir Hentze úr
Skopun og Dávur Holm úr Hvalba. Veitslan verður hildin í
Roynhøllini í Hvalba,frá kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið á teirra stóra degi, verða vinarliga biðin um at
tekna seg á tlf. 260440, ella aftaná kl. 18.30 á tlf. 375036
áðrenn 10. februar 2005.
Leygardagin 5. mars kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Frida
Mellemgaard og Jens Kristian Hansen, Tórshavn. Veitslan
verður í B36 húsinum kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið, verða biðin um at siga frá á tlf. 322324,
522324 ella 315609 áðrenn 18. februar.
BRÚDLEYP
Mikudagin 9. februar hava Karl og Anna Sofía Vidtfeldt,
Sandur, verið gift í 25 ár. Veitslan verður hildin í Ung-
mannafelagshúsinum Samljóð í Skopun 19. februar kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma í
veitslu, verða biðin um at siga frá á tlf. 211584, 361584
ella 224946 áðrenn 3. februar 2005.
1. mars hava Emma og Daniel Johan Lisberg, Sumba, silv-
urbrúdleyp. Í tí sambandi verður vælkomst í Samkomu-
húsinum í Sumba 26. februar frá kl. 12.00-18.00. Tey, ið
vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at siga frá áðrenn 10. februar á tlf. 370782.
SILVURBRÚDLEYP
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Leygardagin 29. januar kunnu hjúnini Amanda og Leivur
Andreasen í Klaksvík halda gullbrúdleyp. Vælkomst verð-
ur í Bøgøtu 3 frá kl. 17.00.
GULLBRÚDLEYP
Tænið hvør øðrum í kærleika
Gal. 5,13
Danski rithøvundurin og presturin, Johannes Møllehave, sum
eitt skifti var fangahúsprestur, sigur nakað soleiðis frá einum
fanga. »Eg kendi ein mann, sum hevði sitið í fangahúsi í 30
ár. Av teimum, sum eg havi kent, er hann tann maðurin, ið
hevur verið eina ringast viðfarin. Sum 5 ára gamal sendur á
eitt barnaheim. Sligin, bundin, innilæstur, misrøktur og
háðaður. Hann varð seinni illa viðfarin av nasistunum undir
krígnum; men hann segði, at tað var fyri einki at rokna aftur-
ímóti tí viðferð, sum hann fekk á barnaheiminum. »Tey flestu
av okkum hava tíbetur minnir um eymleika og kærleika og
góður løtur í barnaárunum«.
Einki av hesum átti hann. Tá ið hann var leyslatin, sat hann
ein dagin og át saman við okkum og eg spurdi hann tá: »Um
tú nú visti, hvat ið tú komst at verða føddur til, at alt kom at
verða tað sama, sum tú nú hevur upplivað, sami barndómur,
sami uppvøkstur – tey 30 árini í fangahúsi. Um tú nú visti alt
hetta frammanundan, og eg spurdi teg, um tú vildi verið fødd-
ur til alt hetta ella ikki, hvat hevði tú so svarað«? Svarið fekk
okkum at hvøkka við og at undrast. Hann segði: »Eg vildi
takka fyri, at eg varð føddur. Tað var ikki uttan lívsvirði og
meining. Tað hendi, at tað vóru fangar, sum vóru fyri ongum
og fullu í ómegd í fangahúsinum, tí at teir ikki orkaðu at bera
revsingina. Og so var tað ofta eg, sum talaði við teir og var
um teir. Eg visti jú betur enn mangir aðrir, hvat ið tað vildi
siga at sita innistongdur. Og mangar ferðir varð eg teimum til
hjálp og troyst. Tað gav lívi mínum innihald. Lív mítt hevði
hóast alt eitt endamál. Eg havi hóast alt ikki livað til einkis«.
Fyrrverandi fangin fann lívsinnihaldið í hesum, at hann
kundi hjálpa øðrum, grundað á egnar dýrt keyptar lívsroynd-
ir«.
Sjálvandi ynskir eingin at koma illa fyri, men føll og ósigr-
ar eru tó ikki altíð bara til skaða. Vit kunnu eisini gjøgnum
føll og ósigrar okkara læra at skilja onnur betur í teirra støðu,
læra betur at hava samkenslu við teimum, vísa teimum hjálp-
semi og fyrigeving, enn vit kanska dugdu frammanundan.
Áðrenn fallið, ella áðrenn okkurt minni gott hendi okkara
næstu, vóru vit kanska meira dømandi, sjálvrættvís og
miskunnarleys í dómi okkara. Bara at hugsa um seg sjálvan
og egna vælveru, skapar tá ið av tornar, ikki annað enn eitt
hart sinni, tómleika, misnøgd, kanska einsemi og at enda lívs-
møði; men har brúk er fyri mær, og eg havi brúk fyri øðrum,
har er lívið.
Kortini verða vit vist so mangan fanga í eginkærleikanum
og óviljanum til at tæna. Tí má eisini verða sagt, at kristin-
dómurin stendur og fellur ikki við okkara trúfesti ella tvørr-
andi trúfesti í tænastuni. Vit eru kalla til at tæna og hjálpa
hvør øðrum, har vit eru sett, men vit eru ongantíð latin einsa-
møll. Jesus er hjá okkum, eisini í føllum okkara. Hann er tí
bæði fyrimynd okkara og frelsari okkara.
Emil Olsen, prestur
TILTØK