hósdagur 30. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 30: desember 1999
tíðindablaðið
Nøvnini á reið-
aríunum, sum
Jespersen hevur
arbeitt fyri, siga
eitt sindur um
gongdina innan
farma- og ferða-
sigling í Føroy-
um við endan á
okkara túsund-
ári. Traderline,
Føroya Frakt,
DFDS og Eim-
skip...
Finn
Jespersen hevur
verið = lossing-
armaður á keiini
í Havn síðani
1973, og hetta
tíðarskeiðið er
lossingararbeiði
kollvelt. Í dag
klára fimm
mans ein fyrra-
part at avgreiða
líka nógvan
farm, sum 20
mans vóru eina
heila viku um fyrr í tíðini, sigur
Jespersen. Bingjur og trukkar hava
avloyst musklarnar, og flestu loss-
ingarmenn hava fingið fast starv.
Mynd: Jens Kristian Vang
-Størsta hendingin var mánalend-
ingin hjá Apollo 11. Hon hevur
ávirkað okkara gerandisdag, líka frá
steikipannum og EDV til keramikk
og aðrar gerandislutir.
Týdningarmesta persón seinastu
#5 H
túsund árini heldur Jespersen vera
Louis Pasteur (1822-95). Frans-
mannin, sum grundlegði nútíðar bak-
teriufrødina og eitt nú uppfann ein
hátt at forða fyri, at td mjólk og
Pasteurisering og frihandil
matur spillast -
nevndur past-
eurisering.
-Pasteur
gjørdi m.a., at
vit fóru at kóka
vatnið. Hann
man hava
bjargað nógv-
um mannalív-
um
Størstu hend-
ing i Føroyum
heldur lossing-
armaðurin vera
avtøkuna av
kongaliga eina-
handlinum fyri
umleið hálvt-
annað hundrað
árum síðani.
-Fríhandilin
legði lunnar
undir tað fram-
komna nútíðar-
samfelagið, sig-
ur Jespersen,
sum heldur før-
oyska fiski-
mannin verða mest týðandi persónin
í hesum túsundárinum.
-Vóru teir ikki, so var einki her á
landi, sigur hann.
se ||,
L.
Hon situr í
einum
lyklastarvi.
Sum leiðari
á marknað-
ardeildini
hjá Sjónvarpi Føroya útvegar hon
inntøkur frá spæli, lýsingum og
sponsorering, so at føroyingar kunnu
hava eitt alment sjónvarp - uttan al-
menna hjálp.
Gunnhild á Rógvi Olsen er
cand.merk. Hon hevur búð í Dan-
mark í 20 ár, og tá arbeiddi hon m.a.
hjá navnframnu Hafnia-konsernini,
sum kollsigldi. Heimaftur komin var
hon í nøkur ár hjá grannskoðara-
felagnum Rasmussen & Weihe, til
hon fór í SVF.
-Eitt tað týdningarmesta í hesum
túsundárinum var avtøkan av træla-
haldinum. Frælsi hins einstaka hevur
ómetaliga stóran tydning, sigur
Gunnhild á Rógvi Olsen, sum heldur
mannarættindastríðsmanninin = Nel-
son Mandela vera týdningarmesta
persón.
-Eitt fantastiskt menniskja. Hóast
Málstrev % :
mannarættur
hann var
innibyrgd-
ur í nógv
harrans ár
so tykist
hann at
vera harmoniskur og hevur havt orku
at taka stór tøk fyri Suðurafrika.
Í Føroyum heldur Gunnhild, at al-
menna viðurkenningin av føroyska
málinum er týdningarmiklasta hend-
ing, verið hevur seinastu túsund
árini.
-I túsund ár høvdu vit tosað før-
oyskt. Kortini var føroyskt ikki góð-
kent sum okkara egna mál, sigur
deildarleiðarin, sum heldur V.U.
Hammershaimb (1819-1909) - upp-
havsmann til føroysku rættskriving-
ina - vera tydningarmesta føroying í
tåsundårinum.
- Samleikin hjá eini tjóð er tengdur
at, at tú kanst samskifta - málbera
teg. At tú kanst gera tað á tínum egna
máli átti at verið ein sjálvfylgja.
Hammershaimb hevur givið okkum
eitt gott amboð at menna okkara
samleika, sigur deildarleiðarin.
Í
Í
Í
|
Mangt er hent síðani Mortan byrj-
aði at selja tryggingar í 1976. Tey
smáu tryggingarfeløgini eru løgd
saman. Og tað gamla monopolið
má venja seg við, at tað ikki longur
hevur einkarrætt til føroyska trygg-
ingartakaran.
Hesi árini er Mortan Poulsen far-
in upp eftir yrkisstiganum. Fyrst
gjørdist hann deildarleiðari. So
bleiv hann stjóri á Vanlukkutrygg-
ingini í 1995. Og síðani samanlegg-
ingin í 1998 hevur hann verið stjóri
í Tryggingarfelagnum.
Tryggingarstjórin metir fronsku
kollveltingina í 1789-99, sum eina
ta størstu hendingina í hesum
túsundárinum.
Kollvelting
kristindómur
-Franska
kollveltingin var byrj-
anin til eitt rák. Hon
gjørdi, at rørslur fóru at
gera vart vid seg og var
kanska fyrsta dømi um,
at gjørt varð upp vid
kúganina av teimum
minni mentu.
Hægstur í metum hjá
tryggingarmanninum er
indiski leiðarin Mahat-
ma Gandhi (1869-
1948).
-Ein av hansara parol-
um var, at tað er betri at
doyggja standandi enn at liva á
knøunum. Tað er ein maður, sum
hevur hugtikid meg nógv.
I Føroyum heldur Mortan krist-
ningina vera størstu hendingina.
-Tað hevur ávirkað vidurskiftini
so nógv gjøgnum tíðina heilt fram
til dagin í dag, at tað má sigast at
vera tað týdningarmesta, sigur
Mortan, sum heldur V.U. Hamm-
ershaimb (1819-1909), faðir at før-
oysku rættskrivingini, vera tydning-
armesta persón i Føroyum.
-Var einki gjørt fyri føroyska
skriftmålid fyri 150 årum sidani, so
er spurningurin hvar vit vóru í dag,
sigur hann.