týsdagur 25. januar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 16 - 25. januar 2005
Rakstrarleiðari
til fyritøku á Toftum
Søkt verður eftir rakstrarleiðara til fiskavirkið
Valhalla P/F á Toftum.
Valhalla P/F er ein fyritøka, har høvuðsvirksemið
er framleiðsla og søla av feskari fiskavøru av
bestu góðsku. Vøran verður seld í Europa og
Stóra Bretlandi.
Valhalla P/F hevur síðani byrjan havt stóran
vøkstur og inntøku. Framleiðslan á Toftum liggur
um 5.000–6.000 tons um árið. Stórir møguleikar
liggja fyri framman;at royna hesir er treytað av,at
finna rætta rakstrarleiðaran, sum megnar at
ímøtikoma teimum.
Høvuðsuppgávan verður at optimera núverandi
framleiðslu. Eftirhondini vil eisini ein stórur part-
ur av arbeiðnum verða samferðsla við fiskibátar,
innkeyp á fiskamarknaði og framleiðsla av nýggj-
um vørum.
Vit vænta av tær,at tú á ein leiðandi hátt í tøttum
samstarvi við stjóra og onnur starvsfólk í fyri-
tøkuni kanst tryggja virkinum eina positiva
menning.Tað er umráðandi,at tú hevur góð sam-
starvsevnir, ert álítandi og megnar at taka
ábyrgd.
Vit bjóða eitt starv, sum er áhugavert við atliti til
ávirkan, sjálvstøðuga tilrættisleggjan og møgu-
leikar til menning.
Løn eftir førleika. Við tíðini, møguleika fyri at
starvast eftir eini bónusskipan
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir við møguligum prógvum,royndum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi innan
28. januar 2005 og sendast til:
Valhalla P/F
FO-650 Toftir
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
stjóran Peter Vognsen Nørgaard á tlf. 449780.
Kunngerð
Valevnislistarnir til fólkatingsvalið týsdagin
8. februar 2005 skulu vera formanninum fyri
fólkatingsvalnevndini í hendi seinast fríggja-
dagin 28. januar 2005 kl. 18.00.
Sagt verður frá, at sambært vallógini skal val-
evnislistin vera undirskrivaður av valevninum við
upplýsing um fult navn, føðingardag, starv og
fullan bústað.Á valevnislistanum skal eisini verða
upplýst navn og bústaður á einum veljara (tlf.),
sum fólkatingsvalnevndin,umframt valevni,kann
venda sær til, um villa er í valevnislistanum o.a.
Valevni, ið vil stilla upp fyri flokk (sum er umboð-
aður á Føroya Løgtingi), skal upplýsa hetta á val-
evnislistanum. Í seinasta lagi mánadagin 31. jan-
uar 2005 kl. 18.00 skulu flokkarnir boða fólka-
tingsvalnevndini frá,hvørji valevni flokkurin góð-
kennir. Fráboðanin skal fyri hvørt góðkent val-
evni innihalda upplýsing um navn, føðingardag
og fullan bústað á hesum. Valevni,sum ikki verða
góðkend av viðkomandi flokki, kunnu ikki stilla
upp til valið. Um góðkenning ikki fyriliggur, kann
einki valevni stilla upp fyri flokkin.
Valevni, ið stilla upp uttanflokka, skulu upplýsa
hetta á valevnislistanum (tlf.). Valevnislistin skal
eisini vera undirskrivaður av stillarum (av minst
150 og hægst 200 veljarum í Føroyum) við upp-
lýsing um navn, føðingardag, starv og fullan bú-
stað teirra.
Tórshavn 19.januar 2005
Fólkatingsvalnevndin fyri Føroyar
Olaf á Stongunum, fm.
í Brekkuni 9
Postboks 110
FO-110 Tórshavn
Tlf. 314691 ella 214691
Føroya Postfelag
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður í HB-húsinum
leygardagin 26. februar 2005, kl. 10.00
Dagsskrá sambært lógum felagsins.
Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum,
skulu vera send felagnum í seinasta lagi 3 vikur
undan aðalfundinum – t.e. leygardagin 5.
februar 2005.
Nevndin
Skeið í 1. hjálp
Um undirtøkan er nóg stór, skipar Reyði Krossur
Føroya fyri:
Grundskeiði, 12 tímar, í 1. hjálp:
12., 13. og 19. februar
Víðkaðum skeiði, 20 tímar í 1. hjálp:
byrjað verður 20. februar
Treyt: Grundskeið ikki eldri enn 3 ár.
Tilmelding á tlf. 319630
mikudag kl. 14-16 og kl. 19-21
Teldupostur: redcross@redcross.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo