Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 17 - 26. januar 2005 Royndu at heingja seg Amerikonsku hernaðar- myndugleikarnir vátta nú, at nógvir fangar í Guantanamo-herstøðini í Kuba hava roynt at beina fyri sær. Fyrr hava myndug- leikarnir sagt, at fleiri fangar royndu at skaða seg sjálvar í 2003, men nú viðganga teir, at í veruleikanum royndu 23 fangar at heingja seg í einum felags mótmæli. Sambært tíðindastovuni AP hendi tað, stutt eftir at generalurin Geoffrey Miller hevði fingið heimild til at nýta heldur harðligari framferð fyri at fáa fangarnar at av- dúka tað, sum teir vistu. Altjóða mannarætt- indafelagsskapurin Am- nesty International held- ur lítið um, at ameri- kanararnir hava dult tær nógvu sjálvmorðsroynd- irnar í Guantanamo. Ali- stair Hodgett, talsmaður hjá AI í Washington, sigur við AP, at tíðindini vísa, hvussu tyngjandi tað er fyri fólk at verða sett í varðhald í óásetta tíð. Men tíðindini vísa eisini, hvusu langt Pentagon er sinnað at fara fyri at dylja tað, sum hendir í fangaleg- uni har, sigur han. Umleið 558 fangar eru í leguni í Guantana- mo, og nógvir teirra hava verið har í meiri enn trý ár uttan dóm. Skilagóð avgerð Heimsbankin kunn- gjørdi í gjár, at hann tekur undir við einari bretskari ætlan um at økja stuðulin til fleiri lond í Afrika. . Bretska stjórnin hevur gjørt av, at Bretland skal gjalda 10 prosent av tí, sum 70 menningarlond lond skylda Heimsbank- anum og afrikanska menningarbankanum. Tað ger, at Bretland skal gjalda góðar 10 milli- ardir krónur, men aftur fyri verður kravt, at londini skulu brúka teir spardu pengarnar til at bøta um heilsuverkið og skúlaverkið og til ymisk vælferðartiltøk. Fleiri lond hava víst bretsku avgerðini stóran áhuga, og Tanzania hevur sum tað fyrsta landið skrivað undir sáttmála við Bret- land. Sambært BBC hava meiri enn 315 milliónir fólk í londunum sunnan fyri Sahara minni enn ein dollara at liva fyri um dagin, og framrokn- ingar hjá einum suður- afrikonskum stovni vísa, at talið verður oman fyri 400 milliónir um tíggju ár. Sambært ST vísir ein nýggj kanning, at tey ríku londini mugu økja hjálpina til Afrika 60 prosent, skal tað muna nakað. Fiskimenninir fækka Talið á fiskimonnum í Noregi er minkað nógv tey seinastu árini, og minkingin heldur fram. Tøl hjá fiskimálaráð- num vísa, at um árs- skiftið vóru 15.733 fiskimenn í Noregi, og tað er níggju prosent færri enn fyri einum ári síðani. Tey seinastu fýra árini er talið minkað 22 prosent, og samanborið við 1990 eru fiskimenn- inir heili 43 prosent færri í tali nú, sigur fiskimálaráðið. Tey vísa tó á, at tað eru serliga teir, sum hava havt fiski- vinnuna sum hjávinnu, sum eru fækkaðir. Tølini hjá norska fiskimálaráðnum vísa, at tað eru serliga eldri men, sum hvørva úr fiskivinnuni. Eitt nú vóru meiri enn 3.000 menn, sum vóru farnir um tey 70, skrásettir sum fiskimenn fyri fýra árum síðani. Tað talið er nú farið niður um 1.500. Kanna havbotnin Myndugleikarnir í Indo- nesia hava givið einum ransóknarskipi hjá bretska herflotanum loyvi at kanna havbotn- in, har tann harði jarð- skjálvtin var annan jóla- dag. Bretska skipið hevur útgerð, sum kann kanna havbotnin niður á 5.000 metra dýpi, og í fyrsta lagi ætla vísindamenn at kanna, hví jarðskjálvtin var júst har, og um tað ber til at varskógva um komandi skjálvtar í góð- ari tíð. Samstundis hava indonesisku myndug- leikarnir kunngjørt, at jarðskjálvtin og flóð- aldan kravdu meiri enn 228.000 mannalív har, og at nú eru ongar vónir um at finna fleiri aftur á lívi. Sostatt kravdu jarð- skjálvtin og flóðaldan annan jóladag meiri enn 280.000 mannalív. UTTAN ÚR HEIMI Donsku sosialdemo- kratarnir skulu hava meiri enn 200.000 atkvøður afturat fyri at vinna stjórnar- valdið FÓLKATINGSVAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn bendir einki á, at tað fer at eydnast donsku Sosialdemokratunum at koppa stjórnini hjá Andetrs Fogh Rasmussen. Ein nýggj veljarakanning vísir tvørturímóti, at undir- tøkan hjá flokkinum er minkað, síðani fólkatings- valið varð útskrivað. Kann- ingin gevur Sosialdemo- kratunum 26,7 prosent av atkvøðunum ímóti 27,5 prosentum, beint áðrenn Anders Fogh Rasmussen boðaði frá valinum. Á seinasta vali fekk flokkurin 29,1 prosent. Vinstri hevur eisini havt afturgongd teir seinastu dagarnar. Nýggja kanning- in gevur flokkinum 32,5 prosent, og tað er 1,3 pro- sentstig minni enn fyri einari góðari viku síðani. Vinstri liggur tó framvegis oman fyri tey 31,2 prosent- ini, sum hann fekk á sein- asta fólkatingsvali. Sambært einari kanning hjá Vilstrup-stovninum skulu Sosialdemokratarnir fáa 218.000 atkvøður aftur- at fyri at vinna valið tann 8. februar. Um somu tíð und- an seinasta fólkatingsvali vantaði teimum 105.000 atkvøður, og tá eydnaðist teimum ikki at vinna. Tvørturímóti øktist mun- urin sjálvan valdagin, skrivar Politiken. Nýggi forsætisráð- harrin í Ukraina, Julia Tymosjenko, er skuldsett fyri svik í Russlandi TILNEVNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Nýggi forsetin í Ukraina, Viktor Jusjtjsenko, kunn- gjørdi undir vitjan síni í Moskva, at hann hevði gjørt av at velja ein av sín- um trúgvu stuðlum, Juliu Tymosjenko, til forsætis- ráðharra. Forsetin segði seg hava havt fleiri evni til forsætisráðharrastarvið, og at Julia Tymosjenko var tað besta egnaða. Tað eru kortini ikki allir ukrainar, sum eru serliga fegnir um avgerðina. Har eysturi í landinum er hon illa lýdd, tí fleiri halda hana vera ov ágangandi. Hon er heldur ikki serliga væl umtókt ímillum vinulívs- fólk, skrivar AP. AP veit ikki, um russiski forsetin, Vladimir Putin, hevði nakra viðmerking til avgerðina hjá Jusjtsjenko at velja Juliu Tymosjenko til forsætisráðharra. Men tíð- indastovan heldur, at hetta er sum at vísa tarvi reytt, tí russar hava skuldsett Juliu Tymosjenko fyri svik. Skuldsetingin stavar frá teirri tíðini, tá hon var stjóri í almenna ukrainska gass- felagnum. Eygleiðarar halda, at til- nevningin var ætlað at vísa russisku leiðarunum, at Ukraina tilskilar sær rætt til at taka egnar avgerðir, og at landið kennir seg ikki so bundið at leiðsluni í Mosk- va longur. Kortini segði Viktor Jusjtsjenko, at Russland er framvegis tað týdningarmesta samstarvs- landið hjá Ukraina, og at hann ætlar sær at varðveita tað góða sambandið eystur- eftir, hóast hann eisini fer at virka fyri at fáa betri sam- band við ES. Neyvan Lykketoft Viktor Jusjtsjenko og Vladimir Putin undan fundinum teirra millum í Kreml Mynd: Reuters Mogens Lykketoft verður neyvan forsætisráðharri á hesum sinni Valdi sær umstríddan forsætisráðharra