mikudagur 26. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 17 - 26. januar 2005
Hóast Heðin
Mortensen ikki valdi
at koma á javnaðar-
listan, so verður
familjan ikki við
sviðið soð. Dóttur
borgarstjóran í Havn
tók nevnliga av, tá
hon fekk boðið
FÓLKATINGSVAL
Jákup Mørk
Elin Heðinsdóttir Joensen
eitur feskasta valevnið á
javnaðarlistanum,
sum
fyrrapartin týsdagin varð
lati fjølmiðlunum.
Sum navnið bendir á, so
er talan um dóttir nýkosna
borgarstjóran í Havn, og
sjálv dylir hon ikki fyri, at
hetta at taka aktivt lut í
politikki er nakað, sum
meira ella minni er í genun-
um.
– Tað ger tað nokk.
Spurningurin um uppstill-
ing hevur eisini áður verið
uppi og vent hjá okkum,
men higartil havi eg aloft-
ast hildið meg aftur, tí eg
havi ikki vilja verið á sama
lista, sum pápi mín. Hesa-
ferð stillar hann so ikki
upp, og so var tað ikki ser-
liga trupult hjá mær at taka
avgerðina.
Atkvøðuarvurin
At børn av politikarum
velja at stilla upp, er á
ongan hátt nakað nýtt
fyribrigdi. Ofta er úrslitið
eisini, at hesi fáa eina fram-
úr byrjan upp á politisku
karrieruna, har fleiri av
atkvøðunum koma bein-
leiðis frá eldra ættarliðnum.
Í so máta man vónin hjá
Elin ikki vera stórt øðrvísi,
men hon leggur tó dent á, at
navnið einsamalt ikki er
nóg mikið.
– Tað er jú ringt at meta
um, hvørjar atkvøður eg
kann »fáa« frá pápa mín-
um. Sjálvandi skalt tú ikki
vera blind, og rokna við
onga at fáa, men hvussu
nógvar, talan verður um, er
torført at siga. Vit eru jú
eisini tveir ymsir persónar,
so mín vón er í øllum før-
um, at eg eisini kann fáa
nakrar atkvøður, sum ikki
koma tann vegin.
Og tað er eingin ivi um,
at talan er um ein persón
við eini breiðari kontakt-
flatu, sum nú er komin á
lista C. Umframt dagliga
starvið á Húsalánsgrunnin-
um, hevur Elin í mong ár
verið aktiv í fimleiki. Hon
hevur sitið í nevndini í
Havnar Fimleikafelag, og
síðani 2001 hevur hon stað-
ið á odda fyri Fimleika-
sambandinum. Hartil hevur
hon í átta ár – harav fýra
sum formaður – verið limur
í barnaverndarnevndini hjá
Tórshavnar
Kommunu.
Hon er limur í umboðs-
ráðnum hjá Tryggingarfel-
agnum Føroyar, og eisini er
hon partur av nevndini hjá
Havnar Sjúkrakassa. So
óvon við nevndararbeiði er
hon so á ongan hátt.
Og einum politikara so
líkt, so hevur hon eisini
eina vón um at koma á
Fólkating.
– Annars hevði eg ikki
stilla upp. Eg rokni ikki
við, at tað er nakar sum
stillar upp, og ikki ætlar sær
framat, staðfestir Elin Heð-
insdóttir Joensen at enda.
Sterkur listi
Talan tykist annars vera um
ein sterkan lista, sum Javn-
aðarflokkurin hevur funnið
fram, nú val aftur er á
skránni.
Við undantakið av Sverra
Midjord telur listin telur
alla ting- og landsstýris-
manning floksins, umframt
at onnur væl kend nøvn
eisini eru at finna. Eitt nú
Thomas Arabo, Helena
Dam á Neystabø, Eyðgunn
Samuelsen
og
Mikkjal
Sørensen, sum helst øll
kunnu fáa nakað væl av at-
kvøðum í sín part.
Nýggja skotið á javnaðarlistanum
– Higartil havi eg aloftast hildið meg aftur, tí eg havi ikki vilja
verið á sama lista, sum pápi mín. Hesaferð stillar hann so ikki
upp, og so var tað ikki serliga trupult hjá mær at taka
avgerðina, sigur Elin Heðinsdóttir Mortensen
– Føroya Ungdóms-
ráð spælir sín leiklut
væl, sum alment
viðurkend rødd hjá
børnum og ungum í
Føroyum, sigur
landsstýrismaðurin í
mentamálum, Jógvan
á Lakjuni
UNGDÓMSMÁL
Snorri Brend
Hóast ein tíð er fráliðin,
síðani Jógvan tók við sum
mentamálaráðharri er hann
nú vorðin verji hjá sam-
starvsfelagsskapinum Før-
oya Ungdómsráð, stytt
FUR.
Hetta er ein felagsskapur,
sum umboðar 19 landsfel-
agsskapir og 65 lokalfelag,
sum íalt fevna um 5.000
ungfólk.
Landsstýrisfólkini
í
mentamálum hava altíð
verið biðin um at vera
verjar hjá FUR, og nú var
túrurin so komin til Jógvan
á Lakjuni. Og sum skilst á
landsstýrismanninum so er
hann sera fegin um tað
arbeiðið, sum FUR ger.
Dýrabærur
samfelagsbólkur
Í takkarrøðu síni vildi hann
ikki lova nakað, men
ásannaði kortini tann týdn-
ing, sum ungdómsarbeiðið
hevur í landinum.
Hann segði m.a. at hann
nú kemur at vera eitt bindi-
lið millum Føroya Ung-
dómsráð og teir politisku
myndugleikarnar í viður-
skiftum, sum hava við børn
og ung at gera.
– Børnini og tey ungu er
sera stórur samfelagsbólk-
ur, og kanska eisini tann
mest dýrabæri av teim øll-
um. Tað eru børnini og tey
ungu, sum skulu bera sam-
felagið frameftir, og um-
ráðandi er, at hesi hava
góðar karmar at mennast til
sunnar samfelagsborgarar.
Men hetta er samstundis
eisini ein samfelagsbólkur,
ið ikki altíð fær tosað fyri
seg í samfelagskjakinum.
– Her er tað, at Føroya
Ungdómsráð hevur sín
stóra leiklut sum alment
viðurkend rødd hjá børnum
og ungum. Og lat meg
siga, at henda leiklut spælir
Føroya Ungdómsráð væl.
Tit eiga rós uppiborið fyri
tey átøk, sum tit gjøgnum
árini hava sett í verk. Eitt
nú hava tit megnað at varp-
að ljós á eym evni, sum tó
eru fundamental fyri tað
álit, ið foreldur hava á
ungdómsleiðararnar hvønn
einasta dag. Tað skal lítið
til fyri at bróta niður tað,
sum bygt er upp gjøgnum
fleiri ár, og hetta vita tit,
segði Jógvan á Lakjuni
m.a. í røðu síni.
Hann fekk her handaða
eina gullnál, sum eitt tekin
um at hann nú er vorðin
verji hjá FUR.
Jógvan nýggjur verji hjá FUR
Listin hjá
Javnaðarflokkinum
Navn
Eftirnavn
Býur/bygd
Andrias
Petersen
Gøta
Sylverius
Jacobsen
Skáli
Sigfríður
Abrahamsen
Fuglafjørður
Sunnleivur
Højgaard
Runavík
Randi
í Jógvansstovu
Leirvík
Mamy Dahl
Sørensen
Viðareiði
Eyðgunn
Samuelsen
Klaksvík
Vilhelm
Johannesen
Klaksvík
Hans Pauli
Strøm
Vestmanna
Soffi
Egholm
Leynar
Thomas
Arabo
Signabøur
Napoleon
Magnussen
Miðvágur
Birgir
Hansen
Sørvágur
Kristian
Magnussen
Tórshavn
John
Johannessen
Tórshavn
Katrin Dahl
Jakobsen
Tórshavn
Helena D. Á
Neystabø
Tórshavn
Bjørg
Joensen
Tórshavn
Rigmor
Dam
Tórshavn
Elin Heðinsdóttir Joensen
Tórshavn
Gerhard
Lognberg
Skopun
Jákup Birgir
Mohr
Sandur
Jóannes
Eidesgaard
Tvøroyri
Jónhild A.
Nielsen
Tvøroyri
Henrik
Old
Vágur
Mikkjal
Sørensen
Porkeri
Formaðurin í stýr-
inum fyri Listasavnið
vil ikki staðfesta
setanina av nýggjum
leiðara, og tí vil
meirilutin í stýrinum
nú hava landsstýris-
mannin við menta-
málum at gera tað
LISTASAVNIÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fýra fundir, nógv alment
og óalment virksemi, men
framvegis eingin endaliga
avgerð.
Tað er gongdin í málin-
um um nýggja leiðaran fyri
Listasavn Føroya.
Men nú hevur meirilutin
í stýrinum fyri Listasavnið
eftir øllum at fingið nóg
mikið og fer at venda sær
beinleiðis til landsstýris-
mannin við mentamálum
fyri at fáa hann at staðfesta
starvsetanina.
Tríggir av fýra limum í
stýrinum fyri Listasavnið
vilja hava Helga Fossádal í
starvið, og hann er eisini
umsøkjarin, sum Listafel-
agið og Myndalistafólkini
hava stillað inn til starvið.
Formaðurin í stýrinum er
ímóti, tí hann heldur, at
leiðarin á savninum skal
hava listfrøðisliga útbúgv-
ing, og tað hevur Helgi
Fossadal ikki.
Fýra ferðir hevur stýrið
roynt at avgreitt málið, men
tað er hvørja ferð endað við
tí sama. Meirilutin vil hava
Helga Fossádal settan, men
formaðurin vil hava ein
listfrøðing í starvið.
Meirilutin ræður
Mentamálaráðið, sum velir
formannin í stýrinum fyri
Listasavn Føroya, hevur
ikki viljað blandað seg upp
í málið, men nú fær lands-
stýrismaðurin eina áheitan
afturat. Og tað verður frá
meirilutanum í stýrinum,
sum vil hava Jógvan á
Lakjuni at staðfesta avgerð-
ina hjá meirilutanum.
Tað er tó ivasamt um,
landsstýrismaðurin kann
gera nakað, tí sambært við-
tøkunum fyri Listasavn
Føroya er tað stýrið, sum
hevur endaligu ábyrgdina
av viðurskiftunum á Lista-
savninum – eisini tá ið leið-
ari skal setast. Og avgerðir
í stýrinum verða sambært
viðtøkunum tiknar við van-
ligum meiriluta.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá for-
manninum í stýrinum fyri
Listasavnið fyrrapartin týs-
dagin.
Landsstýrismaður skal
staðfesta setan av listaleiðara