Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2005 5 46 ára gamli Martin Karbech Mouritsen úr Havn og 57 ára gamla Ása Sivertsen úr Hvannasundi royna seg í hesum døgum sum fólkatingsvalevni hjá donsku Centrum- demokratunum. Hvørgin væntar at gerast fólkatingslim- ur, men bæði berjast fyri, at lítli flokkurin fær yvir tvey prosent av atkvøðunum og aftur kann taka sæti á fólkatingi eftir fýra ár í kuldanum FÓLKATINGSVAL Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Mitt í harða danska val- stríðnum millum eina ør- grynnu av donskum val- evnum royna 46 ára gamli havnarmaðurin Martin Kar- bech Mouritsen og 57 ára gamla Ása Sivertsen úr Hvannasundi at sleppa framat sum valevni hjá Centrumdemokratunum. Bæði hava verið virkin í donskum kommunalpolit- ikki áður, men hetta er fyrsta ferðin, at tey royna seg í fólkatingshøpi. Tey bæði vita ikki um onnur før- oysk valevni í danska val- stríðnum í ár. Martin K. Mouritsen er uppstillaður í stóra valdøm- inum í Keypmannahavn Sønder Storkreds við 130.000 íbúgvum, sum er økið líka frá Ráðhúspláss- inum og út á Amager. Ása Sivertsen er upp- stillað í Københavns Amt í sama valdømi sum gitni floksformaðurin Mimi Jak- obsen, og talan er somu- leiðis um eitt av størstu val- dømunum, hóast hon ikki kennir neyva íbúgvaratali. Fýra ár í kuldanum Centrumdemokratarnir fingu fyri fýra árum síðani 1,8% av atkvøðunum, og tað var ikki nóg mikið til at fáa umboðan í danska fólkatinginum, við tað at markið er 2%. Men Martin K. Mouritesen og Ása Siv- ertsen hava góðar vónir um, at Centrumdemokratarnir aftur fáa umboð í fólkating- ið, og tey siga seg í øllum føra vilja gera sítt til, at hetta eydnast flokkinum. – Meiningakanningarnar plaga at svinga um 3%, so tær skal ein taka við fyri- varni, men sambært pro- gnosunum ganga vit støð- ugt fram, hóast vit ikki eru komin upp um tey tvey pro- sentini enn, sigur føroyska fólkatingsvalevnið úr Tórs- havn Martin K. Mouritsen. Mimi er vónin Spurdur um persónligu møguleikarnar hjá Martini K. Mouritsen hevur hann bæði beinini á jørðini, hó- ast hann eisini er merktur av bjartskygni. Hann greið- ir frá, at hann er formaður hjá Centrumsdemokratun- um í sínum valdømi, og hann metir, at hann sleppur rímiliga nógv framat. – Danska valstríðið snýr seg eftirhondini burturav um persónsprofilering, og eg upplivi, at eg eftir um- støðunum havi megnað at gjørt vart við meg. Eg havi verið í stóru bløðunum og lokalútvarpinum á Amager- bro, og so havi eg eisini verið á sjónvarpsskíggjan- um í tveimum stuttum inn- sløgum á DR og TV2, greiðir Martin frá. Hann sigur, at valevnini í smáu flokkunum ikki fáa tað stóra uppmerksemi, og tí er hann higartil nøgdur. – Eg verði neyvan bein- leiðis valdur, men møgu- leikin er til staðar at blíva eykavaldur, og tað er mítt mál. Men eg gerist als ikki vónbrotin, um eg ikki sleppi inn, sigur Martin K. Mouritsen. Ása Sivertsen er sum áður nevnt í sama valdømi sum floksformaðurin hjá Centrumdemokratunum Mimi Jakobsen, og Mimi er hennara vón. – Floksformaðurin fer sjálvsagt avstað við teimum flestu atkvøðunum, men um hon fær fleiri, enn hon nýtist, fara atkvøðurnar víðari til næsta valevni á listanum, og tað er mín vón, at Mimi fær eitt gott val, so hennara atkvøður fara víðari niður eftir listan- um, sigur Ása Sivertsen, sum tó ikki væntar sjálv at blíva vald. Ása greiðir frá, at saman við Mimi Jak-ob- sen er royndi politikarin Peter Duetoft kendasta navn og álit floksins. Fogh vinnur Ása Sivertsen og Martin K. Mouritsen eru bæði samd um, at tað er ein lærurík uppliving at vera við í einum donskum valstríðið. Tey fáa innlit í framferðar- hættirnar handan leiktjøld- ini, tey leggja ætlanir og skráir fyri flokkin til rættis, og bæði eru samd um, at tað er avbjóðandi at royna at fáa flokkin inn aftur í hit- an á Christiansborg. Spurd, hvør sigursharrin verður 8. februar, eru tey samd. – Alt bendir jú á, at Anders Fogh Rasmussen enn einaferð fer avstað við sigrinum, men sum ein miðflokkur kunnu vit jú samstarva báðar vegir, so tað er ikki alt avgerandi fyri okkum, hvønn veg tað koppar, sigur Martin K. Mouritsen. Ása metir, at Centrumdemokratarnir ikki eiga at veita sín stuðul frammanundan, men bíða at síggja, hvat flokkurin fær frá hvørjum. Bæði tykjast eisini vera samd um, at valdysturin hesaferð í stóran mun snýr seg um vælferðarstatin, ar- beiðsmarknaðarviðurskifti og útbúgving, meðan spurningurin um útlend- ingar og tilflytarar, sum gjørdist snúningsdepilin fyri fýra árum síðani, er fánaður nakað. Ása og Martin stríðast fyri Centrumdemokratunum – Um floksformaðurin Mimi Jakobsen fær eitt gott val, fara hennara atkvøður víðari niður eftir listanum, og tað kann vera ein vón fyri okkum onnur í sama val- dømi, sigur 57 ára gamla Ása Sivertsen úr Hvannasundi, sum nú roynir seg sum fólka- tingsvalevni hjá centrum- demokratunum í Køben- havns Amt Martin Karbech Mouritsen Foreldrini eru Arnbjørn Karbech Mouritsen og Johanna Berg Mourit- sen, og hann er 46 ára gamal og føddur og uppvaksin í Tórshavn. Er bachelor í jura frá Københavns Univer- sitet og er í løtuni í holt við kandidat-útbúgv- ingina. Hevur annars verið sjálvstøðugt vinnurekandi seinastu 14 árini. Hann hevur búð í Danmark síðani 1992. FAKTA Ása Sivertsen Foreldrini eru bónda- hjúnini Óli og Sigrid Sivertsen úr Hvanna- sundi. Hon er 57 ára gomul og fødd upp- vaksin í Hvannasundi, men hevur búð í Dan- mark síðani hon fór á realskúla í Danmark sum 14 ára gomul. Er útbúgvin og hevur ar- beitt sum tryggingar- ráðgevi seinastu 35 árini. FAKTA – Eg verði ikki beinleiðis valdur, men mítt mál er at blíva eykavaldur, og so vóni eg, at flokkkurin kemur upp um tey tvey prosentini og tekur sæti á fólkatingi. Men eg gerist als ikki vónbrotin, um eg ikki blívi valdur, sigur 46 ára gamli havnarmaðurin Martin K. Mouritsen hjá centrumdemokratunum