mikudagur 26. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 26. januar 2005
7
Norðurlandahúsið kom inn í framtíðina
Kunningarstovurnar í
Havn og Runavík eru
nú beinleiðis á netin-
um hjá Norðurlanda-
húsinum. Hetta fer at
betra munandi um
atgongumerkjasøluna
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ
Jákup Mørk
Tit eru sjey vinfólk, sum øll
ætla tykkum til konsert í
Norðurlandahúsinum. Farið
verður til Kunningarstov-
una, men ólukkutíð, so ber
ikki til hjá tykkum at sita
saman. Bert fýra tykkara
kunnu sita lið um lið, með-
an hini trý mugu sessast
aðrastaðni í salinum. Ikki
tí, nógv atgongumerki eru
enn eftir, men tey plássini,
sum kundu bjarga hesum,
eru latin kunningarstovuni í
Runavík.
Soleiðis kundi støðan í
øllum førum vera fram til
mánamorgunin,
men
tá
hendi ein stór broyting.
Nýggj skipan til sølu av at-
gongumerkjum varð nevn-
liga tikin í nýtslu, og so er
ikki neyðugt, at atgongu-
merki verða send runt
landið.
Nú kunnu kunningarstov-
urnar – fyribils í Havn og í
Runavík – nevnliga síggja
eina skíggjamynd av salin-
um, og á hesari sæst so
eisini, hvørji pláss eru tøk.
Á tann hátt kunnu atgongu-
merkini keypast til júst tey
setrini, sum keyparin hevur
hug til. Væl at merkja, um
hesi ikki longu eru seld
øðrum.
Helga Hjørvar, sum hesa
vikuna
afturat
stjórnar
Norðurlandahúsinum, helt
fyri, at hetta hjá sær var ein
stórur dagur.
– Seinasta vikan er sjálv-
andi altíð serlig, og tá vit nú
eisini kunnu seta eina ætlan
í verk, sum vit hava arbeitt
við í fýra ár, er tað sjálvandi
serligt hjá mær. Eg eri í
øllum førum sannførd um,
at hetta er nakað, sum fer at
betra munandi um tænastu
okkara, og á ein hátt flyta
brúkaran nærri húsunum,
staðfesti hon.
Enn eru tað so bara kunn-
ingarstovurnar í Havn og
Runavím, sum eru knýttar
at skipanini, men stjórin
ætlar, at hetta samstarvið
skal víðkast.
– Vit hava við vilja ikki
tikið ov nógv í einum. Sum
so eru tað mest Ingigerð á
Trøðni frá Kunningarstov-
uni í Havn og eg, sum hava
arbeitt við málinum, men
síðani er ein fyrispurningur
so komin úr Runavík, og tí
vildu vit ikki avvísa.
– Kunnu vit staðfesta, at
skipanin riggar júst soleið-
is, sum hon skal, so er
næsta stigið helst at fáa
aðrar kunningarstovur við í
samstarvið, og at enda
eisini at koma on-line við
endaliga brúkaran. Nakað
sum í seinasta enda vil hava
við sær, at atgonumerki
kunnu keypast beinleiðis
um alnetið, so skjótt eitt
tiltak verður sett á skránna.
Klárt at byrja
Fremmand ungfólk
fara á útbúgvingar-
stevnu, sum um dag-
arnar verður hildin á
føroyskum læru-
stovnum, at siga frá
um møguleikar at
søkja størv og um
framtíðar arbeiðs-
marknað yvirhøvur
ÚTBÚGVING
Edvard Joensen
Um dagarnar veðrur út-
búgvingarstevnan Mark-
leys Útbúgving hildin á før-
oyskum lærustovnum. Í
hesum sambandi eru fýra
donsk ungfólk komin hend-
anveg at siga frá um møgu-
leikar fyri at sleppa út á
framtíðar arbeiðsmarknað-
in eftir lokna útbúgving.
Hesi fýra fólkini fara at
greiða frá einum serligum
tiltakið, sum tey nevna
»Klárt at byrja«, ella á
donskum »Parat til start«.
Møguleiki
verður
at
hoyra hesi fólkini siga frá á
Miðnámsskúlanum
á
Kambsdali mikudagin, og í
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum hósdagin. Báðar
dagarnar frá klokkan 13.00
til 15.30. Skráin hesar dag-
arnar er hendan: Frmløg
um
framtíðar
arbeiðs-
marknað. Um at søkja starv
og um starvssamrøður.
Globaliseringin.
Tosað fer millum annað
at verða um, at tað, at
menna sínar førleikar til
annað enn bara at taka eina
útbúgving, sigur Fróðskap-
arsetrið millum annað í
tíðindaskrivi, sum sent er í
samband við stevnuna.
Greitt verður frá, hvussu
týðandi persónligu førleik-
arnir eru, tá tú skal klára
teg sjálvan í byrjanini av
arbeiðsmarknaðarlívinum.
Eisini verða upptøkur víst-
ar, har vinnulívsfólk siga
frá, hvussu veruliga lívið á
arbeiðsmarknaðinum er.
Ferðin í Føroyum er part-
ur av rundferð hjá hesum
fýra ungu fólkunum, sum
eisini hava ferðast millum
skúlar í Danmarks, har tey
hava greitt frá tiltakinum
»Parat til start«.
Tann, sum vil hava meira
at vita um tiltakið, hevur
møguleika til tess á heima-
síðuni,
sum
eitur
www.parattilstart.nu.
Rætting
Í viðtaluni við Jógvan við
Keldu um Smyril og skot-
landssigling í blaðnum í
gjár, hevði ein lítil villa
sníkt seg inn ímillum.
Í fyrstu reglu stóð, at
Smyril fór ikki at sigla
ímillum
Suðuroy
og
Havnina. Men sum tað
stendur bæði í yvirskrift-
ini og alla aðrastaðni í
greinini, skal tað sjálv-
andi standa, at hann fer
ikki at sigla ímillum Suð-
uroynna og Skotland
-blaðm-
»Nú komu tit aftur eitt fet
nærri Havnini« tók Heðin
Mortensen skemtiliga til, tá
hann saman við Rodmuni
Nielsen úr Runavík ognaði
sær fyrstu atgongumerkini
umvegis nýggju
atgongumerkjaskipanina
Mynd: Bárður Lydersen