Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 17 - 26. januar 2005 Telvarin Eyðun Nolsøe er boðsendur til eitt rættarmál á Mallorca, har hann skal greiða frá sínum upplivilsi, tá ið ein georgiskur stórmeist- ari í talvi varð bukað- ur av sponsku løg- regluni. Eyðun var eygnavitni til hend- ingina og fór skramplandi millum nakrar stólar, tá ið harðligir løgreglu- menn løgdu á tann fyrrverandi europa- meistaran í talvi. Altjóða talvsam- bandið hevur biðið føroyska telvaran hjálpa navnframa georgiska telvaranum TALVBARDAGI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað sæst týðuliga, at okkurt er áfatt. Hann er ikki heilt nøgdur, sum hann situr har, tosar í fartelefon og veipar. Georgiski stórmeistarin í talvi, Zurab »Azmai« Azmaiparashvili, er kendur sum ein heldur provoker- andi persónur – umstríddur, men framúr góður telvari – og hann hevur meira enn einaferð gjørt vart við seg á heldur óhepnan hátt. Nú er aftur okkurt á vási, heldur føroyski telvarin Eyðun Nolsøe, sum situr nakrar fáar metarar burtur og eygleiðir hann. Hetta er endahátíðin fyri talvolympiaduna á Mal- lorca, og fleiri enn 1500 fólk eru savnað fyri at heiðra teimum bestu. Røð- ur verða hildnar, tónleik- urin ljómar og steyp og heiðurslønir verða lætnar vinnarum og profilum. Endahátíðin er um at vera liðug, tá ið Azmai fyri aðru ferð reisist og fer fram móti pallinum. Hann roynir at fáa samband við onkran á pallinum, men alt fyri eitt eru trygdarfólk hjá sponsku løgregluni rundan um Azmai. Og so hendir tað, sum ikki skal henda. Trygdarvørðarnir royna at fáa Azmai burtur frá pallinum, og teir tríva harð- liga í hann. Tann vælvaksni telvarin vil ikki finna seg í hesum og roynir at slíta seg leysan. Skallin rakar ein av trygdarvørðunum í munn- in, hann fer at bløða, og so er alt á gosi. Trygdarvørðarnir leggja á georgiska telvaran, og so má Eyðun Nolsøe, sum er staddur beint hjá, leypa til viks, men fer sendandi nið- ur millum nakrar stólar. Ruðuleikin er fullkomin, fólk rópa og flýggja, kona Azmai skríggjar frá sær sjálvari, alt meðan teir sponsku løgreglumenninir við mátt og megi royna at leggja telvaran í hondjørn. Tað eydnast aftan á nakrar buldraligar minuttir, har fína og hátíðarliga kvøldið endar við eini óhugsandi gølu, sum ger fólk púra ovfarin. Eygleiddi ein misnøgdan Azmai Nakað soleiðis var tilburð- urin, sum skakaði fólk á talvolympiaduni á Mallorca í november mánaði í fjør. Millum eygnavitnini, sum sótu best fyri at uppliva hendingina, var føroyski telvarin Eyðun Nolsøe, og týsdagin í næstu viku skal hann vitna í málinum, tá ið tað kemur fyri í rættinum á Mallorca. Tann georgiski telvarin er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á ein løgreglu- mann, og revsingin kann koma upp í trý ára fongsul. – Eg ivaðist eitt sindur í, um eg skuldi blanda meg upp í, men eg havi gjørt av, at eg fari avstað, og eg ætli mær at siga mína erligu meining um tað, sum seg upplivdi og sá, sigur Eyðun Nolsøe. Hann var møttur tíðliga til endahátíðina saman við trimum øðrum føroyskum telvarum, og teir fingu sær pláss heilt har frammi í tí stóra salinum. Endahátíðin var drúgv, men Eyðun varn- aðist, at tann umstríddi stórmeistarin Azmai var ikki heilt nøgdur við eitt- hvørt. – Tá vitsti eg ikki, hvat tað var, men tað var týðu- ligt, at hann var misnøgdur. Hann tosaði í fartelefon, fór fram til pallin, men setti seg aftur, og so tá ið hátíðar- haldið var mest sum liðugt, royndi hann einaferð aftur- at at fáa samband við onkr- an á pallinum, og so var tað, at hann varð álopin av løgregluni. – Eg sat nakrar fáar metrar burtur frá Azmai, og eg eygleiddi hann eitt sind- ur. Tá ið trygdarvørðarnir tóku hann, mátti eg leypa til viks, men eg fór skrampl- andi millum nakrar stólar. Eg var sera kløkkur, og tað tóktist óveruligt, at ein telv- ari skuldi fáa slíka viðferð. Tá ið tað síðani varð skotið við ógvusligum fýrverkið uttanfyri, var støðan næstan surrealistisk, greiðir Eyðun frá. Tað var trupult at fáa uppklára, hvat tað var, sum var á vási, og hví Azmai tóktist verða misnøgdur, men tað vísti seg seinni, at orsøkin var eitt steyp, sum varð latið í allari rúgvuni. Hetta steyp var latið til tað landið, sum hevði besta mannligan og kvinnuliga telvaran samanlagt, og Azmai helt, at handanin var skundað ov nógv ígjøgnum. Georgiska talvsambandið hevði latið steypið, men einki varð nevnt um tað, og heldur ikki varð tað nevnt, at steypið var kallað upp eftir fyrrverandi heims- meistaranum hjá kvinnum, Nona Gaprindashvili. Tað var hetta, sum Azmai vildi hava rætta, men sum hann ikki fekk møguleikan til. Kløkkur av hendingini Zurab Azmaiparashvili var tikin við av løgregluni, og hann var í fongsli í tríggjar dagar, áðrenn hann slapp leysur aftur. Tá vísti hann fram eitt sligið andlit, og í einum interviewi við talv- síðuna Chess Base greiddi hann frá, hvussu hann var blivin bukaður av løgreglu- monnunum, noktaður ein sakførara, vatn og mat, meðan hann var í fongslin- um. Spanska løgreglan vildi ikki viðurkenna nakað mis- tak, men greiddi á einum stuttum tíðndafundi frá, at Azmai var handtikin, tí hann var ágangandi og hevði skallað ein løgreglu- mann. Umboðini frá løg- regluni vildu ikki svarað spurningum frá fjølmiðlun- um. Heimasíðan Chess Base gjørdi nógv burtur úr hend- ingini, og tey bóðu eisini tey mongu eygnavitnini senda frágreiðingar um tilburðin. Tá ið heimasíðani legði tey mongu brøvini frá talvfólki á sína heimasíðu, Eyðun skal hjálpa bukaðum telvara Fýra spanskir løgreglumenn leggja á Azmai, tá ið hann roynir at fáa samband við fólk á pallinum til endahátíðina Azmai verður harðliga boygdur niður og eftir einar fimm minuttir eydnast tað at fáa stóra mannin í hondjørn Soleiðis sá Azmai út, tá ið hann kom úr sponskum geglið tríggjar dagar eftir ógvusligu hendingina Frágreiðingin Hetta er frágreiðingin hjá Eyðuni Nolsøe, sum stóð at lesa á Chessbase.com, og sum fekk altjóða talvsambandið at venda sær til hansara. »Eg sat heilt har frammi, einar tríggjar ella fimm metrar frá bardaganum millum Azmai og trygdar- vørðarnar. Eg mátti leypa til viks og datt niður millum nakrar stólar. Eg var saman við nøkrum av mínum liðfeløgum á føroyska talvlandsliðnum, og vit vóru ikki á einum máli um, hvat hendi. Eg haldi, at Azmai gjørdi lítið fyri at fáa slíka viðferð. Eg eygleiddi hann, tí eg sá, at okkurt var galið, men eg vitsti ikki, hvat tað var. Hann royndi at fáa samband við onkran á pallinum uttan at fara upp á pallin ella við at øsa nakran. Hann varð beinanvegin álopin og harðliga viðfarðin. Eg helt, at framferðin hjá trygdarvørðunum var alt ov ógvuslig og minti meg á okkurt, sum kundi hent undir stýrinum hjá Franco fyri 50 árum síðani. Kanska er tann arvurin ikki heilt burtur enn. Sjálvt um Azmai hevði gjørt um seg á flogvøllinum, tá ið hann kom, kann einki rættvísa gera slíka harðliga framferð av løgregluni til endahátíðina. Hetta var eitt stórt antiklimaks fyri talvolypmiaduna og ein skomm fyri spanska talv- sambandið, sum einki gjørdi fyri at bøta um vanlukkuligu støðuna.«