Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

stóð ein frágreiðing frá Eyðun Nolsøe ovast á list- anum. – Eg var so kløkkur av hendingini, at eg skrivaði eitt bræv til Chess Base og greiddi frá tí, sum eg hevði upplivað, sigur Eyðun Nol- søe. Nakað aftan á fekk Eyðun ein áheitan frá altjóða talvsamandinum FIDE um at vitna í málinum. Talv- sambandið hevði valt trý vitni burtur úr teimum mongu fólkunum, sum høvdu sæð tilburðin, og Eyðun Nolsøe var ein teirra. – Eg var ein av teimum, sum sat best fyri, og eg hevði eisini eygleitt Azmai áðrenn hendingini. Tað hevur helst gjørt, at teir vilja hava meg at greiða frá í rættinum. Umframt Eyðun skal eis- ini liðleiðarin á ameri- kanska talvlandsliðnum og ein telvari av Bermunda vitna í rættinum, tá ið málið kemur fyri í rættinum á Mallorca týsdagin. Fer at siga sína erligu meining Eyðun Nolsøe hevur gjørt sær nógvar tankar um til- burðin, og um hann skuldi blanda seg upp í rættarmáli, men hann er komin til ta niðurstøðu, at hann æltar sær at gera sítt fyri at hjálpa telvaranum úr Georgia. – Eg veit væl, at Azmai er ein kontroversiellur per- sónur, og tí havi eg ivast í, um eg vildi hava nakað við hetta at gera. Men hetta er eisini ein samvitskuspurn- ingur fyri meg, tí eg upp- livdi nakað, sum eg helt verða skeivt. Eg helt, at Azmai hevði als ikki uppi- borið slíka viðferð, tí í grundini gjørdi hann einki galið, og hann var als ikki ágangandi, sigur Eyðun Nolsøe. – Tá ið Azmai kom til talvolympiaduna gjørdi hann eitt sindur um seg, tí hann vildi hava tvey hotell- kømur, men hann fekk bara eitt. Hetta hevði helst gjørt, at fyrireikararnir og løg- reglan hevði ringt eygað á honum, men tað kann ikki hava við sær, at hann skal verða so óneyðuga brutalt behandlaður. – Eg ætli mær at siga mína erligu meining um tað, sum eg upplivdi og sá. Eg kann ikki gera nakað annað. Um tað so kann hjálpa Azmai, so er tað fínt, tí revsingin fyri tað, sum hann er ákærdur fyri, er upp í trý ára fonguslsrevs- ing. Eg helt, at tað var fullkomiliga óneyðugt, sum hann var viðfarin. Tað vóru grovar politimetodur, sigur Eyðun Nolsøe. Tað er altjóða talvsam- bandið FIDE, sum roynir at hjálpa tí fyrrverandi vara- forsetanum Azmai í málin- um á Mallorca, og ein norð- maður í ovastu leiðsluni hjá FIDE skal hjálpa Eyðuni Nolsøe, tá ið hann fer til Mallorca leygardagin. – Eg kenni meg tryggan við hendan norðmannin, tí hann er advokatur og veit, hvat alt hetta snýr seg um, sigur Eyðun, sum ikki stúr- ir fyri at fara til Mallorca at lata sína frágreiðing. – Tá ið telvarar úr 140 londum annaðhvørt ár savnast til talvolympiad- una, tosa vit við stórum orðum um talvfamiljuna, sum vit øll eru partur av. Eg haldi, at slík orð forplikta, og tí vil eg gjarna hjálpa Azmai, sigur Eyðun Nol- søe. Nr. 17 - 26. januar 2005 9 Azmai Zurab Azmaiparashvili er 44 ára gamal georgiskur stórmeistari í talvi. Hann er ein profilur í talvheim- inum, og á styrkislistanum hjá altjóða talvsam- bandinum FIDE fyri januar 2005 hevur hann styrkistalið 2662. Tað ger hann til besta telvaran í Georgia og nummar 39 í røðini av teimum sterkastu telvarunum í heiminum. Hægsta styrkis- talið hevði hann í 1998, tá ið hann var heilt upp á 2810 í rating. Azmai er formaður í georgiska talvsamband- inum, og hann hevur verið ein av varaforsetunum í altjóða talvsambandinum FIDE. Í 2003 framdi hann sítt størsta leikliga avrik, tá ið hann gjørdist europameistari í einstaklinga telving. Hann hevur verið nógv umtalaður, síðani hann var handtikin av sponsku løgregluni til enda- hátíðina fyri talvolympiaduna á Mallorca í november mánaði í fjør. Azmai er nú ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein løgreglumann, og málið kemur fyri í rættinum á Mallorca týsdagin 1. februar. Har verður føroyski telvarin Eyðun Nolsøe eitt av vitnunum. KYDON'S CHESS PL Azmai hevði merki á hálsinum av harðligu sponsku løgreglumonnunum, sum brúktu nógva megi fyri at fáa hann í hondjørn Umboð fyri sponsku løgregluni søgdu, at teir vóru noyddir at handtaka Azmai, tí hann var so ágangandi Azmai tosar við vinmannin Garry Kasparov, eftir at hann er sloppin úr geglinum. Kasparov sigur seg stuðla Azmai – Eg ætli mær at siga mína erligu meining um tað, sum eg upplivdi og sá. Eg kann ikki gera nakað annað. Um tað so kann hjálpa Azmai, so er tað fínt, tí revsingin fyri tað, sum hann er ákærdur fyri, er upp í trý ára fonguslsrevsing. Eg helt, at tað var fullkomiliga óneyðugt, sum hann var viðfarin. Tað vóru grovar politimetodur, sigur Eyðun Nolsøe Mynd: Jens Kristian Vang