Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 17 - 26. januar 2005 So kom Suðuroyarætlanin. Talan er um eina ætlan í 10 pørtum, sum bæði fevnir um ítøkilig átøk, tilgongdir og hugskot um, hvussu oyggin kann fáast aftur á beint Landsstýrið ásannar, at støðan í Suðuroynni, sum í mong ár hevur verið vánalig, nú er vorðin so mikið hættislig, at politisk stig mugu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevur við sær støðug arbeiðspláss í oynni. Talan er um eina heildarætlan fyri Suðuroynna, ið inniheldur ymiskar tættir, ið tilsamans kunnu skapa eina tilgongd, ið fremur virksemi og trivna. Skal hetta eydnast til fulnar, er neyðugt, at bæði kommunalir myndug- leikar og vinna medvirka og fremja átøk. Suður- oyarætlanin fevnir um ítøkilig átøk, tilgongdir og hugskot. Vit halda, at ætlanin hevur fingið eina eitt sindur órættvísa viðferð í fjølmiðlunum, síðan hon varð kunngjørd fyri vikuskiftið. Fokuserað hevur verið einvíst á veikleikarnar við ætlanini. Harvið hava vit eisini sagt, at ætlanin hevur veik punkt, men hon inniheldur eisini sera áhugaverd og sera konstruktiv uppskot til bata fyri Suðuroynna. Vit fara í hesum teigi at viðgera ætlanina í fleiri umførum og fara at fokusera uppá so væl styrki sum veikleikar í Suðuroyarætlanini. Meginstyrkin við ætlan landsstýrisins er sjálvsagt, at politisku myndugleikarnir endiliga hava ásannað og staðfest, at bert ein politisk atgerð kann bjarga Suðuroynni. Hetta hevur verið ført fram á hesum staðið fleiri ferðir heilt síðan á várið 2004. Tað er at fegnast um, at landsstýrið nú er komið burturúr eini støðu, sum mest líktist atgerðarloysi í hesum máli. Landsstýrisflokkarnir vóru heftir av teirra egna og serfrøðinganna retorikki um, at nú skuldu frælsu marknaðarkeftirnar greiða allar føroyskar búskapar- trupulleikar. Sum einasta land í Europa frásøgdu tær almennu Føroyar sær sjálvbodnar rættin til at nýta búskaparmátt hins almenna sum amboð í eini eini búskaparligari endureisingarætlan fyri eitt niður- undirkomið øki. Hetta hendi samstundis sum stjórn eftir stjórn í Europa fór inn við milliardum omaná miliardir í búskaparligari hjálp til at endurreisa illa fyrikomnar vinnur og øki. Vit hava her áður víst á fleiri greflig dømi, eitt nú tá svenska stjórnin fyri jól kom SAAB til hjálpar við trimum milliardum svenskum krónum! Men her skuldi slíkt ikki kunna bera til fyri WTO og EU varð sagt. Marknaðarbúskapurin var vorðin mestsum átrúnaður í embætis- ráðgevara og politikkaraumhvørvi. Ímeðan bløddu rækjuvinnan, alivinnan og so Suðuroyggin út! Men nú hava politisku myndugleikarnir so tikið sær um reiggj og hava tikið ábyrgd. Tað tænir teimum til miklan sóma. Úrslitið er slættis ikki so galið, men tað venda vit aftur til í morgin. DAGSINS MEINING Sosialurin Suðuroyarætlanin 1 VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Thormann Kruse Spurningurin, sum verið hevur frammi seinastu tíð- ina er: um tað skilagott er at býta FT í tvey: ein kervis- part og ein tænastupart. Landstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djur- holm fekk ikki færri en trý tilmæli, so hann velur sjálvur, um hann fylgir til- mæli FT, smærru veitar- anna ella Fjarskiftiseftir- litsins. Føroyski borgarin, sum eigur FT fær sera diverger- andi ella missvísandi upp- lýsingar og hevur tí ongan kjans at velja fyri ella ímóti. Vit sum starvast í sam- skiftisvinnuni standa næst- an líka spyrjandi, tí lurta vit eftir úttalilsum FT í fjøl- miðlunum ljóðar hesi skila- góð, men táið vit tosta vit FT kenna vit onki aftur. Tá stendur heilt einfalt í botni beinanvegin og onki ber til. Fyri at skilja grundina er helst neyðugt at blaða aftur í tíðina, tá einasti veitari var FT, uttan kundar, man bara hevði abonentar. Við frælsisgerðingini av økinum komu kappingar- neytar og nú noyðist øll í vinnuni at gera meir fyri minni. Kundin fær eisini meira fyri minni. Seinastu 4 árini er prísurin á t.d. Internetinum lækkaður við 75%. Tað vit kenna til áðrenn kapping kom, var bert at prísirnir hækkaðu. Kapping er sostætt neyð- ug um framburður skal vera. Grundin til at smáðu veitararnir hava mælt landsstýrismanninum til at greina FT sundur í tvær vælvirkandi eindir er ikki fyri at oyðileggja FT, men fyri at geva teimum sama møguleika at kappast á føroyska marknaðinum. Í dag er tað nevnuliga so- leiðis at FT umsitur alt kervið um uppbygt er í monopoltíðini. Hetta kerv- ið, sum á tekniskum máli verður kallað undirstøðu- kervið umfatar alt kaðal- netið (kopar og fipur) sum liggur í jørðini bæði gamal og nýtt. Undirstøðukervið kann sammetast við veðakervið í Føroyum. Hetta hava Før- oyingar goldið stórt sæð seinastu 50 árini — og her er talan um ovurstórar upp- hæddir. Um nú Landsverk/ Strandferðslan hevði einka- rætt til samferðslukervið á sama hátt sum FT hevur tað til undirstøðukervið. Hevði verið sera torført ella ógjørligt hjá nøkrum flutn- ingsfelagi at bjóða seg fram við tænastuveitingum. Áðrenn farast kann í gongd er neyðugt at fáa loyvi at nýta kervið. Kostn- aðin ásetur FT stórt sæð uttan samanhang. So kemur fjarskiftiseftirlitið uppí og so gongur long tíð áðrenn nakað hendir. Soleiðis er støðan hvørja ferð. Tá avtalan enduliga er komin í lag hevur FT langt síðani bjóða honum, sum tú ætlaði at tænastuveita, eina loysn sum er bíligari enn tað vit skulu gjalda FT fyri at nýta undirstøðukervið. Vit spyrja tí: kostar tæn- astuveitingin negativa upp- hædd ? Prísurin og bíðitíðin hev- ur gjørt at TeleTech hevur gjørt sítt egna samskiftis- kerv og Kall hevur í stóran mun eisini gjørt sítt egna. Yvirføra vit hetta til vega- kervið eru tríggir paralellir vegir til Klaksvíkar. Ein eigur FT, ein eigur Kall og TeleTech eigur ein. Allir eru tvísporðair, tí tað er neyðugt. Ferðslan er ikki meiri enn at allir tænastu- veitararnir kundu nýtt sama veg, men vit hava tríggjar, og tað mugu kundarnir gjalda fyri. Hetta er irratio- nelt og átti ikki at koma fyri. Fyri kundan er henda støða bæði verri og dýrari enn neyðugt. Her eru trý redundant kervi at halda við líka. Soleiðis hevði støðan ikki verið um FT var sundurgreinað í eitt kervis- felag, sum royndi at fáa allar tænastuveitararnar sum kunda. Hetta hevði latið upp fyri veruligari kapping í tænastuveiting- um. Ikki sum nú: har nýggju veitararnir noyðast at byggja egið undir-støðu- kervi, ella gjalda ein "halt teg burtur" prís til FT, sum umsitur almenna sam- skiftis-vegakervi okkara. Tað smærru veitararnir hava fyrisligið landsstýris- manninum er at leggja kervisveitingina í eitt kerv- isfelag sum á vinnuligum grundarlagi selur atgongd til kervið til tænastuveit- ararnar fyri ein verðuligan kostnað. Ikki sum ídag fyri kostprís plus vinnin til FT, men ein kostna sum tryggj- ar felagnum eina framtíð, har pláss er til útbyggingar og viðlíkahald. Kervisveiting er ídag ein sjálvstøðug deild, hjá FT, sum verður rikin á ein skilagóðan hátt, og sum saktans kundi havt allar tænastuveitararnar sum kunda, ikki bar ein, sum entá bert vil gjalda kostprís. Hugsa vit okkum eitt seyðakrov, hevur eitt heilt krov helst størri virðið enn um skorið er av tí, men selur tú alt krovið í smáum fært tú helst meir fyri tað enn um alt varð selt í einum. Soleiðis er eisini við FT. Verður kervisparturin lagd- ur í eitt felag fyri seg mink- ar hetta um virðið av FT, men eigarin, sum er føroya fólk, fær meiri fyri pengar- nar. Hetta er tyngsta argu- mentið í hesi sak. Tað hevur verið frammi at FT er einasta felag sum kann gera seg galdandi úti heimi. Má siga at eg havi ikki hoyrt slíkt fyrr. Øll alheims feløg hava einaferð verið smá, sera smá. Havi hoyrt stjórann í Sony greiða frá hvussu hann byrjaði undir sera trongum umstøðum í einum kjallara við kreditti fra familju síni. Hewlett Pacard byrjaði í einum úthúsi, Danfoss í einum kjallara í Sønder- borg. IBM av neyð o.s.fr. Sjálvdan — sera sjálvdan eru monopol- ella duopol- fyritøkur annað enn masto- dontar, sum skulu hava kunstigan andadrátt fyri at yvirliva í fríu kappingini. Nógv dømi eru um hetta Sabena, Simrad o.n.fl. At føroyskar fyritøkur sum Vinnutíðindi, hvørðs eksistens er neyvt tengt at FT, styðja sínum fíggjarliga grundarlagi er onki løgið. At útlendskur serfrøðing- ar gera tað sama mátti eg hyggja nærri uppá. John Strand, eitur mað- urin, sum ikki heldur at FT skal greinast sundur. Hann hevur verið frammi leingi — hópin av greinum eru at finna á Internetinum — uttan at hava verið serliga beinrakin. Ein spámaður hvørs spádómar næstan ongantíð ganga út er ikki ein góður spámaður. Tá hugsað verður um FT í alltjóða høpi er henda fyritøka hóast stór hjá okkum, evarska lítið. Spurningurin er eisini um føroyingar skulu gjalda fyri at FT skal veita tænastur í øðrum londum. Tað var í hvussu er ikki meiningin tá TFL telefonverk føroya løgtings varð sett á stovn. Tað er heldur ikki neyðut at vera stórur fyri at veita tænastur í øðrum londum. Hetta er Elservice á Skála sera gott dømi um, men man skal duga, Hetta Hevur John Eli megnað — uttan nakran minnisvarða á Skála. FT saman og sundur