mikudagur 26. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 26. januar 2005
11
Tjóðveldisflokkurin
hevur boygt nøkur
prinsipp. Men størsta
prinsippið av øllum er,
at veljarin sleppur at
tala
Sjúrður Skaale
Stendur tú á sama lista
sum Tobbi? Hvussu ber
tað til? Hevur flokkurin
ikki viðtikið, at maðurin
skal koyrast úr tingbólk-
inum og ikki skal um-
boða flokkin alment?
Hví hendir tað ikki? Ber
til at hava álit á Tjóð-
veldisflokkin, tá hann
tekur eina avgerð, men
ikki fremur hana í verki?
Hesar - og aðrar líkn-
andi - spurningar havi eg
fingið aftur og aftur,
síðan eg hóskvøldið
varð stillaður upp til
fólkatingsvalið á tjóð-
veldislistanum.
Fólk hava ikki hug at
tosa um politisk avrik og
ætlanir - men øll hava
eina støðu til stríðið um
Tórbjørn Jacobsen.
Tað er einki dulsmál,
at hetta er sera skaðiligt
fyri flokkin og okkum,
ið eru uppstillað. Tí vit
hava nógv fleiri úrslit at
vísa á, enn nakar annar.
Vit hava nógv greiðari
ætlanir, enn nakar annar.
Og vit eru einasti flokk-
ur, sum fer at standa
púra óheftur á fólkatingi
og tala søk Føroya.
Men tað hevur lítlan
áhuga - alt druknar í tí
óvirðiliga
persónliga
stríðnum. Og tað er øgi-
liga frustrerandi - serliga
tá tú í trý ár hevur arbeitt
á fólkatingi við góðum
úrsliti.
Skilji tað væl
Men eg skilji tað væl.
Tað er ein royndur
lutur, at atburðurin hjá
Tórbirni ikki hevur ver-
ið nakað prýði fyri
flokkin. Og tann vingl-
uti mátin, floksleiðslan
hevur handfarið málið
uppá, hevur ikki verið
álitisvekjandi. Tað er
eisini greitt, at tá ein
avgerð verður tikin, men
ikki verður framd í
verki, so skaðar tað trú-
virðið floksins.
So eg skilji tey, sum
eru óð, ørkymlað og
sum enntá venda flokk-
inum bakið. Eingin ann-
ar flokkur hevur jú tosað
meir um prinsipp og
støðufesti enn júst Tjóð-
veldisflokkurin.
Veljarin fær orðið
Men eg haldi kortini, at
tey, sum gjørdu av, at
Tórbjørn skuldi á listan,
gjørdu rætt.
Alt vald stavar jú frá
veljaranum.
Veljarin
skal altíð hava bæði
fyrsta og síðsta orðið.
Og við fólkatingsvalin-
um fekk flokkurin ein
møguleika at lata veljar-
an siga sína meining um
atburðin og álopini hjá
Tórbirni. Øll álopini
standa jú við - Tórbjørn
hevur einki tikið aftur.
Eg haldi tað vera ein
greiðan fyrimun, at velj-
arin fær høvi at geva
sína hugsan til kennar
um hendan atburð og
hesi álop.
Var Tórbjørn ikki á
listanum, slapp veljarin
ikki at siga sína hugsan
um alt rokið - og so
kunnu vit bara hugsa
okkum, hvat tað hevði
havt við sær av ákærum
og illgitingum.
At leggja støðuna fyri
veljarans dóm, kann
aldrin vera skeivt - hóast
tað krevur, at nøkur
prinsipp verða nakað
boygd. Prinsippið um, at
veljarin skal sleppa at
fella dóm, er hóast alt
týdningarmesta
polit-
iska prinsipp, ið finst.
Men eg vóni, at tað,
fólk fara at fella dóm
yvir 8. februar, fyrst og
fremst verða politisk
avrik og politiskar ætl-
anir. Tí so vinna vit valið
so spælandi...
Stendur tú á sama
lista sum Tobbi?
Petur í Gong
Brúkarasamtakið
Vit fara til handils uttan at
geva okkum far um, hvussu
nógv vit í veruleikanum
kunnu stýra úrvalinum við
okkara keypi. Tað, ið vit
keypa, verður fylt inn aftur
á handilshyllarnar. Tað, ið
vit sálda frá, sáldar handilin
vónandi eisini frá.
Ikki tí. Handlarnir royna
sjálvandi at stýra okkara
keypihugi við at innrætta
handlarnir rætt, soleiðis at
vit lættliga fella fyri bráð-
keypi, og fylla okkum
vognin við vørum, sum
okkum als ikki tørva. Men
um vit anda djúpt áðrenn
vit fara innar, og allatíðina
halda høvdið ísakalt, ber til
at gera eitt tilvitað keyp.
Sum eyka hjálp kann
mann skriva sær ein inn-
keypslista, og bannlýsa øll-
um fráviki frá listanum.
Eitt síðsta góða ráðið ljóðar
kanska nakað løgi, men tað
riggar. Far ikki svang/ur til
handils.
Tá mann er tilvitað/ur um
hvat mann ætlar sær at
keypa, renur mann seg við
hvørt inn í tann trupulleika,
at vøran ikki finnist. Hvat
er so at gera? Skulu vit bara
velja tað næst besta, ella
kanska okkurt verri enn
tað?
Tey ið keypa á alnótini,
ella hava verið úti í heimi,
hava óiva onkuntíð fingið
stungið eitt spurnarblað frá
seljandi fyritøkuni, har
spurgt verður um eina
rúgvu. Tað snýr seg her um
hornasteinin í allari markn-
aðarføring, at kenna við-
skiftafólkið.
Men tá hetta ikki verður
brúkt nakað serligt í Føroy-
um, mugu vit sálvi hjálpa
til. Tí loysir tað seg kanska
altíð at spyrja eftir vøruni,
hóast vit vita, at hon hvørki
er at finna í handlinum ella
á goymsluni. Tá vit hava
spurgt nóg oftani, kemur
vøran kanska á handilshill-
arnar. Vit kunnu altíð vóna.
Sum eitt næsta stig
kunnu vit flyta okkum út
um okkara egna tørv, og
hugsa um umhvørvi og
mannarættindi undir fram-
leiðsluni av vøruni. Hetta
er eitt ógvuliga stórt og
torskilt øki fyri fólk flest,
og vit hava tí hug at tveita
frá okkum beinanvegin.
Hvussu kunnu vit eisini
megna at finna runt í øllum
hesum.
Men tað er ikki neyðugt
at minnast tjúgu ymiskar
merkingar her og nú, og alt
fyri eitt seta okkum grund-
iga inn í viðurskiftini hjá
barnatrælum í Kina og
aðrastaðni. Vit kunnu byrja
í heilt smáum. Sum til
dømis við tí norðurlendska
svanamerkinum.
Hetta
merkið boðar frá, at vøran
er gjørd á ein slíkan hátt, at
hon í mest møguligan mun
ikki dálkar umhvørvið. Eis-
ini er hetta merkið longu á
nógvum vørum í Føroysku
handlunum, og er tað tí ikki
so torført at finna. Tó eru
matvørur, drekkivørur og
heilivágur enn ikki umfatað
av merkingini.
Blóman, ið er tað tilsvar-
andi merkið hjá ES, hevur
framgongd, men er enn ikki
so vanlig á okkara leiðum.
Nú farast skal til kassan
at gjalda, mugu vit ferðast
gjøgnum vandaøki. Góð-
gætishillarnar.
Fyri
at
sleppa til kassan slepst ikki
uttan um hesar hyllarnar,
og er tí ikki so nógv annað
at gera enn at hyggja beint
fram, og halda kós og ferð.
Um børn er við, hjálpir
kanska at hála húgvuna hjá
tí niður um eyguni, og at
hava barnið sitandi í vogn-
inum. Kanska okkurt klist-
ur fyri munnin eisini hevði
gjørt mun.
Sum áður sagt, so er tað
ikki nú, tað skal rumbla í
búkinum. Hvørki hjá tær
ella barni.
Um tú ert ónøgd/ur við,
at góðgætishillarnar standa
við kassan, kundi tú kanska
sagt hetta við onkran, sum
arbeiðir í handlinum. Hvør
veit? Kanska verða tær
fluttar í onkran krók aftast í
handlinum, um nóg nógv
fólk siga frá.
Men hví skulu vit gera
okkum so nógv stríð burtur
úr einum handilstúri? Hví
ikki bara bara fylla vognin
við tí fyrsta og bíligasta, ið
vit renna okkum fram á?
Tað er tí at umhugsni
gagnar okkum sjálvum. Ein
tilvitaður virkin brúkari, ið
setur krøv, og allatíðina
roynir at fáa sum mest av tí
røttu vøruni fyri pengarnar,
styrkir um kappingina, og
far harvið skapt hægri
góðsku, eitt breiðari úrval
og lægri prísir. Tí tað eru
vit, sum sita við valdinum.
Vit mangla bara at brúka
tað.
Bill Justinussen
løgtingsmaður
Fyri góðum ári síðani fór
eitt stjórnarskifti fram í
Føroyum. Breiða samgong-
an gjørdist veruleiki. Nú
var neyðugt at hava ein
sterkan meiriluta á Føroya
Løgtingi, tí smølu sam-
gongurnar við bert einum
tingfólki í meiriluta kundu
ikki brúkast.
Hvørji eru so politisku
brøgdini, breiða og sterka
samgongan hevur framt
hetta árið?
• 2 fíggjarlógir við risa-
halli
• skattalætti til tey væl-
bjargaðu
• ómenniskjaligur ágangur
móti útlendingum
• vinnupolitikkur
uttan
úrslit og uttan mál og mið
• ein suðuroyarætlan, sum
minnir mest um nýggju
klæði keisarans
• ein Hovs(a)-loysn fyri
miðnámsskúlan í Suður-
oynni, sum setir kílar í
heldur enn savnar suður-
oyingar um felagsloysnir
• framvegis ongar einskilj-
ingar
• partapolitiskur almanna-
politikkur
• ongin loysn fyri rækju-
flotan
• fullkomin ruðuleiki í
fullveldismálinum, hóast
_málið" skuldi loysast
eftir hálvum ári, og so
skuldi vera friður á økin-
um
• familjumálaráðið niður-
lagt, tí ongin familju-
politikkur er
Listin er munandi longri.
Enn sakni eg fólkaheilsu-
ætlanina. Enn er ílegu-
granskingar-uppskotið,
sum var liðugt smíðað fyri
einum ári síðani, ikki
komið á tingborð. Enn bíða
vit eftir fiskapakkanum.
Enn skulu bólkar setast at
kanna alt og onki. Enn situr
bólkurin, sum skal arbeiða
við yvirtøku av fólkakirkj-
uni og ger arbeiðið um-
aftur. Og nú fyrsti ting-
fundur í nýggja árinum er
farin afturum, er bert
eittans mál borið niðan í
tingið frá landsstýrinum,
eitt ríkislógartilmæli um
altjóða revsidómstól. Ikki
kann sigast, at stóra, sterka
og stinna samgongan hevur
nógv upp á hjarta í hesum
tíðum, nú føroyska sam-
felagið hevur tørv á sterk-
um leiðarum.
Tó má eg nevna, at Sam-
anleggingarráðið
(fyrr
Mentamálaráðið) er einasta
ráðið, sum veruliga hevur
fingið vind í seglini. Hvørj-
um allar samanlegging-
arnar av stovnum fara at
enda við, veit neyvan nak-
ar, og hvørjir stovnar næstu
ferð verða samanlagdir,
veit neyvan nakar heldur.
Tað undrar meg og nógv
onnur, hví tað var so um-
ráðandi hjá hesum trimum
flokkum at finna saman, tá
teir hava so lítið upp á
hjarta. At Løgtingið undan-
tikið 2 mál hevði reint borð
um ársskiftið, og at bert eitt
mál er lagt fram eftir
ársskiftið, kundi givið eina
ábending um, at fleiri av
ætlaðu málunum hava tungt
við at finna vegin niðan í
Løgtingið. Væl veit eg, at
umsitingin er skerd, og
tessvegna framleiðir minni
enn ynskiligt er, men hóast
hetta átti landsstýrið at havt
fleiri mál til framløgu. Um
ikki, haldi eg, at projektið
við breiðari samgongu alt
meiri gerst ein táta fyri
hvønn dag, sum fer.
Nú eitt ár seinni mugu
veljararnir
hjá
hesum
flokkum vera harmir um
tey ússaligu úrslit, sum
spurdust burturúr. Undan-
farna samgonga, sum við
Miðflokkinum vann sein-
asta val, fekk dygga álitis-
váttan, men frásegði sær
upplagda møguleikan at
halda fram vegna persóns-
stríð. Um ikki "vend kemur
í" heilt skjótt, verður skjótt
aftur tíð til stjórnarskifti í
Føroyum.
Miðflokkurin er tilreiðar.
VIÐMERKINGAR
Vit fáa tað, ið vit biðja um
Eitt ár seinni!
VAL05
VAL05
Gjald fyri valgreinar
Tað er nú greitt, at fólkatingsval verður 8. februar í ár. Eins og tað hevur verið vanligt
í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka pengar fyri valgreinar,
sum verða settar í blaðið.
Enn er freistin fyri at lata vallistar inn ikki lokin, men frá og við Vikuskiftis-
blaðnum komandi fara vit at taka pening fyri greinar, sum beinleiðis eru tengdar at
valstríðnum. Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi.
Sosialurin