Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 17 - 26. januar 2005 Bygningurin hjá Færø Amts Sparekasse í Havn er um at vera liðugur. Arbeið- ið byrjaði í 1903 og í 1904 var bygningurin liðugt bygdur. Sparikassin byrjaði sítt virksemi í bygninginum fyri 100 árum síðan, í 1905. Tað var Jákup Andr. Arge, vanliga nevndur Jampan (1854-1931), sum stóð fyri byggingini. Vit síggja t.d. Løgtings- húsið, H.N. Jacobsens Bókahandil, Havnar Kirkju, Kommunuskúlan, Sproytuhúsið, Meinigheits- húsið, Skræddarahjørnið, (eftir skræddaranum Jóhs. Nolsøe). Tá so skræddarin miðskeiðis í 20-unum selur ognina í miðbýnum, og byggir sær hús í Hoydølum, fylgir skræddaranavnið við, og tey húsini fingu navnið "Skræddarahúsini". Skræddarahjørnið í mið- býnum fekk síðan navnið "Det glade hjørne", av tí at tað var staðið, har ungdóm- urin í Havn møttist. Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í sambandi hesa myndina, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168. Tá Danair-rutuflogfarið úr Danmark skuldi lenda á flogvøllinum á Vágum 25. januar 1975 vildi so illa til, at flogfarið ikki fekk steðga vegna hálku á flogbreytini. Flogskiparin varnaðist ikki, at breytin var hál, fyrr enn flogfarið nærkaðist endanum á flogbreytini. Hann gjørdi tí av at snara í bakborð út av vøllinum og niðan í hagan. Flogfarið steðgaði einar 25 metrar frá breytini. Skaðin var so stórur, at flogfarið varð ikki sett í stand aftur. Eingin mansskaði hendi av óhappinum. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1975 Fyri 30 árum síðan: Rutuflogfarið fór út av flogbreytini í 1975 Havnar leksikon: Færø Amts Sparekasse verður bygdur Mynd: Fornminnissavnið Næstu ferð hava vit mynd av fyrsta biografinum í landinum "Føroya Bio", sum Andrias Niclasen (Dia Bø) læt upp í Tórsgøtu í 1910.