Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Dagurin 26. januar. Polycarpos, deyður umleið ár 155. Var biskupur í Smyrna og høgt mettur kirkjumaður í Lítluásia. 86 ára gamal verður hann píndur og tikin av døgum. Navnið hevur enntá í nýggjari tíð verið brúkt sum mansnavn í Føroyum, Karpus. Ein av seinastu døgunum í farna ári, tann 29. desember 2004, and- aðist Einar Olgeirsson í Vestmanna 62 ára gamal Dáttliga komu deyðsboðini av Einari. Mitt í dagliga lívsyrki sín- um, meðan hann hevði hendurnar fullar av arbeiðsuppgávum. Einar var íslendingur, ættaður úr Akureyri. Hann kom til Føroyar í 1981 og var við í royndarboringun- um eftir olju í Lopra. Har hitti hann Marin Bláhamar úr Vestmanna, sum gjørdi mat til starvsfólkið. Marin og Einar giftust og bú- settust í Vestmanna. Einar fall væl til í Vestmanna, har hann arbeiddi sum timburmaður, bæði sum sjálv- støðugur og saman við øðrum. Einar var sera hjálpsamur og við síni umsorgan og fryntliga og skemtuliga verumáta, var hann ein hugnaligur persónur at vera saman við. Hann var eisini nógv fyri familj- una og ikki minst børnini hjá Marin. Hann var eisini ein góður abbi, og abbabørnini sakna hann nógv. Einar var altíð í sving, hann var arbeiðssamur og vælgjørdur. Í Vest- manna og har um leiðir eru mong hús, sum hann saman við øðrum hevur verið við til at bygt. Hesi standa sum minnisvarðar eftir hann. Í heimunum í Vestmanna standa nógvir minnislutir eftir Einar. Hann hevði sera gott handalag og lista- ligar gávur og evnaði nógvar prýðislutir úr træ. Við jarðarferðina hjá Einari var sangurin, "O, Jesus bróðir besti", sungin. Sangurin var yrktur av íslendska prestinum Páll Jónsson, ið var langabbi Einar. Hann yrkti sangin í samband við eina umfarsøtt, har hann mátti jarða tvey av sínum egnu børnum. Hesin sálmurin hevði stóran týdning fyri Einar. Friður veri við minninum um Einar Olgeirsson. Til minnis um Einar Olgeirsson Tøkk Tykkum, sum mintust okkum á gullbrúdleypsdegnum 1. januar 2005, takka vit hjartaliga. Heilsan Svenny og Eilif 1. februar 2005 hevur Odd- mar Kruse, flogserfrøðing- ur, í Hoyvik, 25 ára starvs- dag í danska flogvápninum, harav hann hevur arbeitt 17 ár í Føroyum. Oddmar byrjaði á "Flyve- våbnets Specialskole" i 1980 som "konstabelelev". Eftir tað var hann 12 mánaðir í skúla, har hann fekk teoretiska grundút- búgving sum elektronikk- mekanikari. Síðan gjørdi hann her- tænastu á kommunikations- afdelingen á "Flyvestation Vedbæk frá 1981-83. Árið eftir gjørdi hann hertænastu á Flyvestation Torshavn. Eftir at hann í 1984 fór tók sveinaroynd sum elek- tronikkmekanikari í Værløse gekk leiðin til Onglands á "Marconi Col- lege", har hann fekk rad- araútbúgving. Næstu fýra árini var hann aftur í Føroyum og arbeiddi við radaranum á Flyve- station Torshavn. Í 1989 fekk hann boðið starv á "NATO Headquart- er AFNORTH " í Norra som data- og kommunika- tiónsteknikari, um hann gjøgnumførdi allar útbúgv- ingarnar og fekk tær góð- kenningar, sum hetta starv- ið kravdi. Hann hevði 15 mánaðir til at fyrireika seg til starv- ið. Hetta gekk fyri seg í Latina í Italia á "Nato In- formation and Communi- cations Systems School. Alt gekk væl, og í 1990 kundi Oddmar taka við starvinum á Nato høvuðs- sætinum í Norra. Í 1993 kom hann heim aftur til Føroya at arbeiða sum radarateknikari á Flyvestation Torshavn. Samstundis tók hann bæði IT-tekniskar- og merkonom útbúgvingar og fekk starv sum "IT-system- administrator". Hetta starv røkti hann til 1999, tá fekk starv á Flyvestation Born- holm, har hann arbeiddi í eitt ár. Síðan 2000 hevur Odd- mar arbeitt í Føroyum. Í dag er hann radarteknikari hjá Færøernes Kommando. Oddmar er sonur Amandu, f. Berg, og Jógv- an Kruse. Hann er giftur við Jonny, og tey eiga tvey børn, Ragnar, ið er 7 ár, og Súsonnu, ið er 4 ár. Oddmar Kruse, Hoyvík: 25 ára starvsdag hjá danska flogvápninum Lesið -so eru tit við!