Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 17 - 26. januar 2005 Leingi var hon einasti kvinnuligi telvarin á føroyska ratinglistan- um. Og hon er einsa- møll genta í sínum talvfelag. Men tað tekur 14 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík ikki so tungt. Beint nú eru hon og hennara lið- felagar mest upptikin av at ganga til frálæru í talvi hjá kenda telv- aranum Heina Olsen TALV Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Í Føroyum er talv ein mannfólkaverð. Í øllum førum, um tú hyggur at før- oyska ratinglistanum. Mill- um tey 289 nøvnini standa bara tvær gentur. Onnur av teimum er 14 ára gamla Herborg Hansen úr Klaks- vík, sum rættiliga leingi stóð sum tann einasta gent- an á listanum, inntil ein onnur kom afturat fyri stutt- um. Og Herborg var eisini einsamøll genta millum dreingirnar, tá vit nú eitt kvøldi stukku inn á gólvið í Skákinum, har ungir limir í Klaksvíkar Talvfelag fingu frálæru í talvi. Einsamøll genta – Nú havi eg verið einsa- møll genta millum allar dreingirnar so leingi, at eg havi vant meg við tað, og eg haldi eisini, teir hava vant seg við meg, sigur Herborg og flennir, men leggur afturat at hon vildi ynskt, at tað vóru fleiri gentir, sum telvaðu í Føroy- um. So kundu tey kanska onkuntíð skipað fyri gentu- kappingum uppá sama máta, sum tey gera í øðrum ítróttargreinum. – Eg veit ikki, hví tað eru so fáar gentur, sum telva. Kanska sær tað eitt sindur óinteressant út, at man bara situr har og hyggur niður á eitt talvborð. Tað sæst ikki, hvussu spennandi tað er. Man má prøva tað sjálvur, sigur Herborg, sum heldur, at genturnar bara skulu koma og prøva. Tað tekur ikki langa tíð at læra at telva, og í fyrstuni er tað serliga stuttligt, tí man blívur øgiliga skjótt betri. Herborg byrjaði sjálv at telva, tá hon var 10 ár, men tað var kanska eitt sindur av tilvild. Hon plagdi at ferð- ast hjá einum systkina- barni, sum telvaði nógv, og altíð bjóðaði Herborg av. – Tað var onki serliga stuttligt at telva ímóti hon- um, tí eg tapti altíð. Til end- an hevði eg sett tað í meg, at nú skuldi eg also bara vinna. Onkur hevði fortalt mær, at tey plagdu at telva í Skákin- um, so eg helt, at eg skuldi prøva, sigur Herborg, sum er møtt upp at telva hvørja einastu ferð síðani. Hvat er so spennandi? Í frítíðini spælir Herborg eisini flogbólt og fótbólt, men eru kappingar sama vikuskifti, sum liðkapping- in í talvi, velur hon altíð talv framum. Herborg er slettis ikki í iva um, at tað er talv, hon vil satsa uppá í framtíðini, fyrst av øllum tí tað er so spennandi, men eisini tí talv er tann írtrótt- argreinin, hon klárar seg best í. Men hvat er tað, sum er so øgiliga spennandi við at sita og flyta nøkur talv- fólk aftur og fram - onkun- tíð kanska í fleiri tímar? – Tað er eitt sindur ringt at forklára, men tað mest spennandi er, at tað eru so nógvir ymiskir møguleikar at flyta fólki. Onki talv er líka, og tað ber ongantíð til at siga frammanundan, hvussu mótspælarin fer at flyta. Tú kanst royna at fyrireika teg og planleggja onkrar leikir, men tað er ikki sikkurt, at tað ber til, og so mást tú finna uppá okkurt annað, sigur Her- borg, sum plagar at fyri- reika seg við at gjøgnum- ganga okkurt talvpro- gramm á telduni. Tað gevur eisini nakað av venjing at telva móti hinum liðfeløgu- num, men ikki nokk, sigur Herborg, sum heldur, at skalt tú av álvara blíva ein góður telvari, mást tú fáa veruliga frálæru. Tað fáa tey ikki so ofta, og tí møta tey eisini serliga væl upp hesar dagarnar, frálæra í talvi stendur á skránni. Alvorliga cool Hetta kvøldið, vit vitja í Skákinum, stendur ongin minni enn fimmfaldaði før- oyameistarin, Heini Olsen úr Klaksvík, og flytur nøkur talvfólk á einum talvborði, sum hongur á vegginum. Beint nú standa endaspøl á skránni, og tí situr 13 ára gamli liðfelagin hjá Her- borg, Eilif Arge, serliga spentur og fylgir við. – Endaspøl eru ikki mín sterkasta síða, so tað ræður um at fylgja við, nú man hevur møguleikan. Tað er fínasta slag, at sita og fylgja við í leikunum, Heini setur upp, og koma við einum boði uppá næsta leik. Uppá hendan mátan fær man tíð at hugsa seg um, og eina forkláring uppá, hví upp- skotið kanska ikki var so smart allíkavæl, sigur Eilif, sum heldur tað vera alvor- liga cool at hava Heina sum talvlærara. Eilif hevur telv- að í 3 ár, og so spælir hann eisini við á smádreingja- liðnum hjá KÍ. Hann heldur ikki, at tað ber til at sam- anlíkna fótbólt og talv, men skuldi hann valt, hevði hann valt fótbólt. Men tá hann telvar, dámar honum avgjørt best snartalv. – Eg havi ikki so gott tol, sum Herborg, so skal eg royna at vinna móti henni, má tað helst vera snartalv, sigur Eilif avgjørdur. Her- borg dámar hinvegin best tey longu talvini, og tað longsta, hon hevur telvað, vardi í fýra tímar. Onkuntíð kann tað vera strævið at sita so longi, men tíðin gongur sum oftast so skjótt, at man hugsar ikki um, hvussu troyttur man er, fyrr enn talvið er liðugt. Tapa móti eini gentu... Men hvat sigur Eilif, tá hann onkuntíð tapir móti Herborg? Er tað flovisligt at tapa móti eini gentu? – Ikki longur, men í fyrstuni helt onkur tað var flovisligt at tapa móti Her- borg. Nú kenna vit hana so væl, at tað ger onki. Eg haldi ikki, at vit hugsa um tað longur, at Herborg er konufólk, sigur Eilif og hyggur uppá Herborg, sum nikkar og hevur hug at flenna. – Tað minnist eg væl, og tað hendir onkuntíð enn, at dreingir, sum eg ikki havi telvað ímóti fyrr, blíva flov- ir av at tapa móti eini gentu. Tað kann vera nokkso keði- ligt, men tað er ikki so nógv at gera við tað, sigur Her- borg, sum allíkavæl ongan- tíð hevur latið ein drong vunnið við vilja, so at hann ikki skuldi blíva flovur. – Teir mugu bara venja seg við tað, tí aðrastaðni er tað heilt vanligt at konufólk telva. Judit Polgar er til dømis ímillum 10 teir bestu telvarnar í verðini, so sjálv- andi kunnu konufólk gerast líka góðir telvarar, sum mannfólk, sigur Herborg, sum framvegis plagar at vitja systkinabarnið, sjávt um hann ikki bjóðar henni so ofta av í talvi, sum fyrr. – Eg haldi ikki, at hann tímir ikki so væl longur, tí nú vinni eg sum oftast. Men nú hava tey fingið ein venjara í talvi, har sum hann býr, so nú fer hann nokk at tíma betri, væntar Herborg, sum er púra vís í, at hon fer at halda fram at telva, tá hon verður vaksin. Herborg bjóðar drein Nýtt farmaskip á veg til Føroyar Komandi sunnudag kem- ur eitt nýtt farmaskip á Havnina. Tað er eitt farmaskip, sum Samskip hevur latið byggja á týskari skipasmiðju. Í gjár fekk Samskip handað henda fyrra ný- bygningum, sum er skrá- settur undir føroysku FAS-skipanini. Men ein annar nýbygningur er somuleiðis á veg, og verður tað seinna skipið handað um ein mánað. Talan er um tvey stór bingjuskip, ið kunnu lasta 908 bingjur. Nøvnini á teimum eru Arnafell og Helgafell. Tey verða sett inn í sigling millum Før- oyar, ísland, Bretland, Holland, Týskland og Skandinavia. sb. Beinleiðis sending úr Øravík Í gjár varð skipað fyri ráðstevnu í Øravík har Suðuroyggin varð sett í fokus. Nógv skilafólk innan politikk, vinnu og búskap vóru samankomin at tosa um, hvussu Suðuroyggin kann fáast burturúr naggatódnini, ið nú valdar. Tað vóru tó ikki bert lut- takararnir á ráðstevnuni, sum fingu høvi at hoyra orðaskiftið. Útvarpsstøð- in Rás 2 hevði nevniliga spílað seg út einaferð enn, og kundu lurtarar kring alt landið tí hoyra bæði innlegg og orða- skifti beinleiðis á hesi rásini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Rás 2 sendir beinleiðis frá stórum tiltøkum. Sent varð m.a. beinleiðis, tá samkomuhúsið Keldan í Skálafirði varð vígt í fjør. sb.